Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. oktober 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefor 118 20 Postsmoga 76, 3800 Térshavn Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Eitt menn- iskjansligt arbeiðs- umhvørvi SAMAN vid fiskiflotanum eru flaka- virkini meginlívæðrin i okkara bú- skaparliga blóðrensli. Eins og eitt sunt likam er fyritreytin fyri eini menniskjansligari tilveru, so er eitt sunt og gott arbeiðsumhvervi tað so avgjørt eisini. Tað ræður um ikki at overva seg — hverki í frítíðini ella undir arbeiðinum. MEÐAN hvert einstakt menniskja í frítíð síni í ávísan mun sjálvt hevur møguleika til at fara væl við heilsuni, so eru tess møguleikar á arbeiðs- plássinum rættiliga avmarkaðir fyri ikki at siga eingir. Á arbeiðsplássi- num er tú í stóran mun liður í fram- leiðsluskipanini, sum so aftur er heft og styrd av urtøku og profitti. Fram- leiðsluskipanin er fyrst og fremst til- lagað urtøkuni og harvið vinningi- num, og verður tí ikki í fyrstu atløgu hugsað um heilsuna hjá tí einstaka ar- beiðsfólkinum. JUST í hesum døgum hava vit sæð í bløðunum, at føroyingur hevur gjørt eina kanning av arbeidsumhvørvi- num og trivnaðinum á fimm av okk ara flakavirkjum. Henda fyribilskann- ing váttar bert nakað av tí, sum eitt nú arbeiðara- og yrkisfelog okkara leingi hava víst á: at alt ov lítið ella einki verður hugsað um menniskjuni á arbeiðsplássinum KANNINGIN vísir, at arbeidsvidur skiftini eru ikki góð og at arbeiðsfólk- ið hevur nógvar trupulleikar. Hon vís- ir, at kvinnurnar á flakavirkjunum hava eitt tað mest eintáttaða arbeiði, sum finst. Tað gevur stress og vødda- pínu. Arbeiðshátturin er skeivur og gevur pínu í rygginum og lendunum. Nógvur larmur er á virkjunum, og hann ger, at fólk fáa hoyribrek. VÍÐARI verður sagt, at tað er ikki stórvegis sum gjørt verður at lætta um í dagliga arbeiðinum og lítil mun- ur er fr5a einum virki til annað. Reglur eru nærum bert fyri, hvussu leingi kaffisteðgur er og hvussu kantinuvið- urskiftini eru. Sagt verður eisini, at felags fyri øll virkini er, at lítið sam- band er millum arbeiðsfólk og leiðslu. Og at enda verður víst á, at lítið og einki verður gjørt fyri at lætta um ein- táttaða arbeiðið, eins og einki er gjørt fyri at fólk skulu fáa áhuga fyri ar- beiðinum. Upp á fyrispurning um fólk ynsktu annað arbeiði um tað stóð teimum í boði, svaraðu 50% ja. Hetta sigur okkum ikki so lítið um trivnaðin á okkara flakavirkjum. TAÐ ER einki dulsmál, at m. a. Føroya Arbeiðarafelag og formaður tess leingi hava víst á oftani ómenniskj- ansligu umsteðurnar á nógvum ar- Útgevari: P/t Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Mútler Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 beiðsplássum. Í samráðingunum við arbeiðsgevararnar hava tey ynskt at fáa eina teknologiavtalu, sum kann tryggja eitt meira menniskjansligt ar- beiðsumhvervi. Men hesum hava tey ikki fingið undirtøku fyri. HETTA eru vissuliga álvarsspurning- ar, sum vit eiga at geva gætur, bæði fjølmiðlarnir, politikararnir, arbeiðs- gevararnir og ikki minst arbeiðsfólk- ini sjálvi. Tí tað er jú teirra egnu ar- beiðspláss talan er um. TAÐ ER neyðugt at betra um hesi við- urskifti — uttan mun til hvat arbeiðs- gevararnir so enn siga. Hevur ein ráð til stórar stjóralgnir og vinningsbýti til eigararnar, tá hevur ein eisini ráð til at leggja peningin í eitt betra ar- beidsumhvørvi. OKKARA