mikudagur 30. oktober 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 208 - 30. oktober 2002
Nr. 208 - 30. oktober 2002
7
Sambandsflokkurin
vil ikki pilka við ALS,
fyrrenn hann hevur
fingið fulla greiðu á,
hvussu tað fer at
ávirka skipanina
ARBEIÐSLOYSIS-
SKIPANIN
Áki Bertholdsen
– Vit ætla ikki at pilka við
ALS, fyrrenn vit hava fing-
ið fulla greiði á, hvussu tað
fer at ávirka skipanina.
Lisbeth Petersen, løg-
tingskvinna, sigur, at sam-
bandsflokkurin fer ikki at
binda seg til at taka undir
við uppskotinum frá hinum
andstøðuflokkinum, javn-
aðarflokkinum,
um
at
hækka stuðulin úr ALS úr
70% av eini vanligari ar-
beiðaraløn, upp í 80%.
Seinastu tíðina hevur
ALS verið nógv frammi í
politiska kjakinum og rødd-
ir eru frammi um at hækka
útgjaldið, lækka inngjaldið
og at brúka tað, sum fólk
spara við at inngjaldið
verður lækkað, til at fíggja
eitt longt barnsburðarfar-
loyvi við.
Lisbeth Petersen heldur,
at nú ALS skipanin er so
nógv frammi, er tað umráð-
andi ikki at taka nøkur óráð
fyri.
Tí vil sambandsflokkurin
ikki taka nøkur sum helst
politisk stig viðvíkjandi
ALS, fyrrenn flokkurin
hevur havt fund við ALS-
stýrið fyri at vita, hvussu
støðan hjá skipanini er,
hvørjar ætlaninar eru og,
hvussu ymsar atgerðir fara
at ávirka skipanina.
Flokkurin hevur tí biðið
stýrið um fund, men enn er
ikki avgjørt, nær fundurin
verður.
Lisbeth Petersen sigur, at
annars er tað grundhugsan-
in hjá sambandsflokkinum,
at ALS er ein skipan, sum
partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum hava ábyrgdina av
og at tað er umráðandi at
politikarar geva stýrinum
arbeiðsfrið.
– Men nú ALS er so nógv
frammi og javnaðarflokk-
urin hevur lagt uppskot
fram um at hækka útgjald-
ið, sleppa vit ikki undan at
taka støðu. Men áðrenn vit
gera tað, vilja vit fegin hitta
ALS stýrið á máli fyri at
vita, hvørja støðu stýrið
hevur til øll hesi málini,
sigur hon.
– Tey, sum eru
arbeiðsleys skulu nú
hava nógv meiri í
stuðuli heldur
javnaðarflokkurin,
sum leggur uppskot
fyri tingið um at
hækka útgjaldið
ARBEIÐSLOYSIS-
STUÐUL
Áki Bertholdsen
Tey, sum eru arbeiðsleys,
eiga at fáa meiriutgoldið úr
Arbeiðsloysisskipanini.
Tað heldur javnaðar-
flokkurin.
Kristian Magnussen løg-
tingsmaður fyri javnaðar-
flokkin, hevur tískil lagt
uppskot fyri Løgtingið um
at hækkað útgjaldið úr ALS
úr 70% av eini arbeiðara-
løn, sum tað er nú, upp í
80%. Hækkingin skal koma
í gildi á nýggjárinum.
Kristian Magnussen sig-
ur, at tá ið ALS fór at virka
í 1992, var tað ein stórur
fíggjarligur bati fyri nógvar
løntakarar, ið frammanund-
an bara høvdu forsorgar-
lógina at dúva uppá, gjør-
dust tey arbeiðsleys.
– Kreppan var longu tá
farin at gera um seg, og
fleiri og fleiri gjørdust ar-
beiðsleys.
– Skjótt gjørdist greitt, at
ALS-skipanin ikki megn-
aði at halda sínar skyldur
mótvegis teimum, ið áttu at
fáa arbeiðsloysisstuðul, og
tí vórðu nógv tiltøk sett í
verk fyri at tryggja teimum
útgjald. Hann sigur, at ein
avleiðing av tí var, at part-
arnir á arbeiðsmarknaðin-
um máttu rinda munandi
meir til ALS, enn uppruna-
liga ætlað, og landskassin
læt
milliónaupphædd
í
skipanina, umframt at ALS
slapp at læna frá Samhalds-
fasta Eftirlønargrunninum.
