mikudagur 30. oktober 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 208 - 30. oktober 2002
Nr. 208 - 30. oktober 2002
17
longdist eftir at sleppa aftur
til Føroya.
Greitt er, at munur er á
føroyska
samfelagnum
anno 1968 og anno 1990.
– Tað fyrsti, eg gjørdi, tá
eg kom til Havnar, var at
keypa mær eitt býárkort.
Alt var at kalla øðrvísi. Nú
vóru heldur eingir trupul-
leikar av nøkrum slag við
fólk ella tílíkt. Sjálvur var
eg eisini vorðin eldri, og eg
royndi eisini at tilpassa
meg samfelagið.
Georg hevur nú Føroyar
sum fast tænastustað. Van-
ligt er, at mann skrivar ein
sáttmála fyri eitt ávíst ára-
mál, men tú kanst eisini fáa
eitt fast tænastustað.
Í Mjørkadali er mjørki
270 dagar um árið. Sjálv
barakkin, har menn fyri tað
nógva hava búð, er ikki
meira enn 15 km.frá høv-
uðsstaðnum. Men til jarn-
tjaldið og múrurin fullu í
1989-1990 varð alt virk-
semið
í
Mjørkadalið
myrkalagt.
– Vit kundu einki at siga
fyri nøkrum. Alt skuldi
vera loyniligt. Hetta setti so
eisini gongd á gitingarnar,
og tað vóru fólk sum fyri
vist hildu, at vit høvdu
atomvápn og rakettir liggj-
andi í Sornfelli. Afturat
hesum vóru nógvir spenn-
ingar millum okkum og
føroyska fólki.
At alt var so loyniligt, og
fólk vórður møtt av vápn-
aðum vagtum, tá tey nærk-
aðust Mjørka, og hetta
provokeraði nøkur og setti
gongd á gitingar. Frá okk-
ara síðu var mann bangin
fyri, at vinstrasinnaði fólk
við samhuga við Sovjet
kundu finna uppá at leka
upplýsingar um útgerð og
annað til fíggindan.
Arbeiðið hjá okkum hev-
ur verið júst tað sama, sum
tað er nú.
Eftir tvey skeið í Føroy-
um, og samanlagt næstan
sekstan ár, so er tíðin kom-
in hjá Georg at fara frá.
Herurin krevur, at fólk yvir
trýss ára aldur verða koyrd
á pensjón. Senior sergent
Georg Sylvest Pedersen fer
í hin 1. desember til Born-
holm. Tríggjar mánaðir
seinni byrjar hann síðani
pensjónistalívið á Born-
holm.
Georg leggur stóran dent
á, at hann er glaður fyri tíð-
ina í Føroyum. Honum
dámar væl smásamfeløg
sum Føroyar og Bornholm.
Í Føroyum hevur hann
fingist við annað enn
radaraeftirlit. Hann hevur
verið guide hjá ferðafólki,
gingið nógv í náttúruni og
fleiri kenna hann óivað sum
skemtara, sum hann hevur
gjørt rættiliga fitt burturúr.
Tá hurðarnar vórðu latnar
upp í Mjørkadali, hevur tað
fyri tað nógva verið Georg,
sum hevur staðið fyri rund-
ferðunum.
Hann hevur gjørt nógv
burturúr at savna tilfar um
Mjørkadal. Hann hevur
skrivað frásagnir um søg-
una hjá støðini og lívið í
Mjørkadali. Georg vónar,
at tað verður onkur, sum í
framtíðini fer at gera hetta
arbeiðið.
Vit ynskja Georg bestu
eydnu í framtíðini.
Frá sjálvari radarstøðini á
Sornfelli niðan til radaran og
tær báðar túgvurnar eru
einir trýss metrar. Har hevur
Georg verið óteljandi ferðir.
Skulu vit siga frá søguni
hjá Mjørkadali í stuttum,
so byrjar alt við, at danski
uttanríkisráðharrin
Per
Hækkerup í 1959 byrjar at
samráðast við NATO um
eina radarstøð í Føroyum.
Gjørt varð av, at støðin
skuldi byggjast á Sornfelli
– i Mjørkadali - , sum tá lá
rættiliga fjart frá øllum
býar- ella bygdarkendum
leiðum.
