hósdagur 31. oktober 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 209 - 31. oktober 2002
Nr. 209 - 31. oktober 2002
7
Johnny klárað
fyrstu avbjóðingina
ÚTGÁVA
Ingrid Bjarnastein
Fríggjadagin 1. november
kemur ein føroysk savns-
fløga út á marknaðin. Tal-
an er um Popp List, sum
3´arin og Tutl útgeva
saman. Ætlanin er, at
henda fløgan skal verða
tann fyrsta í eini røð av
Popp List fløgum.
Við á fløguni eru nakrir
av bólkunum, sum hava
gjørt vart við seg í Føroy-
um. Bæði nú í seinastuni
og fyri nøkrum árum síð-
ani. Nevnast kunnu Lena
Andersen, Taxi, Click-
haze,
Brandur
Enni,
Mark No LImits, Dag-
finn og Impulz, Frændur,
Enekk
og
Stanley
Samuelsen.
Vestmenningurin,
Johnny Joensen, hev-
ur klárað fyrstu av-
bjóðingina í sam-
bandi við ætlanirnar
hann hevur um at
sleppa upp á heimsins
hægsta fjall, Mount
Everest. Tíðliga í
gjáramorgunin, før-
oyska tíð, kom
Johnny niður aftur av
7129 metur høga
fjallinum Baruntse
FJALLAKLINTRARI
Ingrid Bjarnastein
– Eg eri bara glað fyri, at
hann er komin niður aftur í
øllum góðum. Sjálvur ljóð-
aði hann glaður, men móð-
ur, sigur ein errin Eyðgerð
Joensen, sum er mamma
Johnny, sum í gjáramorg-
unin kom niðuraftur av tí
7129 metur høga fjallinum,
Baruntse.
Í mars mánað gjørdist
greitt, at vestmenningurin,
Johnny Joensen, hevði ætl-
anir um at klintra upp á
heimsins
hægsta
fjall,
Mount Everest. At klintra
upp eftir heimsins hægsta
fjalli er ikki sørt vandamik-
ið. Tað krevur nógva venj-
ing og eisini krevst, at tú
hevur royndir við at klintra
upp á líknandi fjøll. Hetta
gevur eitt viðmæli, sum
sigur, at tú ert egnaður til at
klintra.
Um mánaðarskiftið sep-
tember-oktober fór 27 ára
gamli Johnny Joensen til
Nepal, har hann saman við
11 danum skuldi klintra
upp á 7129 metur høga
fjallið, Baruntse. Hetta er at
síggja sum upptøkuroyndin
til at sleppa upp á Mount
Everest.
Á toppinum
Seinast í august mánað tos-
aði Sosialurin við Johnny.
Tá segði hann soleiðis:
– Eg geri túrin, bara fyri
meg sjálvan og ongan ann-
an. Eg vænti ikki, at eg
broytist, eydnast tað mær at
náa toppinum á Baruntse,
men eg verði glaður. Tá
havi eg prógvað, at eg
kann, og tá eri eg klárur til
endaliga málið: Mount
Everest.
Johnny hevur eisini vant
hart mánaðarnar undan
túrinum. Kappróður og
hondbólt, umframt at hann
hevur verið á ítróttarskúla
og eitt ár í danska herinum.
Eisini hevur hann gingið
teinar í fjøllunum – ein
teirra var frá Tjørnuvík til
Vestmannar við allari út-
gerðini. Hesin túrurin tók
honum seks tímar.
Tíverri eydnaðist tað
okkum ikki at fáa fatur á
Johnny sjálvum. Men hann
hevði tosað við mammu
sína tíðliga mikumorgunin.
– Hann segði, at tey
høvdu verið heilt uppi á
toppinum og hann var kom-
in niður aftur í øllum góð-
um – hann var glaður, men
ógvuliga troyttur. Túrurin
hevði verið ógvuliga stræv-
in, sigur mamma Johnny,
Eyðgerð.
Tá komið er upp á eini
6000 metra hædd, gerst
luftin ógvuliga tunn, og
ringt er at anda. Seinastu 2-
3000 metrarnr skulu eisini
klintrast í kava og ísi. Ein
av dønunum, sum var við á
túrinum hevði fingið frost í
fingrarnar, men annars
hevði túrurin gingið væl.
