mikudagur 30. oktober 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 208 - 30. oktober 2002
Nr. 208 - 30. oktober 2002
19
Røða hildin í Norður-
landahúsinum
fríggjadagin 25.
oktober 2002
Jóan Pauli Joensen
Tað er mær ein stórur heið-
ur at verða biðin at halda
røðu í sambandi við, at
Føroya Fróðskaparfelag nú
17. desember verður fimti
ár.
Eg var so heppin at vera
millum teir studentar, sum
sumrini 1967 og 68 savna
inn lutir og frásagnir av
manna munni ymsastaðni í
Føroyum fyri Innsavning-
arnevnd Fróðskaparsetur-
sins. Hetta kom eisini at
hava stóra ávirkan á mína
egnu lívsleið og á lívsstarv
mítt.
Hetta var sama ár, sum
nýggju seturshúsini, har
Føroyamálsdeildin
nú
einsamøll heldur til, vórðu
tikin í nýtslu. Satt at siga,
hevði eg tá ikki rættiliga
skil á, hvat var Fróðskapar-
setur, Fornminnissavn ella
Fróðskaparfelag. Alt var
blandað saman hjá mær,
sum hjá mongum øðrum.
At Føroya Fróðskaparfelag
var tað samlandi, kom eg at
ásanna seinni
Í søguni hjá einum landi
eru ymiskar hendingar,
sum skara framúr. Jóla-
fundurin var ein, men tað,
at vit fingu eitt fróðskapar-
setur í 1965, var eisini ein
av varðunum í tjóðskapar-
ligu
menning
okkara.
Henda menning, ið byrjaði
fyri aldarskiftið, skapti
fyrst eina tjóðskaparliga
mentan. Næsta og trjðja
ættarliðið fóru eitt stig
longri við at skapa føroysk
vísindi og eitt føroyskt
vísindaligt umhvørvi.
Hetta vóru eisini tankar,
sum lógu til grund fyri
byggingini av bókasavns-
húsunum í 1932, og sum nú
hýsa rektara og fyrisiting
Fróðskaparseturs Føroya.
Eini hús, sum í eitt manna-
minni kom at verða ein
mentanarmiðdepul í Føroy-
um og í dag eru sera væl
egnaði til at mynda Fróð-
skaparsetrið sum stovn.
Eini vøkur hús.
Tað, at nógvir føroyskir
ungir akademikarar og stu-
dentar vóru avbyrgdir frá
Føroyum øll krígsárini,
styrkti sambandi teirra
millum og gjørdi tað, at teir
meira miðvíst fóru undir at
skapa eitt vísindaligt um-
hvørvi í Føroyum, tá teir
komu heimaftur. Hetta skal
eisini síggjast í tí høpi, at
Føroyar undir krígnum
høvdu sítt egna bráðfengis
stýrislag og at tað í stórum
parti av fólkinum var eitt
ynski um at stýra sær
sjálvum. Føroyingar høvdu
fingið eitt størri medvit um
seg sjálvan, uttan mun til
hvørja politiska fatan teir
annars høvdu.
Tað vóru tí eisini í Før-
oyum fólk, sum dugdu at
síggja virði í vísindum og
gransking. Hans Andrias og
konan Petra høvdu leingi
sýnt vísindum og gransk-
ingararbeiði stóran ans,
kanska serliga siðsøgu og
fornfrøði. Tey áttu Sloans
Hús, og seldu tey fyri at fáa
pening til eini savnshús.
Tey savnaði eisini saman
annan pening til endamálið.
Í 1951 komu húsini úr
Noreg, men umstøður vóru
ikki til at fáa tey reist fyrr
enn árið eftir í sambandi
við tað stóru Landsfram-
sýningina, sum Stig Ras-
mussen skipaði fyri. Í
myndingin var tvey tjøldur
í flugu upp.
Í Neystinum ella Báta-
høllini komu Fornminnis-
savnið, Náttúrugripasavni
og Føroya Fróðskaparfelag
at halda til. Tað fyrstu
tíðina helt Fróðskaparsetur
Føroya eisini til á loftinum.
