hósdagur 10. oktober 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6 tíðindablaðið [ | DS lurin Nr. 115 — 10. oktober 1985
Telefor 118 20
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Útgávudagar: týsdag. hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Føroyskt
skipasmíð
á einum
vegamóti!
ÚTLITIÐ hjá føroyska skipasmíð-
ídnaðinum er ikki tað besta —
ganga vit eftir teimum úttalilsum,
sum leiðslurnar á tveimum av
okkara størstu skipasmiðjum eru
komnar alment fram við í fjøl-
miðlunum nú í seinastuni.
ENN verða nýggj skip tó smíðað
bæði í Havn , á Skála og í Vági.
Men eingir ella bert heilt fáir
nýggir sáttmálar eru gjórdir.
T.v.s. at einaferð í komandi ári,
so vera hesi stóru arbeiðspláss
noydd at senda fólk til hús.
Higartil hevur tað íkki verið neyð-
ugt at siga fólki úr arbeiði á
skipasmiðjunum, sum í dag hava
300—500 fólk í arbeiði. At tað
skjótt gerst neyðugt, mugu vit so
taka í fullum álvara.
JUST í skrivandi løtu verður
roynt at finna fram til, um um-
byggingin av okkara størsta fiski-
fari, Reynsatindi, skal verda gjørd
i Føroyum ella i Noregi. Tad frætt-
ist, at norðmenn hava nógv lægri
tilboð, og so kunnu teir uttan iva
eisini gera skipið liðugt uppá
munandi styttri tíð, enn um tað
varð umbygt í Føroyum.
FOROYINGAR ynskja, at vit varð-
veita so nógv slík arbeiði í land-
inum sum gjørligt, tí tað gevur ar-
beiði og skattakrónurnar liggja í
landinum. Vit kunnu nú spyrja,
| um tað er rætt at byggja skipini
| og gera slíkar umbyggingar í For
| oyum, — fyri einhvønn prís — tá
| umstødur eru, sum tala fyri, at
tað bæði er skjótari og bíligari at
| fara eitt nú til Noregs við arbeið-
inum. Svarini eru helst fleiri.
HETTA er eitt eftirhondini gamalt
orðaskifti, og eru helst bæði fyri-
munir við at fara av landinum og
við at gera arbeiði í landinum.
Men er ikki skipasmididnadur
okkara nú á einum vegamå6ti! Har
hann veruliga eigur at spenna seg
út fyri at vísa, at vit kunnu gera
eins bíligt og eins gott arbeiði og
uppá somu tíð! Hetta við tíðini
hevur ikki minst at siga.
VERANDI landsstyri hevur
givið fleiri nýggj innflutningsloyvi
og hevur sagt, at tað er sinnað at
fáa fleiri skip bygd í Føroyum fyri
at varðveita arbeiði í landinum.
Vit kunnu so spyrja, um lands-
stýrið meinar, at hesi arbeiði
skulu gerast í Føroyum — fyri
einhvønn pris! Neyvan ger lands-
stýrið tað.
TÍ mugu skipasmiðjurnar eins og
aðrir partar í ídnaðinum nú royna
at rationalisera og tilrættaleggja
arbeiðið soleiðis, at tað ber til at
gera eins bílig skip og til rímiliga
tíð. Tað almenna eigur at eggja
skipasmiðjunum til at fremja
neyðugar rationaliseringar og um
somu tíð stuðla og eggja monn-
um, ið byggja nýggj skip, til at
byggja í Føroyum.
EIN hevur varhugan av, at tað ai-
menna longu nú ger nógv fyri, at
skip verða bygd í Føroyum, men
hvussu leingi hetta fer at bera til,
uttan so at okkara kappingarføri
gerst betri, kann ein so loyva sær
at gita um.
ARBEIÐIÐ hjá fleiri hundrað for-
oyingum er í vanda, um ikki bæði
tað almenna og serstakliga skipa-
smiðjurnar sjálvar royna at finna
eina loysn, sum tó íkki í seinasta
enda bert bera í sær, at tað vera
almenn tilskot, sum skula tryggja
einum framtíðar skipasmiðju-
ídnaði.
UTTAN skipasmiðjurnar hevði
land okkara verið fátækari. Okk-
ara hevuðsvinnutól — fiskiflotin
— tørvar góðar og kappingarførar
skipasmiðjur til tær mongu um-
vælingar, ið eru neyðugar á
hvørjum ári. Haraftrat kemur, at
ein stórur partur av fiskiflota okk-
ara er heilt ótíðarhóskandi og tí
eigur at skiftast út við betri skip.
Ikki minst er her talan um skip, ið
als ikki lúka tær treytir til komfort
hjá manningini, ið eiga at skiftast
út.