Soleiðis bjargaði ALS
sær sum frægast ígjøgnum
tey fyrstu árini, og skipanin
gjørdi sítt til, at vanlukku-
liga støðan, ið tá var í sam-
felagnum, ikki gjørdist
uppaftur verri fyri mong, ið
vóru arbeiðsleys.
– Seinastu árini er støðan
í
samfelagnum
batnað
munandi og arbeiðsloysið
hevur verið støðugt mink-
andi.
– Stýrið í ALS hevur
boðað frá at gjaldið til ALS
skal minka 1. januar og tá
skulu arbeiðstakarar og ar-
beiðsgevarar rinda 0,5% av
lønunum inn í skipanina.
Kristian Magnussen sig-
ur, at frá 1992 til 1996,
vóru útgjaldingarnar hjá
ALS størri enn inntøkurnar.
Men frá 1996 til dagin í
dag, hava inntøkurnar verið
væl størri enn útreiðslurnar
og væntandi hevur ALS
lagt einar 470 til 480 milli-
ónir til síðis á nýggjárinum
í ár.
Verða tvífalt revsað
Løgtingsmaðurin sigur, at
hóast tíðirnar hava verið
góðar seinastu árini, er út-
gjaldið ikki hækkað yvir-
høvur og er enn tað sama,
sum tá ið skipanin fór at
virka í 1992.
– Tað skuldi ikki verið
neyðugt át víst á, hvussu
nógv skal til í dag fyri at
svara hvørjum sítt, og at
fólk, ið missa arbeiði, verða
revsað tvífalt: Fyrst verða
tey revsað einaferð við tað,
at tey missa arbeiði og inn-
tøkuna, men afturat tí fáa
tey 70 % av eini vanligari
arbeiðaraløn í arbeiðsloys-
isstuðli.
– Arbeiðsloysisstuðulin
er eisini avmarkaður við
tað, at útgjaldið í mesta lagi
er 70 % av eini vanligari
arbeiðaraløn.
Men hóast løntakarar ar-
beiða yvir, ella hava fingið
meiri løn enn sáttmálin
sigur, fáa tey onki frá ALS
fyri tað og tí er veruligi inn-
tøkumissurin hjá nógvum,
ið gerast arbeiðsleys, nógv
størri enn tann upphædd, ið
arbeiðsloysisstuðulin verð-
ur roknaður av.
– Javnaðarflokkurin hel-
dur ikki, at tað er sømiligt,
at munur verður gjørdur á
fólki, ið eru forðað at vera á
arbeiðsmarknaðinum, og at
tíðin nú er komin til at bøta
um fíggjarligu korini hjá
arbeiðsleysum.
– Hámarkið fyri sjúkra-
dagpening er 80% av eini
arbeiðaraløn, og tey, ið eru
forðað at arbeiða av sjúku
ella barnsburði, kunnu fáa
80 % av eini arbeiðaraløn í
forsorgarveiting.
– Tí skjóta vit upp, at
ALS-útgaldið eisini verður
hækkað.
Kostar 8,6 milliónir
Kristian Magnussne sigur,
at verður útgjaldið frá ALS
hækkað til í mesta lagi 80
% av eini vanligari arbeið-
araløn, fer útgjaldið úr
ALS at hækka 14,3% til-
samans.
Í 2001 vóru 60 mió út-
goldnar arbeiðsleysum, og
væntandi verður upphædd-
in áleið tann sama í ár.
– Verður útgjaldið hækk-
að upp í 80%, økir hetta so-
statt um útreiðslurnar hjá
ALS uml. 8,6 mió í 2003,
verður talið á arbeiðsleys-
um annars óbroytt.
Harumframt verða út-
reiðslurnar til forsorgar-
hjálp øktar í mesta lagi 1,7
mió í 2003.
Í fíggjarlógaruppskotin-
um fyri 2003 metir lands-
stýrið, at útreiðslurnar til
forsorgarhjálp vegna ar-
beiðsloysi verða 12 millión
ir.
