Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. oktober 1985síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Svend Áge Ellefsen — tíðindablaðið Vágoyggin og farmaskip Svend Áge Ellefsen hevur verið frammi í Dagblaðn- um fleiri ferðir síðstu tíðina og reypað av, hvat bleiv gjørt fyri Vágoynna undir sambands- og fólka- flokslandsstýrinum, og hevur hann jamrað um alt tað, sum nú ikki verður gjørt, at alt nú gongur niður eftir bakka. Hvat bleiv so gjert undir síðsta landsstýri vesturi í Vágum? Jú, trol- arar komu til oynna; hesir trolarar vóru av sovorðn- ari beskaffinheit, at onga- staðni í Føroyum uttan í Vágoynni (undir borgar- ligum stýri og við Ellef- sen) hevdu teir nakran meguleika fyri at klára seg: her bleiv jonglerað við kvotum, fiskasløgum 0.0, sum tað lottarispæl tað heila var. og úrslitið kenna vit »Kovan« reypar hann eisini av. »Kovin« er av- gjørt eitt gott tiltak, men hann hevur havt,og hevur stødugt stórar figgjarligar trupulleikar. Javnaðarmenn kunnu eisini seta nógv í gongd bæði á sjógvi og landi, men vit vilja helst tryggja okkum, at tað hevur ein veruligan møgu- leika fyri at klára seg at fara so vitt sum Svenn Og Age Ellefsen, at reypa sær v slíkum óhepnum tiltøk- um, tað kunnu bert fólka- floksfanatikarar gera Vegagerðini í oynni er hann øgiliga stoltur av Vegagerð bleiv framd eisini í øårum valdømum undir síðsta landsstyri,og tað í størri mát enn í val- deminum hjá Sv. Á. Ellef- sen. Bergholið til Gásadals er útsett eitt sindur. Gásadalsfólk sum heild eru ikki vilt begeistrað fyri at fáa alt tað nýggja sum eitt skot inn á kropp- in á sær. Tey vilja tilvenj- ast spakuliga, hava góða tið at kapera útvilkingin, tey vilja helst ikki missa fótafesti í einari sunnari tilveru. Ein gásadalsmaður skrivar av og á í Dag- blaðið um at skunda undir bergholsgerðina; gása- dalsmaðurin leggur navn til greinina, men hver, ið skrivað hevur, tað veit best Sv. Á. Ellefsen. Mykinesmenn fáa onga fergu, harmast hann yvir. Tak tú, Sv. Á. Ellefsen, og spyr skiparan á >Súl- uni« hvussu ferðamynstr- ið við hesum skipi millum Sørvåg og Mykines hevur verið í ár. Tað er hend- ingaferð, tað er ein einasti mykinesmaður við hesum skipi, tá ið teir skulu av oynni, fara teir við »Tyrluni«. Men »Sulan« er so at siga i heilum teir 3-4 summarmánaðarnar full av teimum vit kalla krabba- gåggur. Hesir ferðast á deksplássi millum lond. útlendingum, av tumla seg vestur til Våg- hava sjálvir provi antin við til Mykinesar, búgva í teltum har. og leggja ongar pengar eftir nakrastaðni her á arnar, seg landi At spendera nýggja ferju og nýggja atlogu- bryggju fyri nógvar milli- ónir í oynni til slíkt slag av turistum máttu sjálvt fólkafloksmenn hildið ver- ið óforsvarligt. So kemur mykinesmaður. limur í sóknarstýrinum har, við villleiðandi upplýsingum í blødunum um, at »Sulan« lekur sum soldið, men Skipasynid hevur i aftur- svari i blødunum vist hesum påstandi aftur sur ósannan. »30 vágamenn sleptir upp á fjall« ljóðar ein yvir- skrift í Dagblaðnum til grein hjá Svenn Åge Ellef- sen. Hesir 30 vágamenn, allir úr Sandavági og Mið- vági, ætlaðu at keypa 2 farmaskip. Teir ætlaðu at keypa. uttan at betala eitt oyra sjálvir. Ein undar- ligur máti at keypa uppá, at ogna sær virði, og hverki arbeiða ella betala fyri tey. Hetta bleiv praktiserað undir undan- farna