hósdagur 31. oktober 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 209 - 31. oktober 2002
Nr. 209 - 31. oktober 2002
11
Fíggjarmálaráðharrin hevur kastað handklæðið í
løgtingið. Hevur latið ábyrgdina at gera eina líkinda
fíggjarlóg frá sær til løgtingið, og tí má hann eisini
rokna við, at løgtingið, í fyrsta umfari Fíggjarnevndin
finnur 200 mill. kr. í sparingum. Hetta segði formað-
urin í Fíggjarnevndini, Óli Breckmann við útvarpið í
vikuni. Álvarsligir trupulleikar eru í samgonguni. Tað
prógvaði viðgerðin av fíggjarlógini.
Var tað bara Óli Breckmann, sum tók til orðanna,
kundi man kanska sagt, at tað er bara Óli , og at tað er
ikki óvanligt, at hann er í andstøðu til sínar egnu.
Soleiðis hevur tað verið so oftani. Munurin er tann, at
nú er hann ikki bara vanligur tingmaður. Hann er
formaður í Fólkaflokkinum, og hann er formaður í tí
máttmiklu Fíggjarnevndini. Og so er tað ikki bara Óli
heldur. Fleiri samgongutingmenn eru ikki fegnir um
fíggjarlógaruppskotið, og enn er bara toppurin av ís-
fjallinum komin undan. Tí tá teir einstøku landsstýris-
menninir skulu til at taka støðu til stórar skerjingar
verður ballada. Hvør fer at ganga við til, at teirra máls-
øki verða skerd! Vit hoyra longu hvat ein av teimum
sigur. Ikki pláss fyri sparingum í Oljumálaráðnum. Og
soleiðis vil tað helst eisini ljóða frá øllum hinum. Tjóð-
veldisflokkurin vísir á, at mong av teirra málsøkjum
hava fingið hægri játtanir, tí tað er í tráð við vallyftini
hjá øllum flokkum. Men har hevur formaðurin í Fíggj-
arnevndini sett spurnartekin við, hví eitt nú Anliss,
Páll og Bill fáa so stórar hækkkingar, tá Bjarni Djur-
holm roynir halda aftur. So her verður lagt upp til
balladu.
Nýggir tónar eru at hoyra frá nýggju tingkvinnu Tjóð-
veldisfloksins, Kristinu Háfoss. Og teir ljóða neyvan
eins gott í øllum tjóðveldisoyrum. Flokkurin hevur
fingið nýggja talskvinnu í búskaparmálum, og tað er
greitt, at nú hon hevur undir tingviðgerðini hevur víst
á, at tað eigur ikki at vera trupult at finna 200 mill. kr.
í sparingum, so fangar borðið. Tað er kanska nettupp
tað Óli Breckmann dyrgir eftir. Tá verða tað fyrst og
fremst hennara egnu floksfelagar í landsstýrinum, ið
mugu til at spara. Hetta kann skapa stórar spenningar
í samgongu og innanhýsis í Tjóðveldisflokkinum. Tá
Háfoss so fer í útvarpið og tosar um almennar upp-
søgnir má hon sigast at vera næsadjørv. Tí hetta kann
skapa rumbul í veljaraskara floksins, har mong arbeiða
hjá tí almenna.
Onkur vil heldur tulka hesa útsøgn hennara sum eitt
úttrykk fyri desperatión, so cool henda nýggja drotn-
ing Tjóðveldisfloksins enn kann virka. Hon hevur í
veruleikanum fingið ein uriaspost: at skula byggja
brýr millum Tinganes og Løgtingið. Hetta kann vera
sum at skula loysa ein gordiskan knút. At finna
sparingar uppá 200 mill. kr. hjá eitt nú sínum egnu
landsstýrisfólkum verður ikki nøkur løtt uppgáva fyri
ta annars so avkláraðu Háfoss. Hetta veit Breckmann,
sum í løtuni er við at savna sær lóður at leggja í
føvningin hjá Háfoss til at brúka móti Annlis og Páll.