Hesi hús høvdu skapað
eina vón, og tað var við
vissuni um eitt tøkt ar-
beiðshøli í minnisstovu
Hans Andrias Djurhuus, at
teir báðir Jóannes Rasmus-
sen og Hans Debes Joensen
eitt óveðurskvøld í fyrra
helmingi av desember í
1952 skrivaðu uppskot til
lógir Føroya Fróðskapar-
felags. Takpláturnar flugu
um høvdið á Jóannes, tá
hann á sín eyðkenda kvik-
liga hátt gekk ímillum heim
sítt og landslæknahúsini í
Sigmundargøtu, har teir
skrivaðu lógirnar.
Teir høvdu longu skipað
so fyri, at teir høvdu fingið
eitt lið av monnum at skriva
greinir í bók, ið skuldi
koma
at
verða
fyrsta
nummar av Fróðskaparrit-
um. Hesir greinskrivandi
menn, tað vóru bert menn,
gjørdist fyrstu limir í tí
felag, sum varð stovnað 17.
desember 1952.
Ilt er at vita, hvat teir
hava hugsað hesir mennin-
ir, nú teir leitaðu út á
Debesartøð stutt fyri jól.
Bókasavnshúsini hava dag-
að upp niðanfyri og oman
fyri lá henda lága nýggja
norska barakkin, har nøkur
rúm vóru innrætta í norðara
enda. Annars var einki har
umleið uttan trøðin rund-
anum húsini. Teir koma har
í
desembermyrktinum:
gamli háskúlamaðurin og
botanikarin Rasmus Ras-
mussen alias Regin í Líð,
sum skrivaði fyrstu før-
oysku skaldsøguna, sum nú
eisini heil doktararitgerð er
komin burturúr, landbún-
aðarrágevarin Hans Jacob
Jacobsen, ið hevði skrivað
grein um eplaálin, alias
skaldið Heðin Brú, ið hevði
tað gamla bóndasamfelagið
undir húðini og dugdi so
væl at lýsa samfelagsbroyt-
ingarnar í føroyska samfe-
lagnum. Karsten Hoydal,
fiskivinnufrøðingur, eisini
hann eitt stórt skald og
seinni eisini politikari. Axel
Poulsen kommunulækni, ið
kannaði tuberklar kemur
eisini niðan eftir trøðni.
Gamli Eiðislæknin R. K.
Rasmussen, ið var vorðin
viðagitin av tí sum hann
hevði funnið fram um hav-
hestasjúkuna, hevur eisini
leitað sær út í Bátahøllina .
Christian Matras hevði
ikki høvi at koma úr
Keypmannahavn og helst
hevur
Niels
à
Botni,
fuglafrøðingur, sum eisini
hevði skrivað í ritið givið
avboð. Teir tríggir H.D.
Joensen, Jóannes Rasmus-
sen Sverri Dahl eru helst
komnir fram í góðari tíð,
hava gjørt fundarhølið klárt
og lagt fyrsta nummar av
Fróðskaparritum
við
tí
hátíðarliga eftirnavninum
Annales
Societatis
Scientiarum
Færoensis
fram á borðið.
Har sita teir nú og smá-
práta í teirri nýinnrættaðu
minnisstovuni
Hans
Andriasar Djurhuus og bíða
til fundurin verður settur.
Fundurin gekk skjótt og
væl.
Eitt felag var stovnað
sum hevði til endamáls at
samstarva um vísindaligt
virksemi, at geva út Fróð-
skaparit á føroyskum máli,
at fáa til vega vísindaligar
bókmentir og at leggja
støði undir ein komandi
lærdómsstovn í Føroyum
Nevndin
skipaði
seg
sama kvøld á stovnandi
aðalfundinum við Hans
Debes
Joensen,
lands-
lækna, sum formanni, Jó-
annes Rasmussen, jarðfrøð-
ingi sum næstformanni og
Sverra Dahl, landsanti-
kvari, sum kassameistara.
Teir myndaðu nevnd fe-
lagsins øll árini líka til
1977, tá teir á sama aðal-
fundi løgdu frá sær í senn.
Tá var eg limur í felag-
num, og tað kom satt at siga
sum eitt sjokk fyri meg, at
eg á aðalfundinum varð
valdur ikki bert í nevnd
felagsins saman við Høgna
Debes Joensen og Johan
Hendrik W. Poulsen, men
eisini saman við Hans
Jacob Joensen og Johan
Djurhuus sum umboð fe-
lagsins í setursráðnum.
