mikudagur 30. oktober 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Tað fyrikemur
okkum óhugsandi, at
ein møgulig seinni
lóggáva ella nýggja
kunngerð á økinum
vil forða fyri
samstarvinum hjá
Elektron við PBS um
gjaldskipanina,
skrivar Elektron í
tíðindaskrivi
GJALDSKIPAN
Heri á Rògvi
Rættiliga rok hevur nú tikið
seg upp viðvíkjandi teirri
nýggju gjaldskipanini, sum
hevur hepna navnið Gjald-
Skipanin.
Landsins myndugleikar
eru ikki heilt foreintir við,
um hendan nýggja skipanin
skal vera loyvd ella ei.
Skipanin er gjørd í sam-
starvi við PBS (Penge-
instituternes Betalings Ser-
vice).
– Tað fyrikemur okkum
óhugsandi, at ein møgulig
seinni lóggáva ella nýggja
kunngerð á økinum vil
forða fyri samstarvinum
hjá Elektron við PBS um
GjaldSkipanina á sama hátt
sum tað er óhugsandi, at
lóggevararnir vilja leggja
seg út í samstarvið hjá
Elektron við PBS um FR-
kortið, skrivar Elektron í
tíðindaskrivi.
Niels Christian Nolsøe,
stjóri fyri Elektron, ger
greitt, at skipanin koyrir í
løtuni, og hon fer í fram-
tíðini at koyra.
– Vit hava gjørt eina sera
góða skipan, sum bæði
hevur kostað okkum nógv,
og sum nógvir kundar eru
farnir at nýta. Frá Dátu-
eftirltiinum, sum er mynd-
ugleiki á økinum, hava vit
eisini fingið neyðuga loyv-
ið, so vit halda fram sum er,
sigur Niels Christian Nol-
søe.
Tað kom ótrúliga illa við
hjá honum og Elektron, tá
tey frættu um, at ein møgu-
lig lógarbroyting var á veg
á økinum.
– Tað er ikki siðvenja at
broyta lóggávu við aftur-
virkandi kraft, og tað rokna
vit heldur ikki við í hesum
førinum, sigur Niels Christ-
ian Nolsøe.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa fatur á Høgna
Hoydal til eina viðmerking.
Varaløgmaður er staddur
uttanlands.
Nýggja gjaldskipanin stendur við
Hjá Elektron halda tey fram sum er við teirri nýggju
GjaldSkipan
12
Nr. 208 - 30. oktober 2002
Nr. 208 - 30. oktober 2002
13
VIÐMERKINGAR
Framhald av síðu 11
RAKSTRARÚTREIÐSLUR
1999 2003 Hæk./Læk.
§1 Løgtingið 25.7 mió. 33.4 mió. + 20 %
§2 Løgmansfyrisiting 51.2 ” 30.5 ” - 25 %
§3 Fíggjarmál 187.0 ” 216.0 ” + 15 %
§5 Fiskivinna 211.5 ” 174.4 ” - 17_%
§6 Vinnumál 216.4 ” 333.1 ” + 54 %
§7 Útbúgving og gransking 514.5 ” 678.4 ” - 32 %
§8 Almanna- og heilsumál 1.332.0 mia. 0
§9 Oljumál 16.6 mió. 29.7 ” + 75 %
§10 Sjálvstýrismál 12.3 ” 0 - 100 %
(Játtað 49 mió. 1999-2002)
§11 Familju- og heilsumál 0 496.9 ” §§ 11 og 12
§12 Almannamál 0 1.228.8 ” §8
§14 Løgmál 0 16.9 ” + 100 %
§20 Rentur 172.2 ” 69.9 ” - 60 %
Skattir og avgjøld 2.093.1 mia. 3.088.o mia. +48%
Ríkisstuðul 944.3 mió. 629.7 mió. -33%
§25 Broyting í virði og skuld -176.5 ” 1.8 ” +100%
Afturgjalding av skuld 691.7 ” 447.9 ” - 35%
Útvegan av gjaldføri 379.6 ” 300.0 ”
Løgujáttan jbr. yvirlit 162.4 ” 260.0 ”
Tilsamans 3.4l7.0 mia. 3.4l7.0 mia .
4.017.7 ” 4.017.7 ”
1999 2003
Hæk./Læk.
§1 Løgtingið 1.5 mió. 5.0 mió.
+ 333%
§2 Løgmansfyrisiting 2.0 ” 1.5 ”
- 25%
§3 Fíggjarmál 0 2.3 ”
+ 100%
§5 Fiskivinna 41.1 ” 2.0 ”
- 95%
§6 Vinnumál 67.15 ” 152.0 ”
+ 126%
§7 Útbúgving og gransking 18.0 ” 29.2 ”
+ 60%
§8 Almanna-og heilsumál 32.71 ” 68.0 ”
+ 102%
§9 Oljumál 0 0
§11 Familju- og heilsmál sjá §8
Tilsaman 162.465 mió. 260.0 mió. + 60%
Samandráttur av fíggjarlógini
2002
Rakstrarútreiðslur, netto 3.055.77l mia.
