Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. oktober 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 208 - 30. oktober 2002 21 Fremsti føroyski sýnisgluggin betri enn nógvir aðrir KÍ málverjin livir í somu vón sum so nógvir aðrir um, at tað skal eydnast at fáa góðan yrkissáttmála uttanlands, men hann heldur ikki, at fyri- treytirnar gerast bet- ur av at fara til danskt felag í lægru deildun- um, heldur enn at vera í føroysku 1. deildini YRKISFÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Fríggjadagin kom KÍ mál- verjin, Meinhardt Joensen, aftur av ferð í Danmark. Har hevði hann royndar- vant í eina viku við Rand- ers Freja, sum telist ímill- um tey fremstu í næstbestu deildini, og sum hevur Atla Gregersen ímillum spælar- arnar, sum stríðast fyri at vera á besta liðnum. Meinhardt Joensen hevur verið fyrsta valið millum stólparnar á besta KÍ lið- num tey bæði seinastu ár- ini. Hann hevur lagt nógva orku í venjingina, og hóast hann sjálvur er fyrstur til at ásanna, at hann framvegis hevur nógv eftir at læra, so hevur menningin verið stór. – Eg var við landsliðnum á Kypros í vetur, og eg fekk boð at venja saman við teimum, tá Liktinstein var í Føroyum í august, og tað ikki bar Jákupi Mikkelsen til at vera við til allar venj- ingarnar. Tað gevur blóð á tonna. Eg haldi ikki, at eg eigi rætt til landsliðspláss í løtuni. Men tað ræður um at vera klárur, um møgu- leikin verður. Málverju- plássini eru fá at kappast um, men tað hevur sam- stundis við sær, at gloppið verður so mikið nógv størri, tá ein fellur frá, um tað so er orsaka av leik- banni ella skaða, sigur KÍ málverjin, sum hevur eina serliga frágreiðing, tá vit halda fyri, at hann leikliga tóktist mennast nógv hetta kappingarárið: – Eg havi í ár havt møgu- leikar at læra sera nógv av Jens Martini Knudsen. Á arbeiðsplássinum var arb- eiðsgongdin tann, at mað- urin, sum arbeiddi leygar- dag hevði frí ein part av mánadegnum aftaná. Tað bar møguleikan við sær, at eg kundi fara út til Runa- víkar, har Jens Martin og eg vandu. Tað er klárt, at ein ungur og óroyndur maður, sum eg eri, tá ið sammett verður við Jens Martin, havi góðar møguleikar at læra nógv av honum. Dreymurin Tá ið vit spyrja KÍ málverj- an, um hann ætlar sær at gerast yrkisspælari uttan- lands, so heldur hann bæði beinini á jørðini: – Eg rokni við, at teir flestu, sum spæla fótbólt, hava eina ella aðra vón um, at tað skal eydnast at sleppa upp í part úti í heiminum, og at tað skal bera til at liva av frítíðarítrivinum. Men eg haldi eisini, at nógva tosið og skrivingin um henda møguleika seinastu árini hava gjørt, at teir flestu eru greiðir yvir, at tað skal leggast nógv fyri, og at hepnið eisini skal til. Men tú hevur verið uttan- lands og royndarvant? – Eg var í Randers í eina viku. Søgan er tann, at eg í summar ivaðist í at fara í handilsskúla í Randers. Tá fregnaðist eg um møguleik- arnar at spæla fótbólt. Eg slerdi av at fara niður, men møguleikin er framvegis opin, og nú tók eg sjálvur stig til at fara til Randers Freja. Kim Poulsen, sum áður hevur vant Viborg, er venjari, og tað var spenn- andi at venja saman við teimum. Teir hava ein góð- an fyrsta málverja, og eg hevði ikki roknað við, at eg í fyrstu atløgu hevði havt møguleika til annað enn pláss á beinkinum og at spæla á næstbesta liðnum. Venjarin helt eisini, at tað valdast um, hvat teir ætla. Felagið er tvær ferðir farið á húsagang. Um teir vilja eina bíliga loysn, so hevði eg verið ein møguleiki, men um teir enn eina ferð ætla at satsa, so kann tað hugast, at teir velja ein eldri og meiri royndan málverja, sigur Meinhardt Joensen. Viðurskiftini í Randers tala eru eitt sindur ótrygg. Venjarin, Kim Poulsen, fer úr starvinum á nýggjári- num. Hann skal vera U–18 venjari í Singapore. Fleiri møguleikar hava