Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mazda bilverksmiðj- an er farin ordiliga til verka, nú teir komu við einum avloysara fyri Mazda 626. Tað er ikki einans navnið sum er nýtt. Mazda 6 hevur heilt skift stíl bæði uttan og innan. Bilurin er nú ein tann størsti í miðalklassan- um BILAR Magnus Gunnarsson Mazda 626, ið vit kenna sum ein álítandi og slit- sterkan bil, verður nú av- loystur av Mazda 6, ið er ein heilt nýggjur bilur. Bil- urin hevur elegant design og koyrieginleikar, sum eru fult á hædd við evropeisku kappingarneytarnar. Mazda 6 er 7,5 cm longri og hevur 6,5 longri aksilfrástøðu enn forgangarin, og er nú ein tann størsti bilurin í miðal- klassanum. Kabinan er vorðin meira innbjóðandi og sportlig í ljósum litum og alu-look á instrument- borðinum. Sama er gald- andi fyri koyrieginleikar- nar, har ein nýggjur undir- vognur ger at bilurin hevur meira sportligar koyriegin- leikar. Bilurin fæst í útgáv- unum Comfort, Touring og Sport. Aluminium motorar Bensinmotorarnir eru eisini nýggir. Teir eru gjørdir úr aluminium. Ein 1.8 litur við 120 hk, ein 2.0 litur við 141 hk og ein 2.3 litur við 166 hk. Mazda 6 verður gjørdur sum sedan, hatchback og stationcar. Á trygdarøkin- um eru stór framstig, sum til dømis "anti-piske- smæld" setur og airbag framman, í síðunum og gardinairbag. Bilurin hevur eisini nógva innbygda trygd. Mazda 6 hevur nógva útgerð sum standard, sum t.d. aircondition, el- síðurútar framman, el- síðuspegl og rattið kann stillast allar vegir. Eisini fæst hann við fartpiloti, leðurrætti, hita í setrunum og DSC, sum elektroniskt ansar eftir at bilurin ikki glíður út í svingum. Í fyrstu atløgu er Mazda komin sum sedan og hatchback. Mazda 6 hevur longu fingið góð skotsmál. Hann bleiv nummar tvey, tá danskir motorjournalistar valdu "árets bil i Danmark 2003" og nummar eitt í eini test hjá Bil Magasinet, har teir samanlíknaðu bilin við aðrar kappingarneytar. Vit frættu júst nú at hann bleiv ársins bilur í Nýsælandi. Mazda 6 1.8 sedan Motorurin 1.8 litur 4 syl og 120 hk 0-100 km/t 10,7 sek. Bensinnýtsla 12,0 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 195/65-15 Stødd og vekt Longd 468,0 cm Breidd 178,0 cm Hædd 143,5 cm Eginvekt 1250 kg Totalvekt 1850 kg Viðførisrúm 500 litrar Prísur kr. 198.700,- (1.8 sedan Comfort) Søluumboð Berg Motors Staravegur FO-100 Tórshavn Telefon 313535 Nr. 209 • hósdagur • 31. oktober 2002 • 76. árg. Mazda 6 – familjubilur í heilt nýggjum stíli Aksel Ljósheim frá Berg Motors sýnir her fram nýggja Mazda 6. Bilurin hevur smart design og sportligar koyrieginleikar Mazda 6 Hatchback aftan Kabinan er vorðin meira innbjóðandi og sportlig. Í Touring og Sport útgávunum fæst hann t.d. við leður- inntrekki og sóltaki 15 14 Nr. 209 - 31. oktober 2002 Søkt verður eftir fólki til skrivstovu okkara 20 tímar um vikuna. Arbeiðið fevnir um upprættan av vørum og útfyll- an av tollingaráheitanum o.a. vanligt skrivstovu- arbeiði. Skrivlig umsókn verður at senda til: Niels Finsensgøta 18 · Box 1094 · FO-110 Tórshavn Tlf. 314930 · Fax 314933 BYNINGSTÆNASTAN BYGGI- & PROJEKTERINGS- ARBEIÐI BYGGI- BYGGI- & PROJEKTERINGS- PROJEKTERINGS- ARBEI ARBEIÐI v/ Jógvan Joensen Bakkagøta 9, 160 Argir grogv@post.olivant.fo Tlf. 322771 - Fart. 222771 C M Y K 14 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in