Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 209 - 31. oktober 2002 Nr. 209 - 31. oktober 2002 9 Málið um lýsingar hjá Club 20 má bíða eina tíð enn, áðrenn tað kemur fyri rættin RÆTTARMÀL Heri á Rógvi Rættarmálið millum Club 20 og ákæruvaldið var fyri í Føroya rætti í seinastu viku. Málið fekk tó ikki nakra drúgva viðgerð í rættinum, tí dómarin vildi kalla tvey nýggj vitni í málinum. Tað snýr seg um tveir pensjóneraðar løgreglu- menn, sum dómarin metti hava týdning fyri málið. Orsøkin er tann, at hesir, meðan teir enn arbeiddu fyri løgregluna, høvdu regluligar fundir við leiðsl- una í Club 20. Har varð gjørt greitt, hvat Club 20 kundi loyva sær at lýsa við. Teir báðir løgreglumenn- inir skulu innkallast av rættinum, men enn er ikki greitt nær næsti rættarfund- urin verður. Toni Dam, stjóri fyri Club 20, sigur, at enn restar størsti parturin av málinum í at verða viðgjørdur í Før- oya rætti. Hann sigur seg rokna við einum drúgvum rættarmáli. Ákæran hjá fútanum móti Club 20 – rættari sagt partafelagið, ið eigur Club 20 – snýr seg um lýsingar fyri rúsdrekka við fráboð- anum sum »Double Up« og sølu í barrini, sum fútin metir ikki eru loyvdar sam- bært rúsdrekkalógini. Leiðslan í Club 20 metir als ikki, at teir hava lýst við rúsdrekka. Men heldur, at teir hava lýst fyri sjálvari barrini, sum eisini selur annað enn rúsdrekka. Fríggjadagin var málið um lýsingina hjá Restorffs bryggjaríi fyri í Føroya rætti. Í tí málinum verður dómur sagdur fríggjdagin kl. 12. Eingin nýggjur dagur ásettur Enn má bíðast við spenningi eftir nýggjum rættarfundi, áðrenn greiða kann fáast, hvørji orð kunnu nýtast í lýsingum í føroyskum fjølmiðlum, tá tað snýr seg um rúsdrekka Fíggjarmálaráðharrarnir í Danmark og Føroyar hava gjørt avtalu, at blokk- stuðulin úr Danmark næstu fýra árini verður 615,5 mó. Hetta er ein staðfesting av tí politikki, sum verandi samgongu hevur sett sær fyri at reka. Blokkurin varð skerdur við 366 milliónum av frá- farandi samgonuni, men vilji var ikki til staðar í samgonguni at lækka heild- arveitingina enn meira. Nógvur kritikkur er rætt- aður móti fráfarnu sam- gongu fyri at skera so nógv av blokkinum í einum, men landsstýrið hevur mett niðurskurðin hava stóran týdning í royndunum at vinna Føroyum størri sjálvbjargni. Við at frysta blokkin fastan, so roynir sam- gongan at minka um virðið á blokkinum við atliti at prístals- og búskapar- vøkstrinum næstu árini. Tíðindaskriv Sunnudagin 3. november kl. 16. fer ungi føroyski gittarleikarin Ragnar Olsen at hava konsert í Listaskálnum í Havn. Á skránni verður m.a. spanskur og suðuramer- ikanskur tónleikur fyri sologittara. Ragnar Olsen hevur seinastu 4 árini lisið á tónlistarskúlanum í Es- bjerg og fer til Finlands komandi ár at nema sær kunnleika hjá Timo Kor- honen, professara á Sibelius Akademiinum. Ragnar er føddur og uppvaksin í Skopun og byrjaði sum 13 ára gamal at spæla gittar. Hann hevur umframt lesnaðin á luttikið á skeiðum hjá John Mills, og hevur hann eisini verið í Spa- nia, har hann hevur nom- ið sær enn meira kunn- leika í gittarspæli. Konsertin verður sunnudagin kl. 16.00 í Mykinessalinum, ið sigst at vera serstakliga væl- egnaður til gittarkonsert- ir. Gittarkonsert í Listaskálanum Nýggja føroyska sendistovan í Lon- don bjóðar, í samstarvi við Dan- marks Eksportråd, ávísar tænastur, sum kunnu gagna vinnulívinum Tìðindaskriv Í tíðindaskrivi frá nýggju sendistovu Føroya í Bretlandi verður sagt, at stovan hevur tikið upp samstarv við Danmarks Eksportråd í London. Hetta merkir at sendistovan kann bjóða føroyska vinnulívinum ráðgeving um, hvussu føroyskar fyritøkur kunnu styrkja sína støðu á bretska marknaðinum. Til ber hjá føroyskum fyritøkum at fáa størri ella smærri uppgávur gjørdar. Sum dømir verða nevndar: - marknaðarkanningar - fáa samband við møgu- ligar kundar ella agentar - meta um kappingarføri - senda út presetiatións- skriv ella faldarar - fáa fundir í lag - ráðgeving um stovn- setan av