leygardagur 28. september 1985síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ka
TA
are
år
Nr. 110 — 28. september 1985
Meðan eg standi á hesum søguliga
stað, kenst tað onkursvegna, sum eg
spakuliga villist út á mótið, ið er
millum segn og veruleika:
Ígjognum skálan, teim halgu
brúgvin at dýrdar strond,
sæst ein reiðmaður steðga
og stíga úr saðilvond.
Ígjognum dansin, sum vermir
sjórámans kátu bern,
hoyrast maki og lúður
sokka í svala tjørn.
Ígjognum breytir til troytta
vallara fjálgu lon,
sæst ein gráhærdur pápi
syrgja sín deyða son.
Eg havi hug at greiða hesa fløkjuna,
sum tykist at vera íkomin í sinn-
inum, og fari eitt sindur burtur frá
feløgum mínum. Nú eg eri einsa-
mallur, gevi eg mær, fyri fyrstu ferð,
far um tað, sum grer fyri fótum
mínum. Tað er undarligt — eg kenni
fleiri av blomstrunum, sum vaksa
her. Her angar smæran. Líragrasið
veksur her, fagurblátt, ivaleyst ikki
so salt um knokkin sum tey, eg eri
vanur at síggja. Jóansekugresini
standa og nikka millum teskandi
sev.
Sum eg gangi, komi eg oman
igjøgnum eina brekku. Eina løtu er
slætt. So komi eg oman í eina gjógv.
Har rennur ein á í neðra. Í bratt-
anum vaksa tre og runnar. Ég fari
klintrandi niður í gjónna. Nú síggi
eg, at eg eri ikki einsamallur. Aftan
fyri meg síggi eg vinmannin hjá
mær, hann, eg skifti orð við í buss-
inum.
Vit sessast í brattanum. Nú hóm-
ast mjørki ovast á tindunum. Og
hvussu er vorðið — er ikki eitt
sindur av loti?
Felagin hjá mær tekur eina fløsku
úr bringulummanum og biður meg
leska meg.
— Hvat er hetta? Brennivín?
— Brennivín! Nei!
— Óminni, meðni?
Hann svarar ikki, men eg haldi
meg skilja, at eg eri á rættari leið.
Eg leski meg av fløskuni. Vit sita
eina letu og sjóða. Men hvussu er
vorðið — berst mær okkurt fyri? Ég
sasia
Nola zer nai kvlorezko banderak hoien
erdian agertzt
Zer tximistuk ateratze
armetatik
Zembat dira? Aurra. k laitzak gi
Bat, bia, hirur, lau, bortz, sei, zazpi, zortzi
Bederatzi, hamar, hameka, hamabi, amahirur,
Í
i
Hamalau, hamabortz. hamasei, hamazazpi
hemezortzi. hemeretzi, ogei
.. .
Ogei eta milla vrainc
á
| Hoien kondaitzea, dembora galtzea liteke
! Hurbil detzagun gure beso zaillak
Herrotik atera ditzagun
arroka oyek
haldi meg hoyra neyt belja. Ég siti í
síðum grasi. Uttan um meg: hav,
tvær oyggjar, sum tvey veldug dýr,
millum teirra kjøkrutur strongur
Eg hyggi aftur niður fyri meg. Her
standa blómur og vagga, nakrar
ljósabláar, flekkutar, aðrar viólbláar
við lodnum bleðum og leggi.
— Kápukona, sigi eg, og sortu-
gras.
— Berkubóndi, svarar hann, og
eldhurt.
Vit leska okkum aftur av fløskuni.
Eg hyggi niður á vellin: bendurnir
og vakurt akslaðu konur teirra treða
nú ein dans i grasinum!
Felagin hjá mær fer at tosa um
nakrar, hann kallar teir. Hverjir
hesir teir eru, veit eg ikki. Tólvjavn-
ingarnir kanska? Meðan hann tosar,
verður hann innhugsin, minnist.
Eitt brá, álvarsamt og læandi í
senn, fer eftir andliti hansara.
- Eg royndi, sigur hann. Umaftur
og umaftur. Men teir lótu bara illa
at.
Eg verði forvitin
Hvat royndi tú? sigi eg. Og
hverjir eru teir?
- At kveða, sigur hann. Ég lærdi
meg erindi fyri erindi. Eg lærdi meg
lagið. Eg lýddi á, meðan dansurin
gekk. So fór eg til teirra. Er tað nóg
gott nú? Men teir bara ristu við
hevdinum. So fór eg aftur at læra
meg. Tá ið nakað var umliðið, kom
eg aftur. Er tað nóg gott nú? Men
teir bara ristu við hevdinum. Nei,
nei. Eg royndi umaftur og umaftur.
Men tað var ongantíð nóg gott. Og
eg veit hví. Hann verður fjaroygdur,
hyggur inn í eina fortíð, sum er so
langt afturi, at eg ikki hómi hana.
