týsdagur 24. september 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6 tíðindablaðið EN I | | ] Nr. 108 — 24. september 1985
Kristni og folkaskulin
Orkuloysnir
HVØRKI vanligi brukarin t.v.s.
håsarhaldini ella tey mongu virk-
ini kunnu vera orku fyriuttan. Tad
hevur eisini eydnast SEV at fram-
leida alla ta orku, sum tørvur er å.
Tað eru tó tey, sum halda, at
henda orka er vorðin alt ov dýr.
SEV svarar aftur og sigur, at tað
kostar at útbyggja orkunetið í
landi sum Føroyum og vil við hes-
um vísa á, at tað eru góðar
grundir fyri, at orkuprísurin er
tann, sum hann er.
NÚ eru virki farin at umhugsa
nýggjar og bíligar loysnir. Hetta
vilja tey so sjálvi vera við. Virkini
gera smærri ílggur í motorar o. |.
og »kvetta« so part av samband-
inum við SEV — fyribils— og
framleiða egna orku til ídnaðar-
framleiðsluna. Hetta siga tey er
nógv bíligari.
JAÐ er greitt, at slík gongd kann
fáa álvarsligar avleiðingar fyri ein
felagsskap sum SEV, sum júst
hevur til uppgávu at syrgja fyri, at
landið alt fær streym. — Missir
SEV so nakrar av sínum bestu
kundum, tá verður meira at gjalda
hjá hinum brúkarunum. Og tá el-
prísurin frammundan er høgur, so
síggja vit, hvønn veg tað ber.
FYRI at fáa greiðu á, hvat nú er
best at gera, so hevur Orkuráðið
sett kanning í verk. Tað ynskir at
vita, hverjar landsbúskaparligar
fylgjur tað hevur, um fleiri virki
kvetta við SEV og framleiða sína
egnu orku.
TÁ SO úrslitið fyriliggur av
kanningini, verður tað so latið
landsstýrinum, sum skal koma
við einum útspæli. Ilt er at meta
um nú, hverja niðurstøðu Orku-
ráðið fer at koma til. Tað verður í
hvussu so er spennandi at síggja
hana.
TAÐ er givið, at hetta er ein
eymur spurningur og ein álvars-
spurningur at taka stødu til. Tí vit
duga at síggja bæði fyrimunir og
vansar í hesum máli. Fyrimunur
er tað fyri eitt nú flakavirkini, sum
kunnu framleiða egna orku og fáa
meira fyri vøruna, men skal hetta
so ganga útyvir vanliga brúkaran,
sum má gjalda meira fyri orkuna,
so er tað ikki gott.
HINVEGIN er trupult at seta
forboð fyri nýhugsanum og spari-
loysnum, tá hetta kann betra um
støduna hjá virkjum, sum annars
hava ilt við at fáa endarnar at
røkka saman.
VIT KUNNU 'so við hesum fáu
orðum eisini minna á ta orku-
loysn, sum vakstrarhúsið í Sanda-
vági hevur roynt i nøkur ár.
Kanska vit fáa meira at vita um ta
loysninga í næstum eisini.
Í Dagblaðnum 13. sept.
skrivar Maria Jacobsen
um lærugreinina kristni í
forooyska fólkaskúlanum.
Ein av meginorsekum
til hetta hennara skriv, er
skilliga Hegni av Heiði og
skriving hansara um
kristni og kristnifrálæru.
At eg so á henda hátt vil
koma mær uppí hetta
kjak, er av hesum orðum:
>Tað verður sagt at hesin
spelkni friteinkjarin (t.e.
H. av Heiði) er fólkaskúla-
lærari, men eg vóni at
allar skúlanevndir í Fer-
oyum, hugsa seg væl um,
áðrenn tey seta slíkar
menn at undirvísa okkara
bernum. Slíkar pedagogar
kunnu vit væl verða fyri-
uttan<, sigur Maria Jacob-
sen í Dagblaðnum 13.
sept. 1985.
Eftir at hava lisið hetta,
kann eg, m. a. sum lærari í
kristni i Tórshavnar
kommunu, ikki annað enn
heita á M. Jacobsen, at
lesa leik Arthur Millers
>The Crucible< (1953). A
donskum er leikurin
nevndur »Heksejagt« og
herheima hevur Gríma
framfert leikin undir heit-
inum »Haturfuglar«.
Í 1957 varð hesin leik-
urin eisini gjørdur til film.
Eins og sjónleikurin er eis-
ini filmurin vorðin eitt av
adalverkum manna um
trongskygni og skilnings-
loysi — intoleransu.
Søgan byggir å verulig-
ar hendingar i litlum am-
eriskum byi, Salem, Mass.
Eggjandi leikur Millers
sigur okkum um bónda-
hjúnini John og Elizabeth
Proctor, tá tey sum ósek
gerast offur fyri uppestari
mannamúgvu, og verða
ákærd og hongd — tí tey
segdust at vera í hóslag
við Djevulin.