Johnny sigur við mammu
sína, at tað er ógvuliga
ringt at koma inn á eitt
hold, sum skal upp á Mount
Everest.
– At koma upp á Mount
Everest kostar 500.000
krónur. Tað var meira enn
hann hevði væntað. Tele-
fonsambandið var so ringt
tá hann ringdi. Tað klikti
nógv í, og tí hoyrdi eg hann
ikki so væl. Men eg eri bara
glað fyri, at hann er komin
aftur í øllum góðum, sigur
Eyðgerð Joensen at enda.
Men hvussu verður ella
ikki, so hevur vestmenn-
ingurin longu nú sýnt eitt
megnarbragd, tí at klintra
7129 metrar yvir vatn-
skorpuni í kava og ísi er
ikki bara sum at siga tað.
Men túrurin upp á Mount
Everest er nú eitt stig nærri.
LISTAFRAMSÝNING
Ingrid Bjarnastein
Fríggjadagin 1. november
letur upp málningafram-
sýning í Galerie Focus í
Havn. Tað er Zacharias
Heinesen,
sum
sýnir
fram.
Framsýningin verður
frá fríggjadegnum 1. no-
vember til 16. november.
Galerie Focus, sum liggur
í Grím Kambans gøtu 20
hevur opið týsdag til
fríggjadag frá klokkan 14
til 18, og leygardag frá 16
– 18. Fríggjadagin klokk-
an 16 er fernisering.
Henda myndin varð tikin í mars mánað, tá Johnny Joensen gjørdi greitt, at hann ætlaði at leggja sær leiðina upp á Mount
Everest – heimsins hægsta fjall
Mynd: Jens Kr. Vang
Føroysk savnsfløga á veg
Fríggjadagin kemur nýggj føroysk savnsfløga út á
marknaðin.
Zaccharis í Focus
Zacharias Heinesen letur fríggjadagin upp
málningaframsýning í Galerie Focus í Havn
Mynd: Jens Kr. Vang
Formaðurin í Starvs-
mannafelagnum er
ógvuliga ørkymlaður
av fráboðanum úr
samgonguni um at
tað almenna skal
spara upp til 200
milliónir komandi ár
SPARITILTØK
Áki Bertholdsen
– Hetta minnir meg um
politikkin í kreppuárunum.
Nú fíggjarlógin er til við-
gerðar, er Gunnleivur Dals-
garð, formaður í Starvs-
mannafelagnum, ikki sørt
ørkymlaður úttalilsum hjá
oddafólkum í samgonguni
um sparingar í almennu
umsitingini.
Tað ørkymlar hann, at
løgmaður tosar um at
leggja tað almenna undir
lupp fyri at vita, um vit fáa
nóg mikið fyri peningin.
Men ikki minst ørkymlar
tað hann, at Kristina Há-
foss, sum er fíggjarpolitiskt
framsøgufólk hjá størsta
samgonguflokkinum, tjóð-
veldisflokkinum, og parta-
maður
hjá
landsstýris-
manninum í fíggjarmálum,
hevur boðað frá, at tað al-
menna
umsitingin
skal
spara upp til 200 milliónir
komandi ár.
Tey flestu av teimum al-
mennu starvsfólkunum eru
limur í Starvsmannafelagn-
um, men formaðurin í fel-
agnum skilir onki av tí, sum
nú verður ført fram.
– Halda politikarar, at al-
menna umsitingini ikki
virkar nóg væl, skuldu teir
heldur hugt at, hvussu yvir-
bygnaðurin er bólgnaður
upp, tí tað er uttan iva líka
nógv har, hundurin er griv-
in, sum tað er hjá vanligu
starvsfólkunum longri niðri
í skipanini.
– Tey alment løntu hava
gjørt eitt dygdararbeiði,
eisini í teimum truplu árun-
um í kreppuni og eg haldi
framvegis ikki, at tey hava
fingið tær sømdir, sum tey
hava uppiborið, sigur hann.
Hann sigur, at sjálvsagt er
Starvsmannafelagið altíð
við til at menna størvini
fyri at fáa almennu umsit-
ingina at virka væl, og tað
haldi eg eisini, at hon ger.
– At arbeiðsgevarar og
løntakarar altíð eru við til
at royna at gera arbeiðið so
effektivt sum gjørligt, er
ein púra natúrlig gongd,
sum vit eisini taka lut í av
fullum huga.
