hósdagur 31. oktober 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 209 - 31. oktober 2002
Nr. 209 - 31. oktober 2002
13
TÍÐINDASKRIV
Amnesty International
Russiska sambandsríkið:
Gíslatøkan í sjónleikar-
húsinum er enn eitt dømi
um manglandi virðing fyri
mannarættindunum.
Amnesty International
almannakunnger í dag
eina
frágreiðing
um
mannarættindabrot í Russ-
landi. Samstundis fordøm-
ir felagsskapurin gísla-
tøkuna í einum sjónleik-
arhúsi í Moskva og sigur,
at hetta er enn eitt dømi
um, hvussu skammiliga
mannarættindini hjá van-
ligum fólki verða vanvird í
russiska sambandsríkin-
um.
Meðan tjóðin syrgir um
sorgarleikin, tók Irene
Khan, aðalskrivari í Am-
nesty International undir
og segði: »Eg syrgi um
offrini og veiti syrgjandi
familjunum og teimum,
sum vóru likamliga og
sálarliga særd av tilburð-
inum mína djúpastu sam-
kenslu.«
Hon vísti á, at stríðið í
Tjetjenia
longu
hevði
kravt stór tap. Hon bað
inniliga myndugleikarnar
um at verja mannarætt-
indini hjá øllum borgar-
um, bæði russarum og tje-
tjenum.
102 síður stóra frágreið-
ingin hjá Amnesty Inter-
national
The
Russian
Federation:
Denial
of
Justice‰, sum í dag (týs-
dagin 29. oktober) verður
almannakunngjørd
í
Moskva, vísir á umfevn-
andi mannarættindabrot í
Russlandi.
Hon
vísir,
hvussu offrunum verður
noktað rættvísi, og hvussu
tey framhaldandi eru útsett
fyri
nýggjum
manna-
rættindabrotum. Tey, ið
fremja
brotsgerðirnar,
sleppa vanliga snikkaleys
og kunnu aloftast halda
fram við sínum brotum.
Hetta er fyrsta átakið
móti Russlandi, og Am-
nesty International krevur,
at tað beinanvegin verða
gjørd tiltøk fyri at berja
niður týðandi mannarætt-
indabrotini í Russlandi..
»Tann ræðuliga gísla-
tøkan í sjónleikarhúsinum
í Moskva er ein ræðandi
áminning um óloystu støð-
una í Tjetjenia. Vit hava
fordømt hesa kriminellu
atgerð sum eitt vanvirði-
ligt mannarættindabrot«,
segði Irene Khan.
»Hendan hópgíslatøkan
er enn eitt skammiligt
mannarættindabrot, íbirt
av einum stríði, sum hevur
viðført stóra sorg og líðing
hjá øllum, tað hevur rakt, í
einum landi, har manna-
rættindabrot eru vanlig, og
uppreisn fyri tey sjáldan
kemur fyri«.
Tá ið fólk runt um í
heiminum
hugsa
um
mannarættindabrot í Russ-
landi, hugsa tey um Tje-
tjenia. Men tað tey fægstu
vita er, at tað sama sum
sermerkir tjetjenisku støð-
una: at tey seku sleppa
órevsaði, tíverri gjøgnum-
seyrar
alla
kriminal-
rættarskipanina í Russ-
landi.
Frágreiðingin hjá Am-
nesty International (De-
nial of Justice) vísir á
mannarættindabrot í øllum
landinum. Hesi umfata
píning á politistøðum;
ræðuligar, ómenniskjalig-
ar og vanærandi umstøður
í yvirfyltum fongslum, full
av sjúkum; rasistiskan
yvirgang móti etniskum
og religiøsum minnilutum
og fremmandum; burtur-
flytingar, »hvørvingar« og
píning, herundir neyðtøk-
ur.
»Ein oyðileggjandi ring-
ur
av
mannarættinda-
brotum finnst í Russlandi í
dag. Um Putin, forseti,
ynskir at fremja leiklutin
hjá Russlandi sum stór-
veldi, má hann byrja við at
tryggja øllum í Russlandi
veruligt rættvísi og rætt-
indi«, segði Irene Kahn.