Á fyrsta fundi vóru tað
bert menn, men seinni eru
eisini komin fleiri konufólk
í felagi. Bæði føroyingar og
útlendingar kunnu verða
limir í felagnum. Í mong ár
var ein treyt fyri limaskapi,
at tú skuldi hava skrivað
grein í ritið ella hava givið
út ritgerð í røðini Supple-
menta fyri at verða limur í
felagnum. Tað var bókin
Færøske sluppfiskere, sum
veitti mær limaskap í felag-
num í 1975. Síðani 1992,
minnist meg rætt, er felagið
vorðið meira demokratiskt
og fleiri fólkum stendur í
boði limaskap. Tað er ikki
neyðugt at skriva grein fyri
at verða limur, men sjálv-
andi eigur tað at verða ein
moralsk skylda eisini at
skriva í ritið.
Umframt at fáa Fróð-
skaparrit út á hvørjum ári,
so tók felagið sær eisini av
bókabýti og útvegaði hópin
av bókum í býti fyri Fróð-
skaparrit og tær bøkur, sum
komu út í røðini supple-
manta. Eisini var Málstovn-
ur Føroya Fróðskaparfelags
settur á stovn í 1958 og við
honum var skaptur ein
karmur um tað orðasavn,
sum sum kom á Føroya-
málsdeildini, tá setrið varð
stovnað. Málstovnur Før-
oya Fróðskaparfelags gav
eisini út 2. útgávu av orða-
bókina hjá M.A. Jacobsen
og Chr. Matras 1961. Um-
framt Fróðskaparrit var
avgjørt eisini at geva út eitt
meira populert rit um vís-
undi. Fyrsta blað av Frøði
kom út í 1992.
Hvussu stórt bókaút-
gávuvirksemi
felagsins
hevur verið sæst best av
frammsýning
felagsins
uppi í forhøllini her í Norð-
urlandahúsinum.
Fróðskaparfelagið skip-
aði fyri undirvísing á hægri
stigi í føroyskum máli og
bókmentum og í náttúru-
søgu árini 1962 og 63.
Hetta vóru tey fyrstu lær-
araskeiðini. Læraraskeiðini
komu seinni at verða ein
týðandi táttur í virksemi
setursins. Tað var sera
harmiligt, at tey vóru flutt
frá setrinum til Landsskúla-
fyrisitingina. Felagið hevur
verið sum ein kykna, sum
hevði allar møguligar íløg-
ur í sær.
Tað eydnaðist felagnum
at fáa lærdómsstovnin í
1965, tá Fróðskaparsetur
Føroya varð sett á stovn.
Ætlanin var upprunaliga, at
setrið skuldi verða stýrt av
av nevnd við landsstýris-
manninum,
sum
setrið
hoyrdi undir, skrivstovu-
Ein varði í tjóðskaparligu
menningini
Jóan Pauli Joensen, professari og limur í Føroya Fróðskaparfelagi, helt á hátíðarhaldinum fyri 50 ára stovningardagin hjá
felagnum røðu, har hann hugleiddi eitt sindur um søguna hjá felagnum og um týdningin, felagið hevur havt á føroyska
samfelagið.
stjóranum í landstýrinum
og hinir tríggir skuldu velj-
ast av Fróðskaparfelagnum.
Við hesum hevði leiðslan
verðið effektiv, men tað
hevði helst ikki verið í tráð
við tær leiðslu hugsjónir,
sum vit hava í dag.
So kom heldur ikki at
verða. Tað endaði við, at
felagið kom at verða stýrt
av tveimum fastum limum,
rektaranum fyri studenta-
skúlan í Hoydølum og
landsbókavørðinum,
og
trimum limum valdum av
Føroya Fróðskaparfelag.
Setrið kom at taka nógva
orku hjá Hans Debes
Joensen og Jóannes Ras-
mussen, tí báðir sótu teir
eisini í setursráðnum. Tað
var soleiðis, at teir eisini
máttu stríðast fyri at fáa
fígging til bygging av
seturshúsunum uttan at
landskassin lat eitt oyra í
fyrstu syftu. Tað eydnaðist
teimum eisini hesi húsini
eru enn ein sjálvsognar-
partur av setrinum.