verið nevndir sum nýggir venjar- ar, eitt nú Lars Olsen, fyrr- verandi danski landsliðs- spælarin og liðformaðurin, sum er ein av venjarunum í Brøndby. Men einki er av- gjørt. Tað vil siga, at tú hevur ikki so stórar dreymar kort- ini? – Dreymurin um at spæla uttanlands er har. Men eg haldi ikki, at fyritreytirnar at sleppa víðari betrast av at spæla í næstbestu donsku deildini heldur enn at spæla í 1. deild í Føroyum. Áhug- in fyri liðunum, sum eru við í kappingini um FM og sum taka lut í Europa Cup er ivaleyst størri, enn hann er fyri liðunum í lægru deildunum í Danmark, og spurningurin er, um munur- in í støðinum er so stórur. Eftir at hava verið í Rand- ers haldi eg, at vit eiga spælarar, sum eru eins góð- ir og kanska betri, enn nógvir av teirra eru. Teir standa seg kanska betri, tí teir spæla fótbólt ein størri part av árinum, enn vit gera í Føroyum. Veruleikin Í KÍ er framvegis ógreitt, hvør verður venjari næsta kappingarár. Tað hevur ljóðað at onkrar lokalar loysnir hava verið upp á tal. Vit skilja á lagnum, at leiðslan í felagnum fram- vegis arbeiðir við at finna aðrar loysnir, men tað er kanska ikki so lætt nú, tá ið tað er so langt útliðið. Tað er heldur ikki greitt, hvørjir spælarar verða á lið- num. Tað hevur ljóðað, at fleiri hava fingið góð tilboð aðra staðni frá, og tí valdar eitt sindur av óvissu. – Eg havi ikki gjørt nakra avtalu. Mær hevði dámt væl at hildið fram í KÍ. Men samstundis vita bæði eg og aðrir, at pengar eru í føroyskum fótbólti, og so er einki at siga til, at man vil hava lut í køkuni. Men tað er hugaligt at spæla við KÍ, tá tað gongst væl. Áskoðar- arnir eru sera áhugaðir. At hálvt hundrað vóru við í Vági, sjálvt um vit so at siga høvdu mist FM møgu- leikan er bara fantastiskt. Eg vóni, at KÍ fær sáttmál- arnar upp á pláss, og at vit við góðum venjara, sum megnar at geva íblástur, kunnu vera væl við í kapp- ingini. Men einki kemur av sær sjálvum. Tað er eingin loyna, at fleiri eru eftir lyklaspælarunum hjá KÍ, so nú fáa vit at síggja, endar KÍ málverjin, Meinhardt Joensen, sum – uttan mun til hvar hann fer at spæla – er sinnaður at leggja nógv fyri í royndini at røkka hægri. FM kappingin fyri lið Farið verður nú undir liðkappingina í bridge BRIDGE Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen FM liðkappingin hevur tey seinastu árini koyrt við tveimum deildum, har seks lið árið fyri hava kvalifiser- að seg at leika í 1. deild og frí tilmelding hevur verið í 2.deild. 1. deild Liðini í 1. deild eru hesi: Junior Buss Taxa Allan Dal-Christiansen Símin Lassaberg Carl Mikkelsen Jóna Grunnveit Jórun Johannesen Junior Buss Taxa við Boga Simonsen sum liðfor- manni vóru føroyameistar- ar í fjør og mugu teljast við millum favorittarnar í ár. Leikararnir á liðnum eru teir somu sum í fjør, um- framt Boga eru á liðnum eisini Rói á Rógvu Joensen, Hans Jacob Petersen og Arnbjørn Sivertsen, allir landsliðsveteranar frá EM í Italia í summar. Liðið hjá Allan Dal- Christiansen var føroya- meistari í fyrraárið og telj- ast teir avgjørt eisini millum favorittarnar at ger- ast føroyameistarar. Liðið er óbroytt: Allan Dal- Christiansen, Dánjal Pauli Mohr, Per Kallsberg, Jóannes Mouritsen og Heð- in Mouritsen. Eysturingar hava nógv ár liðið frammarlaga í bridge, men enn mangla teir at vinna FM fyri lið. Spurn- ingurin er bara, nær tað verður, teir hava vunnið hóp av øðrum kappingum so sum FM fyri feløg og steypakappingina. Teir, sum leika á liðnum í ár eru Símin Lassaberg, Magni Jøkladal, Árni Dam, Marn- er Joensen, Eyðun August- inussen og Robert Lang- gaard. Liðið hjá Carl Mikkelsen er endað á fjórða sæti nú nógv ár á rað. Við á liðnum hjá Carl leika eisini Egil Helmsdal, Atli Hansen, Jógvan Ranghamar, Marjun Restorff og Arnleyg Mikkelsen. Á liðnum hjá Jónu Grunnveit leika eisini Henriette Svenstrup, Niels Nielsen, Eyðun Jensen, Pól Jensen og Øssur Winther- eig. Liðið hjá Jórun Johanne- sen var eitt ár í 2.deild og flutti upp aftur í 1.deild í fjør. Við á liðnum hjá Jórun eru eisini Johannes Skaa- rup, Oddmar Danielsen og einar Ellingsgaard. 