»Í hesi avgerandi løtu í
søgu Russlands, má Putin,
forseti, vísa altjóða polit-
isk leiðaraevni og ikki
gera somu mistøk sum
vestanfyri:
at
skerja
mannarættindi
fyri
at
berja niður altjóða terrorr-
ismuna.«
»Putin, forseti, má ikki
nýta stríðið móti terror-
ismuni til at sleppa undan
at konfronterast við sýtan-
ina av rættvísi, sum seyrar
gjøgnum alt tað russiska
samfelagið«, segði hon.
Amnesty International
kemur við mongum tilráð-
ingum um, hvussu støðan
skjótt kann betrast og
vendir sær bæði til russ-
isku myndugleikarnar og
altjóða samfelagið fyri at
taka undir við teimum.
Tær umfata viðtøku av
eini serligari revsilóg fyri
harðskap í heimunum,
stovnanina
av
einum
óheftum stovni, sum skal
kanna, hvussu ofta og hvar
píningar koma fyri, og
broytingar í skipanini við
passum og skrásetingum,
tí núverandi skipan elvir
til skipaða diskriminering.
Í frágreiðingini verður
sagt frá fleiri persónum,
sum
hava
verið
fyri
mannarættindabrotum.
Hetta er ein teirra.-
Marina T. varð steðgað
av
ferðslupolitinum
í
Yaroslavl 5. mars 1999, og
tá teir hildu hana vera
fulla, tóku teir hana við til
eina avrúsingardeild. Tá
hon var komin hagar,
noyddu tríggir politistar og
ein lækni hana at lata seg
úr øllum, smekkaðu høvd-
ið á henni móti einum
veggi og slógu hana í and-
litið. Hon sigur, at hon
varð dragsað eftir hárinum
inn í rúmið við síðuna av,
har hon varð neyðtikin av
fýra monnum. Undir rætt-
arviðgerðini morgunin eft-
ir sigur Marina T, at hon
royndi at greiða dómar-
anum frá píniningini, men
at hann avbreyt hana og
ákærdi hana fyri at hava
brúkt seg móti politistun-
um, áðrenn teir tóku hana.
Marina T. kærdi, og tvey ár
seinni
undir
endaligu
rættarviðgerðini
kom
rætturin til ta niðurstøðu,
at ein av politistunum við
vilja hevði gjørt seg inn á
hana og meinslað hana,
men hann varð beinan-
vegin náðaður og leyslatin
aftur.
Tveir aðrir politistar
fingu treytaðan dóm og
mistu rættin til at arbeiða
sum politistar í tvey ár.
Verjin hjá Marini T. hevur
vrakað niðurstøðuna og
rættarmálið heldur fram.
Mannarættindi í Russlandi
Heðin Mortensen
løgtingsmaður
Løgtingsmál nr.
100-
17/2002:
Viðvíkjandi
Grundlógarnevndini og
arbeiði hennara
1. Hvussu nógv fólk eru -
ella hava verið í starvi í
sambandi við arbeiðið
hjá Grundlógarnevnd-
ini?
2. Kann landsstýrismað-
urin upplýsa fyri ting-
inum, hvat arbeiðið hjá
Grundlógarnevndini
hevur kostað higartil,
og hvat roknað verður
við, at arbeiðið í fram-
tíðini fer at kosta?
3. Kann landsstýrismaður-
in vísa eina útgreining
fyri útreiðslurnar av
grundlógararbeiðnum,
síðani arbeiðið fór í
gongd?
4. Hvussu stórur partur av
útreiðslunum er ferða-
útreiðslur, og hvussu
eru hesar útgreinaðar?
5. Hvussu nógvan pening
ætlar landsstýrið at nýta
til grundlógararbeiðið í
2003?
6. Hava fólk, sum sam-
stundis eru lønt í aðrari
almennari tænastu, ver
ið - ella eru sett í starv
við løn?
