týsdagur 24. september 1985síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Dreingjadeildin:
$) Klaks-
Dreingjaliðið hjá KÍ hevur
havt eitt gott ár í ár.
Mikukveldið vunnu teir
finaluna í Dómsnevndar-
steypakappingini, og um
vikuskiftið tryggjaðu teir
sær so Feroyameistara-
heitið í dreingjadeildini
eisini, so teir hava í ár
vunnið »the double«.
Mikukveldið = spældu
teir, sum sagt, í finaluni í
steypakappingini móti
EB.
Tað var rættuliga stór-
ur munur á liðunum, og
KÍ vann ein lættan sigur.
Úrslitið var 3—0 til KÍ.
Men EB kundi ikki
vænta frægari úrslit.
Tað, at EB luttekur í
lands- og steypakapping-
ini við einum dreingjaliði,
hevur óivað ikki vakt
stóran ans hjá leiðsluni í
Eiðis Bóltfelag, tí teir
hava snøgt sagt ongan
góðan havt í ár.
Spyrt tú dreingirnar,
hver hevur verið venjari
hjá teimum í ár, so siga
teir, at ongin hevur verið!
Onkur hendinga hevur,
mest sum av tilvild, tíkið
sær av venjingini hjá
— teimum onkran dagin, og
so onkur annar næsta
dagin. Men nakra skipaða
venjing kenna teir einki
til
So tað er ikki at undrast
á, at liðið tapti móti ti
vælleikandi KI-liånum
mikukvøldid Heldur
undrar tað ein, at hetta
EB-liðið nakran tid er nátt
til finaluna
Teir, sum mannaðu
KI-liðið, ið vann Dóms-
nevndarsteypið, vóru
John Wiljam Joensen,
Jarmund Hansen, Elmar
Ósá, Petur Ovi Ellings-
gaard, Leif Waag Hegne-
sen, Trúgvi Poulsen, Har-
ley Berthelsen, Sámal
Eyðfinn Poulsen, John
Harald Poulsen, Stein-
bjern Zachariassen,
Ragnar Jacobsen, Regin
Joensen, Pætur við
Keldu, Flemming Isaksen
og Jåkup Mikkelsen.
Venjari hjå teimum er
Hans Arni Berthelsen.
F
Å
Venjaraskeið
Vikuskiftið 4.—6. oktober 1985 verða
framhaldandi grundskeið. Hesuferð eru tað C
og E skeidini, um umfata TRÆNINGSLED-
ELSE og TAKTISK TRÆNING
Skeiðini verða hildin í Havn, og verður
byrjað fríggjadagin 4/10 kl. 18.00. Skeiðini
enda sunnudagin 6/10 umleið kl. 17.00
Luttakaratalið seinast var stórt, tíbetur, og
vónar FSF, at áhugin eisini hesaferð verður
stórur
Skeiðleiðarar verða
Knud Aa. Nielsen.
Max Rasmussen og
Vunnu síðsta dystin
Fuglfirðingar vunnu síðsta
dyst sín í 1. deild á hesum sinni
og samstundis
næsta
leygardagin
Hetta gjerdist veruleiki, tá ÍF vann við
trimum málum móti einum á grannunum úr
Leirvík. Við sigrinum fekk ÍF ekt stigatal sítt
til fimm, men hetta er tó fimm færri enn TB, ið
endaði á næstniðasta sæti í deildini
Leygardagin skjeyt Odd Eliasen tvey mál
fyri ÍF, meðan Sámal Hansen skjeyt tað triðja.
Málið hjá LÍF skjeyt Richard Jacobsen
Vunnu — men ikki nóg
mikið
Um HB skuldi gera sær nakrar vónir um at
ogna sær FM í 1. deild í ár var neyðugt at liðið
vann seinasta dystin á Tveroyri við rættiliga
stórum málmuni, samstundis sum B68 tapti
dyst sín móti NSI. HB kundi einki gera við
B68, ið vann dyst sín móti NSI, men HB klár-
aði tó hálvavegna tað, ið kravdist. HB vann
dystin 1—0 við máli, ið Hartvig Joensen
skjeyt í seinna hálvleiki. Hartvig leikti annars
eitt tíðarskeið í yngru deildunum hjá TB.
Stórsigur til
klaksvíkingar
Eins og hjá HB var neyðugt hjá KÍ at vinna
stórsigur um teoretiski meguleikin fyri at
vinna FM skuldi varðveitast. Meðan HB ikki
vann stóran sigur móti TB, so bar betur til hjá
KÍ móti GÍ. Dysturin varð spældur í Getu
sunnudagin og vunnu klaksvíkingar uppiborn-
an 4—1 sigur. Aftaná vánaliga byrjan í heyst-
hálvuni, hevur KÍ roynst avbera væl í síðstu
dystunum og ber hetta meguliga boð um, at
KÍ næsta ár verður liðið, ið veruliga kemur at
gera vart við seg. Tilfarið er til tess — eingin
ivi um tað.
Sunnudagin skjeyt Markus Tummas tvey
mál fyri KÍ, meðan Petur Andreassen og Olgar
Danielsen skutu hver sítt. Málið hjá GÍ skejyt
— sum ikki einaferð — Símun Petur Justin-
ussen.