Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. oktober 1985síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tórshavnar skipasmiðja: Samráðast um tvey linuskip Útlitið til at fáa nýggjar skipasáttmálar hevur ikki verið so ringt seinastu trý árini sum nú — arbeiða við sáttmála um tvey línuskip — Tað stendur verri til nú enn tað hevur gjert tey seinastu trý árini, tí tey seinastu trý árini hava vit vitað, hvat vit skuldu gera Soleiðis sigur stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju, Poul Mohr í samreðu við Sosialin um steðuna við- víkjandi nýggjum skipum. bygging av Kortini eru útlit til, at tað finst onkur loysn, heldur Poul Mohr. Teir samráðast í letuni um sáttmála at byggja tvey línuskip. Tey eru millum tey fýra loyvini, sum landsstýrið hevur givið til nýggj línuskip. Á Tórshavnar Skipa- smiðju eru teir nú í ferð við tað triðja skipið av tíðindablaðið sama slagnum sum Festu- varði og Vestmenningur. Hetta triðja skipið skal vera liðugt á sumri 1986 og er tað til sama reiðaríið í Vestmanna, sum júst hevur yvirtikið Vest- menning. Uppá fyrispurning hvussu tað ber til, at fer- oyingar heldur vilja byggja skip í Noregi og % + $ FRR LE SEE GR - Poul aðrastaðni, sigur Mohr, at tað kunnu vera fleiri orsekir til hetta, so sum fígging og tíðin, tað tekur at byggja skip. Hann heldur tó ikki tað er tí, at vit byggja verri skip enn aðrir, at føroy- ingar velja at fara av land- inum við skipasáttmálum. At tað tekur longri tíð at byggja skip i Føroyum, er heldur ikki so undarligt, tí tað eru so nógv arbeiði í gongd í landinum, at tað er ikki lætt at fáa fólk. Poul Mohr vísir á, at tað er stórur tervur á fakfólki og hevur hetta helst eisini samband við tað stóra trýstið, sum er á arbeiðs- og byggimarknaðinum í letuni. Men hevur tú nakra patentloysn uppá hetta? — Tað havi eg ikki, og hon er heldur ikki lett at finna. Vit eru so fá í Fer- oyum og tey fólk, sum vit eitt nú skulu brúka innan skipasmíð, eru tey somu, sum leita sær við skip- unum sum maskinmeist- arar o.l. Har vinna teir so Tå hesin trolarin til Vest- manna eru lidugur kom- andi summar, Skipasmiðjan nýggjan sáttmála hevur ongan Seinasti nýbygningurin var Vestmenningur, sum varð latin eigarunum her- fyri nógv meira, og tá teir so gera tað, so er heldur ikki gott. Tí hvat nyttar tað tá, at vit hava nokk av fólki og eingin er við skipunum. Hetta virkar sum eitt tvi- eggjað sverð Byggja nýggja hell til nýbygningar Í dag arbeiða 120 mans á Tórshavnar Skipasmiðju. Í letuni verður eitt fiski- skip bygt, umframt at teir hava umvælingararbeiði. Plássið er annars ov lítið og tí ætlar skipasmiðjan at byggja ein nýggjan bygning, sum verður 2000 fermetrar. Hann skal byggjast, har gamla omankoyringin til Vestaru bryggju var og so oman móti Alaker. Poul Mohr sigur, at hetta arbeiði er nakað seinkað av vegagerðini nærhendis, men væntandi fara teir í gongd til jólar. Teir hava fingið fígging til bygningin, sum fer at kosta 6-7 mill. kr Ætlanin er at brúka henda nýggja bygningin Fimleikaraskeið Skeið í grand Prix- fimleiki | num kl. 18. Kostnadur 200 krénur, | 100 krónur. til sektiónir til nýggj skip, og vit spurdu tí Poul Mohr, um tað ikki er eitt sindur evugt at byggja út uppá, at ein skal byggja fleiri skip, tá útlitið fyri at fáa sáttmálar ikki er tað besta. Til tað sigur hann, at teir vóna at fáa okkurt til komandi summar, tå bygningurin verður liðugur. Annars tervar teimum meiri arbeiðspláss og er ætlanin at brúka verandi sektionsbygning til smærri umvælingar- arbeiði. Vit spurdu at enda Poul Mohr um teir hava ætlanir um at umvæla sovjettisk skip eisini, nú bæði Skála og Vág umvæla sovjettisk skip. Til tað sigur hann, at tað hava teir ongar ætlanir um. Vit klára okkum við teimum umvælingum, sum eru av føroyskum skipum og vóna at fáa meira av tí, nú aðrir leggja seg eftir at umvæla út- lendsk skip. jan Byrjað verður í høllini á Stórheyggi fríggjadagin kl. 19. Tilmeldan á stað- unglingar Nr. 114 — 8. oktober 1985