Viðmerkingar:
Í februar 1999 samtykti
Løgtingið at seta eina
Grundlógarnevnd,
sum
skuldi lata landsstýrinum
álit og uppskot til føroyska
grundlóg í seinasta lagi 1.
juni 2000.
Hetta varð gjørt í sam-
svari við samgonguskjalið,
sum segði, at tá grundlógin
var samtykt á Løgtingi,
skuldi hon til fólkaatkvøðu
í seinasta lagið ár 2000.
Grundlógarnevndin byrj-
aði sítt arbeiði av álvara á
heysti 1999. Rímiliga skjótt
varð funnið fram til ein
arbeiðshátt, ið øll nevndin
kundi standa saman um,
hóast motiveringin var ym-
isk. Hjá nøkrum nevndar-
limum var málið fullveldi,
meðan aðrir nevndarlimir
gjørdu vart við, at teirra
motivering heldur var, at
arbeiðið kundi vera til nyttu
á annan hátt.
Í nevndini sótu heilir 16
limir, harav nakrir vóru
politikarar, nakrir løgfrøð-
ingar og nakrir samfelags-
frøðingar.
Skrivari
var
eisini settur í fast starv.
Umframt eina ørgrynnu
av plenum-fundum, har øll
nevndin var við, og bólka-
fundum, skipaði nevndin
eisini fyri skeiði í manna-
rættindum og hevði fleiri
útlendskar serfrøðingar á
vitjan. Eisini varð ein bólk-
ur settur undir Grund-
lógarnevndini, sum skuldi
gera eitt uppskot til eina
føroyska rættarskipan. Í
bólkinum sótu serkønir
løgfrøðingar umframt for-
maðurin í Grundlógar-
nevndini.
Ætlanin var at skipa fyri
hoyringum
um
ymsu
evnisøkini og eisini á annan
hátt at tryggja eina breiða
kunning og eitt breitt
orðaskifti í øllum landin-
um, tá arbeiðið var liðugt,
og alt skuldi so enda við
eini fólkaatkvøðu.
Men arbeiðið í Grund-
lógarnevndini
gjørdist
drúgvari enn framman-
undan mett, og í apríl 2001
samtykti
Løgtingið
at
broyta lógina soleiðis, at
nevndin skuldi lata lands-
stýrinum eitt fyribils álit
og uppskot til grundlóg
(Grønbók) í seinasta lagi 1.
oktober 2001, og endaligt
álit (Hvítbók) 31. desember
2001.
Men heldur ikki tann
tíðarætlanin helt, og nú
verður arbeitt við at seta
grundlógarnevndina
av
nýggjum.
Tað kundi tí verið áhuga-
vert at fingið at vita,
hvussu nógv fólk eru - ella
hava verið í starvi í sam-
bandi við arbeiðið hjá
Grundlógarnevndini,
og
hvat arbeiðið higartil hevur
- og væntandi fer at kostað.
Eisini kundi verið áhuga-
vert at fingið at vita,
hvussu útreiðslurnar eru
útgreinaðar, og um fólk
hava verið - ella eru sett í
starv við løn, sum sam-
stundis eru í aðrari al-
mennari tænastu við løn?
Síðani fíggjarlógarupp-
skotið fyri 2003 varð lagt
fyri Løgtingið, hevur tað
fingið nógvar atfinningar
fyri, at ymiskar útreiðslur
ikki hava verið tiknar við.
Landsstýrismaðurin
við
fíggjarmálum hevur í tí
sambandi sagt, at einki er
sett á fíggjarlógina, sum
krevur lógarbroyting.
Fyri at seta grundlógar-
arbeiðið í gongd aftur, má
lógin broytast, og tí verður
spurt, um heldur einki er
sett av til grundlógarar-
beiðið, og um hvussu
landsstýrið ætlar at hesin
peningur skal fáast til vega,
um einki er sett av.
Á Løgtingi,
tann 24. oktober 2002
VIÐMERKINGAR
Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann
Vágatunnilin p/f
KB EL-teknik
NCC
Vága konsortiet I/S
Dávid Reinert Hansen
Knud Balle
Niels Larsen
Leynar, 29. okt 2002
TÍÐINDASKRIV TIL
KUNNGERÐAR 29.