2. deild Freistin at melda lið til í 2.deild er úti týskvøldið 29. oktober. Tey, sum ætla at tekna lið til kappingina, skulu seta seg í samband við kappingarleiðaran í FBS, Marjun Restorff tel 26 22 20 ella 31 91 42. Seinast, vit frættu, høvdu 10 lið tekna seg til kapping- ina í 2. deild, og tá vóru bara tvey lið úr Havn kom- in á listan, tvey úr Klaks- vík, trý úr Eysturoy, eitt úr Vágum og eitt úr Suðuroy. Hetta, at feløgini á bygd eru uppafturstaðin, kunnu øll bridgeáhugaði í Føroy- um bara gleðast um, og nógv er, sum bendir á, at vit fáa eina áhugaverda, spenn- andi og ikki minst hugna- liga kapping í 2.deild í ár. Spæla í Klaksvík Tey fyrstu umførini í FM kappingini fyri lið verða spæld í Klaksvík komandi vikuskifti. Spælt verður í Sjómansskúlanum og byrj- að verður leygarmorgunin 2. november kl 10.00. Spælt verður eisini sunnu- dagin. Men eg haldi ikki, at fyritreytirnar at sleppa víðari betrast av at spæla í næstbestu donsku deildini heldur enn at spæla í 1. deild í Føroyum, sigur Meinhardt Joensen 21 Nr. 208 • mikudagur • 30. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyska talvlands- liðið telvaði javnt móti Sambia, sum hevur fingið frálík úrslit higartil í kapp- ingini TALV Jákup Sørensen Bled: Føroysku telvarnir vistu ikki rættiliga hvat teir skuldu væntað sær av telv- arunum úr Sambia, vanliga er afrikanskir telvarar ikki so sterkir, men sambisku leyvurnar hava rættiliga bit- ið frá sær í Bled. Teir báðir sambisku telv- ararnir á fremstu borðunum hava rættiliga gjørt hol í sjógvin í hesi OL kapping- ini. Í fyrsta umfarið hildu teir báðir javnt móti sterk- um stórmeistarum úr Bos- nia-Hersegovina og í øðr- um umfarið vístu teir at fyrra úrslitið ikki var av til- vild - teir endurtóku úrslitið móti Brasil, sum eisini hev- ur stórmeistarar á fremru borðunum. Dysturin hjá Sambia í øðrum umfari var einasta verðuliga sensatión higartil í kappingini, dyst- urin endaði við javnleiki 2-2. John vann Men John Rødgaard kláraði tað, sum hvørki bosniskir ella brasilskir stórmeistarar kláraðu, hann knógvaði Stanley Chumfwa (2252) og vístið føroysku leiðina fram í móti enn einum javnleiki. John Arni fekk remis á fyrsta borði móti al- tjóða meistaranum Amon Simotowe (2383) og eftir talvið var hann toluliga væl nøgdur við tað, men sum vanligasta viðmerkingin hjá telvarunum er eftir javnleik, - tað er stuttligari at vinna. Á fjóðra borði kom før- oyameistarin Hans Kristian Simonsen kom sær heilt tíðliga í talvinum í stórar trupulleikar og teir flestu av føroysku telvarunum vænt- aðu at lítið kom burturúr. Men við seiggi kom hann aftur í aftur og knógvaði einum javnleiki. Hjá Eyðuni Nolsøe gekk verri, hann stríddist manni- liga og seinastu 20 minutt- irnar var lítið at ivast í at tap var í hendi, men hann royndi til tað allarseinasta at venda gongdini, tíanverri til onga nyttu. Á eini leið Eftir dystin segði John Rødgaard at hetta á pappíri- num helst ikki var eitt so gott úrslit, men um hugsa verður um frálíku úrslitini hjá Sambia, so var tað á heilt góðari leið. Føroyar hava nú fimm stig fyri 3 dystir, sum helst er á eini leið, men tað er kortini ikki rættiliga so nógv, sum telvarnir høvdu ætlað sær. Gongst sum telv- ararnir ætlað so hava teir fingið helvtina av teimum møguliga stigunum, tá ið kappingin er liðug annan sunnudag. Dysturin í gjár var í móti Jameika, sum er styrkis- mett nummar 98. Føroyska liðið móti Jameika var mannað soleiðis: John Arni Nilssen, John Rødgaard, Heini Olsen og Martin Poulsen. Dysturin byrjaði klokkan 