Fróðskaparfelagið
gav
landinum nógva sjálvbodna
arbeiðsmegi, bæði í sam-
bandi við útvegan av pen-
ingi til bygging, útvegan av
vísindaligum bókmentum,
men eisini tí arbeiði hjá
limum felagsins í seturs-
ráðnum var ólønt. Tað eru
tey, sum halda, at tað ikki
bar til at flyta annan fótin
fyrr enn hin stóð tryggur,
kanska var í so varið og var
ein forðing fyri, at landið
tók ábyrgd av vísindi og
gransking. Lat tað fara.
Fróðskaparfelagsfólkini
fingu reist tey fyrstu setur-
húsini í 1967.
Eg hevði tann heiður at
sita í setursráðnum eisini
undir le ancienne regime,
sum tey, ið vóru í starvi á
setrinum,
ikki
dámdu
nakað serligt. Tað var eitt
reint eksternt stýri, men so
við og við komu limir
felagsins at verða valdir
millum lærarar á setrinum,
so tað blíðkaði setursfólkini
eitt sindur.
Við gomlu skipan var eitt
rættiliga beinleiðis sam-
starv við landsstýrið. Fe-
lagið valdi skrivstovustjór-
an Johan Djurhuus til lim í
ráðnum
og
landstýris-
maðurin var vanliga á
setursráðsfundi. Hann var
sostatt væl kunnaður um
tað, sum fór fram. Nú er
ofta langt til landstýris-
mannin.
Eg minnist, at Johan
Djurhuus einaferð skrivaði
eina umsókn til landsstýrið
sum formaður seturráðsins
og seinni fekk setrið bræv
frá landsstýrinum, har tað
var sagt, at landsstýrið ikki
kundi ganga umsóknini á
møti á hesum sinni. Hetta
bræv var eisini undir-
skrivað av Johan Djurhuus.
Tá høvdu menn fleiri hattar
og eina ódýra umsiting.
Hetta var alt broytt við
seturslógini frá 1987. Tá
var setrið loyst frá felag-
num og kom at stýra sær
sjálvum eins og onnur
universitet, men nú við
Mentamálaráðnum oman-
yvir sær.
Tað hevur verið eitt gott
samband millum setrið og
felagið. Føroya Fróðskap-
arfelag hevur verið forlag
hjá setrinum og samstarvs-
partnari í sambandi við
bókaútgávur og fyrilestrar-
røðir.
Felagið hevur fullgjørt
tað endamál, sum tað setti
sær í 1952 — tað bæði væl
og virðiliga. Tað er eisini so
nógv annað virðiligt og
tignarligt, sum er komið at
hanga uppi í felagnum. Eitt
nú Grunnur Kristjáns à
Brekkumørk
sum
var
stovnaður
í
1982
við
Ossian-heiðurslønini sum
grundfæi. Í hesum sam-
bandi ber tað til at bjóða
einum kønum vísindafólki
til Føroya at halda fyri-
lestur eins og grunnurin
letur heiðursgávu til eitt
fólk, sum hevur verið før-
oyska málinum til frama. Í
gjárkvøldi (hósdagin, red.)
hevði Anne-Kari Skarð-
hamar doktari fyrilestur um
lyrikkin
hjá
Christiani
Matras og Ingrið Sondum
fekk handað sømdargávu úr
Grunni Kristjáns á Brekku-
mørk, sum tann fyrsta
kvinnan.
Eisini vil eg minna á, at
felagið velir tvey umboð í
Vísindagrunni
Føroya
Sparikassa. Ein grunnur,
sum hevur havt sína góðu
ávirkan á føroyska gransk-
ing á øllum økjum.
At
røkja
sambandi
limana millum hevur verið
tað, sum felagið kanska
hevur gjørt minst burturúr.
Limirnar hava fingið Fróð-
skaparrit og í sambandi við
aðalfundin hevur vanliga
verið eitt hugnaligt borð-
hald. Marner Simonsen
segði mær einaferð, at
felagið ikki fór so harðliga
fram við veitslunum ta
fyrstu tíðina. Kanska var
tað tí, at felagið var so ungt,
at teir mestsum hildu
barnaføðingardag við lag-
køku og kakao, men seinni
kom meira lív í veitslurnar,
ikki minst doktaraveitsl-
urnar, sum kundu bera
nógv skemtiligt í sær, tá
lagið kom at verða serliga
gott.
