Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. oktober 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 208 - 30. oktober 2002 Nr. 208 - 30. oktober 2002 3 Leygardagin kl. 15 letur leirvíksmálarin, Sámal Toftanes, upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fugla- firði LIST Vilmund Jacobsen Listamálarin, Sámal Tofta- nes í Leirvík, letur leygar- dagin, 2. november, upp málningaframsýning í Rib- arhúsi í Fuglafirði. Við á framsýningini hevur hann umleið 25 málningar, sum hann serliga hevur málið seinastu tríggjar mánaðirnar. Sámal er ein vælum- tóktur, nattúralistiskur mál- ari, og hetta sæst eisini aftur á málningunum, sum ímynda bygdaløg, landsløg og menniskju í ymiskum støðum. Onkur hendinga málningur fer kanska eitt sindur út í tað abstrakta. Í sínum starvi sum listamálari, er 57 ára gamli leirvíkingurin nógv knýttur at árstíðini, og litríku máln- ingarnir hesaferð ímynda í stóran mun heystið. Heildin er serstakliga vøkur, og ljósspælið - ella mótljósið, er ríkt og fjøllbroytt. Tónleikur og hugleiðingar Framsýningin letur upp leygardagin kl. 15, tá ferni- sering verður. Brøðurnir, Høgni og Bárður á Lakjuni, fara at undirhalda við tón- leiki og Jóannes S. Hansen, sum eisini er listamálari og hevur verið ein góður stuðul hjá Sámali, fer at hugleiða. Í 1989 var Sámal fyrstu ferð við á eini málninga- framsýning. Hetta var ár- liga framsýningin hjá Lions Eysturoy, men síðan hevur hann eisini verið við hvørja ferð. Síðan 1997 hevur Sámal verið við á ólav- søkuframsýningini, og tvær ferðir hevur hann verið við á várframsýningum, um- framt í Smiðjuni í Lítluvík. Í Føroyahúsinum í Keyp- mannahavn og í Hjørring á Jútlandi hevur hann eisini verið við sínum málning- um. Framsýningin í Ribarhúsi verður opin hvønn dag fram til 17. november kl. 18. Leygardagar og sunnu- dagar verður opið frá kl. 14-18, og vanligar gerand- isdagar um somu tíð, sum handilin í húsunum er opin. Sámal er ein nærlagdur og vælumtóktur málari, og málningarnir hjá honum eru nógv eftirspurdir. Sámal Toftanes í Ribarhúsi Okkara kæra kona, mamma, omma, vermamma og systir Anna Dalsgaard f. Justinussen andaðist sunnudagin 27. oktober, 64 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju mikudagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Jákup Dalsgaard Tey, ið vilja minnast Onnu, kunnu lata Føroya Felag móti Krabbameini eina gávu. Kunngjørt verður at okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Emmily Nolsøe Tórshavn, fødd Rasmussen ættað úr Fuglafirði andaðist 28. oktober 2002, 84 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Ebenezer fríggjadagin 1. november kl. 14.00. Familjunnar vegna Regin, Elsebeth og Heri Tey, ið vilja minnast Emmily, kunnu geva Zarepta eina peningagávu, konto í peningastovnunum. Sámal Toftanes við einum av sínum frálíku málningum. Aftanfyri sæst Sigatindur. Mynd: Vilmund Jacobsen Fimm føroyingar, sum vóru staddir í Katmandu í Nepal, vóru bara 30 metrar frá staðnum, har ein bumba brast sunnu- kvøldið. Eingin teirra fekk skaða SPREINGING Edvard Joensen Fimm føroyingar vóru sunnukvøldið bara 30 metrar frá eini bumbu- spreinging í Nepalska høvuðsstaðnum Katmandu. Eingin teirra fekk tó skaða. Torgunn Kragesteen úr Havn, sum býr i Katmandu, sigur við Sosialin, at tey fimm fólkini vóru júst farin úr bilinum, tá bumban brast hinumegin ein múr. Hóast spreingingin bert var 30 metrar frá teimum, var hon ikki so ógvuslig, at tað gjørdi teimum nakað. Múrurin tók eisini so mik- ið, at tað ikki bilti fólkun- um nakað. – Vit runnu burtur frá staðnum, greiðir Torgunn Kragesteen frá. Men nepalesar eru forvitin fólk, so tey runnu øvugtan veg fyri at frætta, hvat hent var. Tá tey tveir tímar seinni komu aftur á staðið, greiðir Torgunn Kragesteen frá, frættu tey, at talan var um ein handil, sum sprongdur var í luftina. Eisini frættu tey, at samstundis vóru eisini tvær aðrar bumbur