OKT 2002
Eftir
tingingar
millum
partarnar á byggiplássinum
í Leynum og gjøgnum-
gongd av arbeiðunum, ið
eftir eru at gera, eru felags
avtalur gjørdar, um neyðug
tiltøk, soleiðis at Vága-
tunnilin kann latast upp fyri
ferðslu 10. december 2002.
Eitt av umráðandi evn-
unum, sum bleiv avgreitt,
var, hvussu neyðugu ar-
beiðini í sambandi við
trygdarútgerð í tunlinum
kundu fáast liðug á nøkt-
andi hátt.
Avtalurnar føra við sær at
minni týðandi partar av
arbeiðinum verða gjørdir
eftir at ferðsla er í tunlin-
um, her í millum ljósmast-
rar við tunnilsmunnarnar
og rundkoyringina í Leyn-
um. Onnur írestandi arbeiði
í sjálvum tunlinum koma at
vera gjørd á náttartíð, tá
tunnilin kann steingjast fyri
ferðslu.
Við avtalunum, sum nú
eru gjørdar, eru ósemjurnar
loystar og partarnir eru
samdir um í felag at gera
sítt besta fyri at tunnilin
verður opin fyri ferðslu 10.
dec. í ár.
Vágatunnilin letur upp fyri jól
UTTAN ÚR HEIMI
Tað er ivasamt, um
Danmark kann
útflýggja Russlandi
kekenska varafor-
sætisráðharran, sum
varð varðhaldsfongsl-
aður í Keypmanna-
havn í gjár
DANMARK
Árni Joensen:
Tað var eftir upplýsingum
frá russisku myndugleikun-
um, at danska løgreglan
gjørdi av at handtaka
Akhmed Zakajev stutt eftir
klokkan tvey gjáranáttina,
og fyrrapartin í gjár av-
gjørdi ein rættur í Keyp-
mannahavn, at hann skal
sita í varðhaldi í Danmark í
13 dagar.
Russar vilja vera við, at
Zakajev, sum er kekenskur
varaforsætisráðharri, var
við til at fyrireika gíslatøk-
una í Moskva í síðstu viku,
og teir vilja eisini vera við,
at hann var uppi í yvir-
gangsatsóknum árini frá
1996 til 1999.
Russland hevur kravt at
fáa Akhmed Zakajev út-
flýggjaðan, men beint eftir
úrskurðin hjá rættinum í
gjár kom fram, at danir eru
ikki á einum máli um, hvørt
hann kann latast russum
ella ikki. Danski sendiharr-
in í Moskva, Lars Vissing,
segði í gjár, at Danmark
kann ikki útflýggja Akh-
med Zakajev til Russlands,
tí eingin slíkur sáttmáli er
millum londini, og haraft-
urat hevur Russland fram-
vegis deyðarevsing, segði
sendiharrin.
Men í løgmálaáðnum í
Keypmannahavn hava tey
eina aðra áskoðan. Haðani
varð sagt í gjár, at Danmark
og Russland hava staðfest
altjóða sáttmálan frá 1957
um at útflýgja brotsmenn,
og at løgmálaráðið fer at
nýta hesa samtyktina sum
grundarlag fyri støðutaka-
nini.
Tað er løgmálaráðið, sum
tekur ta endaligu avgerð-
ina, og har fara tey nú at
kanna tilfarið, sum russisku
myndugleikarnir hava latið
donsku
løgregkuni
um
Ahmed Zakajev.
Zakajev var í Keyp-
mannahavn, tí hann hevði
tikið lut í kekensku heims-
ráðstevnuni, sum var har
mánadagin og týsdagin.
Myndugleikarnir í
Nigeria fara ikki at
góðtaka, at Amina
Lawal verður steinað
til deyða
DEYÐAREVSING
Árni Joensen:
Myndugleikarnir í Nigeria
siga nú, at teir fara ikki at
góðtaka, at tann 31 ára
gamla Amina Lawal verður
steinað til deyða. Ein dóm-
stólur hevur dømt kvinnuna
til deyða, tí hon fekk eitt
barn uttan fyri hjúnarlag,
og eftir dóminum skal hon
steinast til deyða.