Tað var í mong ár sið-
venja, at felagið helt veitslu
fyri teimum, sum vunnu
sær doktaraheitið, men
hetta
helt
uppat
fyri
nøkrum árum síðani.
Men borðhaldið eftir
aðalfundin hevur verið
avbera gott, alt tað eg
minnist, ikki minst síðani
Hjalti í Jákupsstovu kom
við tí nýggja frálíka sið-
inum at borðreiða við
stoktum rivum og kókaðum
eplum eftir aðalfundin.
Teir eldru limirnir settu
altíð við nærveru síni ein
hátíðarligan dám á felagið
veitslukvøldini og vanliga
vóru mangar góðar røður
hildnar. Eg vil ongan nevna
fyri ongan at gloyma, men
eg eri fegin um at hava havt
høvið at verið saman við
øllum hesum fólkum, fleiri
av teimum eru ikki okkara
millum longur.
Teir tríggir Hanus, Mús
og Sverri vóru sera ólíkir.
Hanus var ein samansett
persónsmenska,
ein
fanatikari, ein íbirtari og
eitt ótrúligt arbeiðsjarn. Tá
hann varð liðugur við borg-
arliga starv sítt setti hann
seg, ofta eisini sunnu-
morgnar
í
Hans
Andreassarstovu at arbeiða
við málsligum og øðrum
spurningum, sum høvdu
hansara áhuga. Mús var
rationalisturin, funktional-
isturin og kanska eisini
minimalisturin, grein ella
fyrilestur frá hansara hond
var ikki eitt orð longur enn
neyðugt.
Hann
skuldi
einaferð halda ein fyrilestur
í eini røð um Føroyar, men
hann boðaði frá, at fyri-
lesturin ikki var longur enn
hálvan tíma. Roynt var at
fáa hann at toyggja evnið til
ein tíma, men tað var vón-
leyst. Onkur annar mátti
finnast til at tosa hina
helvtina av tíðini.
Jóannes gekk eitt sindur
hart á meg um Fróðskapar-
rit, beint tá eg var komin í
felagsnevndina.
Hann
hevði givið mær ein lítlan
seðil við nøvnum og titlum
á møguligum greinum. Eg
minnist ikki, hvat tað var,
men hann hevði sagt okkurt
við meg, so eg varð í øðini
og loysti av. Aftaná var eg
púra fyri ongum. Tað vildi
so til, at eg sama dag um
døgurðatíð rendi meg beint
í Jóannes. Hann steðgaði á.
Eg var heitur um oyruni og
keddur av, at eg ikki hevði
stýrt mær. Men hann stóð
har og smíltist: Nú gamli,
tað er krút í tær. Tað hevði
eg ikki væntað. Eftir henda
dag vóru vit bestu vinir.
Sverri var bæði av út-
sjónd
og
sinni
meira
dionysiskur og sangvinsk-
ur, men eisini tykkin og
takksamur fyri hvørt posi-
tivt orð. Einaferð eg hevði
lisið okkurt, sum hann
hevði skrivað um føroyska
árabátin, legði eg ein seðil
til hansara og skrivaði posi-
tivt um greinina. Nakrar
dagar seinni kom Sverri inn
á skrivstovu mína, tárini
trillaðu niður eftir kjálk-
unum, så fegin var hann um
hetta lítla positiva, eg hevði
skrivað um hann.
Ein dag kom hann inn á
skrivstovu mína og segði
avgjørdur. Vit fara í føð-
ingardag hjá Heðin Brú. Tú
koyrir. Heðin Brú var blíður
og tíður og Sverri bað meg
koyra runt í býnum við sær.
Veðrið var gott, og hann lá
hálvur út gjøgnum rútin ogi
rópti dudderidud ella hvat
tað, eg minnist ikki heilt
fonetikkina, eftir øllum
vøkrum konufólkum, sum
vit komu framvið. Hetta
høvdu Hanus og Músin tó
neyvan gjørt.
