Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. oktober 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 208 - 30. oktober 2002 Nr. 208 - 30. oktober 2002 11 Formaðurin í Búskaparráðnum plagar ikki at vera bangin fyri at siga sína hugsan, heldur ikki tá hon talar "Róma" beint ímóti. Vit hava verið vitni til tað í sambandi við fiskiloyvini, har hann er komin við hørðum atfinningum. Heldur tað vera skeivt, at tey, sum fáa fiskiloyvi frá tí almenna, ikki gjalda fyri hesi. Nú er hann so aftur frammi við - um ikki nýggjum - so rættiliga áhugaverdum tonkum og kritikki. Hesin kemur eftir at skotið er upp, at okkara búskapur eisini verður eftirhugdur av stovn- um sum OECD. Formaðurin í Búskaparráðnum hevur einki ímóti, at búskapurin kemur undir útlendskan lupp aftur, men hann heldur tað vera sum at seta kikaran fyri blindað eygað. Tað eru ikki frágreiðingar og metingar av búskapinum, sum tørvur er á her og nú. Tað er sjálvt grundarlagið til at kunna gera hesa metingar og kanningar tørvur er á. Tað ber ikki til at gera nóg neyvar og tíðarhóskandi metingar av búskapinum, soleingi amboðini til at gera hetta tróta. Vit hava alt ov fá hagtøl til at kunnu avlesa samfelag og búskap á nøktandi hátt og harvið kunna gera niðurstøður og loksins koma við ráðum. Tí vilja dýrkeyptar frágreiðingar frá td. OECD vera lítið verdar eins og okkara egnu eru tað, tá grundarlagið fyri at kunna gera hesar kanningar nóg neyvt ikki er til steðar. Tað eru politikararnir, ið skulu brúka ráðgevingina, somu politikarar, ið gera av í hvønn mun eitt hald- gott hagtalsgrundarlag skal kunna fáast til vega. Brúk er fyri størri játtan fyri at loysa henda trupul- leika, men áhaldandi áminningar frá fakfólki til landsstýrið tykjast ikki at verða hoyrdar. Tí kann tað tykjast øvugt, tá eitt nú varaløgmaður leypir hetta lívstýðandi liðið um, og ístaðin tosar um at fáa útlendingar at meta um búskapin. Tað er so eisini í andsøgn við politikkin hjá landsstýrinum um, at vit skulu menna okkara egna førleika og vitan til sjálvi at gera tær metingar og kanningar, sum skulu vera grundarlag undir avgerðum, ið loksins skulu føra til ein sjálvberandi búskap - føra til, at vit kunnu standa á egnum beinum. Herfyri hevði Sosialurin samrøðu við Randi Fredriksberg um katastrofala tørvin á hagtalstilfari til at meta um og fyrireika hetta samfelagið til at møta framtíðar avbjóðingum. Ikki færri enn tvey 13 tøl fekk hon fyri sína próvtøkuuppgávu um hagtals- problematikkin. Tíanverri tykist sum bæði Randi og Herman tosa út í tóman heim. Eingin lurtar. Løg- maður sigur, at tað almenna skal undir lupp. Hann vil vita, um vit hava fingið optimalt burtur úr hækk- andi játtanunum. Hevði hann givið sær far um, hvat sagt verður um væntandi raðfestingina av hagtals- grundarlagnum, hevði hann eisini kunnað sagt sær sjálvum og varaløgmanni, at hetta økið er nettupp eitt ítøkiligt dømi um, at vit hava ikki brúkt sam- felagsresursirnar rætt ella optimalt - tá eitt so grund- leggjandi amboð, ið m.a. er ein týðandi fortreyt fyri einum sjálvberandi búskapi, als ikki er til. DAGSINS MEINING Sosialurin Hagtøl og raðfesting VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Schandorff Vang Nú "undirskotsfíggjarlóg- in" hevur sæð sín dag hevur verandi samgonga við Tjóðveldisflokkinum á odda í sinni at áleggja okkum meira skatt. - Er hetta ikki brot á tað, sum stendur í samgongu- skjalinum? Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum var eftir øllum at døma ovurfegin, men hvat hevur partamaður hansara Óli Breckmann sagt seinastu nógvu árini um kringvarpsgjald og per- sónsskatt? - Okkurt ruggar ikki sum tað skal! Eg eri væl við uppá, at persjónistar skulu sleppa bíligari, men eigur ikki at vera gjørdur munur á, um teir forvinna nakað ella bert hava pensjónina at taka til. Antin allir ella eingin. - At áleggja einum húsar- haldi upp til meiri enn tað dupulta (fleiri førum) er reinur galskapur í mun til tað vit fáa fyri peningin. Útvarp Føroya hevur í ávísan mun megnað at halda linjuna við nýggjum fjølbroyttum sendingum á hvørjum ári, men Sjónvarp Føroya? Guð viti hvat teir gera! Skulu teir veruliga hava meiri pening til at geva okkum fleiri endursend- ingar? Ella til at vísa okkum somu gomlu filmar fyri 4. ella 5. ferð? Eg haldi Mentamála- stýrið skuldi skorið ígjøg- num og lagt uppskot fram á tingi um at leggja umsit- ingarnar í ÚF og SvF sam- an. Har hevði verið nógv at spart. Ein ÚF-umsiting kann líka so væl leggja allar endursendingar á, sum tað at gjalda fyri dupulta um- siting. - Nei Annlis - SvF hevur hesi seinastu mongu árini als ikki uppiborið at fáa eitt einasta oyra meiri í játtan. Marjus Dam løgtingsmaður Enn einaferð megnaðu tit at gera tað ófatuliga og ótrúliga. At venda yvir- skoti til hall. Í bestu tíð føroyingar vita um. At tað fór at henda vistu vit. Tí tað er ein søguleikur veruleiki at so er, um Tjóðveldisflokkurin hevur við fíggjarmál at gera. Men at tað fór at henda SO skjótt. Tað undrar - hóast alt. Tjóðveldisflokk- urin er nú har, vit altíð hava kent hann - í fíggjarligum óføri. Bert er at vóna, at tit ikki draga Føroyar í díki aftur. Hesaferð hendi tað uppá rekordtíð. Undir Tjóð- veldisleiðslu. Sprenfulli landskassin áðrenn valið, gevur hall komandi ár. Uppskriftin er einkul: Hvussu kann slíkt bera til. Tað eru ikki nógvir politiskir flokkar, ið megna at gera Tjóðveldisflokkin- um hesa gongd eftir. Men uppskriftin er so sera einføld: Rek Tjóðveldis- politikk! Bert høvuðleysan tjóðveldispolitikk. So fær ein hall - uppá rekordtíð. Eisini tryggjar hesin poli- tikkur at yvirbygnaðurin gerst alt ov stórur - uppá rekordtíð. Her kunnu vit bert taka miðfyrisitingina, ið er økt frá 54 milliónum kr til 137 milliónir krónur- uppá rekordtíð - 4 ár. Helst er hesin vøkstur eitt nýtt heimsmet, sett av tjóð- veldisflokkinum. Loysingar ramsam: Nú fara vit aftur at síggja gomlu ramsuna. • at hini hava feilin • at hini hava brúkt ov nógv • at hini skulu spara • at hini skulu skerja • at hini skulu sigast úr starvi • at hini ikki hava sýnt ábyrgd • MEN at loysingarleiðslan má útbyggjast enn meira, at hava ábyrgd. Hesin bygnaður skuldi møguliga eisini verið nýttur umborð á fiskiskipum okk- ara. Man kundi roynt - undir Tjóðveldisleiðslu. Tá ber alt til - um ein trýr uppá sakina. So sera einfalt: 20 á brúnni og ongin á dekkin- um (t.v.s einfaldan tjóð- veldispolitikk). Hvørji eru hini: Hini eru børn, ið ikki verða ansaði. Hini eru eldri, ið ikki fáa røktar- pláss, ella heimahjálp. Hini eru heimahjálpir og heimasjúkrasystrar, ið skulu spara. Hini eru tey tímansløntu á sjúkrahús- verki/heilsuverki okkara. Hini eru Landsverkfrøð- ingurin, Norðoyatunnilin, Gásadalsfólk, suðuroying- ar. Hini eru fiskimaðurin, arbeiðsmaðurin og hand- verkarin. Hini eru øll - uttan leiðslan. Høgni - OEDC : Nú vil Høgni Hoydal hava eina kanning av føroyskum búskapi. Eitt ár aftaná, at Sambands- flokkurin bað um eina langtíðargreining av fylgj- unum av at skerja føroyska búskapin við 1 millión um dagin. Og nú tørvar ein millión - um dagin. Vit bóðu um