Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. september 1985síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 106 — 19. september 1985 nar eru úrslit av apartheid Karl Nolsee skrivar um Jesus, Gandi, Móðir Theresu og Des- mond Tutu Sega mannaættarinnar ýðir av hers- høvdingum og stórmonnum, ið tóku og oyddu lond og býir. Teir doyðu, gerðir teirra vóru tíðarbundnar, minnini um teir flestu hvurvu og hverva sum roykurin og eskan av teirra avreksverkum. Bygningar teirra standa sum vitnisburðir um blóð, sveitta og tár og fúna burtur undir tíðarinnar tonn. Ævintýrið festi ikki búgv í teimum. Aðrir eru, sum ikki bygdu á sand, men í hjørtum manna, teirra fátæku og kúgaðu. Teirra orð og gerðir eru ikki tíðaravmarkað, men hava æviga lív ævintýrins og sann- leikans. Ikki er neyðugt at fara á bókasevn at leita i skjølum fyri at finna nøvn, orð og gerðir teirra. Heimsin sbern vuksu við móðurmjólk og søgum um teir og undurgerðir teirra. Sonnu tempul teirra sýnast ikki móti sjónarringinum men goymast í mannahjørtum og speglast í tárum teirra fátæku og kúgaðu. Minnini um teir anga millum akrar og í smáttum og geva meining og málsetning til áhaldandi stríð manna móti fåtækradømsins og kúgarinnar heftum. Sangir teirra eru ikki um stórgerð- ir og fíggindablóð, ið skolar gjøgnum reinir. Teir góvu egið lív og blóð. Friðar- hoð teirra og krav um næstrakær- leika liva ævigt, veita troyst og ugga til tey -gongarleysu. Um alla verð og í ellum tíðum finnast teir. Stjarnan, ið boðar frá komu teirra her á fold, skínir á hvenn fátækan bónda og slitnan verkamann, sum í sólsetri turkar sveittan av enninum , ur ; , úr t- u Suður- + . . heimi afrika — SUM Karl Nolsøe dun av se fjarðum brimi... á veg heim til síni við dagligum breyði — og á hverja kvinnu, ið ger mat til húskið sítt og uggar bern Vit um okkara leiðir kenna nøvn ini av nøkrum av teimum: Jesus av Nazareth, ið „Elska næsta tín sum sjálvan teg“, vinur teirra vanvirdu segði og sum var kvinnu og manna Mahathma Gandi, ið vildi vinna frælsi fólksins við kærleika og tí vápnaloysi, ið sigrar á ollum. Móðir Theresa, ið ber troyst, ugga og breyð til tey vesaligastu í ýðandi kestum og fátækrabýlingum í Cal- cutta. Segur um tey, sum liva í dag og finna næsta sín í fátæka heiminum, koma sjáldan í blød ella sjónvarp, tey virka ikki fyri egnum umdømi, tí tey >Domini Canes< Guds hundar mugu hjálpa, tí vórðu tey sett her í verð at elska næstan gjegnum breyð, hjálp, ugga og kærleika. Av og á daga summi nøvn undan, ikki við teirra egna vilja, men av ill- gerðum valdsmanna. Sum dun av fjarðum brimi, hava vit í mong ár hoyrt óljóð úr Suður- afrika. Men tad var so langt burturi, at tað nervadi ikki okkum, eisini var tað ein onnur verð. Í dag er oll verðin vorðin so lítil, at eisini døkku breður og systrar okk- ara at kalla dagliga koma inn í stovu okkara gjøgnum sjónvarpið. Vit síggja frælisstríð teirra móti kúgan og fåtækradømi. an, men av og á eru n seg í minnið Bispurin Desmond Tutu er ein av hesum, sum vit kunnast alt meira við, hann, sum fyri ikki so langari tíð síðani fekk Nobel's friðarlen Vit frætta um hansara móti valdsgerðum áhaldandi stríð uttan ans fyri egnum vanda og uttan mun til, hver ið fremur valdsgerðirnar Í mong ár hevur hann virða fyri einum Suðurafrika, har hvít og svert virða hvenn annan og liva saman í friði. Hann talar >Roma ímóti< men eis- ini egnum dekkum landsmonnum, tá teir missa tolið og nýta somu framferð, sum hvítu valdsharrar teirra. Í bispaklæðum sínum fer hann gjøgnum uppesta mannamúgvu, sum ætlar at drepa hvítan løgreglu- mann og bjargar við sínum atburði og friðarboðum honum undan at verða uppbrendur av teimum, sum hann fremur valdsgerðir ímóti. Hann leggur uppí, tá stórur hvítur løgreglumadur slær gamlan svart- ing við stavi sínum. Hann heldur kross sín upp fyri hann, til hann gevst at sláa. Hann tveitir seg omaná svíkjara og verjir hann við egnum likami móti uppestari mannfjeld, og stutt eftir heldur hann i blðdálkaðu klæðum sínum andakt. Valdsgerðir eru dagligur kostur hansara í hesum ólukkuliga landi. ett n kKulum ell IS KO S.I lk hi SOKT Så SK J( ðj lia fy id gud P 1St i t og sum legreglan beinir fyr »Lika mikið, hver ið fremur valds gerðirnar, eru tær heid-politikkinum.« »Hvør svartur, sum samarbeidir við hvíta stýrið, er við til at kúga úrslit av apart tey svertu og er svíkjari og fígg- indi.« Tutu bispur sigur: — Tú minnist, at allir, ið arbeiddu fyri nazista- valdið i kúgaða Europa, vóru øgiliga illa viðfarnir av mótsteðumonnum - ikki tí at eg haldi tann atburðin vera rættan, men eg vil gera vart við, at sovorðið hendir um allan heimin, har fólk verða kúgað. Kirkja okkara roynir at stríðast móti ellum valdsgerðum, líkamikið hver ið fremur tær, tí tær kunna ikki nýtast í stríðnum fyri friðarligu samveru millum svert og hvít í sama landi.« Málsetningurin kundi verið rokk- in, um hvíta stýrið valdi at rætta hendur út til samarbeiði við góð og edilig fólk sum Tutu bisp, fólk, sum kanska enn kunna bjarga Suður- afrika. Karl Nolsee