Løguútreiðslur 249.850 mió.
Rentuútreiðslur, netto 88.772 ”
Afturgjald av skuld 140.863 ”
Skattur og avgjøld 3.031.580 mia.
Ríkisstuðul 629.039 mió.
Gjaldførisavlop 125.363 ”
3.660.619 mia. 3.660.619 mia.
2003
Rakstrarútreiðslur 3.238.067 mia.
Løguútreiðslur 260.000 mió.
Rentuútreiðslur, netto 69.954 ”
Afturgjald av skuld 447.906 ”
Skattur og avgjøld 3.088.000 mia.
Ríkisstuðul 629.739 mió.
Gjaldførishall 298.188 ”
4.015.927 mia. 4.015.927 mia.
Lisbeth L. Petersen
Sambandsflokkurin
Orðaskifti á lágum støði.
Øðrvísi kann tað ikki
sigast, tá umrøðan av fyri-
spurningi frá fyrrverandi
mentanarlandsstýrismanni
var á løgtingi seinasta
fríggjadag.
Torbjørn Jacobsen, løg-
tingsmaður,
hevði
sett
Bjarna Djurholm, lands-
stýrismanni, fyrispurning
um valið av nevndarlimum
í Framtaksgrunninum, og
vit kunnu skjótt semjast
um, at spurningurin er sera
aktuellur.
Tað, sum best kom fram í
viðgerðini, (og spell var
tað) var tó orðalagið hjá
fyrrverandi
landsstýris-
manninum í mentamálum,
tí skal hatta verða støðið i
framtíðar
fullveldinum
Føroyum, sum samgongan
ætlar og ynskir sær, so er
okkurt sum als ikki ruggar
rætt!
Her ber heldur ikki til at
geva dønum skuldina, sum
Tjóðveldisflokkurin annars
plagar, tá ongin annar er at
skylda uppá. Men her er
møguliga okkurt við at taka
seg upp, so onkur fær eitt
páskot til at taka seg
burturúr samstarvinum.
Møguliga skulu fráboð-
aðar kannirngar frá OECD
avleiða og sissa partarnar
eina tíð, men um so var at
slíkar komu í lag, so hevði
lagnan helst blivið hin
sama sum við øðrum kann-
ingum, m.a. hjá donsku
ráðgevandi
nevndini
á
sinni.
"Hvør er í samgongu, og
hvør er í andstøðu ?" helt
onkur fyri, tá fundurin
endaði, og tað var ikki so
undarligt.
Formaningarnar hjá
Høgna
So kann formaður Tjóð-
veldisfloksins tosa, skriva
og formana, sum hann vil
um "partapolitiska mál-
ing", sum skal burtur, ella
"partapolitiskt
tvassarí",
sum oyðileggur alt. Sjálv-
andi meinar hann altíð við
hinar, tá hann brúkar hesar
vendingar.
Sjálvur
gongur
hann
fremst í niðurgerð av ann-
aðleiðis hugsandi, tá hann
skrivar um "eitt valevni,
sum upptraðkar sum bú-
skaparfrøðingur", tá hann
sipar til ein búskapar-frøð-
ing, ið torir at standa við at
hann er sambandsmaður,
og sum eisini hevur dittað
sær at vera kritiskur móti
Høgna bæði nú eins og
móti hansara útgreining av
Hvítubók á sinni.
Gott er tað, at enn eru
fólk, sum tora at siga sína
meining, sjálvt um hon
gongur móti tí hjá teim
ráðandi í landinum, men
máti skal vera við øllum.
Eisini tá fyrrverandi umboð
fyri
fullveldismentanina
rópa og geyla á tingsins
røðarapalli móti sínum
egnu
samstarvsfeløgum,
men tó halda fast við somu
samgongu fyri at varðveita
maktina, so ongin annar
skal sleppa framat.
Men "partapolitiska mál-
ingin", sum Høgni nevnir,
kann enn halda samgong-
uni saman, og til ber at
klína meira og meira uppá
eina tíð afturat.
Einaferð man hon tó fara
at rivna antin eftir trýsti
uttanífrá ella, sum nú kundi
sæð út, innanífrá. So er
spurningurin, hvør flokkur
gevur seg fyrst.
Vónandi verður alt ov
stórur skaði ikki hendur
áðrenn tað. Men sokallaða
glasiliga málið, fullveldið,
bæði hjá hesi víðkaðu og
hjá
fyrru
samgonguni,
hevur fingið djúpar og alt
meira sjónskar rivur sein-
astu tíðina, so her er sanni-
liga vent í holuni, tað má
sigast.