Dómurin vakti ans um
allan heim, og nigerisku
myndugleikarnir hava fing-
ið ein hóp av mótmælum
frá politiskum leiðarum,
mannarættindafelagsskap-
um og einstaklingum. Í
nógvum londum vórðu
undirskrivtir
savnaðar
ímóti deyðadóminum. Eis-
ini nógvir føroyingar skriv-
aðu undir eitt tílíkt mót-
mæli.
Nú er so líkt til, at tey
nógvu mótmælini hava havt
sína ávirkan, tí í gjár segði
nigeriski varauttanríkisráð-
harrin, Dubem Onyia, at
stjórnin fer ikki at loyva, at
Amina Lawal verður stein-
að til deyða.
Eygleiðarar halda, at av-
gerðin hjá nigerisku mynd-
ugleikunum hevur sam-
band við vakurleikakapp-
ingina Miss World, sum
verður í Nigeria tann 7.
desember. Frakland, Kana-
da, Noreg, Belgia, Kenya
og Fílabeinsstrondin hava
boðað frá, at tey fara ikki at
senda síni umboð til kapp-
ingina sum mótmæli ímóti
deyðadóminum
ímóti
Aminu Lawal.
Sambært fyrireikarunum
hava tey seks londini lovað
at broyta avgerðina, verður
deyðadómurin settur úr
gildi.
Fyrrverandi kona
John Allen Mo-
hammad, sum er
skuldsettur fyri at
vera snigskjúttin í
Washington, tekur
undir við, at hann fær
deyðarevsing, er hann
sekur
SNIGSKJÚTTAMÁLIÐ
Árni Joensen:
Carol Williams, sum er
fyrrverandi
kona
John
Allen Mohammad, segði í
einari sjónvarpssending, at
er fyrrverandi maður henn-
ara sekur í skuldsetingini,
er tað rætt at døma hann til
deyða.
– Verður hann funnin
sekur í at hava sitið í bili
sínum og skotið ósek fólk,
ja, so er tað rætt at døma
hann til deyða, segði Carol
Williams í sendingini hjá
CNN.
Sonur
John
Allen
Muhammad,
Lindbergh
Williams, segði, at pápi
hansara eigur at fáa ta
revsing, sum hann hevur
uppiborið.
– Sjálvt um hann er pápi
mín, so haldi eg, at ein
heystar tað, ein sáðar. Var
hann førur fyri at gera tað,
sum hann er skuldsettur
fyri, so má hann eisini taka
avleiðingarnar av tí, segði
sonurin.
Amerikanska ákæruvald-
ið hevur nú eisini sett tann
41 ára gamla John Allen
Muhammad og tann 17 ára
gamla John Lee Malvo í
samband við eitt morð í
statinum Washington á
amerikansku vesturstrond-
ini. Løgreglan hevur ill-
gruna um, at tað vóru teir,
sum myrdu ta 21 ára gomlu
Keenya
Cookí
býnum
Tacoma tann 16. februar í
ár.
Frammaundan eru teir
báðir skuldsettir fyri at
hava myrt tíggju fólk og
sært trý onnur á leiðini
kring høvuðsstaðin Wash-
ington. Teir eru eisini
skuldsettir fyri at hava myrt
eitt fólk og sært ein mann í
statinum Alabama fyrr í ár.
Russisku myndugleik-
arnir hava seinastu dag-
arnar tikið fleiri fólk,
sum verða løgd undir at
hava havt tilknýti til
kekensku uppreistrar-
menninar, sum tóku
meiri enn 800 fólk gíslar
í Dubrovka-leikhúsin-
um.
Bretska útvarpið BBC
visti í gjár at siga, at
umleið 30 fólk eru tikin,
og at bæðo politiskir
ráðgevar og trygdar-
menn eru millum tey
tiknu. Longu mánadagin
ljóðaði, at myndugleik-
arnir høvdu tikið ein
løgreglumann, sum varð
settur í samband við
gíslarænararnar.