Lóður, sum í síðsta enda kann spreingja samgonguna í
stumpar og stykkir.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Samgongan við at sprongja
seg sjálva í luftina
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliassen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
TÍÐINDASKRIV
Felagið Pinkubarnadeyði
Fyrsti sunnudagur í no-
vember er, sum øllum
kunnugt, Alla Halganna
sunnudagur. Flestu kirkjur-
nar í Føroyum minnast
hendan dagin tey fólk, sum
doyðu á sjónum í farna
árinum.
Felagið Pinkubarnadeyði
tók stig til slíka gudstæn-
astu á fyrsta sinni í nov. 97.
Undirtøkan var so góð, at
vit valdu at gera hetta sum
ein vakran og afturvend-
andi sið, har øll kunnu
minnast deyða barn sítt –
óansæð og í hvørjum sam-
bandi barnið var deytt.
Felagið Pinkubarnadeyði
kann á 6. ári bjóða for-
eldrum og avvarðandi til
minningarhald sunnudagin
3. nov. annaðhvørt í Dóm-
kirkjuni í Havn ella í
Christianskirkjuni í Klaks-
vík.
Tá ið vit missa eitt barn,
missa vit ein part av okkum
sjálvum. Ein part av okkara
framtíð, ein part av okkara
samleika. Vit náddu at
knýta sterk bond til børn
okkara, annaðhvørt tey
vóru fødd ov tíðliga, til
tíðina ella vit hava livað
saman við teimum.
Saman við børnunum í
familjuni – tey sum vóru
og tey, sum eru komin –
minnast vit tey deyðu
børnini við einum dámi av
góðsemi og fløvan. Einum
siði við ritualum, ið er við
til at binda bond ímillum
fortíð og framtíð.
Minningarhald
verða
Alla Halganna sunnudag 3.
nov. kl. 16.00 á hesum
støðum.
Dómkirkjan:
(Havnar kirkja) har Inga
Poulsen Dam, sóknarprest-
ur prædikar og Signar í
Homrum luttekur við sangi
og í Christianskirkjuni í
Klaksvík, har Hans Eiler
Hammer,
sóknarprestur
prædikar og kór undir
leiðslu við Steinvør Fonn
luttekur við sangi.
Minningarhaldið verður
sum ein vanlig gudstænasta
við altargongd. Tað verður
møguleiki hjá teimum, sum
hava hug til tess at tendra
eitt ljós, fyri tí barni, ið
farið er og fyri at vísa kær-
leika, ið ongantíð verður
gloymdur.
Í dag liva vit í eini ment-
an, har vit dagliga skulu
vísa skjótleika og fram-
fýsni, sum prógv uppá, at
vit liva lívið til fulnar.
Henda sterka kenslan av
felagslagnu, gevur bæði
foreldrum og avvarðandi
frið og møguleika at minn-
ast og dvølja við kærleikan,
ið var. Henda dagin minkar
kenslan av missinum ikki,
men tað er hinvegin ongin,
sum heldur, at minnini
oyðileggja lív foreldranna.
Við at tora, at minnast tey
deyðu, ásanna vit bert, at
hóast stóra sorg, megna vit
at halda fast við trúnna,
vónina og kærleikan.
Felagið Pinkubarnadeyði
hevur opið hús annan leyg-
ardag í hvørjum mánaða.
Her hevur tú møguleika at
hitta onnur foreldur, ið hava
mist eitt barn. Leygardagin
9. nov. kemur Heri Joensen,
prestur, at tosa um evnið:
Lívsvirðir eftir tú hevur
mist eitt barn. Øll, ið hava
áhuga í evninum eru hjarta-
liga vælkomin.
TÍÐINDASKRIV
Mánakvøldið hin 4. no-
vember
klokkan
19:30
verður annar filmurin í
røðini hjá Klipp, Films-
felagi Norðurlandahúsins,
sýndur. Filmurin er av
oynni Taivan. Og við hes-
um framúrskarandi og virð-
islønta filmi slær oyggin í
fjareysturi rimmarfast, at
søgan um stórbýarhúskið
ikki bert finst í vestur-
lendskari mentan.