13.30. Javnleik móti afrikansku leyvunum Fagnaður forsetavalinum í Kalmykia FIDE forseting, Kirs- an Ilyumzhinov, er júst valdur forseti í Kalmykia TALV Jákup Sørensen Bled: Dagurin í gjár byrj- aði við, at allir telvarnir klappaðu fyri FIDE for- setanum Kirsan Ilyumzhinov. Kunngjørt var at hann hevði vunnið valið í gamla sovjetlýðveldinum Kalmykia. At kalla allir telvarir og onnur sum varða av talvi hava mestsum verið í andaleypi seinastu 14 dagarnar. Tey hava bíða alspent eftir forsetavalinum í Kalmykia, tí núverandi FIDE forsetin Kirsan Ilyumzhinov er eisini forseti í Kalmykia, eitt av mongu lýðveldunum sum vóru í gamla Sovjetsam- veldinum. Fyrra valumfarið í Kalmykia var fyri 14 døgum síðani og tá fekk Kirsan Ilyumzhinov bara 47% av atkvøðunum, so annað umfarð skuldi eisini vera. Kirsan Ilyumzhinov hevði annars boða frá, at um hann tapti valið í Kal- mykia, so stillaði hann ikki uppaftur til valið í FIDE á aðalfundinum 2. november og so hevði verið sperðil í, tí einki mótvalevni er. Umstríddur maður Tað kann tykjast undarligt at telvarar sýna slíkan áhuga fyri forsetavalinum í Kalmykia og hvør forseti verður í FIDE. Men her er talan um persónin Ilyum- zhinov, ti hann er sera gávumildur móti talvítrótt- ini, seinastu árini hevur hann latið fleiri enn 300 milliónir dollarar til telving um allan heim og serliga at sameina talv ítróttina aftur, eftir at Kasparov eina tíð hevur tikið seg burturúr FIDE felagsskapinum. Tal- an er ikki um FIDE pengar, men um pening, sum Ilyumzhinov hevur goldið sjálvur. Hvar hann hevur fingið allan hendan pening- in frá, spyr eingin telvari ella nakar annar um – hug- burðurin tykist vera at frægast er at vita um minst. Hóast hesa eftir okkara vanligu norðurlendsku hugsan heldur ivasamu framfer er eingin sum kann gera nakað við tað sann- roynd at meðan Ilyumzhin- ov hevur sitið við stýrisvøl- in hevur talvið gjørt stór framstig runt alllan heimin og nú letur til, at teir eisini sleppa við í altjóða olymp- isku nevndina IOC. Talv hevur verið framsýningar ítrótt á tveimum teimum seinastu olympisku leikun- um og hesaferð er olymp- iska nevndin umboða í Bled, og fyri fyrstu ferð verður kannað um telvarar eru dopaðir. Størsta bragdið hjá Ilyumzhinov mann helst vera at hann hevur fingið semju í lag millum felags- skapin hjá Garry Kasparov Mind Games og so altjóða talvsambandið soleiðis at í seinasta lagið í 2004 verður aftur ein heimsmeistari í talvi og bara ein. Í løtuni eru teir tveir. Kramnik er heimsmeistari hjá Kaspar- ov, men spyrt tú FIDE so er Ruslan Ponomariov heims- meistari. Men sambært ætl- anunum hjá Ilyumzhinov og FIDE verður slíkt ikki at vera eftir 2004, tá verður bara ein heimsmeistari. Tí var tað við stórum áhuga og við gleði at tey 1000 fólkini í Skoytuhøllini í Bled klappaðu fyri sigrinum hjá Ilyumzhinov, tí annars var vandi fyri at øll framgongd- in fór fyri bakkað. So kann tað gera tað sama, at peng- arnir sum hann kemur við, kanska eru ivasamir. Teir gera somu nyttuna tykjast telvarar halda. Allar stjørnur- nar telva Nú er tann seinasta av teimum stóru stjørnunum kom í stóri Íshøllina í Bled, har telvað verður. Talan er um Peter Leko úr Ungarn, sum komandi ár, skal telva í hálvfinaluni um heimsmeistaraheitið móti Garry Kasparov. Í teimum báðu fyrru umførunum hevur væl umtókta Judith Polgar sitið á fyrsta borðið hjá Ungarn. Um borðið hjá henni er altíð riðil av fólkið, tí tað er ikki á hvørkjum degi, at tú sært kvinnur stríðast við menn á jøvnum føti í ítrótti. Judith Polgar er heimsins besti kvinnuligi telvari. -js Væl verður fylgt við, tá heimsins sterkasti kvinnuligi telvari, ungverska Judith Polgar (í miðuni), situr við borðið Martin Poulsen skuldi vera partur av føroyska liðnum, sum beint eftir evstamark okkara skuldi í eldin móti Jameika C M Y K 20