mikudagur 30. oktober 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 208 - 30. oktober 2002
Nr. 208 - 30. oktober 2002
5
Um somu tíð sum tað
frættist, at Vágatunn-
ilin verður seinkaður,
er eisini greitt, at
parkeringsplássini
við flogvøllin verða
ikki gjørd í ár. Og á
fíggjarlógaruppskotin
um fyri næsta ár er
eingin játtan
PARKERINGSPLÁSS
Edvard Joensen
Vágar: Parkeringsplássini,
sum gerast skuldu við
flogvøllin, verða ikki gjørd
í ár. Játtanin fellur aftur í
landskassan,
og
eingin
játtan er á komandi fíggjar-
lógaruppskoti.
Kristian Rasmussen, sum
fyri
Landsverkfrøðingin
hevur umsitið málið um
parkeringsplásisni, sigur, at
nú er so nógv liðið av
árinum, og eingin endalig
verkætlan fyriliggur, so
staðfest er, at tað verður ov
seint at fara undir arbeiðið,
um tað skal vera liðugt á
nýggjárinum. Tað er ikki
realistiskt at vænta tað,
sigur hann.
Tær fimm miliónirnar,
sum játtðar vórðu til ar-
beiðið, falla sostatt aftur í
landskassan.
Kristian Rasmussen sig-
ur, at grundin til hesa
støðuna er tann, at játtanin
kom ov seint. Tað hevur
stutt sagt ikki verið tíð at
gjørt arbeiðið, sigur hann.
Arbeiðið varð boðið út í
eini sonevndari totalenter-
prisu, har tann, sum fekk
arbeiðið, eisini skuldi gera
eitt projekt, sum friðingar-
myndugleikarnir
skuldu
hava at geva síni loyvi eftir.
Tað projektið er ongantíð
komið, og nú er ov stutt tíð
at fáa fyrst góðkenning frá
friðingarnevndini og síðan
gera arbeiðið, áðrenn játt-
anin dettur burtur.
– Vit høvdu gjørt av, hvør
skuldi gera arbeiðið, men
her gjørdist einki, sigur
Kristian Rasmussen.
Hvussu vorðið verður
næsta ár, ber ikki til at siga,
heldur Kristian Rasmussen.
Einasta hann kann staðfesta
í dag er, at á tí uppskoti til
fíggjarlóg, sum liggur í
Løgtinginum, er eingin
króna sett av til ger av
pakeringsplássum
við
flogvøllin.
Um tað kortini fer at bera
til at »manøvrera« tað
soleiðis, at pengar fáast,
kunnu vit bara bíða eftir,
sigur hann.
Borgarstjórin í Sørvági,
Eivin Jacobsen, sigur, at
har var ov illa avstafarið, at
nú eingi parkeringspláss
verða gjørd, hóast tað ikki
var annað væntandi, tí so
seint varð byrjað.
– Teir hava vitað leingi
hjá landsverkfrøðinginum,
at undirsjóvartunnilin fór at
koma, og við honu eisini
ein øgilig ferðsla. Tí er tað
beinleiðis sløsarí, at ikki er
farið undir hetta fyrr, sigur
borgarstjórin í Sørvági.
– Eg kann bara staðfesta,
at tað eru ikki vit her
vesturi, sum hava skapt
handan trupulleikan, men
tað verða vit, sum fáa hann,
tá bilar fara at standa
parkeraðir um alla oynna, tí
fólk ikki sleppa av við teir
við flogvøllin, sigur Eivin
Jacobsen.
Har ein
skriða
er lopin …
Soleiðis og ivaleyst nógv verri, verða parkeringsviðurskiftini í Vágum, tá undirsjóvartunnilin letur upp, og eingi nýggj
parkeringpláss verða gjørd
Mynd: Edvard Joensen
Í kjallaranum í Orkis
er í hesum døgum
framsýning við goml-
um og nýggjum,
hvørt um annað. Her
fært tú hugskot um,
hvussu tú t.d. kanst
skipa ein hugnaligan
krók í stovuni ella
aðrastaðni í húsinum
við møblum, hillum,
lampum, vasum,
myndum og ymiskum
blómum.
