leygardagur 14. september 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Orð: jan
Myndir: kalmar
Neyvan nakað liviligari
pláss er í Feroyum enn
Mykines. Kortini liggur
stórur partur av benum
ósligin og hetta er stórt
spell, heldur Búi Bratta-
berg, bóndi
Jarðarráðið misrekt
sínar skyldur
í Mykinesi
Búi heldur tað ikki vera rætt,
at tað skal áliggja einum
nýggjum festara at umvæla
og seta eitt festi í stand, sum
hevur ligið í órekt so leingi.
Tað stendur jú í lógini, at
festari til eina og hverja tíð
skal halda húsini við líka, og
tá so eingin festari hevur
verið á plássinum so leingi, so
átti tað at verið skyldan hjá
Jarðarráðnum at tikið sær av
hesum. Tað hevur tað so ikki
gjert.
— Skal eg siga mína hugs-
an, so haldi eg, at Jarðarráðið
hevur ikki rekt sínar skyldur
í Mykinesi sum tað átti. T.d.
hava teir latið tvey festi
liggja mannleyst í Mykinesi í
nógv ár og hava einki gjørt
fyri at halda tey við líka. Eg
veit um fólk her í oynni, sum
hevur sekt um festi, men at
tey hava fingið nei. Hetta er
ein margháttlig steða at taka
av Jarðarráðnum.
Selt burtur av
festinum
Vit spurdu Búa, hverjar
trupulleikar hann hevði at
dragast við, tá hann kom til
Mykinesar.
Hann sigur: — Nú kann tað
ljóða sum eg bert vil klikkja
niður á aðrar og kæra mína
neyð. Tað er ikki so. Tá tit
spyrja, so er svarið, at alt var
ikki, sum tað átti her úti, tá
eg kom í oynna.
Búi vísir m.a. á, at jerð er
seld burturav festinum eitt
nú til summarhús, soleiðis, at
festið er verri fyri, enn tað
var upprunaliga.
Yngsti íbúgvin !
Tað eru nú góð tvey ár síðani,
at Búi og Aud fluttu til Myki-
nesar. Hvat er komið burtur
úr og hverjar ætlanir hava
Nr. 104 — 14. september 1985
tíðindablaðið
Síða 9
tey bæði !
At tað veruliga liggja gerð-
ir aftanfyri tey vekru orðini
um at menna Mykines aftur
eru longu haldgóð prógv um.
Búi og Aud fingu herfyri eina
dóttur, sum ætlandi fer at
teljast millum komandi upp-
vaksandi ættarliðið í Myki-
nesi, sum skal taka við eina-
ferð í framtíðini.
Góðir meguleikar
Sjålvur er Búi ikki í iva.
Hann heldur, at tað eru
avbera góðir meguleikar at
nøra um jarðarbrúkið í
Mykinesi, tí náttúruríkidom-
ini eru nógv. Har er nógv góð
jarð, nógvur fuglur og
seyður. Nú restar bert í at
taka initiativir, men ein fyri-
treytin er so, at fólk gerast
fastbúgvandi i oynni.
Búi heldur, at tíðin hevur
staðið í stað í Mykinesi. Tað
hava sjálvandi verið nógvar
broytingar. Nýggja tíðin er
komin við sjónvarpi og rúgvu
av tekniskum tólum og hent-
leikurm, men framleiðslutól-
ini eru lítið broytt. Fram-
vegis er einki nútímans fjós í
oynni. Eitt fjós er, sum er
bygt uppá tann gamla
mátan, soleiðis at arbeiðs-
gongdin viðvíkjandi
súrhoyggi, og stráfóðuri og
teðum er alt ov órationelt.
Fer at byggja fjós
— Einki annað er at gera enn
at royna nakað nýtt og tí ætli
eg at byggja eitt nutímans
fjós í Mykinesi sigur Búi,
sum heldur fyri, at roynir ein
ikki nakað nýtt, so fær ein
ongantíð at vita, um tað ber
til.
