Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. september 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 103 — 12. september 1985 Eitt annað uppskot um strandferðsluhús i Klaksvik Vidmerkingar og broytingaruppskot til nýggja planlagda terminal og lagurrúm hjá Strandferðsluni í Klaksvík, sum farið verður undir at byggja nú fyrsta dagin. Fyrst vil eg takka borg- arstjóranum í Klaksvík Jógvan við Keldu fyri greinina, hann hevði í Norðlýsinum tann 16. august í ár um hetta mál. Bara tað, at tað verður gjørt vart vid, at her tørvar åbøtur og ein broyting. Tað er i sjålvum sær positivt, og vóni eg, at hann framyvir vil virka fyri, at tað blívur ein góð loysn, ið kann gagna ellum, sum har framyvir koma at ferðast við >Tern- uni«, og at tann loysnin, sum nú kemur, ikki blívur ien fyribilsloysn, sum so endar við at blíva endalig. Tað eru óivað fá fólk, sum vita, at núverandi mannagongd á ferjuleg- uni, sum er umleið 5 ára gomul, eisini var og er ein fyribilsloysn. Ynski og krav frá skipasýninum var frá byrjanini av, tá ið »Ternan« byrjaði at sigla, at ferðafólkini ikki skuldu ganga á bildekkinum, men skuldu ganga inn á báta- dekkið í bakborðssíðu. Tí bleiv gummi-speedbáturin (ella mann-yvirborð bátur, sum hann eisini blívur kallaður), settur í stýri- borðsíðu. Tað er eisini grundin til, at tað er meira pláss í bb. síðu, millum annað eru knakarekkjur til frakkar o.t. í bb. Henda skitsan hjá Jóg- van við Keldu er ein loysn tann rætta vegin. Hann sigur eisini, at strembað verður eftir, at fáa eina loysn, sum ikki er ov kostnaðarmikil. Men eg havi ett annað uppskot, sum tó er meira kostn- aðarmikið, men sum ein kendur maður segði: valt er relativt«. Hvat er kostnaðarmikið, tá hugsða verður um, at ferðafólkini kunnu fáa stóran skaða, ja tá ringast er missa lív, tá ein til demis í frosti og hálku á veg niður igjøgnum einar sterrar trappur, sum eru meira enn 4 metur hegar kann verða áhalsin og detta niður, ja, tá kann tað sigast at verða kostnaðar- mikið. Her hugsi eg eisini um tey, sum eru noydd at ferðast við Ternuni og als ikki kunnu ganga trappur, her er ein loysn, sum ger, at tað ikki verður neyðugt at ganga trappur í heila tikið. Eitt gamalt orðatak, sum nógv verður nýtt, er »at fáa fleiri flugur við eitt smekk«, men her er møgu- leikin fyri at fåa minst 15 flugur vid eitt smekk, um tað bleiv gjørt ein luft- brúgv, sum skitsan vísir. Eg kann nevna teir fyrstu 15 fyrimunirnar við einar slikari brúgv : 1. At meguleikar eru at gera eina lyftu uppi á landi undir terminalinum. 2. At parkeringstrupul- leikarnir hjá hýruvognunum verða loystir endaliga. 3. At parkeringin hjá bussunum verður mun- andi betri. 4. At í vánaveðri kunnu ferðafólkini vera undir taki frá tí, tey fara úr hýruvogninum ella buss- inum, til tey koma um borð. 5. At lossing og lasting av bilum kann ganga fyri seg ótarnað, meðan ferða- fólkini koma og fara í land. 6. At lossing og lasting av góðsi kann fara fram ótarnað, meðan ferðafólk- ini fara og koma. ). At útróðrarbátar, sum vanliga liggja við bryggju sunnanfyri ferjuleguna, ótarnaðir kunnu arbeiða við sínum reiðskapi o.a. Kemur trappa har niðri, verða teir tarnaðir. 8. At ferðafólkini sleppa undan at innanda ta ósunnu og ringu luftina á bildekkinum. 9. At eingin vandi verð- ur hjá fótgangarum at glíða í hálku. 10. At ferðaseðlaselan kann ganga fyri seg við omangongdina, soleiðis at tá ið nógv fólk er, er ikki neyðugt at sigla við niður- settari ferð fyri at fáa selt øllum ferðafólkunum ferðaseðil. 11. At er henda luft- brúgvin so mikið breið við einum gelendara í miðjuni, so kunnu ferðafólkini bæði ganga í land og um borð samtíðis; burtursæð frá tá ið nógv fólk er, kann ein avsperring vera niðast við. 12. At bilar á bildekk- inum ikki longur verða skamfílaðir m.a. av trok- andi ferðafólki, sum hava taskur og annað í hondini. 