Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. oktober 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 30. oktober 2002 15 Viðurskiftini millum Danmark og Russland eru so kaldlig, sum tey ikki hava verið í mong ár KEKENIA-MÁLIÐ Árni Joensen: Russar eru í øðini um, at danska stjórnin sýtti fyri at banna kekensku heimsráð- stevnuni, sum var í Keyp- mannahavn mánadagin og í gjár, og politiskir eygleið- arar siga, at viðurskiftini millum tey bæði londini hava ikki verið so ring í mong ár, sum tey eru nú. Summir serfrøðingar vilja enntá vera við, at viður- skiftini millum tey bæði londini hava ongantíð verið so kaldlig, síðani londini á fyrsta sinni knýttu alment samband fyri 500 árum síð- ani. At kekenar kundu halda heimsráðstevnu í Keyp- mannahavn, samstundis sum russar høvdu almenn- an sorgardag til minnis um gíslarnar, sum doyðu í kekensku gíslatøkuni í leik- húsinum í Moskva, hevur fingið øði í nógvar russar. Russisku politikararnir eru so misnøgdir við av- gerðina hjá donsku stjórn- ini at loyva kekensku heimsráðstevnuni, at tjóð- artingið í Moskva hevur samtykt at slíta alt parla- mentariskt samband við Danmark. Og teir russisku loftmiðlarnir endurtaka í heilum orð Shakespeare's »Tað ruggar ikki rætt í danska kongaríkinum«. Summir danskir eygleið- arar vænta ikki, at tann spenta støðan millum Keypmannahavn og Moskva verður so drúgv. Teir vísa á, at næsta ár skal Margretha drotning til Russlands á almenna vitj- an, og at viðurskiftini iva- leyst fara at koma upp á pláss til ta tíð. Í Danmark halda teir flestu politikararnir, at stjórnin bar seg rætt at, tá hon sýtti fyri at slaka fyri trýstinum úr Moskva um at banna kekensku heimsráð- stevnuni. Summir politikar- ar halda kortini, at stjórnin kortini slakaði ov nógv, tá hon gjørdi av at flyta topp- fundin millum ES og Russ- land í næsta mánað úr Keypmannahavn til Bruxel- les. Amerikanskir læknar í Moskva siga, at opium var í gass- inum, sum russisku hermenninir nýttu, tá teir lupu á leikhúsið í Moskva GÍSLATØKAN Í MOSKVA Árni Joensen: Amerikanska sendistovan í Moskva upplýsti í gjár, at kanningar hjá sendistovu- læknunum hava víst, at opium var í gassinum, sum russar nýttu, tá teir lupu á kekensku gíslarænararnar í Dubrovka-leikhúsinum í Moskva. Ein talsmaður hjá amer- ikansku sendistovuni segði við eitt blað í Moskva í gjár, at talan var ikki um nervagass, sum summi hava hildið, men um eitt slag av gassi, har opium var uppií. Sambært russiska blaðn- um samsvarar hetta væl við tær upplýsingarnar, sum blaðið sjálvt hevði fingið fatur á. Blaðið segði seg hava fingið at vita, at tey, sum tóku ímóti gíslunum, høvdu fingið boð um at geva teimum heilivágin Naloxone, sum verður nýtt, tá fólk hava tikið ov nógv morfin og heroin. Bretland og Svøríki taka ikki undir við hugskotinum um at skipa ES eftir amerikanskum leisti ES-BYGNAÐUR Árni Joensen: Hvørki Bretland ella Svø- ríki taka undir við uppskot- inum um, at Evropasam- veldið skal hava nýtt navn, og at felagsskapurin ístaðin skal fáa heitið Sameindu Evropeisku Statirnir, so- leiðis sum tann serliga grundlógarnevndin hjá ES mælti til mánadagin. Hugskotið um tað nýggja navnið eigur formaðurin í nevndini, fyrrverandi franski forsetin Giscard d'Estaing. Hansara uppskot er, at ES skal annaðhvørt eita Sameindu Evropeisku Statirnir ella Tað Sameinda Evropa. Peter Hain, sum fyri nøk- rum døgum síðani fór frá sum bretskur ES-ráðharri, sigur, at bretska stjórnin kann ikki góðtaka heitið Sameindu Evropeisku Stat- irnir, og hann væntar, at fleiri aðrar stjórnir í ES- londunum fara at vísa upp- skotinum frá sær. Svenska umboðið