yrkisfelog kring landið hava gjørt nógv fyri at útbúgva álitis- fólk, soleiðis at tey eru for fyri at síggja og vísa á brek á arbeiðs- plássinum, soleiðis at tey eru for fyri at verja hvort einstakt arbeiðsfólk. Hetta er skyldan hjá álitisfólkunum og rætturin hjá arbeiðarunum. JÚST hetta við at útbúgva álitisfólk- ini og gera arbeiðsfólki meira medvit- andi um sína egnu støðu, hevur stór- an týdning og kunnu vit bert takka teimum undangongukreftum í ar- beidarafel- sm, sum hava gingið undan. OKKA! oliti ar hava samtykt at seta ein. mhvervislóg í gildi og at seta . .oeiðsmedisinara. Nú- verandi landsstýrið arbeiðir við hes- um málum og fara vit at heita á tað um at skunda undir hesi arbeiðini. Vit mugu eisini geva Arbeidseftirlitinum teir bestu møguleikar at virka undir, tí tað skal tryggja, at lógir um ar- beiðsumhvervi verða hildnar. VIT skulu ikki hava ídnað fyri ein og hvenn prís. Vit skulu hava ein menn- iskjavinarligan ídnað, har hædd verð- ur tíkin fyri tí einstaka arbeiðsfólki- num. Vit kenna dømi um ídnað, eitt nú asbestvirkini, sum heldur duldu, hvussu vandamikid henda fram- leiðsla var, fyri arbeiðaran, enn at brúka pening av yvirskotinum til at betra um umhvervi. tað var ídnaður fyri ein og hvønn pris. AT HESI vidurskifti komu i rættlag átti at verið ein sjålvfylgja. Vit kunnu nú spyrja, hvat er tað, sum ger, at ar- beiðsgevararnir eru so trekir at lurta eftir arbeidarafeløgunum í slíkum máli. Svarið er fyri ein part tær tørv- andi dialogur millum partarnar. latið okkum fáa henda dialog. TESS meira vitandi arbeiðarin verður um sína egnu stødu og um sítt ar- beiðsumhvervi, tess meira ynskir hann at fáa ávirkan á tað hann tekst við. Hetta vera arbeiðsgevarar at taka til eftirtektar. Vónandi hava vit við núverandi landsstýri fingið eitt ar- beiðaravinarligt stýri, sum setir í gildi lógir og reglur, sum skulu tryggja ar- beiðarunum eitt gott arbeiðsum- hvørvi. jamú . | - Nr. 112 — 3. oktober 1985 Osakligar atfinningar Tær ósakligu atfinningar nar at frálæruni av deyv- um bernum við Skúlan á Treðni, sum ein hevur sæð i blødunum seinastu dag- arnar hava harmað okkum almikið. Sjálvsagt verið okkara ynski, at dag- hevur tað liga umhvervið hjá bernum okkara meira skuldi verið líkt »van- ligum« skulaumhvørvi enn tað tú sær i skúlanum á Treðni. Hinvegin vilja vit ikki sita tigandi og lýða á, meðan tað stóra arbeiði lærarafólkini gera, verður tileinkisgjert, ella tað sum verri er, at lærarafólkini verða legd undir als ikki at gera kvalifiserað arbeiði Vit vita at hesi leggja eitt sera stórt arbeiði í frålæruna, ja hvat fleiri av teimum viðvíkur, eitt nógv størri arbeiði enn tað ein rímiliga kann krevja. Tað sum vit ikki eru minst takksom fyri, er, at børn okkara umframt sjálvan kunnleikan um tær ymsu lærugreinirnar, eisini á skúlanum tilogna sær eina breiða vitan, um hvat fyriferst í samfelag- num kring tey, bæði nær og fjar eins og um viður- skifti sum fyri tí ung: kunnu tykjast trúpul og gátufor, um ikki nágreini umhugsn liga og við verður greitt frá. Vit vilja á henda hátt veita skúlanum okkar: álitisváttan við vón um, at arbeiðslagið ikki verður órógvað av ti sum skrivað er í blødunum. Betur er sum kunnugt ein betandi hond enn eir spillandi tunga. Vinarliga Noomi Guttesen Tórhalla Joensen Ásver Ellefsen Nelly Rasmussen Álvur, Adolf og Hitler! Í farnu viku var grein at lesa í fleiri av okkara