Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. september 1985síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 tíðindablaðið S | Si | Pi | Nr. 107 — 21. september 1985 Nýtt tiltak innan eldraumsorgan: Fyra eldri fólk — flutt í sambýli — Eini sethús í Havn er karmur um alternativa roynd, hvussu eldri fólk kunnu búleikast, tá tey eru soleiðis fyri, at tey ikki kunnu búgva einsamall. Í hesum døgum, nú so nógv verður tosað um alt- ernativar hættir at ansa bernum, hevur eitt lítið eldraumsorgarprojekt sæð dagsins ljós. Tað er á Dvørgastigur 1, har fýra eldri fólk eru flutt saman í eitt sethús, sum er væl hóskandi til enda- málið. Sosialurin vitjaði inn á gólvið og vit fingu eitt prát við tey eldru og heimahjálpina, sum er um tey dagliga. Sambýli — sum heima — Tað er fjálgt og hugna- ligt inni. Heimliga um- hvervið er sum í flestu heimum, við hugnaligari stovu og keki, har tey eldru kunnu ferðast aftur og fram, sum heima. Umhvervið er vakurt og útsýnið yvir Viðarlundina og hevuðsstaðin er gott. Ongar trappur eru til set- húsini, og fólk kunnu ferð- ast út og inn uttan ampa — ongin ferðsla er til set- húsini. Sambýlið á Dvergastígi, hevur nú virkað í eina tíð, og búfólkið hevur funnið seg væl til rættis. — Ein teirra, sum býr har, sigur við Sosialin, at hann er fegin um at fáa innivist á Dvørgastigi. — Eg havi verið einkju- maður í nógv ár. og havi tí búð einsamallur heima. Men tað er so ringt at vera einsamallur, tá ein er vorðin gamal, og tí er hetta nógv tryggari og hugnaliga., nú vit hava onkran at tosa við um dag- arnar. Fortíð — nútíð Prátið gongur væl í stov- uni. Tey tosa um húsa- bygging nú, í mun til fyrr í tíðini. Onkur tendrar eina pípu og annar roynir at balla sær eina sigarett. Torført er at fáa sigar- ettina at rigga, og so kem- ur heimahjálpin til og fær greiði á málinum. — Tá eg var ung, royktu konufólk ikki, sigur annar teirra — tað var skomm. Kanska onkur gomul kona tendraði sær í eina krit- pípu, men tað tóku vit ikki fyri fult ! Vit tosa um, hvat tey gon.lu fáa tíðina at ganga við og tey svara at bleðini verða lisin, sjónvarpið tendrað av og á og so er ein, sum dámar væl at hekla. — Eg eri úr bóndahúsi. Vit noyddust at binda, og tí tími eg ikki at binda longur. Mær dámar so væl at hekla. Turid Justinussen, heimahjálp, er ein teirra, sum starvast í sambýl- inum. Hon hevur eisini verið heimahjálp hjá teim- um, áðrenn tey fluttu sam- an. Turid Justinussen: — Tað er ein sonn frøi at ar- beida her, serliga ti eg kann sammeta vid umstødurnar, tå tey eldru búðu einsamøll. Øll trívast ógvuliga væl her og tað kennist eisini á lagnum, at tey eru hugagóðari og tryggari, nú onkur er um tey allan dagin Heimahjálpin ein góð loysn Ann ir natt, sun virka vit » Virlha VÍ um neimi Arbeidsdagurin byrjar Tå koma tveir heimahjålparar, sum taka sær av teimum eldru, fåa tey upp og i klædir, geva teimum eta 0. s. fr. Vanligt húsararbeiði gera vit eisini. Vit gera mat, vaska klæðir, stoppa og beta og gera reint. - Hetta húsið er so stak væl egnað til sambýli. Allir hentleikar eru inni og búfólkið hevur rúmliga stovu, har persónligu lutir teirra gjøgnum eitt langt áramál, fáa innivist. Tey kenna seg heima. Klokkan eitt seinna- partin fer onnur heima- hjálpin heim, hin fer klokkan tvey. Tær verða avloystar av triðju heima- hjálpini, sum er einsamall til kl. seks seinnapart. Tá kemur kveldvaktin og er tilkl. 11. á kveldi. Nåttarvaktin er hjá teimum gomlu frå kl. 11 til næsta morgun klokkan åtta, sigur Turid Justin- ussen. kl. átta á morgni Við dogurðaborðið ein vanligan gerandisdag í sambýlinum. Á myndini síggjast Turid Justinussen og Marita Dalsgaard, heima sum havt i Bu Få } i x nstrumerir Hans Jacob Jacobsen (Hedin Bru), Marita Dals- gaard, Joen Petur Berg og Jens Pauli Danielsen Ína UutpDa Einki plåss å stovni Søgan aftanfyri sambýlið er tann, at ein eldri, ein ligur madur budi har, sun IKKI Kundi vera einsa Máliur ry jovdd nDørnin S I 1OY( it skiftast um at vera h papanum, Sou sær onga loysn, tí pápin treivst bara eisini heima men var vansin, at einki pláss vi fyri honum á Ellisheim- inum Onnur bern og avvarð- andi høvdu somu trupul- leikar og nidurstødan var tí, at tey avvarðandi tóku seg saman um at gera eina roynd, at innrætta húsið á Dvergastígi 1, til heim fyri tey gomlu. Húsið bleiv umvælt og gjørt nýtiligt til íbúgvar- nar, nútíðar hentleikar — vaskimaskina, turki- trumla 0.0. húsarhaldstól vórðu keypt, og heima- hjálpin kom inn í mynd- Ina. Størsta tørv á hjálp Tey fýra fólkini, sum búgva saman, hava hver sær havt stersta terv á heimahjálp. Við at taka ell fýra undir eina lon, er heimahjálpin betur nýtt, eins og arbeiðið hjá teim- um er meira samanhang- andi. —Vit hava nú bert eitt arbeiðspláss, ístaðin fýra stød at fara hvønn dag, sigur Turid Justinussen,