Vilja vita hvat tey gera
Arbeiðsleys skulu
hava meiri stuðul
– Tað er umráðandi, at vit ikki taka nøkur óráð fyri, sigur
Lisbeth Petersen
Nú er tíðin komin til at bøta um fíggjarligu korini hjá arbeiðsleysum heldur javnaðarflokkurin,
sum hevur lagt uppskot fyri tingið um at hækka útgjaldið úr ALS
-Tað hevði verið eitt
ótrúliga skeivt signal
at givið feløgunum,
sum eru komin higar
at leita eftir olju, um
vit fóru at skerja
játtina til Oljumála-
ráðið heldur Eyðun
Elttør, sum tó við-
gongur, at virksemi
verður rættiliga
avmarkað næstu árini
FÍGGJARLÓG OG
SPARING
Jan Müller
Nú fíggjarlógin er til
viðgerðar í teimum ymsu
løgtingsnevndunum og tos-
að hevur verið um spar-
ingar er náttúrligt at spyrja
tey ymsu landsstýrisráðini,
um og hvar tey síggja
møguleikar at spara. Eitt av
teimum nýggjastu ráðunum
er Oljumálaráðið. Enn er
eingin lønandi oljukelda
funnin og verður lítið virk-
semi á Føroyaøkinum kom-
andi tvey árini. Sær lands-
stýrismaðurin í oljumálum,
Eyðun Elttør nakran møgu-
leika fyri at spara á játtanini
til Oljumálaráðið, sum fyri
næsta ár er sett til umleið
30 mill. kr.
Eyðun Elttør viðgongur,
at lítið virksemi verður á
Føroyaøkinum næsta ár,
men kortini heldur hann
ikki, at hetta er rætta løtan
at spara. -Nettupp í hesum
døgum, har vit hava boðið
út og tað framvegis eru
fleiri nýggjar boringar og
vit eisini skulu til at hugsa
um eitt nýtt umfar, hevði
tað verið eitt sera ringt
tekin at latið oljufeløgun-
um, at man niðurpriori-
teraði Oljumálaráðið og
tess arbeiði.
- Tað eiga vit avgjørt ikki
at gera. Eru tað ikki vit,
sum hava vónir til at olja og
gass kann verða funnið, so
stendur illa til. Nú hava vit
fingið oljufeløg at vísa
okkara øki áhuga og bjóða
seg fram og mugu vit bara
vóna, at tey framhaldandi
fara at vera her.
Fólkini í Oljumálaráð-
num hava nokk at gera.
Kemur framleiðsla um ikki
so langa tíð, tá er so sanni-
liga brúk fyri at smíða
nýggjar lóggávur. Aftrat
hesum hevur ráðið eisini
umhvørvi og útjaðaran sum
part av sínum málsøki. So
arbeiði er til allar hendur í
Oljumálaráðnum
vísir
landsstýrismaðurin á.
Eyðun Elttør sigur, at tá
fíggjarlógin varð løgd til
rættis varð avgjørt at halda
seg til somu upphædd sum í
fjør og tað, sum er hækkað,
stavar frá nýggjum økjum,
sum ráðið tekur sær av so
sum kolagrevstur, skógar-
røkt etc.
Eingir pengar at spara
í Oljumálaráðnum
Eyðun Elttør, landsstýrismaður heldur ikki, at hetta er tíðin til sparingar í Oljumálaráðnum
Framtaksgrunnurin
endar einaferð enn í
tinginum, tí nú fer
Johan Dahl úr sam-
bandsflokkinum um
at leggja uppskot
fram um at beina
burtur allan iva um
politiska stýring
FRAMTAKS-
GRUNNURIN
Áki Bertholdsen
Seinastuni tíðina hevur
spurningurin um møguleik-
an hjá landsstýrismann-
inum at ávirka avgerðirnar
hjá
Framtaksgrunninum
verið nógv umrøddur.
Hetta er orsøkin til, at
Johan Dahl, Løgtingsmað-
ur fyri sambandsflokkin,
nú fer at leggja uppskot fyri
tingið um Framtaksgrunn-
in.