landsstýri, men nú- verandi landsstýri segði við rettum nei til at stuðla slíkum. Annars hava vit aktuel dømi í hevuðsstaðnum um, hvussu farmaskipa- reiðarar roynast í paradis- inum hjá tí kapitalistisku samfelagsskipanini. Reið- ararnir har royna at reka hvenn annan á gravar- bakkan, har virkar junglulógin í sínum upp- runaliga líki. Herfyri bønadu og bóðu fólkafloksmenn á ristandi knøum tað almenna um at hjálpa Líðartindi; sjálvt Dagblaðsstjórin = offraði leiðaran í blaði sínum uppá hesa biddara- og kanossa-gongd til tað almenna. Ødrvisi munnbóru hesir | garpar seg fyri 4-5 årum sidani Tad almenna »javnadurin« bleiv tå dømt til heljar, ti tad dittadi sær at umhugsa at fåa skil å farmaskipasigl- ingini Slikan kann bert ein viss typa av fólkafloksmonnum fremja. Teir eru at meta við snultarar á einari og sær villmannaleik sam- sunnari organismu, samfelagiðs- -leppur best av við hesi skaðadjór við at hava sosialistiskt stýri, so sum vit hava tað í okkara landi í dag, og so sum tað skjótt verður í øllum framkomnum lond- um. Sosialistur P.S. Nú ið Trader Line biður tað almenna um hjálp til >Líðartind< eigur landið at hjálpa reiðara- num burtur úr tí ringu steðu tað er í, og tað gerst bert upp á ein hátt — tað almenna yvirtekur >Líðar- tind«. Ein åtala Vidv.: Landsstyrisins sosi- ala vanrøkt av fiski- og ut- róðrarmonnum og familj- um teirra. Enn eina ferð hevur landsstýrið latið fiski- menn, útróðrarmenn, bátseigarar og skipaeig- arar verið svartiper, nú fjøra er í landskassanum. Í einum samfelag, sum hevur ein vinnustruktur sum okkara, verða altíð stór útsving í peningatil- gongd landskassans. Hetta ferir við sær, at til tíðir sansar at — og so ma vera. Men tað er sitandi landsstýri, og bara sitandi landsstýri, sum ræður fyri hvussu innkomni peningurin verður útdeild- ur. Sitandi landsstýri ræður sostatt fyri hvar, ið sansast skal fastast at Okkara vinnulívsstruk- turur er soleiðis uppbygd- ur, at fiskimenn, útróðrar- menn, båtseigarar og skipaeigarar fáa ein mun- andi part av teirra útkomu sum afturbering úr lands- kassanum um lenjavning- argrunnin. Tað sýnist, sum lands stýrið metir hesa afturber- ing at vera eina gávu, ið lætt kann bíðast við at út- gjalda til flóð aftur er í landskassanum. Góðu menn, so er ikki Her er talan um sjálvt lívs- og vinnugrundarlagið hjá manning og førum. Fyri at hesi orð íkki skulu standa einsamall, sum ein pástandur, loyva vit okkum at viðleggja tvinni skjal, sum vísa hvussu stórur partur av afturberingini beinleiðis fer til dagligt breyð. Har- umframt verður vist hvussu neyðug afturber- ingin er hjá førunum, fyri at fáa endarnar at rekka saman. Við hesum fáu orðum loyvir Framburðs- og Fiskivinnuflokkurin sær at átala at fiskivinnan á sjónum altíð skal vera har- monikan, tá fjera er í landskassanum. Helst finnast tað aðrir sektorar í okkara samfelag, ið lætt- ari kundu umvera pen- ingin ella ein part av pen- inginum úr landskass- anum eina tíð. Ella hvat við at lata pen- ingamangulin skifta millum teir minst átrok- andi og minst lívsneyðugu sektorarnar. Til dømis ein mánaða hver. At enda loyvir flokkurin sær at heita á landsstýrið um beinanvegin at finna ein útveg fyri at fáa goldið lenjavningargrunninum ta eftirstødu, sum nú gongur við rúkandi ferð inní fjórða mánaða. At enda kann nevnt, at tað dømid sum