- Alt er til sølu, men
málið við framsýn-
ingini er í fyrsta lagi
at geva fólki ymisk
hugskot, sigur Anette
Sonne
FRAMSÝNING
Vilmund Jacobsen
Í dag lata Sámal Erik
Djurhuus og Anette Sonne,
sum hava blómuhandilin,
Orkis á Glyvrum, upp
framsýning í kjallaranum í
handilshølunum. Hetta er
ein forvitnislig og áhuga-
verd framsýning, har tú
sært stóra úrvalið av teim-
um vørum, handilin selir og
tey mongu hugskotini, sum
Orkis borðreiðir við. Hug-
flogið er stórt, og vørurnar
fjølbroyttar.
Hetta
eru
serliga nýggjar heystvørur
og heystlitir, sum tey rópa
tað.
Orkis er ein blómuhandil,
sum hevur út við 20 ár á
baki. Handilin hevur lagt
seg eftir at fylgja "mótan-
um" og árstíðunum, bæði
við sniðum og litum.
Men Orkis er meira enn
ein
nógv
eftirspurdur
blómuhandil. Har fært tú
eisini alskyns vasar og
pottar, bæði stórar og smá-
ar, tú fært lampur, hillar,
myndir í rammu og inn-
búgv av ymiskum slagi,
umframt mangt annað, sum
torført er at seta røttu orðini
á.
Framsýningin er skipað
saman við klædnahandlin-
um, Shop-In, sum er í sama
bygningi. Í hugnaliga kjall-
aranum standa "dukkur" í
klæðum, sum Shop-In selir,
og hetta eru mótaklæði við
rætta sniðinum og litunum,
sum er frammi í dag.
- Hetta er ikki ein jóla-
framsýning, tí hon byrjar
umleið hálvan november,
men vit kunnu siga, at hetta
er ein "forsmakkur" í so
máta, sigur Sámal Erik
Djurhuus.
Hugskot
Anette Sonne sigur, at
framsýningin er líka sum
ætlað fólki, ið leita sær eftir
hugskotum og samanset-
ingum av ymiskum slagi.
Í kjallaranum er gamalt
og nýtt, hvørt um annað, og
her fært tú hugskot um,
hvussu tú t.d. kanst skipa
ein hugnaligan krók í
stovuni ella aðrastaðni við
møblum, hillum, lampum,
vasum, myndum og blóm-
um.
- Alt er til sølu, sum vit
hava frammi, men málið
við framsýningini er líka so
nógv at geva fólki ymisk
hugskot, sigur Anette.
Tá ið framsýningin letur
upp í dag, verða eisini
blómubindingar av ym-
iskum slagi at síggja.
Litirnir, sum eru nógv
frammi í heyst, eru eitt nú
brút, grønt, ráðhvítt og
svart.
Framsýningin hjá Orkis
varar eina viku til 10 dagar.
Hesa vikuna verður opið í
dag, hósdagin og fríggja-
dagin frá kl. 9-19 og
leygardagin frá kl. 9-15.
Sunnudagin verður eisini
opið frá kl. 15-19. Orkis
hevur ikki vanliga opið
sunnudagar - uttan, tá ið
okkurt serligt er á skránni
og í desember, tá ið jólini
nærkast.
Pakkaloysnir
Orkis er ikki bara ein
handil sum aðrir handlar,
men tey taka sær eisini av
at gera blómubindingar,
borðpynt og annað til eitt
nú veitslur, brúdleyp, føð-
ingardagar og onnur høvi,
tá ið fólk velja at gera
meira burtur úr enn vanligt.
- Vit bjóða eisini við-
skiftafólki "pakkaloysnir",
har vit fara út at pynta og
hava eitt nú blómur, stakar,
dúkar og vasar við sjálvi,
sigur Anette Sonne.
Forvitnislig
heystfram-
sýning
í Orkis
- Á heystframsýningini, sum
verður opin í eina viku til 10
dagar, sýna vit fram okkara
nýggjastu vørur, sigur Anette
Sonne, sum her er avmyndað
í hugnaliga kjallaranum í
Orkis.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
5
4