Hevundin hevur tó við
»Haturfuglum« viljað lyst
ta forfylging og jagstran,
sum i veraldarsøguni hev-
ur eyðkent øll samfeløg —
í nútíð eins og midøld.
Sjávlur kjarnin í leik-
inum er sostatt óheftur av
tíð og staði — er ótíðar-
festur. Tískil er hetta altíð
ein aktuellur leikur, á palli
ella lerifti — skrivaður av
fólki, ið hevur sýnt dirvi
og áræði at fera fram og
standa við egnar
hugsanir.
Sum kuriosum, havi eg
leitað fram, hvat Kristelig
Dagblad sigur í februar
1962, tá filmurin >Hekse-
jagt« hevði frumfram-
ferslu í Danmark. Undir
yvirskriftini »Evig
aktuel«, skrivar Irmelin
Thulstrup: »Amerikan-
eren Arthur Miller og
franskmanden Jean Paul
Sartre (manus) har i for-
ening æren — og ære — af
filmen »Heksejagt«.
Det er blevet en over-
ordentlig stærkt virkende,
indtil gribende, fransk
film. Vi føler og fattr, so vi
skal, at denne grufulde
menneskelige tragedie
ikke i dybeste forstand
hører fortiden til, men
stadig finder sted...
Smukkere og sandere ud-
tryk end Simone Sign-
orets (leikari) vil næppe
kunne findes.« (Kristelig
Dagblad, feb. 1962).
Vinarliga
Birgir
Byttur er hann
sum einki veit
Sosialurin skuldi verid tad
blað, sum hevur kunnað
fylgt best við, og tí fari eg
at heita á Sosialin um at
greiða okkum, sum púrt
einki skilja av tí heila, eitt
sindur frá tí, sum fram er
farið á farmaflutnings-
marknaðinum hesi sein-
astu árini.
Eg fari at seta nakrar
spurningar:
1. Av hverjum og hví
kom orðið privatisering
fram í samband við mill-
umlandasiglingina.
2. Hvønn leiklut høvdu
føroysku skipafeløgini í
samgonguslitinum, sum
vidførdi stjórnarskiftið og
val í årtid i 1980.
3. Kann tað lata seg
gera at endurtaka okkurt í
blað tykkara um tað, sum
borgarliga pressan skriv-
aði, tå hon vidgjørdi sigl-
ingarmålini upp undir
samgonguslitið i 1980.
4. Viðferdi ikki sam-
gongustitið tað, at før-
oyski skattaborgarin
misti milliónavirði, tá
Smyril Line bleiv tikin frá
teimum og givin privat-
um?
5. Var tað ikki Smyril
Line, sum kom krúpandi
aftur til skattaborgaran
fyri at fáa olju á lampur-
nar, tá dansurin um pri-
vatiseringina var av, og
allar krubbur vóru tómar?
6. Var stjórin á og eigarin
av Trader Line frammi í
borgarligu pressuni, tá
hetzin móti Strandferðsl-
uni, strandferðslustjóra-
num Tummas Arabo og
Javnaðarflokkinum fór
fram undir privatiserings-
feprinum undan og eftir
samgonguskiftið og valið í
1980. Um so er, kann so
ikki okkurt av tí hann tá
segði endurprentast í
Sosialinum?
7. Var tað ikki Pauli
Ellefsen, sum fekk polit-
iskan profitt av privati-
seringsdansinum saman
vid skipafeløgunum, tá
valúrslitini = fyrilógu í
1980?
8. Hver bleiv løgmadur
eftir valið í 1980?
9. Hver mundi vera
figgjarligur rådgevi og
revisor hjå Trader Line, tå
projektid Lidartindur var
klakt og ført ut í lívið?
10. Hvat halda tit vera
orsøkina til at føroyski
skattgjaldarin ikki vil
ganga privatiseringspirat-
inum á meti við einum
oljudropa á lampuna, nú
tað stundar at?
11. Hver gróv í 1980 pri-
vatiseringsgrevina til
millumlandasiglingina hjá
tí almenna og hver man
enda í henni ?
Groggy
Inhabil!
I den skrivning, som Sosi-
alurin havde tidligere på
året angående P/F Albert
Mortensens kontorbygn-
ing på Argir og det her-
værende byråd samt
byrådsmedlems forhold til
overnævnte selskab blev
bl.a. spørgsmålet om in-
habiliteten rejst — uden
reaktion fra ansvarlige
myndigheder.
Det vidste sig ifølge
kommuneloven, at nærm-
ere regler om, hvornår et
byrådsmedlem er inhabil
ikke er nærmere angivet.
Dette indebærer, at samt-
lige byrådsmedlemmer
kan stifte eget selskab
med bindende økonomisk
tilsagn fra kommune over
en længere årrække —
med eventuella forgren-
ingar helt legalt, men i et
demokratisk samfund
moralsk forkert.
Landsstyret burde med
henvisning til overstående
tage kommuneloven m. v.
fra 1954 op til fornyelse.
Henning Christensen