Í letuni eru umsteðurnar
hjá Búa at reka nútímans
jarðarbrúk rættiliga vána-
ligar. Har er sum sagt einki
fjós á festinum. Undanfarni
festarin hevur havt nekur
kríatúr standandi í kjall-
aranum.
Tá Búi kom í oynna gravaði
hann kjallarin út, soleiðis at
meiri pláss er til kríatúrini.
Í dag hevur hann so 19
kríatúr íalt. Hann fer at
drepa seks slaktineyt í heyst
og harumframt eru so 9 smá-
kálvar umframt 1
mjólkkúgv. Hann hevur so
eisini sett 3 kvígur við, sum
ætlanin er at selja.
Seyðurin eitt
hobby
Grundarlagið undir garð-
inum er annars seyður og
fuglur og síðani nakað av
grenmeti. Tað vera tiknir
einir 500 seyðir í Mykinesi
um árið, men av teimum
hoyra kanska bert einir 100
til fólkið, sum er fast-
búgvandi í oynni. Restina
eiga aðrir, sum eiga jerð í
Mykinesi og sum búgva aðra-
staðni. Búi sjálvur sker einar
45 til 50 seyðir um árið.
Sum so er seyðurin bert
eitt hobby og gevur ikki so
nógv til garðin. Men tað fara
so heldur ikki nógvar út-
reiðslur ella arbeiði til seyða-
brúkið leggur Búi aftrat.
Hóast seyðurin gevur
nakað, so fer skatturin við
einum stórum parti. — Eg
ivist ikki í, at tað er innteka í
seyðinum í Mykinesi, eg
haldi ikki, at vit kunnu bas-
era nakra vinnu uppá seyð
annars.
Búi heldur annars, at ein
eigur at royna at fáa sum
mest burtur úr seyðinum við
at foredla alt eitt nú at garva
skinnini og selja tey til
fremmandafólk, sum vitjar í
oynni.
Fuglurin stert virði
Hvat fuglinum viðvíkur so
dylur Búi ikki fyri, at her eiga
mykinesfólk eitt sera stórt
ríkidemi, um tað verður
troytt til fulnar.
Tað er nokk til av lunda og
havhesti umframt at nógv er
til av súlu. Trupulleikin er so
bert, at sum bóndi hevur ein
ikki stundir til at fara eftir
fugli, tí tað krevur nógva tíð.
— Eg havi ikki stundir at
seta meg í ein sess frá tíðliga
á morgni til seint á kveldi og
so kanska einki fáa burtur úr.
Tá er tað eðrvísi hjá teimum,
sum hava summarhus her úti
og kunnu koma í frítíðini og
einki annað hava til at taka.
Tað er vissuliga trupult hja
okkum at skula kappast við
teir. Vit, sum eru fastbúgv-
andi, mugu jú hugsa um at
fáa hoyggið til neytini og
gera alt tað dagliga arbeiðið.
Brúkar ikki
kunstteð
— Men um rætt var atborið
og vit vóru betur mannað, so
ivist eg ikki í, at fuglurin
kundi verið eitt gott ískoyti
hjá fólkinum í oynni.
Búi er annars í ferð við at
stoypa eini hús niðri í fjeruni
har ætlanin er at slakta og
annars at arbeiða fugl.
— Hetta haldi eg hevur
stóran týdning og eisini haldi
eg,, at bóndurnir í oynni áttu
at arbeitt meira saman, tá
slaktið er fyri og vit áttu at
fingið sum mest burtur úr
bæði seyðinum og fuglinum,
soleiðis at einki fór til spillis.
Í hesum sambandi nevnir
Búi, at hann brúkar fugla-
innvel til at taða við. Hann
dyrkar eisini uppá tann
náttúrliga måtan við at
brúka mykiteð og fugla-
innvel í staðin fyri at brúka
kunstteð.