Hjúnini NJ og Min-Min
búgva, saman við børnum
teirra og gomlu mammu
Min-Min’s, í einari íbúð í
miðbýnum í Taipei. NJ
eigur í eini teldufyritøku og
leggur alla arbeiðsorku í at
venda vánaligu gongdini.
Kona hansara Min-Min,
sum leiðist við alt, ger
knappliga bart og søkir sær
hjálp hjá einum religiøsum
guru. Tannáringurin Ting-
Ting verður forelskað fyri
fyrstu ferð, og 8 ára gamli
Yang-Yang,
sum
hevur
sínar egnu lívsáskoðanir,
fær trupulleikar í skúlanum
av hesum. Samstundis ligg-
ur mamma Min-Min í
koma, og øll í húsinum
skulu við jøvnum millum-
bilum greiða henni frá, hvat
tey hugsa og uppliva.
Við
rárum
fínligum
blandi av poesi og veru-
leika eygleiða vit ein dag-
ligdag, vit øll kenna aftur,
sjálvt um stórur munur er á
mentanunum. Stórslignu
myndirnar og sniðfundiga
skemtið lýsir greitt lívsjátt-
andi boðskapin í filminum:
at lýsa vakurleikan soleiðis,
sum hann ger vart við seg
mitt í gerandisdegnum,
sum vit halda okkum kenna
so væl.
Filmurin "Yi - Yi" hevur
fingið hópin av virðis-
lønum kring allan knøttin.,
m.a.
fekk
leikstjórin
Edward Yang, fult uppi-
bornu virðislønina sum
besti leikstjóri í Cannes
2000.
Klipp, Filmsfelag Norð-
urlandahúsins sýnir filmin
"Yi Yi - Familjudreymar" í
Høllini
í
Norðurlanda-
húsinum mánakvøldið hin
4.
november
klokkan
19:30.
Edward Yang, Taiwan,
2000, "Yi Yi" 173 min.
Minningarhald fyri deyð børn
[Klipp] mánadag hin 4. november
Yi Yi - Familjudreymar
VIÐMERKINGAR
TÍÐINDASKRIV
Fátt kann sum filmur geva
innlit í fjarløgd samfeløg.
Klipp, Filmsfelag Norður-
landahúsins, fer nú at sýna
tveir sjáldsamar filmar, ið
lýsa so fjar samfeløg sum
Taipei á oynni Taivan og
bygdalagið Champaner í
Gujarat í India.
Tó, tá vit síggja hesar
filmar koma vit skjótt eftir,
at søgurnar eru heimligar,
hóast smálutir eru fremm-
andir. Góðar søgur kenna
ikki landamørk.
Í teivanska filminum "Yi
Yi - familjudreymar" verð-
ur gerandislívið lýst á
einum skaldabornum máli í
einum nútimans parti av
Asia, sum vit lættliga
kenna okkum aftur í. Hesin
filmur verður sýndur 4.
november.
Í indiska filminum "La-
gaan"
verða
søguligar
hendingar, hjálandaveldi og
frælsisandi, kærleiki og
sangleikur, latin úti ein
stóran, kókandi jólapott,
sum
Klipp,
Filmsfelag
Norðurlandahúsins, borð-
reiðir við í advent. Hesin
filmur verður sýndur 2.
desember.
Báðar sýningarnar verða
í Høllini í Norðurlanda-
húsinum klokkan 19.30.
Klipp:
Eksotiskir filmar
Rúni Rasmussen
Orðið
fundamentalisma
hevur verið nógv frammi í
orðaskiftinum seinastu tíð-
ina. Orðið er nógv nýtt,
men tíverri er tað oftast
misnýtt. Fundamentalisma
er eitt orð, sum hevur fleiri
týdningar, og ofta er tað
trupult at staðfesta, hvussu
orðið skal nýtast og í
hvørjum sambandi. Tískil
meti eg, tað skilagott at
hyggja eitt sindur nærri at,
hvør upprunin av orðinum
er, hvussu tað hevur verið
nýtt, og eisini er tað av-
gerandi at peika á ymisk
sløg av fundamentalismu.