Skipið
“Vesterhavet”
legði í 1959 at í Kaldbaks-
botni, og so varð farið
undir at gera fyrst veg og
so seinni radarstøðina.
Ein støð varð bygd á
fjallsíðuni omanfyri Kald-
baksbotn, í 250 m hædd.
Sjálvt radarstøðin liggur
500 metrar longur uppi á
Sornfelli.
Hin 1. juli 1962 var Fly-
ver Detachment 605 klárt
at nýta sum partur av teirri
donsku fráboðanarskipan-
ini hjá flogvápninum. Hin
16. august 1963 verður
støðin alment fráboðað at
vera virkin. Plaseringin av
støðini er strategisk fyri at
fáa radararnar at dekka øk-
ið millum Noreg og Ís-
land.
Síðani tá er navnið og
manningin skift. Navnið
hevur verið Flyvestationen
Torshavn, men er nú part-
ur av Færøernes komm-
ando.
Arbeiðsuppgávurnar
hava fyri sovítt verið tær
somu øll árini. At halda
eyga við flogferðsluna í
loftrúminum kring Føroy-
ar. Í Mjørkadali halda teir
bert eftirlit við flogferðsl-
uni og geva boð undir ser-
ligum umstøðum. Allir
upplýsingar verða koyrdir
víðari til ein sentral í Ong-
landi.
Radarstøðin er bygd í
Kalda krígnum, og týdn-
ingurin var eisini størstur
tá. Radarstøðin var lukkað
land til múrurin fall. Eing-
in mátti vita nakað um,
hvat gekk fyri seg í støð-
ini, og hvussu útgerðin sá
út. Hetta skapti eisini
grundarlag fyri gitingum
og mótstøðu móti støðini.
Tá mest var at gera á støð-
ini starvaðust eini 160
mans har.
Ì dag eru allar hernaðar-
ligar eindir í Føroyum
samlaðar í Mjørkadali
undir navninum Færøer-
nes kommando. Í dag arb-
eiða eini 85 fólk hjá Fær-
øernes kommando. Ein
partur av hesum er ikki
hernaðarlig starvsfólk,. og
fleiri føroyingar eru eisini
millum starvsfólki.
Søgan
SAMRØÐA
Orð: Heri á Rógvi
Myndir: Finnur Justinussen
Alt byrjaði við, at danska
flogvápnið tørvaði seks
hermenn at melda seg
sjálvbodnar til at fara til
Føroya og arbeiða á teirri
nýggju radarstøðini. Hetta
tilboðið fekk ein blaðungur
Georg Sylvest Pedersen
nakrar dagar áðrenn, hann
skuldi útnevnast til ser-
sjant.
– Eg hugsaði beinanveg-
in, at hatta ljóðaði lokk-
andi. Eg visti so at siga
einki um Føroyar. Eg visti,
at Føroyar einaferð høvdu
verið eitt danskt amt, og eg
hevði einaferð sæð ein film
um fuglar í Føroyum. So eg
meldaði meg saman við
fimm øðrum, sigur Georg.
Teir seks, ið skuldi til
Føroya, vistu einki um Før-
oyar og fingu lítið og einki
at vita. Georg minnist, at
teir vórðu sendir umborð á
Tjaldri, sum tá sigldi til
Føroya, við einum ferða-
seðli, og onkur skuldi taka
ímóti teimum, tá teir komu
til Føroya.
– Vit ferðaðust í her-
mannabúna, og tað var eis-
ini vanligt, tá vit ferðaðust í
arbeiðsørindum. Eg minn-
ist, at fólk hugdu eitt sindur
skeivt eftir okkum á túri-
num, sum tá vardi hálvt-
triðja døgn.
Komnir til Havnar vórðu
vit møttir av einum sivil-
klæddum manni, ið koyrdi
okkum niðan í Mjørkadal.
Næsta vórðu vit kallaðir
inn til ovastan, og vit vænt-
aðu eina vanliga móttøku,
men tað skuldi vísa seg, at
tað var ein stórur feilur at
ferðast í hermannabúna.
Ovastin var í øðini, og hann
spurdi okkum, um vit vóru
úti eftir at byrja 3. veraldar-
bardaga ella eitt nýtt klaks-
víksstríð.
