Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-09-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. september 1985síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 hugsanir fram, at hann mangan kemur longur á sínum móðurmáli enn vit á okkara fremmanda brongli Vit sita og skifta orð um hesar løgnu dagarnar, sum eru farnir afturum. Um dagin, fyrrapart og seinnapart, hava fólk úr 30 ymiskum londum troðið dansir sínar á getum, torgum og vegamótum. Móti kveldi er tað, sum ein vaksandi rúsur spakuliga fær valdið á fólki, um midnáttina tekur hann býin av fótum, so næt- urnar verða sum neistarok úr einum báli, sum hevur ant allan dagin. Fólk vála aftur og fram í sterri og smærri flokkum, allar hurðar eru opnar, barrirnar standa á víðan vegg. Allastaðni práta og skemta og dansa fólk, allastaðni ert tú væl- komin uppí. Lívsgleðin og kætið verða til eitt dýpi, tú kanst drukna og gloyma teg sjálvan í. Dansurin kveikir á teimum ungu andlitunum eitt vakurt og ediligt brá, sjálv- gloymskan fær tey at bráðna. Onkursvegna er í hesum stokkutta leikinum nakað óheft, streymandi, ævinliga flákrandi. Er tað ikki, sum hesar genturnar — allar hava eygu sum kol og arnarnøs, allar eru sum tann myrka Sorais hjá Rider Hag- gard — siga: Hygg at mær, njóta tað, tú sært, men royn ikki at forða mínum fóti ella steðga mínum flogi? SS tíðindablaðið Vit fara av hevuðsvegnum og koyra í ein beinan norðan. Nú broyt- ist landslagið. Vit koma inn í ein dal, sum so líðandi treingist og dýpist, verður til eitt gil, eina fleiri fjórð- ingar langa gjógv, sum sker seg grefliga gjøgnum hálendið. Undir okkum, niðast í gjónni, fer ein á skvatlandi. Nógvastaðni er skóg- vaksið. Aðrastaðni er so berligt og bratt, at einki træ fær fest rót. Her eru brattar, skriður, urðar, rókar- skapilsir. Hamrarnir standa og bretta sær á í erva. Summastaðni síggjast skortar, kneysar og klettar, sum toyggja seg uppeftir sum drangur. Vit koma ut úr gjónni. Eina løtu seinni koma vit til eina stóra bygd. So koyra vit aftur ein tein. Knapp- liga steðgar bussurin, og framman fyri okkum síggja vit eitt skelti við orðunum: Roncesvalles Eyðsæð er, at hetta er ikki staðið, vit leita eftir. Hinvegin: ivaleyst brenna vit okkum, brenna okkum illa. Nøkur fara út at fregnast. Framman fyri okkum er eitt stórt kleystur, við garði rundan um og Maria moy í Runtsivali, drotning yvir Pýreneunum. Henda standmyndin er telgd úr sedristræ, drigin í gulli og prýdd við gimsteinum. S Runtsival. Minnisvarði fyri Rólanti steinsettum túni. Fest í tí er ein stásilig kleysturkirkja. Niðan fyri okkum, vinstrumegin, er eitt gistingarhús. Vit fara inn á kleyst urtúnið. Har hitta vit tveir munkar, annar er í svartari munkakikkju, hin í vanligum klæðum. Vit koma á tal við henda seinna, sum vísir tað seg er urguleikari í kleystr- inum. Vit royna at greiða honum frá erindum okkara. Vit eru komin norðan úr Atlants- Loftvegis, sjóvegis, við Etlaðu ikki at gera nakran háva. Vildu bara langa leið havinum bussi um dalar og fjøll síggja henda blett sum forfe r okkar øldir ha kvoðið Hugsað 1 els m at triva OKUI erindi. um tað ikki var nøkrum til ampa. Urguleikarin er høgur maður. I eygnakrókunum sæst hetta brosið, sum oftari tykist at rína við læru- sveinar Augustins enn teir hjá Luth- eri. Sjálvsagt er tað ongum til ampa, um vit fara niðan í skarðið og tríva í nekur erindi. Maðurin er forvitin. Sigur, at hann og felagar hansara, sum eru baskarar, duga eitt bask- iskt kvæði um stríðið í Runtsivali. Spyr, um tað hevði borið til at fingið eitt eintak av kvæði okkara til kleysturbókasavnið. Tað er gaman í. Vit skiljast í ellum góðum. Bussurin fer í gongd. Vit koyra niðaneftir eina lítla løtu. So steðgar hann aftur. Nú er einki at ivast i. Hetta er Roncesvalles. Ibaneta. Runtsival. Vit eru stødd á sjålvum skarð- inum. Sunnanfyri síggja vit kleysturskirkjuna, gilið, vit koyrdu Nr. 110 — 28. september 1985 igjøgnum, fløtuna, fjøllini. Nordan fyri lækkar skarðið niður í ein dal, sum ringir seg omaneftir og inn um franska markið. Gjøgnum dalin og upp um skarðið gongur ein rættiliga nýggjur vegur. Vestan- og eystan- fyri: skógvaksin fjøll. Her er ein lítil krikja og tveir minnissteinar. Annar er reistur tyri Mariu Moy, sum í eldir hevur verið verja hjá teimum túsundtals píla- grímunum, sum síðan o.u. 1200 hava gingið hesa leiðina, í øllum veðri, ofta illa tiltøssadir, frostbitnir og klakaðir, á veg til býin Santiago de Compostela uttast á sponsku vesturstrondini, har Sankta Jákup sigst at 1 rrivin. Hin er reistur fyri Rólant jalli og stendur uppi á einum heyggi. Vit fara niðan á heyggin. Vellurin er óslættur, fullur av kullum og túgvum, sum goymdi svørdurin leivdir av manna levnaði. Eg taki ein ferðavegvísara og lesi: Tað var í skarðinum Runtsivali, at aftari parturin av tí flýggjandi herinum hjá Karlamagnusi, við Rólanti á odda, í 778 var avbyrgd- ur og álopin av baskarum, sum úr homrunum í erva grýttu grót oman yvir herin. Louis hin Blíði bjargaði í 810 sínum heri undan somu lagnu við at noyða konur og born hjá bondrunum at fylgja sær gjognum skarðið. Hin svarti prinsurin fordi her sín henda vegin í februar 1367 til bardagan í Nájera ella Navarette; og í 18'3 royndi Seult at koma Pamploma til hjálpar eftir at hava rutt sær veg igjøgnum skarðið.