Tað er ein maður sum eg
ikki nevni fyrr enn nú. Tað
var Christian Matras. Hann
var ikki tann, sum hevði so
nógv við tað praktiska at
gera, men hann var mest-
sum ein andaligur faðir ella
ein profetur aftanfyri. Ein
friðarligur karismatiskur
maður, sum ikki gjørdi
nógv burturúr sær sjálvum.
Eg minnist fleiri ferðir at
hava hoyrt hann sagt,
hvussu fegin hann var um,
at Hanus og Músin høvdi
fingið hann heim til Før-
oya. Ein stak fittur maður,
Christian, og tað var koma
hansara Marianna eisini.
Blíð og fjálg fólk.
Føroysk gransking og
føroysk vísindi hevur ment
seg nógv síðani 17. de-
sember 1952. Tað er bæði
galdandi fyri setrið og fyri
hinar granskingarstovnar-
nar. Tað hevur eydnast eitt
nú Hjalta í Jákupsstovu at
kyrra hópin av toppkvali-
fiseraðum vísindafólkum at
sær, sum í starvi sínum
hava vunnið sær doktara-
heiti og sum standa á odda
fyri altjóða gransking á
ávísum økjum. Tað sama
kann sigast um søvnini. Tað
er hent og hendir alsamt
nógv. Eg vóni, at teir, sum
ráða, gáa eftir øllum tí
framburði, sum er hendir,
hóast málið ikki er rokkið
enn, tí heimurin rundanum
okkum krevur alsamt størri
og størri fróðskap.
Tað sáðið, sum felagi
hevur sáðað, hevur havt
góðar ílegur og borið góðan
ávøkstur á mestum øllum
økjum. Tað er at frøðast
um. Tað er enn brúk fyri
felagnum. Tað eigur sítt
fasta pláss í føroyska vís-
indaumhvørvinum.
Tað er so nógv annað og
nógv gott, ið eg kundi sagt
um øll tey frálíku fólkini,
sum hava lagt arbeiðsorku í
felagið hesi mongu árini
síðani 1977, tá teir gomlu
løgdu frá sær. Formonnum,
nevndarlimum, ritstjórum,
rithøvundum og so fram-
vegis. Hesi fólk eiga so
sanniliga sín stóra part í tí,
sum er hent í tí føroyska
granskingarumhvørvinum.
Tey hava øll meira ella
minni gjørt vart við seg í
føroyska
samfelagnum.
Kanska eru øll ikki samd í
tí, sum tey hava borið fram
ella tí, tey standa fyri, men
tað ger einki. Tað er gott
við fjølbroyttum tankavirk-
semi í einum samfelag.
Hesi eiga øll stóra tøkk
uppiborna, tí teirra arbeiði
liggur ikki eftir. Verk teirra
tala fyri seg. Skuldi eg
nevnt tey øll og teirra avrik,
so varð eg ikki liðugur í
dag. Tey verða eisini um-
rødd í 50 ára minningar-
ritinum, sum felagið gevur
út í hesum døgum.
Takk fyri tann heiður,
sum mær er sýndur við at
sleppa at halda røðu henda
dag. Eg vil ynskja for-
manninum Dánjal Peturi
Højgaard og ikki minst
skrivara felagsins, Maud
Heinesen, hjartaliga til
lukku við teimum fimmti
árunum og alt tað besta í
árunum, sum koma.
“Eg var so heppin at vera millum teir studentar, sum sumrini 1967 og 68 savna inn lutir og frásagnir av manna munni ymsastaðni í Føroyum fyri Innsavningarnevnd Fróðskaparsetursins. Hetta
kom eisini at hava stóra ávirkan á mína egnu lívsleið og á lívsstarv mítt.
Hetta var sama ár, sum nýggju seturshúsini, har Føroyamálsdeildin nú einsamøll heldur til, vórðu tikin í nýtslu. Satt at siga, hevði eg tá ikki rættiliga skil á, hvat var Fróðskaparsetur,
Fornminnissavn ella Fróðskaparfelag. Alt var blandað saman hjá mær, sum hjá mongum øðrum. At Føroya Fróðskaparfelag var tað samlandi, kom eg at ásanna seinni”
C
M
Y
K
19
18