er hjålagt i skjølunum I og II eru frå miðal fari. Vit liggja inni vid tølum fyri 20 tonsara, sum eigur um + millión krónur tilgóðar hjá lenjavningargrunn- inum. Nevniliga rakstrar- studningur 112.000, manningarstudning (prís- ískoyti) knappar 100.000 krónur umframt nakað av minstaforvinningi. Enn eina ferð : Gerið nakað munagott fyri at fáa hetta blóðskeiva órættvísi rættað. verða Torshavn, 7. okt. 1985 Vegna Framburðs- og Fiskivinnuflokkin Adolf V. Hansen floksformaður SKJALI Kvartalsuppgerð Fyri sterri útróðrarbát (3. kvartal 1985) Inntekur: Sela av fiski 327.000,- Rakstrar- studningur 64.000,- 391.000,- Nr. 115 — 10. oktober 1985 Utreiðslur: Agn 50.000,- Egning 56.000,- Hýrur 90.000,- Eykapartar (yvirmenn) 20.000,- Proviantur 6.000,- Ísur 5.000,- Olja 32.000,- Reiðskapur 30.000,- Tryggingar 25.000,- Rentur 60.000,- Avdreg 50.000,- 424.000,- Hall 33.000,- Ikki goldin rakstrar- studningur 64.000,- Manglandi likvitetur 7.000,- harav tey 64.000 stava frå ógoldnum rakstrar- studningi SKJAL IT Manningarlen og útgjald í 3 mánaðir At býta í 6 partar eru (sí skjal 6) 90.000,- Í part 15.000,- Minstalen/minsti- forvinningur 11.500,- Prísískoyti/aftur- bering 10.200,- Samlað forvunnin innteka 36.600,- Utgjalding: forvunnið í alt 36.700 tó minus minstaforv. 11.500 og prísískoyti 10.200 21.700 Bruttoútgjald 15.000 minus skatt 40% 6.000 Nettoútgjald 9.000 Ella kr. 3.000 pr. mánað til ljós, varma, húsaleigu, klæðir, telefon, sjúkra- kassa, mat o.s.fr. Til familju uppá 5 fólk, svarar hetta til kr. 20,- skrivað krónur tjúgu pr. dag pr. persón. Ella við eðrum orðum: ikki til mat, tíansheldur til nakað annað. Skattamál Brestirskvæði verður ar at ongin skal so ungum alva bragdarhugin forða. Rætt er nokk eisini tað. Hesir báðir hugar, bragd- arhugur og arbeiðshugur tykjast mær í hvussu so er at hava stóran felags- skap. Ofta sær ein, at nekur vilja vera við, at ein skal gjalda sín skatt við gleði. Eg ið hvussu so er, fari at ivast í hesum. Seinasta vikuskifti fekk eg vitjan av einum abba- soni minum. Og helt hann fyri: >Abbin ikki fekk egmeira hesa útgjalding- ina enn 612,00 kr. útgold- ið av 1225,00 kr.“ Nú er tað at siga, at drongurin verður 15 ár áttanda í næsta mánað. Annars væl útlopin eftir aldrinum. Sum vit ell vita, so fær ein hálva len til 15 ára feðingardagin. Tá hækkar lenin til 3/4 timaløn. Hetta er alt rætt, og kanska rímiligt. Tað er sáttmálabundið. Men álv- aratos. Fyrst at arbeiða fyri 12 løn, og so aftur fer hin helmingurin, ið tá er eftir, til skatt. Um hatta ikki er at drepa arbeiðs- hugin, tá vil eg ikki vita meir. Hetta skal ikki skiljast sum ein ábreiðsla til nakran einstakan ið var við at fáa handan ný- fødingin upp at standa. Skundur var í ellum eftir fødingina. Alvin mátti heimadoypast og fekk navn >Teldudrongurin í Kelduni«. Vónandi fær hann ikki allar tær mongu barna- sjúkurnar. Eftir er at ynskja, at hann fær vis- dómsjakslarnar bæði skjótt og nógvar. Tað má tó nakað av skili vera í ellum galskapi! Takk fyri upptekuna. Vágur tann 7/10-85 Hentzar Joensen Kunngerð Við hesum verður gjørt kunnugt, at grótbrotið undir Sandvíkarhjalla á Hvítanesi nú er Kommunu. ogn Tórshavnar Einki grót má takast úr brotinum uttan eftir avtalu við byarverkfrød- ingin Tórshavnar Býráð ————————. FERÐSLUTRYGD er at fara yvirum bert undir gr grenum ljósi