hósdagur 26. september 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Teiefor 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76. 3800 Tórshavn
Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Útgevari:
P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Mútler
Fyritaksstjóri:
Krisjan Dahl
Blaðfólk:
Hegni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
P/f Sosialurin
Prent:
P/f Pressan 1981
Í
Sølustevnur
NÓGV verður í hesum
døgum gjørt fyri at gera
vart við, hvat teir ymsu
handlandi hava at bjóða
keyparunum.
Bátastevna verður í
Gundadali og onnur stór
sølustevna á Nabb komandi
vikuskifti.
HELST fær hetta stóra út-
boð av alskyns meira og
kanska eisini minni »nytt-
ugum« lutum onkran at
ógvast og til at hugsa um
ræðumyndina, uttanlands-
skuldina og ovurnýtslu okk-
ara, sum av øllum sigst vera
út av lagi stór.
HETTA kann tað vera
nakað um og um so er, at
sølustevnurnar einans hava
til endamåls, at økja saml-
aðu søluna, so er so mikið
lítið við teimum, at vit
høvdu verið frægari fyri
hesar fyriuttan.
MEN við tekniskt og í aðrar
mátar meira framkomnu
vørunum, sum eru ser-
merktar fyri nútíðar úrvalið,
er alneyðugt við gjølligari
kunning til brúkaran, sum
annars kanska ikki fekk
réttu vøruna til rætta enda-
málið.
AT SELJA er summum í
blóðið borið, hetta kann
ikki lærast, men týdningar-
mesti táttur í hesi vinnu er
landsbúskaparliga sætt, at
seljararnir enn betur duga
at keypa. Duga at kunna
oddagrein
seg um útboðið úti í heimi
og samanbera hetta við
tørv okkara og møguleikar-
nar fyri at nýta hetta ella
hatta skilagott heima á
landi.
HVUSSU vorðið er við
hesum, eru helst ymsar
hugsanir um. Men sølu-
stevnur áttu at verið gott
høvi hjá seljara at sýnt góða
hegni sítt — eisini til at fáa
til vega røttu vørurnar til
føroyska brukaran og hjå
keyparanum til sum fræg-
ast at gera av, um eitthvørt
kortini var rætt at fåa sær.
HVORT vinnulið í samfel-
agnum hevur sínar ávísu
uppgávur og verður handils-
liðið røkt til lítar, t. e. lagað
eftir tørvi okkara eins og
peningaorku, so er handils-
stætt okkara eins týðandi
og aðrar, tí eins og tað er
fongur í t.d. okkara stinnu
fiski- og verkamannastætt,
so er eisini samfelagsligur
fongur í handilsfólki, ið til
eina og hvørja stund leggja
seg eftir at fáa okkum hósk-
andi — um ikki altíð vaks-
andi — útboð av vørum ti!
besta prísin.
HESUM kunnu handils-
stevnurnar uttan iva virka
fyri.
kr.
Nr. 109
26. september 1985
Alternativt ótraditionelt
, li
alit
Her er eitt traditionelt
uppskoot til borgarstjóran
P.M. um barnaforvirring
Nøkur børn hava bruk
fyri eftirliti frå kl. 7.00,
tey kundu verid å Sosialu
deild frå kl. 7.00 til 8.00,
frå 8.00 til 9.30 kundu
tey saman við teimum
sum skulu ansast frá kl. 8
farið í Sparikassan og
Føroya Banka. Tá so hesir
stovnar lata upp, kundu
tey verið eina ietu úti á
vegnum og inni í ymsum
handlum. Um tey á
vegnum meta onkrum
pedagogi skulu tey gálva,
ti hesir eru so tradition-
ellir ella ótraditionellir,
ongin kannvið vissu vita,
hvat er traditionelt ella
ótraditionelt í hesum
ótraditionellu døgum.
Frá kt. 10.00 kundu tey
so farið niðan í Sjónleikar-
húsið og stuttleikað sær,
har kundu tey verið til kl.
12.00. Nú verður farið á
Hvíldarheimið og vera har
meðan damurnar sova til
middag, tá er gott pláss í
stovunum. Kl. 13.30 fara
tey í Badmintonhellina,
haðani í Norðurlandahús-
ið, har er so hyggeligt,
síðani at svimja, stundis-
liga haðani í Klubban
áðrenn fimmarnir koma.
Kl. 17.00 fara tey øll til
hus aftan å ein Otradition-
ellan dag.
Dagin eftir kl. 7.00 fara
tey å skattadeildina, kl.
8.00 yvir i Sjóvinnubank-
an, kl. 9.30 tå hesin opn-
ar, fara tey å Hotel Haf-
nia, uppå Parnassid, tad
er neyvan upptikið so tid-
liga, her er góð útsikt yvir
ta deiligu Havn. Kl. 11.00
av Hafnia á tingfund, ein
skal jú menna seg. Kl
12.00 i døgurdatiman-
um fara tey sum eru
børn av arbeiðarum
arbeiðsmannafelagið
restin inn til Landsvert
frødingin,
fara í Ebenezer. Kl. 13.0
pabetistarnir
fer allur riðilin á Hote
Borg og verður har sí
leingi tey sleppa. KI
15.00 eru grindaboð, so el!
av Borgini og út í Sanda-
gerð. Tá grindin er deyð
fara øll til hús við hvor
sínum kóki av grind
Aftur ein ótraditionellur
dagur.
