hósdagur 26. september 1985síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 109
26. september 1985
Sølan verður steðgað
oe e/
fyri jól
Nú er greitt, at dómurin hjá Foroya rætti um handil við
tilfari til heimabrygging er endaligur
Í næsta mánað fer fútin at
avgera, hvussu legreglan
skal fylgja upp avgerðini
hjá Feroya rætti um at
banna selu av pakkaðum
tilfari at bryggja við, til
demis tað sokallaða 3
ugers vin.
Ikki fyrr enn í síðstu
viku gjerdist greitt, at
dómurin hjá Feroya rætti
er endaligur. Hann er ikki
skotin inn fyri Landsrætt-
in.
Magnus Møller, fulltrúi
hjá fútanum, sigur, at
handlar, sum hava selt
pakkað tilfar til heima-
bryggj, fáa nú eina rími-
liga freist at gev-
ast við hesi selu. Spurdur,
hvat liggur í orðinum
»rimiliga«, sigur Magnus
Møller, at teir hugsa un
ein ella tveir mánaðir. I
øllum førum skal øll sela
vera steðgað fyri jól.
Hann heldur, tað er rætt
at geva slíka freist, tí
hendan selan hevur verið í
so nógv ár.
Reklama meldað
Millum annað fer fútin í
næsta mánað at taka
steðu til eitt reklamuhefti
sum fyri stuttum varð
borið í hvert hús.
Í hesum reklamuhefti,
sum eitur »Matas«, er lýst
við pakkaðum tilfari til
vinbrygging. Og hetta er
meldað til løgregluna.
Magnus Møller sigur, at
teir millum annað fara at
kanna, hver í Feroyum
hevur ábyrgdina av hes-
um heftinum. Heftið er
danskt og ivaleyst borið
út í Danmark eisini. Í heft-
inum eru reklamur fyri
verur, sum -„Material-
istar« selja. Slíkur handil
er eisini í Foroyum.
Steðga innflutningi
Tað er ikki greitt enn,
hvussu fútin fer at brúka
dómin hjá Feroya rætti.
Magnus Møller sigur, at
ein meguleiki er kanska at
heita á Gjaldstovuna, so-
leiðis at bannaða veran
kann verða steðgað, áðr-
enn hon kemur inn í land-
ið.
hd
DFDS hevur longu
gjert ferðaætlan fyri
Føroyasiglingina i
1986.
Fyrsti túrur verður
úr Esbjerg tann 9. juni
og tann seinasti úr
Havn tann 14. august.
Siglt verður somu dag-
ar og somu tíðir sum í
ár. Og skipið verður
væntandi eisini tað
sama, Winston Churc-
hill.
Prísirnir verða tó
ikki teir somu. Vænt-
andi verður ein lítil
prishækking, millum 5
og 10%, upplysir um-
boðsmaðurin hjá
DFDS í Feroyum, J. P.
Serensen.
Úr Hamburg í Panama
— Vesturtýskt skip við
Panamaflaggi siglir fyri ís-
lendska Eimskip, sum flyt-
ur farm til Foroya fyri
danska DFDS
Kappingin um at flyta
verur til Feroya og úr Fer
oyum er beinherð. Stersta
farmaskipið, sum hevur
verið við í hesum flut-
ningi, hevur nú ligið inni á
Skálafjorðinum í tveir
mánaðir.
Ein og hver kann royna
seg í hesi kapping, eisini
útlendingar. Og útlend-
ingar eru eisini við. DFDS
heldur fast um sín farma-
flutning hendanvegin. Av
og á eru skip hjá íslendska
felagnum Eimskip inni á
Havnini við nekrum kon-
tainarum, á veg til Íslands
úr Skandinaviu ella á veg
niður.
Líðartindur plagdi at
vera á Havnini tíðliga
mánamorgun. Men tað var
rættiliga sigandi fyri fríu
kappingina á hesum ek-
inum, at nú mánadagin lá
Reykjafoss hjá Eimskip á
gamla plássinum hjá Líð-
artindi. Og í fríari kapping
eru allar snildir galdandi.
Reykjafoss er merktur til
Hamburg og hann hevur
flaggið hjá Panama !
Lyýsið í sosialinum
Eimskip eigur hverki
Reykjafoss ella Skógar-
foss, sum er í somu sigi-
ingini, men hevur, eftir
hvat vit hava fingið upp-
lýst, leigað tey í Vestur-
týsklandi. Talan skal vera
um eitt sokallað »Bare-
boat« leigumål
Reykjafoss var å veg til
Islands, tå hann månadag-
in kom inn á Havnina við
10-20 kontainarum.
Vit hava spurt
Paula Sørensen, stjóra á
DFDS-umbodnum i Før-
oyum, um farmaflutningin
hjå felagnum til Føroya.
Hann sigur, at hann veit
ikki, um hesin flutningur
loysir seg. Annars veit
hann ikki nógv um hetta.
Og tað, sum hann veit, vil
hann ikki upplýsa. Til
demis, hvussu nógvar
kontainarar, Fossarnir
flyta til Feroya og úr Fer-
oyum.
Jóan Pauli Serensen
veit ikki, hví Reykjafoss
hevur Panamaflagg og er
merktur til Hambur.
Joan
hd
Reykjafoss lossar i Havn månamorgunin (Mynd: Kalmar)
Byrjar aftur
9. juni
DFDS er ikki misnøgt
vid siglingina i summ-
ar. Winston Churchill
hevði i miðal 565 ferða-
fólk við hvenn túrin.
Hetta er munandi
meira enn í fjer, tá
miðaltalið var 411.
Men í fjer sigldi skipið
tvær ferðir um vikuna
millum Keypmanna-
havn og Havnina. 36
túrar vóru í fjer og
ferðafólkatalið 14.800.
Í ár vóru 20 túrar og
11.300 fólk. Hinvegin
flutti Winston Churc-
hill fleiri bilar í ár,
1.600 móti 1.400 í fjer.
hd
UV nýggjan nevndarlim
Upplýsingarfelags-
skapur Verkamanna,
UV, hevði aðalfund í
Havn mánakveldið.
Tveir nevndarlimir
stóðu fyri vali. Inge-
borg Vinther, Feroya
Arbeiðarafelag, heldur
fram sum formaður.
Andreas Hejgaard,
Feroya Fiskimanna-
felag, bar seg undan
afturvali og í hansara
stað kom Karin Andre-
assen, Feroya Sjúkra-
hjálparafelag.
Hini í nevndini eru
Oli Jacobsen, Fiski-
mannafelagið, Høgni
Hejgaard, Feroya
Handverkarafelag, og
Jóhannes Olsen, Fer-
oya Arbeiðarafelag.
Fýra onnur fakfeløg
eru limir í UV, sum
varð stovnaður í 1983.
Tey eru Feroya Prent-
arafelag, Starvsmanna-
felagið, Havnar Ar-
beiðskvinnufelag = og
Føroya Blaðmannafel-
ag.
hd