í grundlógarnevndini, Lena Hjelm-Wallén, sigur, at sviar taka heldur ikki undir við uppskotinum hjá Giscard d'Estaing. Hon sig- ur, at ES er ikki ein statur, og hon heldur tað vera skeivt at reingja veruleikan við at gera felagsskapin til annað, enn hann í veruleik- anum er. Finnland tykist heldur ikki serliga hugað fyri upp- skotinum. Teija Tiilikainen, sum umboðar Finnland í grundlógarnevndini, segði í gjár, at tosið um at broyta heitið á ES leiðir orðaskift- ið inn á eina skeiva kós. Sunnunátina stakk ein 56 ára gamal russiskur sjómaður ein 47 ára gamlan felaga umborð á russiska trolaranum »Ludmila«, sum lá við bryggju í Tromsø í Noregi. Maðurin varð stungin í búkin, og hann varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús. Løgreglan í Tromsø tók stutt eftir tann 57 ára gamla russiska sjó- mannin, sum játtaði seg sekan. Løgreglan sigur, at teir báðir menninir vóru farnir upp at kegl- ast um eitt ella annað, og tað endaði við, at tann eldri maðurin stakk hin við knívi. »Ludmila« liggur í Tromsø, tí ymsar ábøtur verða gjørdar umborð. Sjey russiskir sjómenn vóru umborð á skipin- um. Mánadagin komu um- leið 30 menn, sum verða settir í samband við yvirgang, til amerik- ansku herflotastøðina Guantanamo á Kuba. Talsmaðurin hjá flota- støðini, Victoria Clarke, vildi ikki siga, hvaðani teir 30 fangarnir komu, ella hvussu nógvir fang- ar nú eru í Guantanamo, men hildið verður, at talið ligur um 625. Teir flestu fangarnir vórðu fluttir úr Afghanistan seinasta vetur. Fyri nøkrum døgum síðani boðaðu amerikan- arar frá, at teir fyrstu fangarnir í Guantanamo vóru latnir leysir. Talan var um fýra pakistanar. Serbisku myndugleik- arnir siga nú, at tann eftirlýsti generalurin, Ratko Mladic, er ikki í Serbia. Tað segði Dusan Mihajlovic, innanríkis- ráðharri í gjár. Ratko Mladic er skuldsettur fyri krígs- brotsverk í krígnum í Bosnia, og tann serligi krígsbrotsmannadómstó lurin í Haag hevur givið boð um, at hann skal handtakast og rættar- søkjast. Høvuðsákærin í Haag, Carla Del Ponte, hevur fleiri ferðir sagt, at Mladic fjalir seg í Serbia, og hon hevur funnist at Vojislav Kostunica, forseta og sagt, at hann ger ov lítið fyri at fáa fatur á honum. Dusan Mihajlovic, innanríkisráðharri segði í gjár, at myndugleik- arnir hava ikki funnið tveir aðrar heryvirmenn, sum eisini eru eftirlýstir fyri krígsbrotsverk í Bosnia. Dómstólurin í Haag vil hava fatur á Veselin Slijvancanin og Miroslav Radic, sum høvdu ábyrgdina av, at 250 sivilfólk vórðu av- rættað í býnum Vukovar undir krígnum í Bosnia. Tá russar í 1957 sendu hundin Laika út í rúmd- ina í einum rúmdarfari, søgdu teir, at hundurin livdi í fleiri dagar eftir útskjótingina, og at hann fekk ein stillisligan og pínuleysan deyða. Men í gjár visti BBC at siga frá russiskum keldum, at hundurin livdi bert nakrar fáar tímar aftan á útskjóting- ina, og at hann doyði av hita og strongd. Søgan um rúmdar- hundin Laika fór sum eldur um allan heimin í 1957, tí Laika var tann fyrsta livandi veran, sum varð send út í rúmdina. Dimitri Maleshenkov, professari segði við BBC í gjár, at eftirlitið misti alt samband við hundin sjey tímar eftir, at Sputnik-rúmdarfarið varð skotið út í rúmdina. Ísakalt millum Danmark og Russland UTTAN ÚR HEIMI Russar nýttu opium-gass Lítil áhugi fyri Sameindu Evropeisku Statunum Stakk skipsfelaga Fleiri fangar til Guantanamo Her er hann ikki Livdi bert fáar tímar Hendan kvinnan var millum gíslarnar í Dubrovka-leikhúsinum. Í gjár slapp hon av sjúkrahúsinum, har hon hevði fingið viðgerð fyri gassið, sum hermenninir nýttu 15 14 Nr. 208 - 30. oktober 2002 Lágargarður er