Kappað og kutað
– Men nú tykir tað mær
sum um at umfatandi spar-
ingar skulu gerast, bert við
teirri grundgeving at spara
pening, tí tað manglar í
onkra aðrastaðni, og tað er
ørkymlandi.
Gunnleivur Dalsgarð sig-
ur, at hetta minnir hann um
sparipolitikkin í kreppuni í
nítiárunum, tá ið tað varð
kappað og kutað her og har
fyri at fáa roknistykkið at
ganga upp.
Hann sigur, at løgmaður
hevur boðað frá, at hann
ætlaði at greiða frá, hvørjar
ætlanirnar eru.
– Men sum í so nógvum
øðrum førum, havi eg
heldur ikkisæð nakra ætlan
á hesum øki. Og hvar tað
skal sparast og hví, hvørja
ávirkan fær tað og hvat fáa
vit burturúr, eru alt spurn-
ingar, sum ongin hevur
reist enn, tað eg veit.
Gunnleiv Dalsgarð legg-
ur afturat, at skulu vit hava
ætlaða fullveldi, er ein hin
fremsta fortreytin, at vit
hava eina almenna umsit-
ing, sum virkar væl við
vælútbúnum fólki, sum eru
før fyri at átaka sær tær
uppgávur, sum tað almenna
skal hava.
– At kunngerða nú, at
umfatandi sparingar skulu
gerast hjá tí almenna, bara
tí at peningur restar í á
ymsum
øðrum
økjum,
mátti verið ein ófatiliga
vánaligur boðskapur at
komið við.
– Fer tann ovasta, polit-
iska leiðsla nú at kappa og
kuta á summum økjum fyri
at fáa pening til onnur øki,
uttan at hugsa um avleið-
ingarnar, er hetta tað sama
sum at gera skarvin yvir,
leggur hann afturat.
Ein politisk kabal
Formaðurin í Starvsmanna-
felagnum sigur, at tað ljóð-
ar ógvusligt, tá ið politik-
arar knappliga stinga seg
upp og boða frá sparingum
í almennu umsitingini uppá
100-200 milliónir.
Gunnleivur Dalsgarð sig-
ur, at teir skuldu heldur tik-
ið í egnan barm.
Politiska framsøgufólk
tjóðveldisfloksins í fíggjar-
málum, Kristina Háfoss
hevur boðað frá, at eftir
hennara tykki er tað nóg
mikið við seks aðalstýrum,
sum tað upprunaliga vóru.
– Hon hevur sagt alment,
at tey trý aðalstýrini, sum
sum eru komin afturat, eru
skipað fyri at fáa eina polit-
iska kabal at ganga upp.
Og tað er hugvekjandi,
heldur Gunnleivur Dals-
garð tí nú sita vit eftir við
eini kenslu av, at miðfyrisit-
ingin er ikki bólgnað upp til
níggju aðalstýri tí tað er
neyðugt, men tí at tað var
neyðugt fyri at fáa semju
um eina samgongu og tað
heldur hann ikki er ein sak-
lig orsøk til at økja um mið-
fyrisitingina.
– Men hvat hendir so, tá
ið tann politiski meirilutin
aftur broytist?, Kunnu vit
so vænta at vit fáa einn
fleiri aðalstýri fyri at fáa
semju um eina samgongu
ella fyri at fáa eina politiska
kabal at ganga upp?
Hann vísir á, at í Svøríki
eru 22 fólk í stjórn, hóast
tað er nógvar ferðir størri
enn Føroyar, sum hevur
níggju fólk í stjórn.
Hann veit, at tað er ikki
heilt rætt at gera upp á
hendan hátt, men hann vísir
samstundis á, at afturímóti
hevur
svenska
stjórnin
nógv mál at umsita, sum vit
ikki, bæði hernaðarmál,
uttanríkismál o.s.fr.
Og hann vísir eisini á, at
hóast funnist verður at, at
almenna umsitingin er ov
stór, verða nógvir arbeiðs-
bólkar settir við fólki, sum
ikki arbeiða hjá tí almenna
fyri at loysa ymsar uppgáv-
ur. Tað eru t.d. lógfrøðingar
og onnur í privatari vinnu,
sum brúka ein stóran part
av tíðina til at arbeiða fyri
tað almenna.
