Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 209 - 31. oktober 2002 Nr. 209 - 31. oktober 2002 5 Vilhelm M. Johanne- sen, sum er formaður í bæði Handverks- meistarafelagnum og Arbeiðsgevarafelagn- um, undrast á leik- lutin, sum danska fyritøkan KB El- Teknik hevur fingið í Føroyum. Bæði at fyritøkan í fleiri før- um hevur verið nógv bíligari enn føroysku kappingarneytarnir, og viðurskiftini kring løggildingina hjá fyritøkuni, sum er neyðug fyri at gera el- arbeiði í Føroyum VINNULÍV Jón Brian Hvidtfeldt Formaðurin í felagnum hjá føroysku handverksmeist- arunum, sum eisini er for- maður fyri allar arbeiðs- gevarar í landinum, setur nú spurnartekin við tann sentrala leiklut, sum danska entreprenørfyritøkan KB El-Teknik hevur fingið í føroyska vinnulívinum. Henda fyritøka hevur í løt- uni alt el-arbeiði, bæði á Landssjúkrahúsinum og í Vágatunnlinum. Tvey stór almenn arbeiði fyri yvir 30 milliónir krónur. Harum- framt hevur fyritøkan eisini staðið fyri el-arbeiðinum á Kollafjord Pelagic. Vilhelm M. Johannesen spyr, hvussu danska fyri- tøkan kann verða blivin præ-kvalificerað fram um fleiri stórar, føroyskar fyri- tøkur, eftir at almennu ar- beiðini eru boðin út. Hann spyr, hvørjar metingar og hvørji krøv eru sett til fyri- tøkuna, áðrenn hon hevur fingið hesi arbeiði at gera. – Vit hava fleiri stórar fyritøkur í Føroyum. Hvussu ber tað til, at henda lítla, útlendska fyritøka skal kunna megna øll hesi stórarbeiði í senn, spyr Vil- helm M. Johannesen. Hann leggur afturat, at tað kann tykjast, sum um henda ávísa fyritøka fær framíhjá- rætt, verður favoriserað, fram um føroyskar fyritøk- ur. Vilhelm M. Johannesen vísir á, at leikluturin, sum KB El-Teknik hevur fingið í føroyskum vinnulívi, skapar ein misstemning millum aðrar í vinnuni. Setur spurnartekin við løggilding Vilhelm M. Johannesen setur spurnartekin við løg- gildingina hjá KB El- Teknik, sum annars er eitt krav fyri at sleppa at virka og arbeiða við el-installati- ónum í Føroyum. Lógin ásetur, at ein persónur í leiðandi, fulltíðarstarvi í fyritøkuni, sum harum- framt er búsitandi í Føroy- um, skal hava løggilding- ina, og harvið eisini form- ligu ábyrgdina, um hendi. Sambært lógini er tað bara SEV, sum kann geva hesa løggilding. Vilhelm M. Johannesen undrast yvir, hvussu lætt verður farið um hesi krøv, tá tað kemur til KB El-Teknik. Hann vísir á, at viðurskiftini kring løggildingina hjá fyritøkuni tykjast rættuliga ógreið - millum annað hevur verið ført fram, at føroyingurin, sum hevur løggildingina og harvið formligu ábyrgdina av øllum arbeiðum hjá KB El-Teknik í landinum, sjálvur starvast á einum boriplatformi, fjart frá Før- oyum. Vísir skuldsetingunum aftur Thorvald Gaardlykke, sum hevur løggildingina vegna KB El-Teknik, skilir ikki atfinningarnar móti sær og fyritøkuni, sum hann hevur starvast hjá síðsta hálva annan mánaðin. Hann vísir á, at hann hevur sína útbúgving, og hevði harumframt fingið løggilding frá SEV, áðrenn hann fekk arbeiði hjá KB El-Teknik. Hann kom í samband við KB El- Teknik, tí at hann var undir- veitari hjá donsku fyritøk- uni í samband við bygging- ina á Landssjúkrahúsinum, og nakað seinni