blød- um. Greinin var skrivað av Álvur Kirke og hevði yvirskriftina »Stridid« í Kristiliga Fólkaflokk- inum. Greinina sum so skal einki verða sagt um, men bert um sjálvan endan av greinini. Har verður Adolf Han- sen, á ein snildisligan hátt settur á bás við Stalin og Hitler. Er Alvur Kirke íkki farin undir alt lágmark, tá hann samanber eitt av okkara fólkavaldu umboð- um við Stalin og Hitler Stalin og Hitler eru kendir sum heimsins og segurnar sterstu hópdrápsmenn. Annar fyri at hava loyvt politisk dráp í heimlandi sínum. og hin fyri at hava íbirt og loyvt hóptýning av 6 milliónum jedum undir seinna heimsbar- daga. Tilætlaða samanberingin millum søgurnar og heimsins sterstu hóp- dråpsmenn og Adolf Hansen er so óhugnalig, at ein spyr seg sjálvan, um vit virkuliga innan tinggátt mann, ið er sambarligur við hópdráps- hava menn, ella um tað bert er Alvur Kirke, sum hevur ein so óhugnaligan huga heim, og nú er byrjaður at almannakunngera brot partar av honum. Hvat siga menn sun Niels Pauli Danielsen Tordur Niclasen og Juu Jacobsen til tílíka skriv ing og samanbering. Mótmæla tit alment ella siga tit bert gott goti Álvur. Alvur Kirke, lat meg heilsa tær at enda við hug takinum: »Sum muður tin so hjarta titt«. Jaspur Á føroyskum kjøli um Atlantshav (og so víðari...) Hetta skal hvørki uppfat- ast sum illsinnisgleps ella »negativur kritikkur«, ti vanliga kritiseri eg einans fyribrigdi sum mær ann- ars dåmar, hitt timi eg bara ikki at fåast vid yvir- høvur. Tað er gott, at føroving- ar hava fingið eina norðat- lantiska rutu, tí vit eru nógv sum dáma at sigla, antin tí vit ikki tora at flúga, ella tí at tað er skemtiligari og meira »sosialt« at sigla. Havluft- in og atmosferan umborå kann eisini hava sitt at siga. Føroyingurin elskar havið, og hví høvdu menn anngs tímað at svomið um Suduroyarfjørå ella róð um Atlantshavið? Men vit mugu vita, at tað krevur sítt at hava eina altjóða rutu. Tað er ikki bert at sigla. Sjálv- andi, »navigare necesse est«, men við eini ferða- mannarutu, har ein kapp- ing meguliga kundi komið fyri, er eisini neyðugt at vara seg væl um at tæn- astan er so góð sum gjør- ligt, so at hon kann hava ein altjóða standard. Ég havi siglt við »Norrønu« tey ár hon hevur siglt. Mær hevur dámað væl umborð. Tí haldi eg tað vera positivt at gera vart við ymiskar vansar. Fyrst nekur småting: Eftir míni fatan kunnu mannfólkavesini ikki hava verið í lagi tey seinastu tvey árini. Har kann ikki skolast niður, har flýtur alt vanliga yvir í lorti og landi, og sjáldan finnur tú ein skoynisopp, so helst mást tú vera fyrivarin og hava >Dagblaðið< i lumm- anum. Eisini haldi eg, at tá ferðafólk við seinastu ferð ársins gjalda sama ferða- gjald sum fólk á hinum ferðunum, hava tey uppi- borið somu tænastu. So var ikki í ár. Ódýra kafe- terian var stongd, so antin mátti tú svelta ella eta á dýru restauratiónini, har eftir mínum tykki bert restir vóru eftir, tí skipið skuldi leggjast í Keyp- mannahavn. Í tollfríu búðini vóru eisini bert restir eftir. Úti um lond hevur »Smyril Line« reklamerað við stersta útboðnum av toll- fríum verum á ellum At- lantshavi. Eg fekk einans Bailey's og nakrar Feroya Bjór. Nokk við hesum, men tað versta var ferðin frá Hanstholm til Keyp- mannahavnar. Lýst hevur verið við, at beinleiðis samband var alla leiðina við bussi. Ein átti at trúð, at ein altjóða ruta kundi koordinera (samorðnað)