Nú er vent í holuni
TÍÐINDASKRIV
P/f Elektron
Peningastovnarnir
hava
síðani í summar markn-
aðarført eina skipan til
gjaldan av rokningum -
kallað GjaldSkipanin - sum
m.a. skal avloysa verandi
V&T-skipan.
GjaldSkip-
anin byggir á eitt samstarv
ímillum P/F Elektron og
PBS, sum føroysku pen-
ingastovnarnir er partaeig-
arar í.
GjaldSkipanin
betrar
munandi um kunningina til,
og trygdina hjá, gjaldar-
anum, sum rindar rokn-
ingar sjálvvirkandi. Frá-
boðan um komandi trekk
av kontuni verða send
gjaldaranum í góðari tíð,
áðrenn
goldið
verður,
soleiðis at stundir eru at
frámelda gjaldið, um ein
ikki er samdur í rokningini.
Í næstum verður eisini
møguligt at samskifta við
GjaldSkipanina ígjøgnum
homebankingskipanina.
Eisini uppkrevjandi virk-
ini og stovnarnir fáa størri
møguleikar í skipanini.
M.a. er møguligt at senda
faktura við øllum útgrein-
ingum út á fráboðanini frá
GjaldSkipanini til gjald-
aran, so at virkini sleppa frá
at senda rokningar út.
Elektron bjóðar sær eisini
við nýggju skipanini til at
standa fyri útsending av
øllum
rokningum
hjá
virkjum.
Talan er sostatt um eina
gjaldsmiðlingsskipan sum
er millum tær mest fram-
komnu í heiminum.
Tað er tí óheppið, at tað í
fjølmiðlunum er sáddur ivi
um GjaldSkipanin lýkur
ásetingarnar í løgtings- lóg
nr. 73 frá 8. mai 2001 um
viðgerð av persónsupplýs-
ingum og kunngerð frá 17.
desember 2001 um flyting
av persónsupplýsingum til
útlandið.
GjaldSkipanin
lýkur
sjálvsagt galdandi føroyska
lóggávu.
Dátueftirlitið,
sum umsitir kunngerð frá
17. desember 2001, hevur
tann 13. juni 2002 givið
P/F Elektron eitt treytaleyst
loyvi til at samstarva við
PBS um verksetan og
rakstur av GjaldSkipanini.
Tað fyrikemur okkum
óhugsandi, at ein møgulig
seinni lóggáva ella nýggj
kunngerð á økinum vil
forða fyri samstarvinum
hjá P/F Elektron við PBS
um GjaldSkipanina, á sama
hátt sum tað er óhugsandi,
at lóggevararnir vilja leggja
seg út í samstarvið hjá P/F
Elektron við PBS um FR-
kortið.
Tað er í rættarsamfeløg-
um ikki siðvenja at lóggeva
við afturvirkandi gildi, og
tað skulu sera tungtvigandi
orsøkir til, at myndugleikar
kunnu taka eitt longu givið
loyvi aftur.
GjaldSkipanin lýkur øll krøv í verandi lóggávu
KAPPING
Amnesty International er
farið undir internetkapping
fyri børn og ung. Talan er
um einfalda spurnarkapp-
ing í fýra umførum, sigur
Amnesty International Før-
oya Deild í tíðindaskrivi.
Talan er um internet-
kapping, og er hon tí sum
vera man á heimasíðuni hjá
Amnesty International Før-
oya Deild. Kappingin er
serliga ætlað børnum og
ungum, men sjálvandi eru
øll vælkomin at luttaka,
stendur í tíðindaskrivinum,
sum sent er umd agarnar.
Kappingin er í fýra um-
førum,
sigur
Amnesty
International Føroya Deild
í tíðindaskrivinum. Talan
er um spurnarkapping, har
farast kann inn á heima-
síðuna hjá felagnum og
svara teimum spurningum,
sum har standa.
Øll, sum svarað hava
spurningunum, verða við í
lutakasti um tveir vinningar
í hvørjum umfarinum.
Tá øll spurnarumførini
eru liðug, verður umframt
kastað lut um tveir størri
vinningar, stendur í tíð-
indaskrivinum.
Verða fleiri svar send inn
við sama navnið, telur bara
tað fyrsta, sum sent verður,
við.
Vinningarnir, sum latnir
verða, eru millum annað
gávukort til bøkur og
fløgur. Høvuðsvinningarnir
eru ein ghettoblastari og
eitt gávurkort.
Kappingin byrjaði leyg-
ardagin, og tey, sum hava
hug at royna seg, kunnu
seta seg við telduna og
finna adressuna:
www.amnesty.fo
ej
Amnesty skipar fyri internetkapping
C
M
Y
K
13
12
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo