Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. oktober 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 208 - 30. oktober 2002 Nr. 208 - 30. oktober 2002 9 Einasta kravið til útlendskar el-fyri- tøkur at sleppa inn á føroyska marknaðin er, at tær hava ein autoriseraðan el- innleggjara, búsitandi í Føroyum, í starvi hjá sær. Við góð- kenning frá SEV fær hesin síðan formligu ábyrgdina av øllum arbeiðum hjá fyri- tøkuni í landinum. Dømi um hetta er danska fyritøkan KB El-Teknik, við post- kassa í Havn, sum hevur vunnið almenn el-arbeiði í Føroyum fyri umleið 30 milli- ónir krónur á Landss- júkrahúsinum og í Vágatunnlinum VINNULÍV Jón Brian Hvidtfeldt Danska entreprenørfyritøk- an KB El-Teknik ger rættu- liga um seg á føroyska marknaðinum. Eftir útbjóð- ingina av tveimum stórum, almennum arbeiðum hevur tað víst seg, at danska fyri- tøkan, sum hevur heimstað í Jyllandi, hevur verið tann bíligasta. KB El-Teknik stendur í dag bæði fyri el- arbeiðinum í samband við nýbyggingina á Lands- sjúkrahúsinum og fyri el- arbeiðinum í Vágatunnlin- um. Tvey almenn arbeiði, sum fyritøkan í kapping við føroyskar fyritøkur hevur fingið at gera fyri ávíkavist 18 milliónir og 13 milliónir krónur. Umframt hesi bæði stóru arbeiði hevur fyri- tøkan staðið fyri umfatandi el-arbeiði á virkinum hjá Kollafjord Pelagic. Fyritøkan KB El-Teknik hevur sum so einki við Før- oyar at gera. Fyritøkan er skrásett og hevur sæti í jyska býnum Ry, ikki so langt frá Århus. Á heima- síðu felagsins verður greitt frá ymsum stórum arbeið- um, fyritøkan hevur staðið fyri kring allan heim, mill- um annað í Eysturevropa, í Mið- og Fjareystri og í Afrika. Til síni arbeiði í Føroyum hevur fyritøkan stovnað eina nýggja deild, nevnd KB El-Teknik Danmark Deild. Einasta stað, fyritøk- an er skrásett í Føroyum, er hjá Toll&Skatt. Føroysk lóggáva sigur nevniliga, at allar útlendskar fyritøkur, sum selja vørur og tænast- ur, skulu vera MVG-skrá- settar í landinum, og hava eitt umboðsfólk í landinum. So er eisini við KB El-Tek- nik. Í yvirlitinum hjá Toll&Skatt er fyritøkan MVG-skrásett sum eitt ein- staklingavirki, ið heldur til í Føroyum. Sum nevnt krev- ur Toll&Skatt, at fyritøkan skal vera fysiskt til staðar í Føroyum, og hava ein ábyrgdarhavandi í landin- um. Hesin persónur er í yvirlitinum hjá Toll&Skatt danski stjórin í KB El- Teknik, Knud Balle, sum sjálvur er skrásettur á eini ávísari adressu í Havn. Sami maður hevur í donsku skrásetingini bústað í Jút- landi í Danmark. Hóast Knud Balle í upp- lýsingunum, fyritøka hans- ara hevur latið Toll&Skatt, boðar frá, at hann býr á eini adressu í Havn, so er mað- urin ongantíð fluttur til Før- oya. Sjálvt um fyritøka hansara hevur virkað í Før- oyum í longri tíð, og eisini hevur bundið seg til arbeiði í eina tíð fram, so finst danski stjórin als ikki í føroyska Landsfólkayvirlit- inum, sum skrásetir øll fólk, búsitandi í Føroyum. Føroysk løggilding Fyri yvirhøvur at sleppa at arbeiða við el-installatión- um í Føroyum, skulu allar el-fyritøkur hava eina før- oyska løggilding, eina autorisatión. Løggildingin kann bert gevast einum per- sóni í leiðandi fulltíðar- starvi á fyritøkuni, sum síð- an hevur formligu ábyrgd- ina av øllum arbeiðum hjá viðkomandi fyritøku í landinum. Umframt fleiri faklig krøv, skal persón- urin, sum fær løggilding- ina, hava fastan bústað í Føroyum. Og tað er júst her, at útlendsku fyritøk- urnar renna seg í ein trupul- leika, í øllum føri á pappír- inum. Trupulleikin er tó ikki størri enn so, at fáa tær ein føroyska løggildan elektr- ikara