Tað er serliga í samband
við tá ið nevndin í Fram-
taksgrunninum skal veljast,
at landsstýrismaðurin í
vinnumálum hevur verið
skuldsettur fyri at velja
nevndarlimir í grunnin,
sum vilja ganga hansara
politisku ynskjum á møti
og at grunnurin tískil er
blivin eitt politiskt amboð í
hondinum á landsstýris-
manninum.
Hendan ivan við Johan
Dahl, løgtingsmaður hava
manaðan i jørðina.
Partarnir á arbeiðs-
marknaðinum gera
tilmæli
Tí skjýtur hann upp, at her-
eftir skulu nevndarlimirnir í
Framtaksgrunninum veljast
eftir tilmæli frá ymsum
feløgum og stovnum.
Hann skjýtur upp, at av
teimum fimm limunum í
nevndini í Framtaksgrunn-
inum, skulu tríggir nevnd-
arlimir veljast eftir tilmæli
frá feløgum og stovnum.
Fjórða nevndarlimin skal
landsstýrismaðurin velja
sjálvur og fimta nevndar-
limin velja hinir fýra so í
felag.
Johan Dahl mælir til, at
ein limur skal verða valdur
eftir
tilmæli
frá
sjey
mannabólkinum hjá fakfe-
løgunum.
Í hesum sjeymannabólki
eru Føroya Arbeiðarafelag,
S t a r v s m a n n a f e l a g i ð ,
Sjúkrasystrafelagið, Havn-
ar
Arbeiðskvinnufelag,
Havnar Arbeiðsmannafe-
lag, Handverkarafeløgini í
Føroyum og Fiskimanna-
felagið, sum eru nøkur av
teimum størstu fakfeløgun-
um
Annars skal ein nevnd-
arlimurin í Framtaksgrunn-
inum veljast eftir tilmæli
frá Vinnuhúsinum og ein
eftir tilmæli frá Búskapa-
rráðnum.
– Hetta fer at beina burt-
ur allan iva um, at Fram-
taksgrunnurin er politiskt
óheftur, sigur Johan Dahl.
Hann sigur, at í løtuni er
tað so, at landsstýris-
maðurin í vinnumálum vel-
ur fýra av nevndarlimunum
í Framtaksgrunninum og at
hesir fýra síðani í felag
velja fimta limin.
– Framtaksgrunnurin, ið
virkar sambært lógini um
vinnurekandi grunnar, er
ein sjálvseigandi grunnur.
Sambært
rættarligum
grundreglum fyri grunnar
er tað ikki loyvt stovnarum
at hava ávirkan á ein grunn,
sigur løgtingsmaðurin fyri
sambandsflokkin
Hann leggur afturat, at
eftir uppskotinum er lands-
stýrismaðurin ikki bundin
av tilmælunum.
Men velur hann ikki at
fylgja tilmælinum, skal
hann sjálvsagt hava eina
sakliga og lógliga grund-
geving fyri hesum.
– Ein saklig og lóglig
grundgeving kann vera, at
ein tilmæltur limur ikki
lýkur krøvini, ið viðtøkur-
nar fyri Framtaksgrunnin
seta til nevndarlimir. Í slík-
um førum hevði tað verið
rættast at biðið um nýtt
tilmæli, sigur Johan Dahl.
Eftur reglugerðini hjá
Framtaksgrunninum, skulu
nevndarlimirnir hava kunn-
leika til vinnulig og bú-
skaparlig viðurskifti. Teir
kunnu ikki vera limur í
fólkatingi- ella løgtingi og
kunnu ikki samstundis vera
nevndarlimir ella limir í
stjórnunum í teimum fyri-
tøkum, sum grunnurin er
ella hevur havt fíggjarligt
tilknýti til.
Verður uppskotið hjá
Johan Dahl samtykt, kemur
tað í gildið næstu ferð
nevndarlimir í Framtaks-
grunninum skulu veljast 1.
apríl næsta ár.
Framtaksgrunnurin:
Allur ivi um politiska stýring beinast burtur
Johan Dahl mælir nú til at
limirnir í Framtaksgrunn-
inum hereftir skulu veljast
eftir tilmæli frá fakfeløgum,
arbeiðsgevarafeløgum og
Búskaparráðnum fyri at
tryggja, at grunnurin er
100% politiskt óheftur
C
M
Y
K
7
6