Grenmeti — enn eitt
ískoyti
So er tað grenmetisfram-
leiðslan. Her liggur rættiliga
væl fyri, tí Aud hevur verið á
gartnaraskúla. Tey
roynt at dyrka grønmeti og
ætla at gera nógv burtur úr
hesum í framtíðini.
Tey hava roynt við rótum
og seldu tey í fjer eini 3-4
tons av kálrabi-rótum. Har-
aftrat gera tey royndir við
blómukáli, hvítkáli, gula-
rótum og reyðrótum.
Tað vísir seg at vaksa sera
væl og kann hetta vera eitt
gott ískoyti, men aftur her er
tað ein spurningur um ar-
beiðsorku, tí um summarið er
so nógv annað at gera. Men
ekonomi er so í hesi hjávinn-
uni, heldur Búi.
hava
Ótroyttir meguleikar
Men eitt er so seyður, fuglur
og grenmeti. Tað, sum Búi
nú fer at leggja orku í, er ætl-
aða fjósið.
Sjálvur ivast hann ikki í, at
nógvir meguleikar eru fyri
landbúnaði í Mykinesi. Hann
vísir m.a. til framsýningina í
Norðurlandahúsinum, har
tað kom fram, at Mykines og
Sandoyggin eru tey pláss í
Feroyum, sum hava bestu
uppdyrkingarmeguleikar.
Beint undir bygdini er ein
stór fleta uppá 150 hektarar.
Siga vit, at tað fer ein hekt-
arur uppá kúnna, so kunnu
tað bert her verða 150 neyt,
so tað er lætt at skilja,
hverjir ótroyttir meguleikar
liggja í jerðini í Mykinesi
leggur Búi aftrat.
Ráverugrundarlagið
álagi
So ráverugrundarlagið er til
staðar, men ein hevur ikki
ognarrættin til jørdina. Hana
eiga fyri stóran part fólk,
sum ikki búgva í Mykinesi.
Manga staðni í Feroyum er
ov lítið til av stráfóðuri, men
hetta er beint tverturímóti í
Mykinesi. Her er steðan
tann, at ein stórur partur av
benum verður als ikki sligin
Bú Brattaberg heldur, at
roynt eigur at vera at gera
nýtslu úr teirri ráveru, sum
er í jørdini í Mykinesi. Tad er
tí við stórum spenningi, at
Búi nú fer undir at byggja
fjós.
Helikoptarin til
mjólkaflutning
Hóast tað hevur tikið sína
tíð, so hevur Búi nú fingið
loyvi at byggja fjós í Myki-
nesi. Upprunaliga ætlan
hansara um at byggja fjós til
mjólkneyt verður tó ikki
gingin á meti. Jarðarráðið
heldur tað ikki vera rætt at
framleiða mjólk á útoyggj-
um í hvussu so er ikki í Myki-
nesi, tí tað verður ov trupult
at skula flyta mjólkina.
Hetta verður Búi so
noyddur at boyggja seg fyri.
men kortini heldur hann tað
framvegis vera rætt eisini at
framleiða mjólk í eini útoyggj
sum Mykinesi.
Hann vísir á, at við heli-
koptaranum hava eisini út-
oyggjarnar fingið meguleika
at flyta mjólkina og tað
skuldi tí ikki verið nakað til
Mjólkin og Havnin
Og Búi sigur víðari: — Vit
litrar av mjólk samstundis
sum vit hava góðar
meguleikar at framleiða alla
ta mjólk vit drekka i Før-
um. Í Mykinesi, har vit hava
so nógv av grasi og so gott
beiti, eru líkindi fyri mjólka-
framleiðslu av teimum bestu,
og haraftrat kemur, at
mjólkaframleiðsla er tann
besta og tryggasta úrtekan
ein bóndi kann fáa. Ein
mjólkikúgv gevur kanska
Framhalda síðu 10