samdust partarnir um at hann skuldi fáa starv hjá fyritøkuni. Síðan varð hansara løggild- ing flutt yvir til KB El- Teknik. – Við tað at mín løggild- ing liggur til grund fyri ar- beiðunum hjá fyritøkuni, er tað sjálvsagt eg, sum havi ábyrgdina av arbeiðinum, og at krøvini verða uppfylt, sigur Thorleif Gaardlykke. Hann leggur afturat, at í lógini er einki krav um at ábyrgdarhavandi skal standa uppi yvir monnun- um, meðan teir gera sítt arbeiði – tað ger eingin góðkendur el-innleggjari, sigur Thorleif Gaardlykke. Hann hevur annars ikki stórvegis viðmerkingar til mongu atfinningarnar móti fyritøkuni KB El-Teknik, uttan at hann skilir tær ikki rættuliga. Og tíðindini um, at maðurin við løggilding- ini starvast á einum bori- platformi, kennir hann einki til. – Eg kann bara siga tað, at eg havi ongantíð so mik- ið sum verið á einum bori- palli, og annars havi eg ar- beitt í Havn síðsta hálva annað árið, sigur Thorleif Gaardlykke. Myndugleikin eigur ikki at liggja hjá SEV Formaðurin í Handverks- meistarafelagnum og Ar- beiðsgevarafelagnum, Vil- helm M. Johannesen dugir ikki at siga, hvørt krøvini fyri at fáa løggilding, millum annað hjá útlendskum fyritøkum, sum koma hendavegin at arbeiða, eru nóg hørð, ella møguliga eiga at broytast. Hann heldur tó, at tað er óheppið, at myndugleikin, sum útskrivar løggildingina av el-innleggjarum, liggur hjá SEV. Eftir hansara tykki hevði verið rættast, um ein sjálvstøðugur stovnur stóð fyri hesum arbeiði. Í seinastuni hevur fleiri ferðir verið sett spurnartekin við, hvørt tað er óheppið, at tað er stjórin fyri SEV, sum skrivar undir allar løggildingar, millum annað til føroyska el- inleggjaran hjá KB El- Teknik, samtíðis sum SEV- stjórin er nevndarformaður í P/F Vágatunnilin. Hesin gegnisspurningur ger tað bara alt meira neyðugt at loysa myndugleikan at útskriva løggildingar frá SEV, og flyta hann yvir í ein sjálvstøðugan stovn, heldur Vilhelm M. Johannesen. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa orðið á Knud Balle, stjóra í KB El- Teknik, til blaðið í dag. Føroyskir arbeiðsgevarar seta spurnartekin við KB El-Teknik Leiðslan fyri P/F Vágatunnilin, NCC og danska felagið KB El-Teknik hava ásett 10.desember til dagin, tá Vágatunnilin skal takast í nýtslu. Greitt er, at P/F Vágatunn- ilin noyðist at gjalda donsku el-fyritøkuni 1,75 milliónir krónur afturat, fyri at fáa tunnilin lidnan til henda dato UNDIRSJÓVARTUNNIL Jón Brian Hvidtfeldt Eftir drúgvan fund í einum arbeiðsskúri í Leynum týsdagin og -kvøldið er nýggjur dagur ásettur fyri, nær Vágatunnilin kann lata upp. Stjórarnir fyri P/F Vágatunnilin, KB El-Tek- nik og NCC Vágakonsortiet boðaðu í felags tíðinda- skrivi eftir fundin frá, at 10. desember verður dagurin, tá tunnilin verður opin fyri ferðslu. Tað verður tó ikki ein heilt liðugur tunnil, sum letur upp tann 10. desem- ber. Nakað av arbeiðinum verður kortini ikki liðugt, m.a. verða ljósmastrar við tunnilsmunnarnar og rund- koyringina ikki settar upp fyrr enn seinni. Harum- framt ber ikki til at fáa fjar- stýrdu og sjálvvirkandi bummarnir, sum skulu steingja tunnilin, um óhapp henda inni í tunnlinum, at virka til henda dato. Tí verður fyrstu tíðina neyð- ugt at hava fólk til arbeiðis uttanfyri tunnilin, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunnilin. Hann vísir á, at fyrstu tíð- ina koma nøkur fólk allíka- væl at vera til arbeiðis utt- anfyri tunnilin, fyri at halda eyga við tí annars sjálvvirk- andi bummskipanini, sum skal setast upp vágamegin. Fyrstu tíðina eftir at undirsjóvartunnilin er latin upp fyri ferðslu, verður eis- ini neyðugt at stongja tunn- ilin um næturnar. Hetta er neyðugt, ti ymiskt skal monterast upp undir loftið, yvir koyribreytini inni í tunnlinum, og hetta kann ikki gerast, meðan ferðsla er. Talan er um útgerð, so til ber at hoyra útvarp og at nýta fartelefon inni í tunnlinum. Dávid Reinert Hansen sigur, at alt annað arbeiði, sum hevur við ljós og við trygd, t.d. neyðtele- fonir, inni í tunnlinum, verður liðugt, og at tað tí ikki verður ótryggari at koyra ígjøgnum tunnilin, hóast alt arbeiði ikki verður liðugt. Arbeiðið gerst dýrari Síðan tað gjørdist greitt, at arbeiðið ikki fór at verða liðugt til tann 26. novem- ber, hevur tvístøða tikið seg upp millum P/F Vágatunni- lin og donsku el-fyritøkuna KB El-Teknik um, hvør skal bera meirkostnaðin av, at arbeiðið er seinkað. Dávid Reinert Hansen sig- ur, at semjan millum part- arnar, sum fekst í lag í ar- beiðsskúrinum í Leynum týskvøldið, ber í sær, at P/F Vágatunnilin noyðist at gjalda 1,75 milliónir krónur meira fyri el-arbeiðið enn tilboðið frá donsku fyritøk- uni upprunaliga ljóðaði uppá. Upprunaliga tilboðið ljóðaði uppá knappar 13 milliónir krónur. Dávid Reinert Hansen sigur, at fortreytirnar eru broyttar, síðan leiðslan fyri P/F Vágatunnilinu í summ- ar boðaði frá, at tunnilin fór at vera liðugur 26. novem- ber. Hann vísir á, at tá varð mett, at millum 30.000 og 35.000 fermetrar av tekju skuldu leggjast uppundir loftið á tunnlinum, men síðan hevur tað víst seg, at yvir 50.000 fermetrar skulu leggjast upp undir loftið. Orsøkin er, at meira vatn enn væntað hevur likið nið- ur í tunnilin. Broyttu for- treytirnar hava havt við sær, at danska el-fyritøkan er ikki sloppin framat til ásettu tíðina, sigur Dávid Reinert Hansen. Hann leggur afturat, at tilboðið frá donsku el-fyritøkuni varð bindandi fyri báðar partar við teimum fortreyt- um, ið tá vóru galdandi. – Tilboðið frá KB El- Teknik varð sjálvandi bind- andi, men vit mugu tó ásanna, at fortreytirnar fyri at fáa arbeiðið gjørt eru broyttar síðan tilboðið varð givið. Tí varð neyðugt at samráðast av nýggjum, sig- ur Dávid Reinert Hansen. Hann metir ikki, at leiðsl- an fyri P/F Vágatunnilin kundi havt havt lagt arbeið- ið betur til rættis, so slepp- ast kundi undan verandi støðu, har felagið noyðist at gjalda 1,75 milliónir krónur afturat fyri at fáa el- arbeiðið gjørt. – Tað er ikki óvanligt, at ávísar meirútreiðslur stinga seg upp, og sum sagt eru fortreytirnar broyttar síðan í summar, sigur Dávid Reinert Hansen. Hann met- ir tó ikki, at meirkostnaður- in fer at síggjast aftur í bummgjaldinum, sum leiðslan fyri P/F Vágatunn- ilin framvegis arbeiðir við at fáa ásett. Samlaði kostnaðurin av Vágatunnlinum er ásettur til 240 milliónir krónur, og harumframt koma so prís- hækkingar umframt rentu- útreiðslur í byggitíðini. Bíligari tilbúgving Dávid Reinert Hansen sigur, at P/F Vágatunnilin nú er samdur við kommun- urnar við báðar tunnils- munnar um tilbúgvingina í samband við Vágatunnilin. Leiðslan fyri P/F Vága- tunnilin og kommunurnar hava verið ósamdar um, hvør skal bera kostnaðin av dýru bjargingarútgerðini, m.a. brandbilar, sum skal vera tøk báðu megin tunn- ilin. Dávid Reinert Hansen sigur, at semja er um í fyrstu atløgu at útvega bíligari útgerð enn upp- runaliga mett, millum ann- að ein nógv eldri og bíligari brandbil. Vágatunnilin letur upp 10.desember Eftir fund í einum arbeiðsskúri við Leynar týsdagin, er greitt, at P/F Vágatunnilin skal gjalda el- fyritøkuni KB El-Teknik 1,75 milliónir krónur afturat upprunaliga tilboðinum fyri at gera arbeiðið liðugt, so tunnilin kann latast upp fyri ferðslu tann 10. desember Í gjárskvøldið var stovnandi fundur fyri føroyskum brúkara- felag. Í løtuni er einki brúkarafelag í Føroy- um. Hetta meta stig- takararnir vera til stóran ampa fyri brúkaran BRÚKARAFELAG Rúna Sivertsen Tá tað ræður um at verja og tryggja rættindi brúkarans, eru vit illa stødd. Í Føroyum er eingin myndugleiki, ið varar av ella kærir seg um brúkara- viðurskifti. Hetta vistu vit framman- undan, men tað kom pín- liga í ljósmála, tá Norður- lendska Brúkaranevndin hevði sín ársfund í Føroy- um um miðjan septembur. Hetta er ein av orsøk- unum til, at tey trý, Hans Pauli Strøm, Ingunn Sim- onsen og Gunnleivur Dals- garð, tóku stig til aftur at stovna eitt brúkarafelag her hjá okkum. Brúkarafelagið, sum varð stovnað í 1972 og virkaði í 20 ár, datt niðurfyri orsaka av ov stórari arbeiðsbyrðu. - Vit ætla ikki at blása lív í gamla felagið, men byrja av nýggjum við øðrvísi uppgávum, sigur Hans Pauli Strøm. Hann sigur, at høvuðs- endamálið er at geva føroyska brúkarnum eina rødd. Hann vísir m.a. á, at Føroya Løgting ongan hev- ur at kalla inn í løgtings- nevndirnar, tá mál eru, sum snúgva seg um viðurskiftini hjá brúkarunum. Á stovnandi fundinum høvdu bæði einstaklingar og feløg møguleika at tekna seg sum lim í felagnum. Tey, ið hava áhuga í nýggja brúkarafelagnum eru vælkomin at venda venda sær til ein av stigtakarunum, sigur Hans Pauli Strøm at enda. Tey, sum hava fingið grundøki omanfyri Helnabrekku í Klaks- vík, fara at búgva á Grashjalla. Tað sam- tykti býráðið á al- menna býráðsfund- inum í farnu viku BÝRÁÐSFUNDUR Rúna Sivertsen Tey 24 grundøkini á Gras- hjalla eru øll seld, skjeytini eru útskrivaði, og byggi- loyvini verða givin fyrsta dagin, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í samrøðu við Sosialin. Tørvurin á grundøkjum og bústøðum í Klaksvík er stórur. Í næstum fer komm- unan at gera klárt fyri 14 grundøkjum aftrat norðan fyri verandi útstykking. Bíðirøðinar eru langar, og enn hevur kommunan 80 umsóknir um grundøki liggjandi. - Í løtuni arbeiða vit við eini ætlan um alternativa bygging á einum øki undir Helnabrekku, sigur borgar- stjórin. Hann sigur, at kommun- an hevur fingið 4 rættiliga áhugaverd tilboð uppá hesa ætlan. - Men enn vita vit ikki, hvørjum tilboði vit taka av, tí vit verða noydd at hugsa um bæði umhvørvi, trivna og kostna hjá keyparunum, sigur Steinbjørn. Í samband við íbúðar- neyðina, sum sanniliga eisini merkist í Klaksvík, sigur borgarstjórin, Stein- bjørn Jacobsen: - Tá eldraíbúðirnar á Kráarbrekku verða tiknar í nýtslu, fer tað sjálvsagt at gera, at nøkur hús verða tøk til sølu. - Við hesum fara vit at kunna minka munandi um bíðirøðina eftir grundøki í Klaksvík. Men enn er nak- að eftir á mál, tí dagliga fáa vit umsóknir eftir grund- øki, sigur borgarstjórin at enda. ORKA Jan Müller Orkufelagið SEV og bretska oljufelagið BP hava gjørt avtalu um at kanna møguleikan fyri at samskipa vindorku við verandi vatnorku- verkið hjá SEV í Vest- manna. Serstakliga er hugsað um Mýruverkið, har hæddarmunurin millum brunnarnar er umleið 240 metrar. Málið er m.a. at kanna orku- og fíggjarligu úrslitini av eini skipan, har vindmyllur fram- leiða streym til pumpur, ið pumpa vatn úr tí niðara brunninum upp í tann ovara. Hetta upplýsa feløg- ini í skrivi. Í skrivinum verður víst á, at áhugin fyri øðrum orkukeldum enn termiskari orku er støðugt vaksandi um allan heim. Hetta ikki minst orsakað av tí vaksandi ansinum fyri teimum árinum, ið dálking er mett at hava á verðurlag og um- hvørvi. Ein av teimum alternativu orkukeldum, ið hevur stóran áhuga, er vindorka. Tey fram- stig, ið seinastu árini eru gjørd innan hesa orkukeldu, hava vakt stóran ans. Langt er tó enn á mál, áðrenn vind- orka verður ein týðandi og álítandi partur av orkutilfeinginum. Sum liður í kanning- unum av vindmyllu- møguleikunum í Føroy- um setti SEV eina vind- myllu upp í Neshaga í 1993. Tað er ein 150 kW mylla, sum stendur í 130 metra hædd. Øll framleiðsalan frá vind- mylluni verður latin inn á 20 kV netið hjá SEV. SEV og BP siga víð- ari í tíðindaskrivinum, at bretska ráðgevingar- felagið Garrad Hassan, sum eru serfrøðingar í vindorku, verður knýtt at omanfyri nevndu kanningini, sum annars byggir á vitanina og royndirnar hjá SEV frá bygging og rakstri av orkuverkum í Føroyum. SEV sær tað sum ein áhugaverdan part av kanningini at fáa betri fatan av møguleikunum og útreiðslunum av eini tílíkari orkuskipan, um- framt eisini at fáa størri vitan um vindorkufram- leiðslu frá serfrøðing- um, ið hava altjóða royndir á hesum øki. Ætlanin er, at kann- ingin skal verða liðug í januar 2003. Eru for- treytirnar tá til staðar, fer SEV at umhugsa íløgur í eina tílíka skipan til frama fyri føroyska el-brúkaran. Oljumálaráðið hevur játtað, at peningur av teirri upphædd, ið BP játtaði til førleikamenn- ing í sambandi við fyrsta loyvisumfar, kann nýtast til hesa verkætlan verður sagt. BP Exploration er sera fegið um at fáa høvið til at nýta pening til eina so áhugaverda kanning. Vindorkuser- frøðingar hjá BP luttaka eisini í verkætlanar- arbeiðinum. Stovnan av brúkarafelag SEV og BP í samstarv um vindorku Elsa Maria í Beiti, krambakvinna í Telebúðini í Klaksvík, sigur, at eitt brúkarafelag eftir hennara tykki, avgjørt hevði komið bæði keypara og seljara til góðar Nýggjur býlingur í Klaksvík Ovast til vinstru í myndini sæst nýggja útstykkingin á Helnabrekku. Nýggi býlingurin hevur fingið navnið, á Grashjalla C M Y K 5 4