Í gjár doyðu tveir
gíslar afturat á einum
sjúkrahúsi í Moskva.
Sambært myndugleik-
unum eru 117 gíslar nú
deyðir.
Danin Wolle Kirk, sum
er bóndi í Zimbabwe,
liggur á einum sjúkra-
húsi í høvuðsstaðnum
Harare, eftir at nakrir
ránsmenn lupu á hann
og stungu hann fleiri
ferðir við knívi.
Sambært
donskum
sjónvarpi komu ráns-
menninir til garðin hjá
Wolle Kirk, har teir
hóttu hann og konuna,
fingu teir ikki teir virð-
islutir, sum tey áttu. Tá
tey sýttu fyri at lata
teimum virðislutirnar,
vórðu tey bæði bak-
bundin, og síðani lupu
ránsmenninir á Wolle
Kirk og stungu hann 17
ferðir við knívi.
Wolle
Kirk
hevur
fleiri ferðir sagt, at hann
ætlar sær at verða ver-
andi í Zimbabwe, og at
hann ætlar sær at verja
sín bóndagarð har.
Vatikanið í Rom hevur
nú kunngjørt, at tað fer
at lata almenningin fáa
atgongd til skjøl, sum
viðvíkja tíðarskeiðinum
undan seinna heimsbar-
daga.
Nógvir søgufrøðingar
og jødiskir felagsskapir
hava leingi biðið um at
fáa atgongd til skjøl,
sum snúgva seg um páv-
an Pius XII, sum doyði í
1958. Vatikanið sigur, at
skjølini, sum almenn-
ingurin fær atgongd til,
viðvíkja tíðarskeiðinum
frá 1922 til 1939.
Eugenio Pacelli, sum
pávin tá æt, umboðaði
Vatikanið í týska høv-
uðsstaðnum Berlin, áðr-
enn hann gjørdist pávi,
og jødiskir felagsskapir
vilja vera við, at hann
gjørdi lítið og einki fyri
at steðga jødatýningini í
Týsklandi undir seinna
heimsbardaga. Ein tals-
maður hjá jødiska fel-
agsskapinum í Italia er
vónsvikin av avgerðini
hjá
Vatikaninum,
tí
felagsskapurin
heldur
skjølini frá krígsárunum
frá 1939 til 1945 vera
tey
týdningarmestu.
Men tey vil Vatikanið
ikki lata almenningin
síggja – ikki enn í
hvussu er.
Fimtan sviar, sum vóru
farnir
til
Cannes
í
Fraklandi at halda ein 30
ára føðingardag, fingu
ein rættiligan skelk, tá
teir fingu rokningina frá
matstovuni, sum teir
hildu føðingardagin á.
Rokningin var upp á
heilar 427.000 krónur.
Maðurin,
sum
eigur
matstovuna, sigur, at
sviarnir m. a. keyptu
eina fløsku av reyðvíni
av slagnum Chateau
Margeaux frá 1961, sum
kostar 132.493 krónur.
Sviarnir drukku eisini
annað vín, og alt var av
tí dýra slagnum, sigur
matstovueigarin.
Ein av sviunum sigur
við Aftonbladet, at vínið
varð sett á borðið, uttan
at teir høvdu bílagt tað,
og teir ivaðust ikki í, at
tænarin skemtaði, tá
hann legði rokningina á
borðið. Sjálvur rindaði
hann 50.000 krónur við
bankakortinum.
Ein
dómstólur skal nú taka
støðu til málið.
Akhmed Zakajev fongslaður í Danmark
Vil hava mannin dømdan
til deyða, er hann sekur
Amina verður ikki steinað til deyða
Carol Williams, sum hevur verið gift við John Allen
Muhammad, sigur, at hann eigur at fáa deyðarevsing, er hann
sekur
30 tikin í Moskva
Stungu danskan bónda
Skjøl verða almenn
Dýrur føðingardagur
C
M
Y
K
13
12