kanningina áðrenn Tilukku Høgni Hoydal: Tit hava megnað • at økja um almenna yvirbygnaðin - uppá rekordtíð • venda yvirskoti til hall - uppá rekordtíð • at lumpa føroyingar- uppá rekordtíð. Men Sambandsfólk lumpa tit ikki. Meira (kringvarps)skatt Tillukku - Høgni Hoydal Kaj Leo Johannesen Til viðgerðar er landsstýri- sins uppskot til løgtings- fíggjarlóg 2003.Vit løg- tingsmenn fingu uppskotið at gera okkum kunnugar við fyri, 10 døgum síðan. Tað, sum beinanvegin slær okkum í eygað, er, at uppskotið til nevndu fíggjarlóg roknar við einum kassaavlopi í landskassan- um upp á smáar tvær milli- ónir. Mangt broytist í mansins ævi, rann mær í hug, tá ið eg var varugur við, at av inntøkum upp á 4 milliardir verða bert smáar tvær milli- ónir ella 1/2 o/oo óbrúkt, um tað gongur, sum lands- stýrið ætlar, tí hetta meist- araverkið er smíðað av einari samgongu, sum 5 ár á rað hevur terpað í okkum føroyingar, at tað magiska orðið "sjálvberandi" skal loysa okkum úr ríkisfelags- skapinum við Danmark. Tá bert smáar tvær milli- ónir eru eftir, so hugsaði eg, at nú vóru sjálvandi allar íløgir tiknar við, fyri framhaldandi at hava eitt framkomið samfelag, tí sum øllum kunnugt standa bæði land og kommunir, á gáttuni til stórar alneyðugar íløgir fyri at nøkta tørvin, sum borgarin krevur, lat okkum nevna nakrar løgir, sum vóru blakaðar afturum fullveldisraðfestingina. Hettar í tí besta árinum sum vit kenna til her á landi við høgum fiskaprísum, stórum nøgdum, og lágum rentistøði, og ovurhonds stórum skattainntøkum. Hvør hevur høvuðsá- byrgdina av at skerja inn- tøkir landsins við 730 mill kr eftir tveimum árum, vit Løgtingsmenn merkja tað ikki, vit fáa okkara góðu løn, men tey veikaru koma at merkja tað, so kunnu vit spyrja um eg ikki síggji eitt sindur svart uppá hettar fíggjarlógaruppskotið, tvørturímóti eg veit, at eg komi at klára meg við ella uttan blokk, men eg veit at tey veikaru í koma at merkja sviðan, av hesi stóru skerjingini í blokkin- um. Fiskivinnan klárar seg gott verður sagt, ja flestu skipini klára seg heldigvís gott, men flakavinnan til- saman gevur ikki nøktandi avkast, rækjuskipini stríð- ast við at halda seg flótandi, í orðsins rætta týdningi, alivinnan er í tungari aldu vegna sjúku og prísfall eg trúgvi ikki vit hava gjørt okkum greitt hvussu vána- lig støðan er innan alingina. Var tað eingin ávaring- arklokka sum ringdi, og segði, at lækkingin kundi verði tildømis 50 mill um árið, so tey veiku eisini kundu fingið møguleika at umstillað seg. Eitt slíkt katastrofuúrslit hevði fingið eitt og hvørt virki stórt ella lítið at stongt kassan og neglt 7 tumma seym í hurðina - eisini ein Bill Gates ella Mærsk. Hendan samgongan kunngjørdi í 2000 øllum føroyingum í einum bók- lingi - við formansins loyvi loyvi eg mær at lesa orðarætt úr bóklinginum - at"Yvirskotið hjá tí al- menna hevur nú í nøkur ár verið ógvuliga stórt. Í ár 2000 verður minni enn ein triðingur av tí danska stuðulinum brúktur í sam- felagnum.Restin fer til samansparingar, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd". Hvar er nú tað ógvuliga stóra avlopið? Og hvar eru allar milliónirnar av tí danska stuðulinum, sum skuldi goymast og brúkast, tá ið afturgongd verður í búskapinum ? Hetta kundi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hóskandi greitt Føroya fólki nærri frá. Eg vóni, at hann ger tað frá Tingsins røðarapalli, nú hansara uppskot til fíggjar- lóg 2003 er til viðgerðar. Vit mugu sanna, at lands- húsarhaldið, sum loysing- arsamgongan eigur, alt sum