sprongdar aðrastaðni í býnum. Til- samans sjey fólk høvdu fingið skaða, og bæði bilar og motorsúklur vóru oyði- løgd. Mánadagin var sonevnt maoistverkfall í Katmandu, sigur Torgunn Kragesteen. Tað vil siga, at bilar sleppa ikki at koyra. Tó er hennara familja so mikið væl fyri at tey hava diplomatbil við bláum plátum, so hon fekk koyrt føroysku gestir sínar á flogvøllin, tí tey skuldu heimaftur til Føroya. Torgunn Kragesteen letur annars væl at og letur heilsa, at hon hevur tað gott har eysturi í Himalaya. Føroyingar í bumbuspreinging Føroysku gestirnir í Katmandu fingu ongan skaða av bumbuspreingini, sum var at kalla undir liðini á teimum Leygarkvøldið stungu hvalbingar ein sperðil sum slær øll met og sum verður ringur at taka METSPERÐIL Áki Bertholdsen Nú í flettingini hoyrist nógv um at summi kappast um at hava tann feitasta veðrin. Men hesi seinastu árini hevur eisini ein ávís kapp- ing tikið seg upp um at fáa tann longsta sperðilin. Og nú flettingin er farin at halla, er aftur eitt nýtt føroyskt met sett í sperðlum. Og tað verður eitt met, sum verður ringt at taka. Tað var, tá ið hvalbingar flettu eina gamla ær leyg- arkvøldið, at teir settu sær fyri at royna at fáa sperðilin so langan sum gjørligt í eini roynd at sláa metið. Og væl eydnaðist, tí tá ið sperðilin varð strektur út og máldur, var úrslitið heilar 6,02 metrar og tað er longsti sperðil nakar veit um at siga. Tað var ein 11 ára gomul ær hjá Olvheðini Thomsen, sum skuldi hava reyðan kraga leygarkvøldið. Tað var ein “Prestfjalsærin”, sum pápi hansara hevði fingið frá abbanum, Olufi Thomsen, og sum Olvheðin síðani aftur fekk eftir pápan. Tað vóru teir báðir Thor- stein Thomsen og 10 ára gamli Jón Heini Guð- mundsson, sum fóru undir at fletta hana. Sjálvur hevur Thorstein fleiri ferðir roynt at seta nýtt met í sperðlum, men hvørja ferð var tað mis- eydnað. Hetta var so fjórða ferðin í ár at hann royndi og nú bar til. Hann sigur, at teir høvdu eina termokannu við heit- um vatni. Thorstein passaði sperðilin og Jón Heini pass- aði vatnið og syrgdi fyri, at tað altíð var heitt vatn í kokuni, so at tað alla tíðina rann eitt sindur av vatnið niður í sperðilin. Tað gjørdi, at tað gekk bæði skjótt og væl at venda sperðlinum. – Eg havi altíð hoyrt, at tað er gott at stinga eitt lungnapetti í sperðilin fyrst, tí tað skal reinsa væl og gera, at tað er lættari at stinga. Annars verður okk- urt nýrapetti stungið í inn ímillum, tí tað smyr eisini og ger sperðilin lættari at stinga. Sjálvur heldur Thorstein ikki at tað tók meiri enn einar fimm minuttir at venda sperðlinum og einar 10-15 minuttir at stinga hann. Teir høvdu lunkað vatn á honum alla tíðina fyri at hann ikki skuldi stirðnað. Men sjálvur heldur Thor- stein, at tað vóru lungna- pettini, sum gjørdi munin. – Hvørja ferð eg merkti, at tað hevði hug at standa fast, stakk eg eitt lungna- petti í og so gekk betri aftur Vágasperðil Annars er alt tað vanliga farið í sperðilin, lundini, tindin og kjøtpetti hiðani og haðani av krovinum. Men teir stungu sperðilin eftir eini nýggjari uppskrift, sum teir hava fingið úr Vágum. Tað, sum varð stungið í sperðilin, varð væl kryddað við salti, pipari, knorri, salti og leyki. Teir siga, at hetta er ein avbera góður máti, tí hesir sperðlarnir smakka avbera væl at feskir, antin at steikja, men helst at kóka. Annars var ærin ikki so nógv at reypa av. Talan var um eina lambaær og hon vigaði 36 pund. Gamla metið í sperðlum áttu suðuroyingar eisini, tað var av eini ær hjá Renhard Thomsen í Sandvík, sum varð flett í fjør, tann sperðilin var 5,87 metrar. Annars stungu Rólant Sørensen og Álvur Enni á Tvøroyri eisini ein sperðil í fyrrárið ið var 4,95- men nú er so tann fyrsti sperðilin komin upp um tað magiska markið upp á seks metrar. Hesin verður ringur at taka Her eru teir báðir, Jòn Heini vinstrumegin og Torstein høgrumegin, við metsperðlinum upp á 6,02 metrar C M Y K 3 2