Hann hyggur. Og eg hyggi. Og nú
síggi eg teir. Í eygunum er eitt blítt
kæti, yvir andlitinum nakað góðvar-
andi og sakleyst. Men teir gera lítl-
an háva. Í dansinum er ein loynd
megi, sum verður sterkari, tí hon er
hildin í teymum. — Eg hugsi ikki
bara um málið, sigur felagi mín, og
um lagið, eg hugsi um medferðina,
tað var ein stílur yvir teimum,
sum... Hann tagnar, eg síggi, at
hann hevur eingi orð fyri tí, hann vil
bera fram. Aftur síggi eg dansin
ringja seg avstað, liðiligan og sam-
stundis tamdan, livandi og sam-
stundis hildnan í einum listarligum
tamarhaldi, sum eldir hava edlað.
Her er sega, dansur, skaldskapur,
sjónleikur. Og undir ellum — sum
eitt niðurlag, tú bara hómar við-
hvert — eitt upphavligt sorgblídni,
ein langtan, sum tykist at ganga
heilt aftur til tjóðanna uppruna,
eftir nøkrum, tú ikki veit hvat er, og
sum tú aldri fært, sum longsulin í
eini munnharpu, tú hoyrir á nátt
langt burturi. Eg síggi fyri mær tað
bráðnaða bráið á Sorais í barrini á
Calle Major náttina fyri. Og eg
skilji, at hetta bráið eisini eyðkendi
tey vínberjakrýndu fylgi, sum á
sinni dansaðu á Xakynthos, Lesbos
og undir Aigethos fjellum...
Brot úr einum baskiskum kvæði,
sum lýsir hendingarnar í Runtsivali
úr heidninga sjónarmiði. Kvæðið
endar soleiðis: móti nátt fara ornir
at eta knústa hold og oll bein teirra!
su“
—
guntsivali
Men hvat er hetta? Oyggjarnar
hvørva, fjørdurin undir okkum
verður til ein skvatlandi lek, eldur-
tin umskapast til ein digitalis-legg
við lýsandi reyðum blómum, skamt
frá okkum í brattanum. Nú rennur
vitið við meg. Vit eru í Runtsivali.
Og beint nú kevir hann av í mjerka,
skaddan kemur hastandi oman
ímóti okkum úr útnyrðingi, best at
sleppa sær niðaná, áðrenn vit vill-
ast...
Vit skunda okkum upp úr gjónni
og fáa fatur á hinum. Nú verður
farið oman aftur í kleystrið, har vit
hava tveir tímar at hyggja okkum
um í. Vit fáa m.a. hevi til at síggja
kirkjuna Real Colegiata, sum varð
vígd í 1219 og ber orð fyri at vera ein
tann vakrasti spanski bygningurin
úr 13. eld. Í forngrípagoymsluni
síggja vit m.a. einar korkareyðar
inniskógvar, sum Turpin erkibispur
sigst at hava átt...
Tríggjar dagar seinni koyra vit út
úraftur fjallabýnum uppi í Pýreneu-
num. Í sjálvara skilnaðarletuni
myndast í huganum sjónskast tað,
vit hava upplivað, og ivaleyst eru
myndirnar líka so ymiskar, sum vit
ell eru. Onkur hugsar um henda
fagnaðardagin, tá vit segdu farvæl,
og fólk í tíggju túsundatali heilsaðu
okkum, av stólum úti á vegnum, úr
vindeygum og av altanum. Onkur
annar hugsar um skilnaðarveitsluna
somu nátt, tá tað velduga tjaldið
gjørdist til eitt hav av dansandi
menniskjum úr øllum heiminum.
Ein triði hugsar um bernini, vit
%
TY
-
> …
——
NÆ rr" + >
29 4
jórámans
átu born í
AS
hava hitt: sovandi i barnavognum,
komandi ímóti okkum blíðsnýðað
úti á vegnum, borin heim um mid-
náttartíð, sovandi á móðum akslum.
Bussurin koyrir avstað eystur-
eftir, ringir seg niðan móti fjalla-
reðini, og nú síggja vit aftur hesa
veldugu fløtuna, hon liggur undir
okkum sum ein skál, við býunum
Sabinanigo og laca á botninum.
Norðanfyri síggja vit fjellini, sýn
norðastu og hægstu
fjarblá og kavatakt. Og samstundis
sum vit kenna, at hetta hevur verið
ein rík ferð, og at vit, sum í ringi,
hava borið við upphavið til ein av
gripunum hjá forfedrum okkara,
hevur onkur varhugan av, at tað, vit
hava leitað eftir, finst á eini aðrari
sýn, sum ikki sæst við mannaeyg-
um. Tú finnur ikki Shakespeare í
Stratford-on-Avon, og tú finnur ikki
Poe í Richmond. Teirra heimland —
og tað hjá Rólanti — er eitt stað, har
einki mark er sett fyri hædd ella
vídd. Hetta staðið eitur mannahug-
in.
um sýn, tey
Hanus Andreassen
FEE 4
…
z