tað er, á mongum økjum er púra uttan proportiónir í okkara samfelag, og minnir okkum alt meira og meira um ørskapin í 80-unum, tó í øðrum líki, harumframt hevur verður sagt uttan íhald frá Samgonguni, at um vit skulu hava ein sjálvberðandi búðskap, so eru vit noyddir at effektivi- sera og rationalisera tað ovurhonds stóru almennu fyrisitingina. Men fíggjarmálaráðharr- in, sum vanliga ikki er bangin fyri at siga tað, hann meinar, má greiða okkum frá, hvussu tað kann hanga saman í praksis at ratinali- seringar og sparingar á Almannaøkinum ikki hava tær fylgjur, sum alla aðra- staðni í heiminum, nemliga at, siga fólki upp, innan tað almenna, tey sum eru eftir skulu renna skjótari, ella øll skulu niður í løn, kann Fíggjarmálaráðharrin siga mær hvat ávirkan rationali- seringar fáa fyri alment sett starvsfólk, uttan uttanum- tos, lat okkum so hyggja eftir rationaliseringum higartil, og staðfesta at langt er millum orð og gerðir. Vit kunnu tríva í rúgv- una. Tað framgongur av landskassans roknskapum, at lønir v.m. hjá tí almenna hava verið fylgjandi: Ella sagt við øðrum orð- um: Í 2003 verða nevndu inntøkur øktar við438.3 milliónum, ella ein øking upp á umleið 12,5 % í mun til hvat tær vóru í 1999. Í mínari verð er hetta ikki sørt skelkandi, Annað dømi. §§ 8 og 10 ávikavist Almana- og heilsumál og Sjálvstýrismál verða í fíggjarlógini broytt til §11 Familju- og heilsumál, §12 Almannamál og§14 Løg- málaráð. Og so er at spyrja, hvørjar avleiðingar fær ein slík rokering á lønarøkin- um. Myndin sær soleiðis út: Løgmansfyrisitingin er við í hesum yvirliti, av tí at starvsfólk eru flutt frá nevndu fyrisiting til løg- málafyrisitingina. Hetta talar annars fyri seg. Eg eri annars varugur við, at ein feilur er á síðu 385 í uppskotinum: "Játtanin verður flutt til 10.11.1.28". 10-talið eigur helst at vera 14. Tað er eisini áhugavert at samanbera tær 8 høvuðs- uppgávurnar til loysing úr ríkisfelagsskapinum á síðu 369 í fíggjarlógini 2002 við tær 8 høvuðs-uppgávurnar til sama endamál á síðu 386 í uppskotinum til fíggjarlóg 2003. Nógvir vegir ganga til Rom, plagar at verða tikið til og at hann ikki varð bygdur eftir einum degi. Harra formaður, á síðu 3 í frágreiðingini til fíggj- arlógaruppskotið 2003 er framhildið, at ein avgerandi munur er á støðuni í dag og í 1980-unum, tí, sum tað stendur skrivað, skuldin verður avdrigin - undir- forstaðið, at tað varð hon ikki í 80-unum. Uppá fyrispurning havi eg fingið at vita, at í 80- unum kom tað ikki fyri, at landskassin ikki rindaði rentur og avdráttir upp á lániskuld landskassans til tíðina. Hinvegin var tað undan- farna landsstýri, sum var so ovurfegið um landskassans ríkidømi í 2000, at tað tók eitt eitt-ára gjaldførislán í 1999 uppá 300 milliónir, og til dagin í dag er tað ikki afturgoldið. Landsstýrið hevur endur- nýggjað - prolongerað, sum tað eitur á bankamáli - lánið fleiri ferðir, og tað verður óivað óivað eisini neyðugt í 2003. Fyri meg at síggja eru hesar 300 milliónirnar ein partur av landskassans innistandandi í Lands- bankanum, og bankin hevði kanska ikki verið so tryggur, sum menn vilja vera við, um hetta á fjórða ári prolongeraða lánið varð afturgoldið. Tað verður kanska seinur dagur, at tað fer at henda. Men ábyrgd- in er okkara. Harra formaður, tað er óivað annað og ikki minni álvarsligt, ið eigur at verða spurt um og svarað, nú løgtingið er farið undir viðgerð av løgtingsfíggj- arlógini 2003 men eg veit at tað eru nógvir í Sam- gonguni sum duga at síggja, at hendan gongdin má steðgast sum