Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 209 - 31. oktober 2002 Nr. 209 - 31. oktober 2002 3 Tað var ein øgiliga stór løta at standa á pallinum og fáa heið- urslønina handaða, sigur Sunleif Rasmus- sen, tónaskald. Serliga heiðurin er hann sera glaður fyri HEIÐURSLØN Edvard Joensen Hann er glaður. Sunleif Rasmussen, tónaskald, sum týskvøldið fekk handaða Tónleikaheiðursløn Norð- urlandaráðsins á samkomu í finska høvuðsstanum Hel- sinki. – Tað er greitt, at tú kenn- ir teg sum nakað heilt ser- ligt eitt sovorðið kvøld, tí tað vóru hóast alt 12 vælre- nomerað nøvn, sum inn- stillað vóru til virðislønina, sum eg fekk, sigur hann. Til dømis var dirigenturin, sum stjórnaði orkestrinum til hátíðarhaldið týskvøldið, eisini innstillaður. Dagurin var nakað buldraligur, greiðir Sunleif Ramsussen frá i telefonini úr Helsinki. Har var tíð- indafundur og samrøður meginpartin av degnum. Og um kvøldið var so stóra samkoman, har sjálv heið- urslønin skuldi handast. Tað var »við manér«, sum sagt verður. Allir ríkis- og stjórnarleiðarar í Norð- anlondum sótu í fremstu røð, og tað gjørdi løtuna enn meira spennandi. Nógv vóru tey, sum vildu heilsa upp á Sunleif Ras- mussen og ynskja honum tillukku eftir handanina, greiðir hann frá. Serliga vóru tað Margretha drotn- ing og íslendski forsetin, Ólavur Ragnar Grímsson, sum høvdu hug at práta eitt sindur meira enn bara at siga góðan dag og tillukku, greiðir Sunleif frá. Hann sigur, at tað hevur vakt ans, bæði í Norður- londum, men so sanniliga eisini úti heimi, at hann hevur fingið norðurlendsku tónleikavirðislønina. Eisini vóru forsætisráðharrarnir millum teirra, sum ynsktu tillukku. Teirra millum var tað tó bara svenski forsætisráð- harrin, Gõran Persson, sum rættiliga hevði sett seg inn í, hvør maðurin, ið hevði fingið virðislønina, var. – Vit fingu eitt rímilia langt prát, har hann avdúk- aði, at hann visti, hvør eg var, sigur Sunleif Rasmus- sen. Aftan á sjálvt hátíðar- haldið vóru eisini onnur, sum høvdu hug at heilsa upp á tónaskaldið. Millum annað brúkti hann nakað væl av tíð saman við teim- um, sum áður hava fingið hesa virðirslønina, sigur Sunleif Rasmussen. Tað fer víða um heim, tá ein fær eina slíka virðisløn sum hesa, Sunleif Rasmus- sen nú hevur fingið. Tað verður kunngjørt í tíðarrit- um, sum hava við evnið at gera, og tey verða eisini lis- in uttan fyri Norðurlond. – Tað eru komnir fyri- spurningar um tónleikin há mær úr londum sum Frak- landi, Italia og heilt úr Japan, greiðir Sunleif Ras- mussen frá. So tað er greitt, at tað setir síni spor. Men tað liggur nógv hart arbeiðið aftan fyri, áðrenn ein kemur so langt, sum Sunleif Ramsussen nú er komin. Og ikki ber til at liggja ov leingi á laurber- unum heldur, vísir hann á. Tað liggja fleiri bílegg- ingar niðurfyri, og hann hevur nokk at takast við eini trý ár fram, sigur hann. Hann skrivar í løtuni tón- leik, sum danir hava biðið um, og seinni skal hann skriva eina kamaropera, sum skal frumframførast í Norðurlandahúsinum í Havn á heysti 2005. Eisini verður arbeitt við ætlanum um eitt størri verk, sum helst annaðhvørt skal latast einum finskum ella einum donskum orkestri. Talan verður helst um eina symfoni, sum so kemur at vera nummar tvey í røðini, sigur Sunleif Ramsussen. – Men tað er ikki komið endaliga upp á pláss enn, sigur hann. Tað er forlagið hjá honum, sum arbeiðir við tí. Tað var ein stór løta Sunleif Ramsussen fekk týskvøldið handaða tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hóast nógvar royndir, hevur tað tíverri ikki eydnast okkum at fáa nakra mynd av stóru løtuni, tá Sunleif Rasmussen fekk virðislønina handaða Og gingu kongar fram á rað.... Tey heilsaðu Sunleifi, og serliga Margretha drotning, longst tv., og Ólafur Ragnar Grímsson, forseti longst t.h. høvdu hug at práta TÍðINDASKRIV Vinnumálaráðið tann 30. okt 2002 Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, hevur tikið avgerð um at seta Kristian Davidsen sum stjóra fyri Strandfara- skipum Landsins frá 1. januar 2003 at rokna. Kristian Davidsen er 36 ára gamal og er útbúgvin elektro sivil- verkfrøðingur og hevur tikið HD í organisatión. Kristian Davidsen starvast sum leiðari á deild hjá Ericsson, sum veitir kunda tænastur í Norðanlondum og í Baltisku londunum. Nýggjur stjóri á Strandfara- skipum Landsins FERÐSLUVANLUKKA Vilmund Jacobsen Í tí nógvu og serstakliga hálu svartahálkuni týs- morgunin hendu nógv ferðsluóhapp ymsastaðni kring landið. Eitt av teimum álvar- somu, sum lættliga kundi kostað mannalív, um eydn- an ikki var við, var ein hending á landsvegnum í Saltnesi. Ein minni vøru- bilur við móðir og tveimum ávikavist 8 og 3 ára gomlum døtrum fór skeivur á vegnum, slerdi síðuna út ímóti lágu bilverjuni og fór upp um hana við hjólunum hægst. Bilurin endaði hálv- ur úti í sjónum - á takinum. Einasti sjónarváttur til hendingina, var Jógvan Ósá, løgreglumaður, sum júst tá var á veg út á Toftir í samband við eitt annað ferðsluóhapp har úti. Tíðliga í stóra "buginum" í Saltnesi, stutt uttanfyri Sandsøluna, møtir hann vørubilinum, sum kemur inneftir. Knappliga missir førarin á vørubilinum tam- arhaldið, og Jógvan Ósá sær í speglinum, tá ið bilurin er farin fram við, at hann fer "siglandi" eftir vegnum, slær síðuna móti bilverjuni, bóltar tvørtur um verjuna við hjólunum hægst, kemur niðuraftur á hjólini hinumegin og bóltar enn einaferð, til hann at enda liggur á takinum, hálvur úti í sjónum. Jógvan steðgar og skund- ar sær á staðið. Beinanveg- in eru aðrir bilar komnir, og saman við Jógvani hjálpa onnur til at fáa tey trý, sum eru í vørubilinum, út í øll- um góðum. Tær tríggjar, móðir og døtur, fara fyrst á Politi- støðina og síðan á Lækna- miðstøðina til viðgerðar. Har vísir tað seg, at tey bert hava fingið smávegis likamligar snuddir. Eingin ivi er um, at ein slík ferðsluvanlukka sum hendan, skjótt kundi kostað mannalív, um hepni ikki var við teimum, sum vóru í bilinum. Bóltaði bilurin einaferð ferð aftrat, hevði hann farið undir, tí staðkendir menn, sum steðgaðu á í Saltnesi hendan morgunin, siga, at djúpt er út fyri. Á Politistøðini í Runavík siga tey, at vørubilurin koyrdi hóvliga, tá ið óhappið hendi, men tað var bara so óvanliga hált hend- an morgunin. Jógvan Ósá hevur sagt, at tá ið hann møtti bilinum, var ferðin í øllum førum ikki omanfyri 50 km. um tíman. Á hesum vegastrekki í Saltnesi er mest loyvda ferðin 80 km. um tíman. Móðir og døtur í lívsvanda Her kundi lættliga ein vanlukka verið hend í tí nógvu hálkuni týsmorgunin. Móðir og tvær ávikavist 8 og 3 ára gamlar døtur vóru í bilinum, sum bóltaði uppum lágu bilverjuna og endaði hálvur úti í sjónum - við hjólunum uppeftir. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 3 2 Sambandsflokkurin Heystfundur Sambandsfloksins 2002 Árligi heystfundur Sambandsfloksins verður á Hotel Hafnia 2. november kl. 10.00 Høvuðsevni á fundinum verður "Vinnan", - herundir Eisini verður høvi at taka onnur evni fram á fundinum Øll sambandsfólk eru vælkomin 1. Lýsing av føroysku vinnuni 2. Fremmandur kapitalur 3. Alternativir vinnumøguleikar 4. Privatiseringar Hesi stu›la mær vi› fer›ini til Baruntse Siggert Nielsen Byggimeistari Tlf. 214443 HJ-RØR Tlf. 216262 Vesturfarið Hjørleif E. Heinesen góðk. el-innl. Tlf. 424466 SP/F Røkt Heygadalur Tlf. 424545 · 224545 Jóni Durhuus Timburmeistari Tlf. 424473 · 223124 Rólant Isaksen Lastbilar Tlf. 424220 · 213220 Um nakar ynskir at stuðla ferðini er konto'in í Føroya Sparikassa 9181-456.564.0 Føroya Banka 6460-418.854.5 Í hesum døgum klintrar tann 27 ára gamli vestmenningurin, Johnny Joensen, upp á 7.129 m høga Baruntse fjallið í Himmalaya. Hetta er samstundis atgonguseðilin til - sum fyrsti føroyingur nakrantíð - at klintra uppá heimsins hægsta fjall - Mount Everest