Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. september 1985síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 33 — 10. september 1985 B68—HB, 1. deild: 2—0 (0—0): Var tað avgerðin, ið fall? B68 vann týdningarmikla dystin móti HB og liggur nú klárt á odda í 1. deild. Tofta- menn liggja trý stig framman næstu liðini nú bert tvey leik- umfør resta og kunnu ti sjålvir avgera um teir endurtaka sig- urin frá í fjør. Og lítið man vera at ivast í at so verður. Tað var av besta veðri, tá B68 og HB mettust til týdningarmikla dystin á Svangaskarði sunnu- dagin. Sól og einki lot, hvat er heldur sjáldsamt á hesum velli, ið jú liggur langt uppi >í haganum«, og allar fyritreytir vóru tí fyri góðum dysti. Og góðan og spennandi dyst fingu teir nógvu áskoðararnir, ið hevdu leitað sær til vellin fyri at síggja henda dyst, ið kundi avgera hver skal vinna FM í ár, eisini. Frá byrjan ax sást at leikararnir á báðum liðum vóru heldur nervesir, men ikki gekk long tíð. til HB'ararnir hevdu bast nervunum og byrjaðu hart trýst móti málinum hjá B68. Verjan hjá B68 kendist heldur ótrygg í byrjanini og gloymdu leikararnir fleiri ferðir at dekka upp, soleiðis at HB, ið átti nógv tann sterra lutin í leiki, fleiri ferðir kundi lata mið- vellin senda bóltin fram til púra fríar framherjar, ið tó ikki fingu nyttu burtur úr mongu meguleikunum. B68 og HB eru tvey lið, ið nýta ymsar spælihættir. Meðan HB roynir at byggja álop síni upp heilt afturi frá verjuni, so nýtir B68 meira av longu avlev- eringum fram til kviku og málsóknu framherjarnar. Hetta er kanska ikki vakr- asta fótbóltsspælið ein kann síggja, men tað royn- ist altíð effektivt og kann vera við til at gera dystir undirhaldandi, tí málmeguleikar kunnu koma fyri áðrenn nakar veruliga varnast tað. Í lotum royndi HB seg eisini við bæði longum av- leveringum og lang- skotum móti málinum, men síðsti skansin hjá B68, målverjin Kjartan Neså, royndist sum vant avbera góður og hevði m. a. eina »fantasir- bjarging«, tå hann fekk sligið gott skot frá Kára Nielsen út til horna — heilt uppi í málhorninum. Fáir málmegu- leikar Í fyrra hálvleiki hevði B68 ikki teir nógvu málmegu- leikarnar. Ikki fyrr enn umleið hálvur tími var farin av hálvleikinum kom tann fyrsti og var hetta fríspark tætt uttan fyri brotsteigin, men Kaj Leo fekk tveitt seg og bjargað. Ikki fyrr enn fáir min. restaðu av fyrr hálvleiki kom meira ferð á álopini hjá B68 og vóru tað teir, ið áttu sterra trýstið tá, men HB hevði havt stóra yvir- vág nærum allan hálvleik- in hvat m.a. sæst av at HB fekk seks hornaspørk, meðan B68 »bert« fekk tvey. Vend í Ikki er gott at siga hvat venjarin hjá B68, John Kramer, hevur sagt við leikarar sínar í hálvleiks- steðginum, men tað var eitt broytt lið, ið kom á vellin aftur. Nú var tað B68, ið átti trýstið og HB'ararnir fingu ikki frið at byggja leikin upp sum teir vildu. Toftamenn vóru eftir teimum beinanvegin og tá teir hevdu vunnið sær bóltin var bert eitt at gera við hann. Senda hann fram til framherjarnar. Henda hálvleikin prógv- aðu flest allir B68'ararnir góðu venjingarsteðu sína, meðan fleiri HB-leikarar sóu heldur linir út. Verjan hjá toftamonnum var ikki at kenna aftur. Leikarar- nir hjá HB vórðu dekkaðir upp yvir allan vellin og tað var ikki tað nógva rásarúmið teir fingu. Teir royndu seg við fleiri skot- um, men tað ið Kjartan ikki tók, kláraði okkurt hevd ella bein hjá tfota- monnum í staðin. Brotsspark B68-trýstið hevði við sær, at leikurin varð fluttur oman í HB-brotsteigin og ikki gekk long tíð fyrr enn ein sá á hvenn bógv tað bar. Alop endaði við, at bólturin varð skotin inn um Kaj Leo í málinum, men verjuleikari fekk bjargað á strikuni, men hetta gjørdist tó bert stutt freist tí í 12. min. fekk B68 brotsspark, tá verjuleikari hjá HB stedg- | aði bóltinum, ið annars var á veg í netið, við hond- ini. Démarin, ið annars hevur dømt betri dystir enn hendan, ivaðist ikki, ! men demdi beinanvegin brotsspark. Aksel gaard skjeyt trygt í netið dygst við vinstru stong til i | i | 1 } Í | Í Høj- | 1 —0. B68 helt fram við ágangandi leiki sínum. HB royndi at javna, men verjan hjá toftamonnum stóð stinn og fleiri ferðir vóru framherjarnir sendir av stað við ferð, men ikki fyrr enn bert tveir minutt- ir restaðu bar til aftur. B68 fkk fríspark úti í vinstru síðu. Bólturin varð skotin inn fyri málið, har Ingolf Petersen fekk lagt hann fyri feturnar á Jern Kramer, ið ikki hipr- aðist við at senda hann í netið til 2—0, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið. Meistaraheitið Við sigrinum liggja tofta- menn tryg: á odda i 1. deild. Teir hava trý stig fleiri enn HB og KÍ nú tvey leikumfer resta og torført er at síggja, hver skal kunna steðga tofta- monnum. Dystirnir móti GÍ og NSÍ eru torførir, men neyvan tapir B68 báðar tveir — og tað skulu toftamenn, um teir skulu missa meistaraheitið. Lítil ivi er um at B68 við eff- ektiva leikhátti sínum hevur tryggjað sær FM 1985 eisini. Niclas Davidsen: i Nú trugvi, at moguleikin er har... Nú trúgvi eg at vit hava góðar møguleikar at varðveita foroyameistara- heiti okkara Nakað soleiðis málbar formaðurin í B68, Niclas ) Davidsen, seg tá ltróttar- | sosialurin hitti hann i stuttum pråti aftanå dyst- in móti HB sunnudagin. — Vit eru nú trý stig á odda, og tað resta bert tveir dystir, so tað sigur seg sjálvt, at meguleikar- nir fyri at vinna feroya- meistaraheitið aftur í ár eru góðir. Enn er tó einki avgjert. Vit resta fram- vegis tveir torferar dystir og nógv kann henda. Tað er torført at vinna á bæði GI sjálvt um dysturin verður spældur á Toftum og NSI og fyrr enn vit hava tryggjað okkum tey neyðugu stigini ber ikki til at siga, atw vit hava vunnið FM í ár aftur. Sum er kunnu vit tó avgera tað sjálvir. Vinna vit, so er meistaraheitið okkara. Men, sum sagt, tað framvegis tveir dystir og nógv kann sigur Niclas Davidsen at enda. resta