í starv hjá sær, í hvussu so er á pappírinum, so ber til at flyta føroysku løggildingina hjá hesum persóni yvir til útlendsku fyritøkuna, sum síðan hev- ur fría atgongd til at gera øll arbeiði á føroyska marknaðinum. Tí vanligt er, at ein løggilding fevnir um alt landið. Tó eru einstøk virki, t.d. flakavirki, har løggildingin bara er innan- hýsis. Sum nevnt hevur KB El- Teknik í seinastuni verið bíligast í samband við tvey almenn arbeiði í landinum – el-arbeiðið í nýbygging- ini á Landssjúkrahúsinum, og el-arbeiðið í Vágatunnl- inum. Og júst hetta seinasta seinasta arbeiðið, sum fyri- tøkan hevur vunnið, reisir spurningin um gegnið, habilitetin, hjá myndugleik- anum, ið gevur løggilding- ina. Sum nevnt sigur før- oysk lóggáva, at tað er SEV, sum gevur løggilding. Men í samband við útbjóðingina av el-arbeiðinum í undir- sjóvartunnlinum er stjórin í SEV, sum skrivar undir løg- gildingina, eisini nevndar- formaður í P/F Vágatunnil- in, sum sjálvsagt er áhugað í at fáa arbeiðið gjørt so bíliga sum gjørligt. Sjálvur sær Klæmint Weihe tó ong- an gegnistrupulleika. – Hetta málið hevur einki við gegni at gera. Tá ein el- innleggjari uppfyllir ávísar treytir, hevur hann krav uppá at fáa eina løggilding. Hesar treytir lýkur tann, sum hevur løggildingina vegna KB El-Teknik í Føroyum, sigur Klæmint Weihe. Hann vísir á, at føroyski el-inleggjarin frammanundan hevði løg- gilding, og tá SEV hevði fingið setanarbræv hansara í KB El-Teknik, varð hans- ara løggilding flutt yvir á føroysku deildina hjá donsku fyritøkuni. Klæ- mint Weihe leggur afturat, at harumframt er løggild- ingin galdandi fyri øll ar- beiði í Føroyum, og ikki bara fyri el-arbeiðið í Vága- tunnlinum. Tá SEV útskriv- ar eina løggildini, verður ikki kravt at persónurin, sum hevur ábyrgdina av øll- um arbeiðum hjá fyritøk- uni, skal vera við í dagliga arbeiðinum. Í báðum almennu arbeið- unum, á Landssjúkrahúsin- um og í undirsjóvartunnlin- um, sum KB El-Teknik hevur fingið at gjørt í Før- oyum, er talan um arbeiði, har stórur vandi kann stan- dast burturúr, verður ar- beiðið ikki gjørt á forsvar- ligan hátt. Og einasta krav- ið til útlendsku fyritøkuna, sum ger arbeiðið, er, at hon hevur ein løggildan før- oyskan el-inleggjara í starvi hjá sær, og sleppur at nýta hansara løggilding. Hóast hetta, so metir Klæmint Weihe ikki, at føroysku krøvini eru ov lin. Tvørtur- ímóti heldur hann, at før- oyska skipanin er nøktandi, og vísir á, at sama skipan er galdandi í øðrum londum. Í samstarv við føroyskar fyritøkur Tá el-arbeiðið til undirsjóv- artunnilin um Vestmanna- sund varð boðið út, varð ikki sett sum krav til út- lendskar fyritøkur, sum bjóðaðu uppá arbeiðið, at tær skuldu nýta føroyska arbeiðsmegi. Dávid Reinert Hansen, stjóri í P/F Vága- tunnilin sigur, at einasta kravið var, at »el-arbeiðið skuldi gerast í samstarv við føroyskar fyritøkur«. Dávid Reinert Hansen sigur, at áðrenn leiðslan tók av nøk- rum av tilboðunum, gjørdi hon eina meting av, í hvønn mun tilboðini frá útlendsku fyritøkunum livdu upp til treytirnar um at arbeiðið skuldi gerast »í samstarv við føroyskar fyritøkur«. – Tá vit tóku av tilboðn- um frá KB El-Teknik, varð mett, at fyritøkan livdi upp til hesar treytir, sigur Dávid Reinert Hansen. Hann hev- ur tó ikki hug at gera við- merking til, hvørt hann er av somu áskoðan í dag, nú el-arbeiðið í undirsjóvar- tunnlinum er farið í gongd. Føroyskir el-inleggjarar, Sosialurin hevur tosað við, meta í sínum lagi als ikki, at danska fyritøkan hevur nakað samstarv við teir. Føroyskur umboðsmaður garantur fyri