HETTA eiga skipasmiðjurnar at
hava í huga og tí gera seg klárar
at bjóða seg fram í kappingini at
endurnýggja partar av skipaflota
okkara. Til tess krevst tilrætta-
legging, nyhugsan og rationalis-
ering. Ju vist er okkara skipa-
smidjuidnadur á einum vegamóti.
jamii
Umbering
Í Sosialinum nr. 107 fyri leygardagin tann
21. september er lesarabræv undir heitinum
„Orð og gerðir fiskaselustjórans !<. Í hesum
lesarabrævi, sum er undir dulnevni, verður
Birgir Danielsen skuldsettur fyri sum stjóri í
P/f Sjóvinnubankanum, har hann tó væl at
merkja ikki er stjóri men nevndarformaður<,
at hava betalt ávísum felag 4 milliónir kr. ov
nógv til Noregs fyri ógoldin lån«.
Blaðstjórin á Sosialinum hevur eingi
prógv fyri, at hesin pástandur er rættur, og
skal tí hervið taka hesa skuldseting aftur og
koma við umbering fyri, at slík skuldseting
hevur fingið innivist í blaðnum.
Blaðstjórin
EF-mål í Sjónvarpi
Føroya?
Høgravendastu flokkarnir
i Europa, harímillum
danski framburðsflokk-
urin, hava á stevnuskrá
síni ynskið um eitt felags
EF-mál. Tað, sum Hitler
ikki megnaði á sinni, skal
nú gerast veruleiki.
Nógvar sendingar, Sjón
varp Føroya borðreiðir
við, eru málsliga so hátt
aðar, at tú fært illgruna
um, at hesin nýggi fjel-
miðil leggur seg eftir at
rudda slóð fyri EF-mál-
inum í Føroyum.
Tak nú t.d. frásegnina
frá fyrra Europakapping-
ardystinum millum VÍF
og norska liðið Urædd.
Har hevði sjónvarpsfrá-
segumaðurin m.a. hetta á
munni:
»totalur forvirringur«
»fare på færde«
»hann forskrekkir
menningar«
vest-
hatta var skjótt uppfat
að< (tvær ferðir)
„kom heim í hasa verjuna«
„fínt dekkad«
„her eru kendsgerningar-
nir< (tvær ferðir)
„nú er kanónin innstillad«
»halt uppat við hasum
protestarinum«
»den går ikke«
»at fungera«
»nu svækkes mit håb«
„hvat fyrigongur seg nú<
(tvær ferðir)
»tad, ið eg var í ferð við at
siga«
»gott spælt av Kåra«
»vestmenningar eru full-
talligir aftur«
»stille og roligt<
„her hava vit Spielfúhr
aran«
Sjónvarp
borðreiða
Hesum loyvir
Føroya sær at
við í 1985.
„Der Fúhrer< > hevdi
uttan iva fegnast, hoyrdi
hann málsliga vavgreyt
sjónvarpsmansins leygar-
kveldið.
Men vit eru mong, ið
ógvast og rópa hetta máls-
liga neyðteku av fúlasta
slag.
Árni Dahl
Norðurlanda
skúla-
renningin 85
Aftur í ár fer Feroya
Ítróttalærarafelag at
skipa fyri Norðurlanda
Skúlarenning 85. Dagurin
í ár verður friggjadagin
11. okt., dagin fyri heyst
frítíðina
Av orsekum,
ikki kenna, hava vit
tíverri ongantíð fingið
eina samlaða uppgerð yvir
úrslitini í fjør. Tó hava vit
fingið nekur úrslit:
Grenland: 29.657 km.
sum VI
5604 næm. = 5,3 km. pr.
næm.
Island: 51.346 km
14.874 næm. = 3,5 km. pr.
næm.
Danmark: 2.449. 369
km/ 447.556 næm. = 5,5
km. pr. næm.
Ffoyar: 44.957 km/ 5399
næm. = 8,3 km. pr. næm.
Samanbera vit hesi ur
slitini sæst, at Føroyar
hevur nógv tað besta úr
slitið, og tað eru vit væl
negdir við
Øll norðurlond
boðað frá, at tey
hava
fara at
luttaka í ár
Mannagongdin verður
tann sama sum í fjør, men
fyri at gera renningina
meira áhugaverda her hjá
okkum, fer Feroya Ítrótt-
arlærarafelag at geva eitt
steyp til tann skúlan, sum
rennur felstar km. pr.
næm. Treytin er tann, at
eingin næmingur má
renna meira enn 10 km.
Vegleiðandi uppskot eru:
2,5 km — 5 km — 10 km.
Næmingarnir velja
sjålvir hvørja rutu teir
renna ella ganga.
Eftir at renningin er av,
verða skúlarnir bidnir um
at ringja inn úrslitini, vid
samlaðum næmingatali og
km-longd á tlf. 15795
(Andrass), tlf 15922
(Jóannes), elal at senda
tey til Jóannes Mohr,
Bjarnoyarvegur 4, 3800
Tórshavn, í seinasta lagi
25 okt. Úrslitini verða so
kunngjerd seinni.
Allir luttakarar fáa
skreytblað.
Um meira ynskist at
frætta, so ring tlf. 15795
— 15922.
Við vón um eins góða
undirtøku sum í fjør.
Feroya Ítróttalærarafelag