nú farin undir dagtilhald fyri dement. Áður hevur bert verið dagtilhald fyri eldri, har bæði tey, sum ikki eru dement, og tey, sum eru dement hava verið blandað saman. Leiðandi ergotera- peuturin, Tórunn Guttesen sigur, at eitt dagtilhald fyri dem- ent er betri enn eitt dagtilhald til blandað DAGTILHALD Ingrid Bjarnastein Mánadagin lat nýtt dagtil- hald upp á Lágargarði í Havn. Áðrenn hevur verið eitt dagtilhald, har bæði dement fólk og fólk, sum ikki eru dement hava hildið til saman. Tórunn Guttesen, leið- andi ergoterapeutur, sigur, at tað er tó betri at skilja tey at, tí tað er ikki gott fyri hvørgan av partunum, at dement og ikki dement eru saman allan dagin. – Nú hava vit so samlað øll tey dementu í Góðu- stovu, og her er pláss fyri seks fólkum. Tvey starvs- fólk eru at taka sær av teim- um, sigur Tórun Guttesen. Tá tey gomlu koma inn um morgunin fáa tey mor- gunmat, har tey eru við til at ganga til handar sjálvi. Tað verið seg at gera kaffi og dekka borð, og okkurt tílíkt smávegis. – Vit plaga eisini at hava ymsar aktivitetir, so sum fimleik og sansaintegrati- ón. Har stimulera vit sans- irnar við lukti, hoyrn, sjón og so framvegis. So plaga vit at syngja gamlar sangir við teimum og hoyra gaml- an tónleik – orðatøk og skjaldur. Hetta verður á donskum kallað »reminisens«. Tað er at minnast við hjálp av gomlum lutum. Tórunn sig- ur, at tey fara at heita á fólk um at koma við gomlum lutum, sum tey kunnu brúka til tey gomlu. – Lutirnir verða tiknir fram, og so tosa við út frá tí. Tað verið seg køksting, skúlating, amboð og annað, sum tey gomlu kenna aftur. Glað Opið er í dagtímunum, og summi av fólkunum eru bara hálvar dagar – alt eftir, hvussu tað passar. – Tey avvarðandi eru ógvuliga glað fyri hetta, greiðir Tórunn frá. – Tað var veruliga ein gleði, at sleppa at siga teimum, at tey vóru sloppin inn í dag- tilhaldið. Bíðilistin hjá okk- um er ógvuliga langur, og so er tað eisini soleiðis, at tey dementu kunnu ikki fáa so nógva heimahjálp, tí tað ørkymlar tey, at fremm- andafólk ganga og mala alla tíð. Annars hevur Lágargarð- ur fingið eina eykajáttan, og tí er ein ergoterapeutur og ein fysioterapeutur settir afturat. Hetta er í sambandi við, at Lágargarður eisini fer at bjóða meira ergo- og fysioterapeutiska venjing. – Tað vil siga, at tey gomlu koma inn nakrar dagar um vikuna í eitt av- markað tíðarskeið. So kunnu tey fáa venjing her í húsunum ella heima. Eisini skulu vit vegleiða heima- røktirnar og tey avvarðandi, um hvussu verður farið fram. – Hetta tiltakið er næstan fullført, og verður tað sett í verk í nærmastu framtíð, sigur Tórun Guttesen at enda. Týsmorgunin upp- dagaðu tey, sum vanliga brúka Buss- leiðina í Havn til at sleppa í skúla ella til arbeiðis við, at ongin bussur kom. Hetta komst av nógvu hálkuni, og hættaðu bussarnir sær tí ikki avstað BUSSLEIÐIN Ingrid Bjarnastein Tey, sum vanliga brúka bussleiðina til at slepp til arbeiðis ella í skúla við, máttu í morgun finna sær aðrar hættir at sleppa fram upp á, tí bussleiðin kom ikki. – Tað var so mikið hált í morgun, at bussarnir fingu ógvuliga illa koyrt, sigur Jan Christiansen, borgar- stjóri. Allir bussarnir stóðu parkeraðir niðri á farstøðini í morgun, og komst hetta av, at teir helst ikki hættaðu sær avstað, sigur borgar- stjórin. – Vit hava eina salt vakt. Tveir mans fara upp hvønn morgun um fýra-fimm tíð- ina at kanna veðrið. Er tað hált, so stroyða teir salt út, men í morgun er hálkan komin so mikið seint, at als ikki hevur verið hált, tá teir hava verið úti og kannað. Jan Christiansen sigur, at hetta er komið fyri fyrr. Og nú verður kannað, hvat