– Tað merkir, at hóast
summi halda, at almenna
umsitingin er ov stór,
megnar hon als ikki at gera
tað arbeiði, sum skal til og
tí má tað almenna lata onn-
ur í privatari vinnu gera ein
part av arbeiðnum fyri al-
mennu umsitingina.
– Logikkurin heldur ikki,
staðfestir Gunnleivur Dals-
garð.
Eitt maktstríð
Annars heldur Gunnleivur
Dalsgarð, at viðgerðin av
fíggjarlógini, er blivin til
ein
maktstríð
ímillum
politikarar í samgonguni,
heldur enn tað tað skuldi
verið, ein viðgerð av veru-
leikanum.
– Hetta er ein politisk
styrkiroynd. Tað prógva øll
tey ósambæriligu sjónar-
miðini, sum fólk úr teimum
ymsu flokkunum í sam-
gonguni hava sett fram í
seinastuni.
– Tað er ringt at fáa eyga
á
nakran
yvirskipaðan
politikk og tað tykist ikki
sum um nakar veruliga
veit, hvønn veg vit ganga.
– Tað eru nógvir leysir
endar í fíggjarlógini, tí sum
er gera politikarar í sam-
gonguni nógv burturúr at
draga í hvør sína ætt. Ein
vil hava pening sett av til
tað og tað endmálið, ein
annar til okkurt annað
endamál, ein annar tosar
bara um skattalætta, ein
triði um sparingar o.s.fr.
– Og tað er ótruliga
ábyrgdarleyst og tað vísir,
at tað er ongin yvirskipað
ætlan, men at fíggjarlógin
er ein styrkiroynd fyri at
vísa, um samgongan heldur
ella ikki.
– Tað hevur verið sagt, at
tað ber væl til at spara hjá tí
almenna, tí tað privata
vinnulívi hevur trot á ar-
beiðsmegi?
– Ja, tað er ein spurning-
ur, sum politikarar mugu
greiða nærri frá. Er ætlanin
at leggja tað privata og tað
almenna saman, tá ið hildið
verður, at tað ber til at slúsa
fólk ímillum uttan víðari?
Og tað er als ongin sum
sigur, at tað privata júst
hevur brúk fyri fólki við
teimum førleikum, sum al-
menn starvsfólk hava.
– Tað, sum føra slíkt
fram, hava skyldu til at
greiða frá hesum. Tey, sum
siga, at tað ber til, eiga at
eisini at greiða frá, hvussu
tað ber til. Hvussu við løn-
arligu viðurskiftunum í
sambandi við flytingina,
trygdini í starvinum og tús-
undtals arðir spurningar.
Samanumtikið
sigur
Gunnleivur Dalsgarð, at tað
eru so nógvir leysir endar í
fíggjarlógarviðgerðini, at
Starvsmannafelagið hevur
gjørt av at tiga fyribils um
pástandin um sparingingar,
inntil greiða fæst á, hvør
ætlanin er.
– Stórur partur av tí, sum
higartil er ført fram, eru
tankar, sum eru slongdir út,
uttan at hugsað verður um
avleiðingarnar og tað er
ikki serliga álitisvekjandi.
Starvsmannafelagið
skal uppí
Annars leggur Gunnleivur
Dalsgarð dent á, at so um-
fatandi broytingar hjá tí al-
menna, sum summir polit-
ikarar hava boðað frá, verða
ikki framdir uttan so, at
S t a r v s m a n n a f e l a g i ð ,
starvsfólkini og álitisfólk-
ini eru tikin við í viðgerð-
ini.
– Slíkar broytingar verða
undir ongum umstøðum
framdar uttanum Starvs-
mannafelagið, tí tað sten-
dur í sáttmálanum, at mun-
andi broytingar skulu ikki
gerast í starvsviðurskiftun-
um uttan í samráð við
starvsfólk og Starvsmanna-
felag.
– Men tað mátti eisini
verið so sjálvsagt, leggur
hann afturat.
Starvsmannafelagið: Ein ófatiliga
vánaligur boðskapur
– Tað, sum nú fer fram,
minnir meg um politikkin í
kreppuárunum, tá ið tað
varð kappað og kutað tí at
tað manglaði pengar í onkra
aðrastaðni. Men tað er ongin
logikkur í, heldur
Gunnleivur Dalsgarð,
formaður í
Starvsmannafelagnum
C
M
Y
K
7
6