Hetta segði Georg bein-
anvegin nakað um viður-
skiftini í Føroyum. Her
vóru danskir hermenn ikki
nøkur dreymasjón fyri í øll-
um førum ein part av før-
oyska fólkinum.
Hetta var í august í 1964
– tvey ár eftir, at støðin í
Mjørkadali var byrjað at
virka, og eitt gott ár eftir, at
Georg byrjaði í danska
herinum sum værnepligtig.
Georg var 21 ára gamal, tá
fyri fyrstu ferð kom til Før-
oya.
Georg var nú partur av
einari so gott sum nýggjari
radarstøð í einum – fyri
honum – meststum ókend-
um landi, har stór mótstøðu
var móti støðini. À hesari
strategiskt plaseraði støðini
skuldi Georg halda til ein
fittan part av sínari drúgvu
tíð í danska flogvápninum.
Í 1964 var nógv øðrvísi
enn tað er nú. Oyggjaveg-
urin, sum var einasta rætti-
liga flutningsleið til støðina
í Mjørkadali, var ikki í ser-
liga góðum standi, og var
hann eisini í tveimum pett-
um, so ferðast mátti til
gongu, um tú eitt nú skuldi
við flogarinum úr Havn.
Alt fólkið, ið starvaðist í
Mjørkadali, var frá danska
flogvápninum. Uppgávan
hjá teimum hevur allatíðina
verið tann sama – at hava
eftirlit við flogførum í før-
oyskum loftrúmi. Støðin er
partur av NATO, og á støð-
ini verður fráboðan bein-
leiðis til Onglands. Í Kalda
krígnum var støðin týdn-
ingarmikil fyri at halda
eyga við fíggindaflogførun-
um hjá Sovjet. Støðin hevur
kortini ongantíð havt annað
til uppgávu enn at fylgja
við og boða frá. Okkurt
samskifti kunnu teir hava
við flogfør í sambandi við
skeivar plaseringar ella
neyðstøður, men hetta í ein
rættiliga lítlan mun.
Tá var tað upp á tað
mesta arbeiddu 160 fólk á
støðini í Mjørkdali. Ein stór
útskifting var eisini í mann-
ingini. Í nógv ár komu fólk
at gera herskyldu í Føroy-
um. Hesir høvdu ikki allir
so góðan hug at vera í Før-
oyum, og teir vóru verri
enn so allir millum guds
bestu
børn,
og
fleiri
strongdu við beistagerðum
og øðrum um sambandi
millum mjørkdalsmenn og
føroyska fólkið.
Teir (tað vóru næstan
bara menn) flestu búðu í
Mjørkadali,
men
yvir-
menninir høvdu loyvi til at
búseta seg aðrastaðni.
Sjálvur flutti Georg í
1964 saman við øðrum til
Kollafjarðar
at
búgva.
Hetta var næstan av tilvild,
tá hann ein dagin frætti um
at hús stóð tøkt. Seinni
flutti hann til Havnar at
búgva.
Hugburðurin móti teim-
um fremmandu í Mjørka-
dali gjørdist betri við tíðini.
Tó royndu mjørkadalsmenn
altíð at traðka varliga og
ikki ganga í búnum millum
manna.
Í fyrstu atløgu gjørdist
steðgurin hjá Georg smá
fýra ár. Hann fór úr Føroy-
um í mars 1968, og hann
endaði, eftir stuttum steðg,
á einari radarstøð á Born-
holm.
Tað er ikki fyrr enn hin
15. desember 1990, at
Georg vendi aftur til Før-
oya
í
tænastuørindum.
Hesaferð við einari dóttur.
Hann treivst væl á Borg-
undarhólmi, men hugurin
Georg S. Pedersen verður trýss ár í næstum, og hetta merkir, at
hann fer frá sum tænastumaður í danska flogvápninum. Í alt
hevur steðgurin í Føroyum verið smá sekstan ár
Í
desember fer Georg Sylvest
frá vegna aldur í danska flogvápni-
num. Ein stóran part av sínum næstum
40 árum í herinum hevur hann verið í
Mjørkadali, har hann hevur upplivað
føroyska samfelagið uppá gott og
ónt
C
M
Y
K
17
16