kann verða gjørt fyri, at hetta ikki kemur fyri aftur. – Lítið er, at gera við nakað, sum er hent. Sjálv- andi er tað keðiligt, men vit gera okkara besta fyri, at almenna samferðslan kann ganga so væl sum møgu- ligt. Men viðhvørt henda so ting, sum ikki ber til at síggja frammanundan, og hetta var eitt av teimum, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri at enda. Mánakvøldið sam- tykti Havnarnevndin í Tórshavnar Kommunu at gera bátahylin á Argjum. Alt økið verður sett í stand, og tá arbeiðið er liðugt, verða um 30 – 35 nýggj bátapláss BÁTAHYLUR Ingrid Bjarnastein Havnarnevndin í Tórshavn- ar Kommunu samtykti mánakvøldið at fara í gongd við at gera bátahylin á Argjum. Hetta arbeiðið verður boðið út til almenna lisitatión fyrsta dagin. – Vit meta, at støddin á økinum er væl egnað, og tí ber eisini til hjá teimum smærru entreprenørfeløg- unum at bjóða upp á økið, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri. Sum er, eru umleið 500 bátapláss í kommununi, harav 450 eru í Suður- streymoy, tað verið seg á Argjum og í Havn. – Tað vísir seg, at tað er gravgangur eftir at fáa báta- pláss í kommununi. Eini 250 standa á bíðilista fyri at fáa bátapláss, men fleiri hava staðið har í so nógv ár, og tí kann ein siga, at reelli bíðilistin liggur um 100, sum framvegis bíða eftir at fáa bátapláss, sigur Jan Christiansen, sum er vissur í, at henda samtyktin fer at gleða nógvar bátaeigarar. Um 4 mió. kr Tórshavnar Kommuna hev- ur eina inntøku, sum eitur bátagjald. Hetta er gjaldið, sum bátaeigararnir gjalda fyri at hava bátin liggjandi til dømis niðri í Vágsbotni. Tað er ymiskt, hvussu nógv verður goldið fyri eitt slíkt pláss, men tað liggur ímill- um 1500 og 3000 krónur um árið - alt eftir støddina á bátinum. Bátagjøldini geva komm- ununi eina inntøku áljóð- andi umleið 660.000 krón- ur árliga, men sigur Jan Christiansen, at hetta er ikki at meta sum ein stór inntøka. Hetta ger, at rakst- urin hvílir í sær sjálvum. Ein maður er eisini settur burturav til at røkja báta- hylarnar. – Tendensurin hevur ver- ið, at bátarnir gerast størri og størri, og tí verður eisini verri og verri pláss, greiðir Jan Christiansen frá. – Men arbeiðið verður boðið út nú ein av fyrstu døgunum, og ætlanin er, at hetta skal byrja fyrst í kom- andi árið. Borgarstjórin vísir á, at íløguætlanin fyri komandi ár longu er samtykt – hon varð samtykt á seinasta býráðsfundi, og tað er ong- antíð hent, at hon hevur verið so tíðliga liðug fyrr. Hetta ger, at longu nú ber til at gera forarbeiðið til íløgurnar næsta ár, so at í januar mánaða verður klárt at fara undir ymisk arbeið- ið. Tað, ið kann gerast longu nú er, millum annað at bjóðað út og so víðari. – Vanliga plagar slíkt arbeiði at draga út, og tí hava vit við vilja samtykt íløguætlanina so tíðliga í ár. Tí ber longu nú til hjá okk- um at fara í holt við at projektera og bjóða út, sig- ur Jan Christiansen at enda. Yvir 30 bátapláss afturat í Havn Alt økið við bátahylin á Argjum skal nú gerast. Asfalterast skal rundanum, og pláss skal gerast fyri 30 – 35 bátum afturat Mynd: Álvur Haraldsen Brúka gamlar lutir at minnast Ongir bussar vegna hálku Í gjáramorgunin komu ongir bussar hjá bussleiðini fram. Hetta komst av nógvu hálkuni, og tí hættaðu bussarnir sær ikki avstað Savnsmynd Tórun Guttesen, leiðandi ergoterapeutur á Lágargarði, er eisin leiðari á dagtilhaldinum, sum júst er latið upp fyri dement. Pláss er fyri 6 fólkum Mynd: Álvur Haraldsen Tá tey gomlu koma inn í dagtilhaldið um morgnarnar fáa tey morgunmat, sum tey sjálvi eru við til at gera Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 14