øll arbeiði hjá KB El-Teknik í Føroyum Danska fyritøkan KB El- Teknik hevur vunnið útbjóðingina av almennum el-arbeiðum fyri tilsamans 30 milliónir, millum annað í Vágatunnlinum. Ein føroysk deild av fyritøkuni er MVG- skrásett í Føroyum, men danski stjórin í fyritøkuni, sum sambært upplýsingunum hjá Toll&Skatt eigur at búgva í Føroyum, finst ikki í Landsfólkayvirlitinum Á býráðsfundi í sein- astu viku samtykti Klaksvíkar Býráð at ganga eini umsókn frá umlættingarheim- inum, Dáanum, um leigu av læknahúsun- um á Garðavegi, á møti. Í góð tvey ár, var Fjálgalon, sum húsið tá kallaðist, karmur um umlætt- ing fyri børn við autismu úr øllum Føroyum UMLÆTTING Rúna Sivertsen Síðani bústovnurin við Mýruveg í Klaksvík læt upp í januar, hava tey foreldur, hvørs børn ikki fingu innivist har, ikki fingið umlætting, sum hóskar børnum við autismu. Fólk við autismu hava brúk fyri struktureraum lívi við so smáum broytingum í gerandisdegnum sum yvir- høvur gjørligt. Tí er umráðandi fyri tey at hava eitt umhvørvi, ið er lagað til júst teirra tørv. Fjálgalon varð í 1999 innrættað og lagað til børn, ið líða av hesi sjúku. Tað var tí eitt stórt afturstig fyri tey, ið ikki eru flutt heiman og enn hava tørv á um- lætting, tá Fjálgalon læt aftur. - Men nú eru tekin komin um, at landsstýrið ætlar at raðfesta serligan tørv høgt. Tí gjørdu vit av, at leiga Dáanum húsini, sigur Steinbjørn Jacobsen, borg- arstjóri. Í skránni fyri almenna býráðsfundin í seinastu viku, sæst, at avgjørt varð, at læknahúsini skuldu nýt- ast til heilsusystrarnar. Men tann samtyktin er broytt, tí býráðið metir, at ummlætting til børn við autismu er meir átrokandi. Umlætting alneyðug Kári Lindberg úr Klaksvík, er ein av teimum, sum í fleiri ár stríddist fyri at betra um korini hjá børnum við autismu. Hann sigur, at tað ikki kann sigast frá, hvussu gott tað er, at møguleiki er hjá foreldrum at børnum við autismu at fáa umlætting til børn síni. - Hesi børn kunnu ikki yvirlátast til hvønn sum helst og ikki ber til at biðja onnur ansa teimum. Kári sigur, at í fyrstuni fingu tey umlætting til sonin eina ferð um vikuna. - Hetta var ein stórur lætti hjá okkum, sigur hann. Sonurin, Torrey, býr nú á bústovninum fyri børn við autismu við Mýruveg í Klaksvík. Enn eru fleiri børn í Føroyum við autismu, sum ikki hava fingið innivist á stovni. Onnur eru, sum foreldrini ikki vilja lata á stovn, meðan tey eru smá. Hesi foreldur hava stóran tørv á umlætting. Tað hevur ikki borið okkum til at fáa upplýst, nær Fjálgalon letur upp aftur, men eftir hvat skilst, verða fundir í næstum um málið. Umlætting til børn við autismu Lindberg: Maria og Kári Lindberg við soninum, Torrey. Myndin er tikin í stovuni á umlættingarheiminum, Fjálgulon. Húsið læt aftur í januar í ár. Men nú eru tekin í sól og mána um, at Fjálgalon aftur fer at gerast karmur um umlætting fyri børn við autismu Nógva hálkan í gjáramorg- unin elvdi til veruligan ferðsluruðuleika í Hósvík. Ein trailari hjá Hera Thom- sen fór út av vegnum beint við keiøkið, ein bilur hjá OCD fór útav beint við kirkjuna, ein bilur rendi í ein parkeraðan bil, og ein bilur fór av landsvegnum og endaði í bønum. -ib Ferðsluruðuleiki í Hósvík Ein trailari hjá Hera Thomsen fór útav vegnum beint við keiøkið í Hósvík í nógvu hálkuni í gjáramorgunin Mynd:Gunnar Hansen Ein bilur fór útav landsvegnum og endaði í bønum Mynd:Gunnar Hansen Ein bilur hjá OCD fór eisini útav í Hósvík – beint við kirkjuna Mynd:Gunnar Hansen Ein bilur rendi á ein parkeraðan bil í brekkuni við Bygarhúsið Mynd:Gunnar Hansen C M Y K 9 8