Fundametalisma verður
ofta brúkt í einum negativ-
um tóna til tess at lýsa ein
bólk av fólkum, sum eru
fanatisk, irrationell, intole-
rant og trongskygd. Serliga
hevur tað í seinastuni verið
nýtt til at lýsa fólk, sum
kallað seg kristin og hava
bíbliuna sum grundarlag í
sínum lívi. Hesi kristnu
fólkinini
verða
kallað
fundamentalistar
á
ein
negativan og niðursetandi
hátt. Tey, sum nýta orðið á
henda hátt, halda seg hava
rætt til at seta ein ávísan
bólk av fólki í ein bás, har
eyðkennini
hjá
hesum
menniskjum er fanatisma,
irrationalitetur, intoleransa
og trongskygni. Tey fólk,
sum nýta orðið funda-
mentalisma á henda hátt,
halda seg kanska vera upp-
lýst, men í roynd og veru
prógva tey sína vantandi
vitan um týdningin av orð-
inum og nýtslu tess.
Søguligur uppruni
Fundamentalisma
varð
upprunaliga nýtt um ein
protestantiskan trúarbólk í
Amerika, sum legði stóran
dent á, at bíblian er Guds
orð, at Jesus reis upp frá
hinum deyðu, moydóms-
føðing Krists, sáttargerðina
og Jesu seinnu komu. Tey,
sum tóku undir við hesum
lærusetningum kallaðu seg
fundamentalistar.
Hesir
lærusetningar vórðu m.a.
viðgjørdir og vardir í bóka-
røðini The Fundamentals,
sum kom út í tólv bindum
millum 1910 og 1915.
Fundamentalistar vóru tey,
sum stuðlaðu sjónarmið-
unum og bíbliufatanini,
sum vórðu viðgjørd í hes-
um bindum.
Curtis L. Laws (1868-
1946), sum var blaðstjóri á
baptistiska
tíðarritinum
Watchman-Examiner, nýtti
í 1920 orðið fundamental-
istur um separationistar,
sum vrakaðu liberalismu og
trúðu á klassisku evan-
gelisku læruna. Seinni varð
fundamentalisma brúkt á
ein negativan hátt til tess at
lýsa fólk, sum høvdu ein
antisosialan og antiintellek-
tuellan hugburð mótvegis
mentan. Fundamentalist-ar-
nir vóru upprunaliga mili-
tantir og vóru harðliga
ímóti modernaðari mentan.
Fyri at kunna skilja atferð
teirra, er neyðugt at hava í
huga, at menningarlæran og
bíbliukritikkurin (liberal-
gudfrøði), sum førdi fram,
at bíblian var ikki Guds
orð, høvdu stóru fram-
gongd í hesum tíðarskeiði.
Fundamentalisman var tí-
skil eitt alternativ til seku-
lariseringina og relativist-
isku hugsanina.
Framferðarhátturin hjá
amerikonsku fundamental-
istunum bleiv meiri hóv-
ligur sum tíðin gekk, men
teirra bíbliufatan og læru-
setningar eru ikki broyttir.
Upprunaligi týdningurin av
orðinum fundamentalisma
er ein ávís bíbliu - og læru-
fatan.
Ymisk sløg av
fundamentalismu
Nú á døgum verður funda-
mentalisma ikki einans nýtt
um teir umtalaðu ameri-
kansku fundamentalistar-
nar, men eisini um aðrar
átrúnaðir. Orðið er nógv
broytt, tí tað hevur verið
brúkt til at lýsa nógvar
ymiskar fatanir. T.d. verður
tosað um jødiska og is-
lamiska fundamentalismu.
Jødisk fundamentalimsa
verður ofta nýtt í fjølmiðl-
unum, tá ið tosað verður
um víðgongdar jødiskar
bólkar, sum nýta vald og
yvirgand sum náttúrligar
miðlar fyri at náa síni mál.
Dømi um hetta er morðið á
ísraelska forsætisráðharran
Yitzhak Rabin í 1995.
Hann bleiv myrdur av ein-
um
víðgongdum
jøda
(fundamentalisti).
Fundamentalisma verður
í stóran mun sett í samband
við víðgongdar muslimar.
Hetta hevur sína náttúrligu
forkláringar.
