leygardagur 5. oktober 1985síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
oktober 1985 fyllir ein kendur
KARL JESPERSEN á
Tann 7.
arbeiðaraleiðari
Tveroyri 70 ár.
Tá ein sær Karl ella kemur á tal við hann,
kemur einum til hugs, at tað ber ikki til, at
hann er blivin so gamal. Men sjálvt um tað
ikki sýnist so, so er tað ein veruleiki, at árini
eru runnin, og hyggja vit at lívi Karl's, so
kemur tað týðuliga fram, at árini ikki vísa,
at Karl er farin um tey sjeyti. Karl kann við
góðari samvitsku hyggja aftur á eitt ríkt lív
við nógvum og stórum hendingum.
Bæði innan fakfelagsskapin sum umboð
bæði fyri arbeiðaran og fiskimannin hevur tú
Karl verið álit og tryggleiki, og somuleiðis
hevur tú á tí politiska økinum ongantíð dult
hvar tú stóð.
I teimum kanska ringastu árunum i
Foroyum í nýggjari tíð, í fimtiárunum og
úteftir, tá tað veruliga kravdist dirvi at vera
oddamaður, tá vísti tú veruliga, hvar tú stóð,
og hvat tú stóð fyri.
Karl var og er álitismaður.
Sum formaður FYLKINGAR, stjórnar-
limur í Feroya Arbeiðarafelag í einari av-
bjóðingartíð í sterstu broytingum, sum
hendu her á landi. Tá stóð hann á varðhaldi
fyri at verja arbeidaraåhugamål, og væl vóru
tey vard.
Tað hevur altíð kostað at vísa lit og serliga
at standa sum verjan av arbeiðarafjeldini, og
hetta hava Karl og familja hansara merkt,
men hann hevði uttan iva sín stersta og
sterkasta stuðul í konini, og við tí
stuðulinum feldi hann seg tryggan.
I fimtiárunum undir borgarligari leiðslu
bæði á Løgtingi og í Føroya Landastýri, tá
ágangurin sum ikki einaferð var vendur
ímóti serliga arbeiðarafyritokunum á
TVØROYRI.
tíðindablaðið
Karl Jespersen, undangongumaður innan
arbeiðararersluna, verður sjeyti
I fimtiárunum undir borgarligari leiðslu
bæði á Løgtingi og í Føroya Landastýri, tå
ágangurin sum ikki einaferð var vendur
ímóti serliga arbeiðarafyritskunum á
Tveroyri, kravdi tað dirvi at verða leiðari, og
dirvi og áræði, tað hevði Karl Jespersen, tá
eitt nosið varð av, var næsta á aftur.
Í hesum ringastu tíðum fyri foroyingar,
fóru fiskimenn í túsundatals til Íslands fyri
Hetta er helst sterti útróðrarbátur, sum er smíðaður í Føroyum. Hann varð smíðaður á Tvøroyri til
Karl Jespersen, sum róði út í Grenlandi við bátinum. Hann at Gigan.
har at vinna sær úrkomuna, tá vóru aftur
boð eftir einum góðum talsmanni, og hver
beturi enn Karl kundi greiða hetta. Tá var
hann formaður SUÐUROYAR FISKI-
MANNAFELAGS og sum slíkur bleiv hann
ikki bara talsmaður SUÐUROYINGA men
sum tann álitismaður hann altíð hevur verið,
talsmaður fyri allar FØROYINGAR, sum
vóru í íslendskari tænastu. Tað veri seg á
sjógv ella landi, og góður var hann, tí Karl
tosaði íslendskt perfekt.
Afturkomin úr Íslandi legðist hann ikki á
ta latu síðuna. Sum slóðarin mikli bygdi
hann sær tann stersta opna útróðrarbátin,
sum sjálvandi fekk navnið á konini
»GIGAN« og við honum fór hann við synum
sínum at troyta GRØNLANDSHAVID.
Jú, Karl Jespersen hevur sanniliga roynt
lívsins avbjóðingar.
Til stóra norðurlendska kommunala
stevnu, sum hildin varð í ÍSLANDI við
umboðum frá ollum NORÐURLONDUM,
vóru sjálvandi eisini umboð úr FØROYUM.
Fyri Feroyar vóru umboð úr Klaksvík,
Tórshavn og Tveroyri. Okkara umboð vóru
Ludviga og Karl Jespersen, og tá eitt av
teimum norðurlendsku umboðunum vegna
NORÐANLOND skuldi flyta rødu, var Karl
valdur til hetta. Reðan varð hildin á
FØROYSKUM, DONSKUM og å
ISLENDSKUM.
Væl varð hetta fagnað, ti eingin beturi enn
Karl kundi greiða hetta.
Karl hevur eisini verið býráðslimur á
Tvøroyri, og har sum í ollum málum hevur tú
altíð verið greiður.
Góði vinur, hjartaliga tillukku og takk fyri
tað, sum tú sum arbeiðari og umboð teirra
hevur borið at tí varða, sum arbeidararørslan
er.
ÞEIN VINUR:
Nr. 113 — 5. oktober 1985