skjótast, og at niðurskurður av blokkinum uppá knappar 400 mill, var alt ov stórur biti at svølgja í einum. Haldi sjálvur at út- reiðslurnar at reka sam- felagið við, í mun til tørvin ikki eru ov høgar, men tær eru púra burturvið, í mun til skerdu inntøkirnar av blokkinum, og ljóða sum eitt innantómt ekko í meldrinum av flosklinum "Fullveldi og sjálvberðandi búðskapi". Eg komi seinni inn á tøl í rakstrarútreiðslum frá 99 til 2003 og inn á løgujáttanir í sama tíðarskeiði, síðani vil eg taka ein samandrátt av fíggjarlógini fyri ávíkavist 2002 og 2003, við hesum kann staðfestast og mót- prógvast tað sum sam- gonguskjalið sigur um búðskaparpartin, harra formaður eg vil loyva mær at lesa tað størstu mót- søgnina frá samgonguskjali til Fíggjarløgtingslóg fyri 2003 Búskaparliga skal mun- urin millum inntøkur og útreiðslur á fíggjarlógini vaksa positivt á hvørjum ári, er ikki í tráð við verðuleikan, tað síggja allir Føroyingar svart uppá hvítt, kann onkur Sangongupolitikkari koma upp á tingsins røðarapall og gerða eina rættleiðing til tað sum eg beint nú havi sagt, ella er tað eg sum ikki skilji Samgonguskjalið. Fyri at fáa munin at vaksa positivt á hvørjum ári millum inntøkir og útreiðsl- ur, so mugu útreiðslirnar minka, við eitt nú at gerða sum samgonguskjalið sig- ur, at tann almenna um- sitingina skal gerðast ódýrari, ella millum mann- fólk, at kalla ein spaka fyri ein spaka, so skal tann al- menna umsitingin gerðast bíligari, hettar gerst sum fyrr sagt antin við upp- søgnum, ella minni í løn. Vit kunnu nú staðfesta at útreiðslirnar eru hækkaðar, nú er bert ein møguleiki eftir, tað er at vaksa inn- tøkurnar, meira enn út- reiðslurnar, við at halda seg til samgonguskjalið og eitt nú yvirtøkuna av fólka- kirkjuni, sum kostar 15 mill kr, so er hall á fíggjarlógini uppá 13 mill kr, tá eru tær manglandi løgurnar uppá 280 mill sum eg fyrr havi nevnt ikki við, harumframt havi eg ikki viljað verði óforskammaður, og nevnt yvirtøkuna av flogvøll- inum. VIÐMERKINGAR Pro Forma Fíggjarlógin 2003 Tunnil um Leirvíksfjørð 30 mill Skattalætti 50 mill Øravík - Hov 40 mill Djúphavn/Samferðsluhavn/Fragthavn/ Ídnaðarhavn Vági 18,5 mill Miðnámsdepil Marknagili 40 mill Vegur frá Gásadalstunli 5 mill Vegur frá Norðasta horn/Gomlurætt 5 mill Vegur Skála/Strendur 5 mill Ringvegur/Rundkoyring 4,2 mill Yvirtøkir uml 50 mill Menningarhjálp sambært Miðflokk 10 mill Samferðsluhavn Tórshavn 30 mill Tilsaman 287,7 mill kr Í 1999……………………………… 1.211 milliardir Í 2000……………………………… 1.306 " Í 2001 ……………………………… 1.417 " Í 2002 (sambært fíggjarlógini) ……. 1.560 " Í 2003 (sambært fíggjarlógaruppskot) 1.650 " Ella sagt við øðrum orðum: Í nevnda 5-ára skeiði - loysingardansurin gekk uppá tað besta - eru tær almennu lønirnar øktar við 439 milliónum, ella 36% í mun til lønirnar í 1999. Í sama tíðarskeiði vóru landskassans inntøkur fylgjandi: Í 1999 …………………………….. 3.469.5 milliardir Í 2000 …………………………….. 3.629.4 " Í 2001 …………………………….. 3.983.1 " Í 2002 (Sambært fíggjarlógini) ….. 3.660.6 " Í 2003 (Fíggjarl.uppskot 2003) …… 3.907.8 " 2002 2003 § 3 Løgmansfyrisitingin Fyrisiting 18.3 mió. 15.2 mió. § 8 Almanna- og heilsustýrið Løn v.m. (fyrisiting) 11.5 " 0 §l0 Sjálvstýrismál Løn v.m. (fyrisiting) 3.4 " 0 §11 Familju- og heilsumál Løn v.m. (fyrisiting) 0 11.0 " §12 Almannamál Løn v.m. (fyrisiting) 0 5.2 " §14 Løgmál Løn v.m. (fyrisiting) 0 9.1 " 3.2 mió. 40.5 mió. Framhald á síðu 12 Til Inga Kirke Les Koranina. Hon kann bestillast í Gamla Bókhandli – á donskum heilsan Jógvan við Á C M Y K 11 10