13. At ferðafólkið sleppur í land, áðrenn fólk byrja at fara umborð. Sum nú er, tá Ternan leggur at ferjuleguni, byrja fólk at ganga umborð, áðrenn fólkið sleppur í land. Tá blívur trokarí, og har- aftrat koma so bilarnir, ið ikki fáa koyrt og eisini eru útsettir fyri at fáa skrammur meira enn neyðugt. Nógv fólk skilja ikki, at tey, sum skulu í land, mugu sleppa fyrst. Hesir trupulleikar hvurvu, um luftbrúgvin kom. 14. At fólk, sum eru í hampa klæðum (ikki eru i arbeiðsklæðum), sleppa undan at blíva dálkað av skitnum og runutum bilum. 15. At meguleikin fyri bussar og hýruvognar at kunna verða har, sum ferðafólkini koma í land, eisini tað mótsatta; tað slepst ikki undan at hýru- vognar vilja og skulu helst verða so tætt sum gjer- ligt, har sum ferðafólkið er, og tað er eisini ynski- ligt fyri ferðafólkið, at hýruvognarnir eru so nær sum gjerligt. Afturat tí kunnu so ferðafólkini og hyruvognsjaførarnir í frið og náður undir taki orna sítt viðferi, uttan at teir tarna nekrum, og nakar tarnar teimum. Tað eru eisini megu- leikar at gera tilsvarandi við terminalin í Lorvík. Tekur man, sum víst á skitsuni, og lyftir term- inalin upp til ta standard hædd, soleiðis at allir stórir kranabilar og annað kunnu koyra undir, samtíðis sum man hevur parkeringspláss til bussar og hýruvognar, so kann málið við einari lyftu undir terminalinum loys- ast, í staðin fyri at gera eina lyftu um borð á Tern- uni, hvar tað er trongt, og so blívur til eina lítla og ttronga lyftu. Eina viðmerking til ætl- anina, sum nú er í umbún- að at gera har á staðnum, við bíðrúm og goymslu- rúm, og sum skal byrjast við bygging nú fyrsta dagin: Bíðirúmini eru í tveim- um, eitt norðanfyri og eitt sunnanfyri, goymslu- rúmið í miðjuni, eg havi skilt tað soleiðis av práti við formannin í havnar- nevndini, John Richard Klakkstein, at tað sunn- ara rúmið ikki skal verða til ferðafólk, sjálvt um tað á tekningini stendur bíði- rúm til 50 ferðafólk, men er meira roknað til starvs- fólk hjá strandferðsluni so sum fasilitetir, skrivstova og onnur tervandi helir. Tað er so at skilja, at tað veruliga bíðirúmið er tað norðara. So skulu vit eisini taka tað við, at so leingi sum Barskor siglir og hevur atlegupláss har á staðnum, skulu tey ferða- fólkini eisini vera har, bíðirúmið hevur pláss til 80 ferðandi, Barskor hevur kapasitet til 50, og Ternan til ca. 400 ferða- fólk. Tað er skilligt, at bíðirúmið er alt ov lítið, tað átti at verið pláss til minst hevltina av ferða- fólka-kapasitetinum hjá Ternuni. Um luftbrúgvin kemur, so kann onkur ferðandi, sum skal við Barskor, hgusa, >Hví skulu teir fyrst fara upp í eitt bíði- rúm fyri síðani aftur at fara niður aftur, tá teir skulu um borð<. Hartil kann sigast, at framtíðin hjá Barskor kemur at verða ódrúgv, tá ið fast er millum Borðoynna og Kunoynna, og frjulega er gjørd á Kalsoynni, er tað bert spurningur um tíð hjá Barskor. Eisini kemur tað plan- lagda bíðirúm at blíva munandi minni, um so verður at tað verður lyfta upp, har skuldi verið pláss bæði til eina lyftu og trappur. Eystast i endanum eru tvey høli sett av til av- greidslu og skrivstovu, (ps. t.v.s. avgreiðsla eftir verandi ætlan í báðum til- bygningunum ?). Har skuldi verið rúm til ferða- seðlaselu, áðrenn farið verður um borð á Ternuna, og eitt høli tørvar til kaffi- selu har. Vónandi verður hetta tikið upp til umhugsunar av nýggjum, soleiðis at ein loysn blívur, sum er endalig og nektar tervin í minst 50 ár framyvir og ikki ein loysn, sum tervar ábetur um eini 2—5 ár, aftaná tað er tikið í brúk. Goymslurúmið hj SL kundi byrjað nú beinan- vegin, meguliga flutt nakað suðuryvir fyri at kunna geva meira pláss til at vaksa um tað norðara bíðirúmið, og so steða tikin til tað seinri. Tekk fyri upptekuna. Sámal Jákup Hansen skipari í Strandferðsluni Skrivstovu- næmingur Søkt verður eftir skrivstovunæmingi at byrja á akfarsdeildini. Umsøkjarar mugu hava lokið FHS prógv. Umsókn við avriti av prógvum og ummælum verða at senda til: Tryggingarsambandið Føroyar Postboks 329, 3800 Tórshavn Størv Sekt verður grammfólkum. eftir tveimum pro- Skrivlig umsókn verður at senda til: Sjónvarp Føroya, Vørdslan, 3800 Tórshavn, í seinasta lagi 28. septem- ber 1985. Sjónvarp Føroya A