Í 1979 komu víðgongdir
muslimar til valdið í Iran.
Valdið var tikið fra shahin-
um, og Iran var proklamer-
að sum eitt islamiskt lýð-
veldi. Nýggja stjórnin við
Ayatolla Khomeini gjørdist
eitt ómenniskjaligt og harð-
rent stýri, sum var grundað
á lógirnar í koranini. Eydn-
an hjá teimum víðgongdu
muslimunum í Iran gav
íblástur til islamistiskar
fundamentalistar í fleiri
grannalondum til at náa
somu mál. Islamisk funda-
mentalisma bleiv ein týð-
andi bólkur í nógvum lond-
um, og høvdu fundamental-
istarnir stóra ávirkan á
samfelagsskipanina í fleiri
londum.
Ein avleiðing av fram-
komuni av militantum mus-
limum var, at orðið funda-
mentalisma fekk ein breið-
ari týdning og tað bleiv
nógv oftari nýtt í fjøl-
miðlunum. Aftaná 11. sep-
tember 2001 hevur orðið
verið
sera
nógv
nýtt.
Osama bin Laden man vera
besta dømi um ein mus-
limskan fundamentalist.
Fundamentalisma hevur
breiðan
týdning.
Mus-
limiskir fundamentalistar
eru t.d. í Irak, jødiskir
fundamentalistar í Ísrael og
traditionellir fundamental-
istar í USA, sum løgdu dent
á
bíbliuna
sum
teirra
grundarlag í lívi og læru.
Definitiónir
Orðið
fundamentalisma
kemur úr latíni. Funda-
mentum er latínska heitið,
og merkir tað grundvøllur.
Sostatt er talan um ein
grundvøll ella eitt funda-
ment. At talan er um eitt
fundament, sigur okkum
ikki so nógv, tí tað kunnu
vera nógv sløg av funda-
mentum.
Hvussu kunnu vit vita,
hvat oriðið hevur at týða?
Hetta er ein góður spurn-
ingur. Vit kunnu hyggja at
nøkrum definitiónum. Í
Politikens Nudansk Ordbog
stendur um fundamental-
ismu: teologisk retning, der
hævder Bibelens absolutte
ufejlbarlighed. Í Donsk-
føroysk orðabókini hjá
Stiðanum frá 1998 stendur
um fundamentalismu: gud-
frøðilig áskoðan at halga-
bók er fullkomiliga lýta-
leys. Í Webster´s Dictionary
(1957)
verður
orðið
definerað soleiðis: A recent
movement in American
Protestantism re-emphas-
ing as fundamental to
Christianity belief in the
inerrancy og the Scripture,
Biblical miracles, especi-
ally the virgin birth and
physical resurrection of
Christ, etc. Í eini týskari
orðabók frá 1977 verður
orðið definerað soleiðis:
am. Glaubenslehre (Bibel
als alleinige Glaubens-
grundlage). Ensk-íslendsk
orðabók frá 1984 sigur um
orðið: biblíufesta, bókstaf-
trú að orð bibliunnar séu
innblásin af guði og að
þeim beri að trúa og fylgja í
einu og öllum.
Orðið
bíbliufesta er áhugavert, tí
tað verður eisini nýtt í
Ensk-føroysk orðabókini
hjá Stiðanum frá 1993.
Orðið festa merkir: stað-
festa, støðugleiki, hald.
Seinasta definitiónin av
kristnari fundamentalismu
er tann hjá Oxford Ad-
vanced Learner´s Dictio-
nary: the belief that every-
thing that is written in the
Bible is completely true.
Hvat er endamálið við at
vísa á so nógvar defini-
tiónir? Endamálið er at
geva lesaranum eina fatan
av, hvat orðið merkir og
hvat tað ikki merkir. Niður-
støðan av øllum defini-
tiónum er, at fundamental-
isma snýr seg um bíbliu-
fatan, at bíblian er lýtaleys
og einasta grundarlag fyri
lívi og læru.
Føroyskir
fundamentalistar?
Havi hug at spyrja: Hvørjir
eru teir føroysku funda-
mentalistarnir, sum so ofta
verður sipað til? Veit ikki
rættiliga; kanska best man
vera at spyrja tey, sum eru
so ófør seta ávís fólk bás.
