leygardagur 14. september 1985síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 104
Stór framsýning
byrjarídag
Í dag kl. 15.00 setur Lasse
Klein,
framsýningina 4. Norður
lendska tekstiltriennalan í
Listaskálanum. Framsýn-
ingin byrjaði í Noregi og
er komin úr Íslandi til
Føroya, her hon verður i
tvær viku. Ur Feroyum
fer hon til Danmarkar
67 listafólk eru við í
framsýningini, 8 svensk,
19 finsk, 11 donsk, 4 ís-
lendsk og 25 norsk
Tekstillist er kvinnulist
Bert nakrir heilt fáir menn
eru millum teir 67 fram-
landsstýrismaður,
sýnararnar
Framsýningin er opin
mánadagar og týsdagar
kl. 15.00-18.00, mikudagar
og hósdagar kl. 19.00
21.00 og fríggjadagar,
leygardagar og sunnudag-
ar kl. 15.00 — 20.00.
Seinasti dagur er sunnu-
dagurin 29. september
14. september 1985
.
X R
pe
FR
a.
Tær hava hongt upp framsýningina í Listaskálanum. Frá vinstru: Britt Smelvær úr Noregi, Anna Þóra Karlsdóttir
úr Íslandi, Nanna Hertoft úr Danmark og Agneta Hobin úr Finnlandi.
Vinstru megin stendur verkið hjá norsku Dorotheu Volkart Nordahl »Pyramiden synker i rosa hav«.
Nýtt innan kveldskúlaundirvísing:
0 næmingar
lesa HF á
kvøldskulanum
Nu fåa HF-lesandi
eisini innivist undir
kvøldskulaskipanini
Hetta er møguligt, ti
frítíðarlógin er
komin í gildi. Tað
merkir, at kommunan
rindar fyri holi, ljós,
hita og reingerð.
Læraralønirnar rinda
landskassin og danski
staturin. Landskassin
við einum triðingi og
staturin við tveimum
triðingum.
Um stutta tíð byrja kveld-
skúlarnir aftur
Tórshavnar Kveld- og
Ungdómsskúli, hevur tí
eisini havt úr at gera, við
tilrættisleggingini av
undirvísingini.
Sum nakað spildurnýtt,
ber nú til at taka HF
prógv í kveldskúlanum.
Napoleum Nólsoy,
skúlastjóri, sigur við Sos-
ialin, at teir seinastu fimm
árini hava undirvist í
fyrireiking til HF.
Næmingarnir, sum
hava fingið fyrireiking til
HF, hava sjálvsagt verið
hugaðir at halda fram,
men av tí at fólk arbeiða
um dagin, hevur tað ikki
verið gjerligt hjá teimum
at halda fram.
Nú Frítíðarlógin varð
sett í gildi, sóu vit ein
møguleika at ganga
hesum ynskjum å møti
Umleid 70 folk hava
longu teknad seg. HF
undirvisingin byrjadi tys-
kveldið. Skúlin hevur
fingið innivist á Lærara-
skúlanum.
Hvussu leingi skulu
fólk ganga á kveldskúla
fyri at fáa HF progv?
— Tað veldst um,
hvussu nógv fak tey velja,
hvert ár. Demi er enskt,
sum tekur tvey ár, stødd-
frødi eitt ár, men annars er
sálarfreði og samfelags-
læra o. a. Velja næmingar
at taka tvey fak árliga, so
er prógvið nátt um trý,
fýra ár, sigur Napoleon
Nólsoy.
Annars er hertil at siga,
it kveldskúlin hevur lestr-
arvegleiðara, sum sigur
næmingum frá, hvussu
best er at fara fram, um
tað er HF prógvið, sum
einstaklingurin hevur
áhuga fyri.
Eru nýggjar undir-
vísingargreinir við í ár ?
— Ja, tað eru fleiri
áhugaverd fak, sum vit
hava fingið afturat tí, sum
var í boði í fjør.
Demi er Batikliting,
sum Elin Lindenskov
stendur fyri. Leður og
skinnarbeiði = er eisini
meguleiki at læra. Annars
eru nýggjar lærugreinir
eisini heimspeki, films-
kunning, teknimál,
lívfreði menniskjað og
umhvervið á 9. floks stigi,
ítriv fyri brekað á Verk-
staðnum Vón, umframt at
Birita Mohr, sjónleikari,
fer at undirvísa brekaðum
í dramatik. Tað er Birgir
Kruse, sum undirvísir í
filmskunning, Roi Paturs-
son, heimspeki, Hanna
Lisberg og Sunrið Egholm
í teknimál og
Mohr í lívfreði
tó bert tann
Jóannes
nýggi
parturin í undirvísingini,
sigur Napoleon Nólsoy.
Tórshavnar Kveld- og
Ungdómsskúli hevur 140
lærarar og seinasta ár
gingu meira enn 4.000
næmingar á kveldskúla
Hvar verður undirvist í
kveldskúlanum ?
Í ellum býarpertum í
Havn so at siga. Vit hava
innivist í kirkjum, skúl-
um, býarbókasavni,
sjúkrasystraskúlanum og
Maskinskúlanum, bert
fyri at nevna nekur dømi,
sigur Napoleon Nólsoy at
enda.
Týsdag í næstu viku,
verður lýsingin um kveld-
skúlaundirvísing at síggja
í bleðunum. Tá fáa áhugað
meguleika at kanna undir-
vísingartilboðini nærri.
Dagny
SD
Hetta er *
13 ára
arbeiði
Fyri árun ðan
1972. fekk C V. Young tad
hugskot at týða til enskt
feroysku-donsku orðabók
ina
Og nú er hon komin
Førovsk-ensk orðabók
næstan 700 síður og kost
ar 400 kr
Cynthia R Clewer
hjálpti Young við hesum
stóra arbeiði og hann
hevur eisini havt nóg
hjálparfólk
Pey hava rættlisið millun
Førovun
annað
Føroya Fróðskaparfelag
hevur upphavsrættin til
orðabókina
Tað eru Feroysk-donsk
orðabók hjá M. A. Jacob
sen og Chr. Matras og
eykabindið hjá J. H. W
Poulsen, sum nú er komin
sum Føroysk-ensk orða
bók. Nýggja orðabókin er
prentað í Írlandi
Í innganginum siga tey
bæði Young og Clewer, at
tey, tá tey fingust við at
umseta Feroyingasegu til
enskt í 1972, saknaðu eina
feroyska enska orða-
bók. Og hetta varð so
byrjanin til 13 ára langa
arbeiðið, sum nú er lokið
Spæla ofta
um
vikuskiftið
Teir 13 spælararnir í
Royal Danish Brass hava
úr at gera nú um viku-
skiftið.
Sambært skránni skula
teir hava kirkjukonsert í
Fuglafirði í dag og í morg-
in kl. 20.00 í Vesturkirkj-
uni. Kl. 16.00 í morgin er
konsert í Landssjúkrahús-
inum
Mánadagin er skúlakon-
sert á Argjum kl. 10.30 og
í Eysturskúlanum kl
13.30. Um kveldið spæla
teir í Mjerkadali
Týsdagin kl. 10.30 er
aftur skulakonsert, i
kommunuskulanum i
Havn og tyskvøldid kl
20.00 endar Føroyavitj-
anin á hesum sinni við
konsert í Norðurlandahús-
inum, har Royal Danish
Brass spælir saman við
Havnar Hornorkestri
Íslendinga-
felagið
í Føroyum
tif. 16134 - 15671