3. dagin kl. 7.00 fara
tey í Landsstýrið. Tá log-
maður kemur, skunda øll
sær av stað niðan á Sjó-
mansheimið, har verða tey
biðin um at fara í Meinig-
heitshúsið beinanvegin,
men har er stongt. Tey
renna nú yvir í tann
nýggja Sjóvinnubankan,
har er deiligt at vera hjá
børnum. Kl. 9.30 verða
tey útkoyrd. Qll fara nú
niðan í Ítróttarhellina, har
er nú ein øgiligur larmur,
oll skriggja og rópa, so
har er ikki verandi. Tí
renna tey niðan til Fútan,
har tosa tey danskt, og
ongin skilir eitt orð, sjálvt
umtey verða biðin um at
skrubbe hjem, fata tey
onki og verða verandi har
allan dagin, kl. 17.00 fara
tey heim.
Ein ótraditionellur dag-
ur.
i. dagin kl. 7.00 á
Lands
nakar
barnadeildina á
sjúkrahúsinum. Ér
pedagogur har, so tosa
við ein slíkan. Kl. 8.00 til
10.00 fara dreingirnir á
Skipasmiðjuna og gentur
r oman til Jóan Jakku
it royna skogvar KI
10.00 fara øll at spæla úti
alla Havnina. K
'O fara øll á posthúsið
har verða tey í degurða
tímanum og spæla við
pakkar Kl. 13.30 øll
telefonstødina, har renna
tey upp og niður igjøgnum
trappurnar til kl. 15.00
nidan å Gladsheygg at
spæla imillum bilarnar, og
ein tår ut i Nautilus, had-
ani heim til hus.
Otraditionelt, ha?
5. dagin kl. 7.00 túr
vid býarbussinum, kl.
8.00 fara oll at svimja við
Pluto. Tey 4-7 ára gomlu
duga ikki at lata seg í
aftur klæðini og noyðast tí
at fara nakin út. Øl] fara
nú út í Havnardal á
brennisteðina, har er dei-
liga heitt hjá teimum vátu
og keldu børnunum.
Nú byrja tey at syngja.
Góðan morgun ketta mín,
hví ert tú so reyð um trín,
eina rottu sá eg her,
tikin hon og etin er.
Øgvuliga traditionelt.
P.S. Tey bern, sum yvir-
liva hesa viðgerð verða
framtíðar herskarar í
Tórshavnar býráð.
Óálit
Fólkafloks->kristin-
dómur-Q, ella: Mammon
Tað er stuttligt at síggja,
hvussu Ó. J. Rólantsson í
Dagblaðnum filosoferar
um kristindóm og gud-
loysi. Hann skrivar m. a.:
»Løgid við gudloysingum.
Allir lata teir sina bestu
tid til at tosa um og berj-
ast móti einum gudi, teir
ikki trúgva á<.
Ikki kann sigast, at
henda hugsan er merkt av
royndari tankagongd. Um
eg nú spurdi somuleiðis:
»Løgid við liberalistum.
Allir lata teir sína bestu
tíð til at tosa um og berj-
ast móti einum Marx, teir
ikki trúgva å«. Var eingin
kristiligur ágangur, hevði
tað heldur ikki verið neyð-
ugt hjá gudloysingum at
barst ímóti. Somuleiðis
kunnu krev verkamanna
tykjast ågangandi fyri
borgaraskapinum, og
eingin marxistur hevði
undrast á tað.
Hann spyr eisini: »Hvat
er eftir uttan reindyrkað
anarki, tekur tú hetta (=
kristnu sidalæruna) frá
fólki?... verða avleiðing-
arnar ikki 'survival of the
fittest' — junglulógin um-
aftur?«. Hendan ræðu-
myndin líkist mest upp-
skriftini fyri primitiva
kapitalismu, sum fólka-
flokkurin dyrkar.
Dagblaðsharkaliðið
dyrkar bert ein gud av álv-
ara, og hann eitur Mamm-
on. Eina aðrastaðni skriv-
ar hetta flogvit: >Kristna
siðalæran er besta bul-
verkið móti kollektivism-
unic.
Vit onnur vita kortini,
at tey fyrstu kristnu vóru
kollektivistar — eitt slag
av sosialismu ella komm-
unismu. Í apostlasøguni
2:44—47 lesa vit at: »Øll
tey trúgvandi hildu seg
saman og hevdu alt í
felag. Ognir sínar og góðs
sítt seldu tey og býttu tað
millum ell eftur sum hver
trongdi .. .«. Ó.J.R. hevur
sostatt ov litlan kunnleika
til at hann kann loyva sær
at spæla klókur í hesum
máli. Hugleiðingar hans-
ara eru eisini hareftir.
Endamálið við grein hans-
ara er í veruleikanum at
vísa á, at føroyingar gjørd-
ust ikki rættiligani kristn-
ir fyrr enn Breðrasam-
koman fór at virka um ald-
arskiftið? Flogvit !
Eygleidari