dóttirfeløgum í Bretlandi Eisini kunnu føroyskar fyritøkur fáa upplýsning- ar um bretskar veitarar av vørum og tænastum. Adressan hjá sendi- stovuni í Bretlandi er: Sendistova Føroya í Bretlandi 55 Sloane Street London SW1X 9SR United Kingdom Tlf +44 20 7333 0227 Fax +44 20 7333 6706 Teldupostur: faroes.mission.uk@tinga nes.fo Umsitingarliga er nýggja sendistovan í Lon- don ein deild undir Løg- mansskrivstovuni. Og tað er fyrrverandi løgmans- skrivarin John Rajani, sum er sendimaður Før- oya í Bretlandi. Sendistovan í Bretlandi bjóðar vinnutænastur Frysta blokkin Karsten Hansen hevur saman við løgmanni endaliga staðfest við danskar myndugleikar, at heildarveitingin úr Danmark verður fastfryst næstu fýra árini. Føroya Bjór betrar um tænastuna í høvuðsstaðnum við nýggjari sølubúð VØRUR Jan Müller Annað av føroysku bryggjaríunum, Føroya Bjór, hevur nú tikið eitt týðandi stig á leiðini at betra um sína kundatæn- astu. Rúmligt og snotuligt avgreiðsluhøli og sølubúð er bygt upp í verandi goymslubygning í Akranes- gøtu . Á samkomu í nýggju hølunum týsdagin takkaði stjórin í Føroya Bjór, Einar Waag felagnum Byggitekk og tess fólki fyri eitt væl úr hondum greitt arbeiði. Hann takkaði eisini við- skiftafólki og starvfólki fyri at hava havt gott tol, nú út- sølan og avgreiðslan í 18 ár hevur hildið til í eini stórari høll við gjøgnumtrekki og millum bilar og truckar. - Nú hildu vit, at tíðin var komin til at bjóða kundum okkara hóskandi høli segði Einar Waag, sum tó tían- verri ikki kundi lovað, at tað fór at verða nógv heit- ari, tí ølið skal jú vera kalt! Bryggjarístjórin nýtti eisini høvi til at reisa spurningin, hví man fór undir slíka bygging, tá tað hevur verið ført fram av eitt nú landsstýrismonnum, at sølubúðirnar hjá bryggja- ríunum skulu stongjast. Hann vísti í hesum sam- bandi á, at tá einkarsølan kom í 1992, varð ætlanin hjá tí politiska myndug- leikarnum at stongja allar ølsølurnar, sum tá høvdu virkað í 12 ár. - Vit stríddust ímóti hes- um, tí vit vistu, at einkar- sølubúðirnar ikki høvdu orku til at klára alt ølið og taka ímóti tómum fløskum - og tað eydnaðist tá eftir tógvið stríð at fáa loyvi til at halda fram í 5 ár fyribils. Nú hoyrist so aftur okkurt um at stongja ella flyta sølustøð uttan fyri bygt øki. Eftir okkara metan er einasta alternativ til okkara sølubúðir ein frí søla sum í grannalondunum, men tá hetta eftir tí politiska rákin- um ikki sær út til at vera gjørligt, so hava vit bygt nýggja sølubúð fyri at geva kundum okkara eina skjóta og góða tænastu segði Føroya Bjór-stjórin. Einar Waag takkaði eisini einum av gomlu Føroya Bjór veteranunum, Onnu Petersen fyri dygdargott arbeiði og áhaldni alla ta tíð goymslan og avgreiðslan hevur verið í einum ikki nóg nøktandi umhvørvi. Søgan hjá Føroya Bjór í Havnini gongur heilt aftur í fimtiárinum, tá ein dani nevndur Råbæk hevði goymslu í býnum. Í 1965 tóku Anna og Martin Peter- sen við. Tá hevði Anna arbeitt hjá Føroya Bjór síðani 1956. Tey fluttu til Havnar og goymslan var í kjallaranum á Orknoyar- vegi fram til umleið 1984. Tá sterka ølið kom á marknaðin gjørdist ov trongligt har, og ikki fyrr enn í 1984, tá grundøki var fingið til vega at byggja á í Akranesgøtu, broyttust umstøðurnar. Høllin, sum varð liðug sama ár, var eitt risaframstig fyri henda føroyska framleiðaran av øli og sodavatni. Anna helt fram eftir at Martin varð farin og gavst hon fyri tveimum árum síðani. Tá tók sonurin Petur við og er hann deildarleiðari har í dag. Tíðarhóskandi høli til ølið Nýtt og gamalt møtast í spildurnýggju sølubúðini hjá Føroya Bjór í Akranesgøtu Mynd Jens K. Vang Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór saman við Onnu Petersen, sum í mong ár stóð fyri goymsluni og útsøluni saman vi? manninum Martin Mynd Jens K. Vang Nevndarformaðurin Rúni Heinesen saman við Petur Petersen, deildarleiðara, Heina Waag frá høvuðsskrivstovuni hjá Føroya Bjór í Klaksvík og Einar Waag, stjóra Mynd Jens K. Vang C M Y K 9 8