Tað eru nógv, sum eru
ørkymlað av nýtsluni av
orðinum, tá ið tosað verðir
um
føroyskar/kristnar
fundamentalistar.
Hesir
"religiøsu" fundamental-
istarnar verða ofta settir í
sama bás sum víðgongdir
muslimar, sum hava vald og
yvirgang sum nátturligar
miðlar til at náa síni mál.
Hava kristnir fundamental-
istar nakað í felag við
Osama bin Laden, Al
Quada og Hamas, sum nýta
yvirgang sum sítt høvuðs-
vápn? Talan er um eina
púra høpisleysa saman-
bering.
Um tosað verður um
føroyskar fundamentalistar,
eiga vit at hava í huga, at
talan er um eina bíbliu-
fatan, sum sigur, at bíblian
er eitt lýtaleyst og haldgott
fundament, og hvat grund-
arlag ein hevur fyri lívi og
læru. Talan er ikki um fólk,
sum eru fanatisk, irratio-
nell, intolerant og trong-
skygd. Kanska eru tað tey,
sum eru so ófør at seta ávís
fólk í bás, sum hava brúk
fyri at víðka sín sjónarring,
tí hann tykist at vera nakað
smalur.
Tað eru mangir føroy-
ingar, sum hava Guds orð
sum
sítt
fundament.
Kanska eru teir fleiri enn
vit halda! Ein, sum hevur
Guds orð sum lívsins
grundvøll, eigur ikki at
skammast við sítt funda-
ment. Um onnur kalla ein
fundamentalist, eigur ein
ikki at vera keddur um tað,
tí ein kennir betur sítt egna
fundament, enn tey sum
royna at lýsa fundamentið
hjá einum sum havandi hesi
eyðkenni:
intoleransa,
trongskygni,
fanatisma
o.s.fr. Tey, sum eru so ófør
at kalla ávís fólk funda-
mentalistar í einum nega-
tivum og niðursetandi tóna,
hava kanska ein trupul-
leika, tí tey sakna eitt
fundament, sum verður
standandi, tá ið lívsins
stormar herja, og avdúkað
verður, um vit hava bygt á
sand ella hellu (funda-
ment)!
Tað man ikki vera nøkur
kirkja ella samkoma, sum
endurtekur sítt fundament
so ofta sum fólkakirkjan.
Trúarjáttanin,
sum
er
grundarlagið fyri virksemi
og læru fólkakirkjunnar,
verður endurtikin hvønn
sunnudag
í
kirkjunum
kring landið: "Eg trúgvi á
Gud Faðir, hin alvalda,
skapara himins og jarðar.
Eg trúgvi á Jesus Krist,
Guds einborna Son, váran
Harra, sum er gitin av
Heilaga Andanum, borin í
heim av Mariu moy…"
Fólkakirkjan hevur bíbli-
una sum sítt fundment;
bíblian er Guds orð og
grundarlag fyri lívi og læru
kirkjunnar. Havandi hetta í
huga, kunnu vit avgjørt
siga, at fólkakirkjan er ein
fundamentalistisk kirkja.
Brøðrasamkoman, hvítu-
sunnurørslan, karismatiska
rørslan o.s.fr. eru eisini
allar fundamentalistiskar
rørslur. Tær eru funda-
mentalistiskar í uppruna-
týdningi: tær trúgva, at
bíblian er lýtaleys, eitt
haldgott
fundament,
at
Jesus reis upp hinum
deyðu, at Gud hevur gjørt
okkum sátt við seg, at Jesus
kemur aftur o.s.fr.
Neyðugt er at undur-
skoða okkara fatan av orð-
inum fundamentalismu, um
vit ynskja at hava eitt upp-
lýst og sakligt orðaskifti
um viðurskifti, har orðið
verður nýtt. Tað er gott og
rætt at nýta orðið funda-
mentalisma, men at mis-
nýta orðið er alt annað enn
mennandi fyri komandi
orðaskifti.
Fundamentalisma - nýtsla og misnýtsla
C
M
Y
K
11
10