leygardagur 12. oktober 1985síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 116 -
12. oktober 1985
»Otraditionella«
loysnin tryggjar
ikki børnini
Vidmerkingar Før-
oya Pedagogfelag
um samtykta álit
hjá Tórshavnar By-
ráð um »Fritidar-
virksemi fyri bern
— barnaansing«
Vit liva í dag í einum
framkomnum landi, bæði
við teimum fyrimunum og
vansum, ið tí fylgja.
Í dag skula vit út á
vinnumarknaðin fyri at
vinna okkum pening, so at
vit kunna keypa neyðsynj-
arverurnar, sum áður í
sterri mun vórðu fram-
leiddir heima við hús.
Húskini hava verið sterri,
fleiri bern og fleiri vaksin
undir somu lon, og eitt
grannalag við nógvum
virksemi. Her høvdu bern-
ini sínar uppgávur og vóru
fleiri meguleikar at gera
sínar egnu royndir, sum
kundu vera mennandi.
Men nú eru tíðirnar
broyttar, og umsteðurnar
á flestan hátt vorðnar
betri. Eisini fyri bernini,
tó at tær á ymiskan hátt
eru vorðnar fátækari sum
mennandi umhvervi. Men
skyldurnar mótvegis
teimum veiku, bernum,
sjúkum og gomlum eru
ikki minni enn tær hava
verið, kanska heldur
sterri.
Mennandi
umhvervi
Tað er í hesum viðfangi at
dagstovnar og skúlar
hava fingið eina breiðari
uppgávu. Teir skula vera
førir at skipa so fyri at
bernini fáa hampulig upp-
vakstrarlig viðurskifti,
sum miða ímóti vælferð
barnsins, teir tímar tey
eru heimanífrá. Og tað vil
siga at geva teimum
tryggleika og meguleika á
so fjeltáttaðari menning
sum yvirhevur gjerligt
Hetta er ein stór uppgáva
sum er legd á tey, ið hava
fingið hesar uppgávur um
hendi.
Samfelagið má tí skipa
so fyri, at dagstovnar og
skúlar fáa góðar umsteður
og meguleikar til at leggja
eitt gott menningar
umhvervi til rættis,
meðan bernini eru heiman-
ífrá.
igjøgnum lóggávur og
reglugerðir hevur tað al-
menna roynt at tryggjað
sær ein karm fyri hesi
bern.
Tað almenna hevur
ásett ávísar reglur fyri
hvussu hesir stovnar
skulu vera og eisini er
skipað fyri útbúgving til
tey, ið skula rekja hesar
uppgávur
700 bern á bíðilista
Í dag standa 700 bern á
bíðilista til
pláss. Harumframt er
stórur tervur á frítíðar-
heimsplássum til tey
yngru skúlabernini. Hetta
dagstovna-
er ikki ein knappligur
vekstur,men veksturin
hevur verið líðandi. Ut-
byggingin av stovnum til
at taka sær av vælferð
barnsins, hevur ikki verið
framd í nóg stóran mun.
Nú er trýstið frá for-
eldrum vorðið so stórt, at
býráðið í summar álegði
umsitingini at gera eitt
álit um barnaansing.
Hetta álit varð samtykt
12. sept. í ár. Í álitinum
verða hesar loysnir nevnd-
ar:
1. Nýggjur dagstovnur,
ið er samtyktur fyri tveim-
um árum síðani. Hesin
stovnur var ætlaður til
100 bern. Býráðið um-
hugsar at gera hesi pláss
til hålvdagsplåss, so
stovnurin kann rúma 200
bernum. Hesin stovnur
skal vera liðugur í 1987.
2. Nærumhvervishús á
Norðasta Horni og við
Suðuroyarveg, fyri bern í
fýra til sjey ára aldur, sum
skulu hava eina »ansingar-
innistovu«, og fyri børn
frá sjey til tíggju ára aldur
har tey kunna vera við
»åvisum eftirliti«.
3. Utbyggjan av dag-
røktarskipanini úr 110
plássum til 130 pláss.
Samtykt er fingin fyri
hesum.
4. Frítíðarvirksemi í
Skúlanum í Hoyvík fyri
yngsu næmingarnar, har
tey kunna vera við »åvis-
um eftirliti«. Seinni kunna
vera møguleikar at taka
børn inn i fimm til seks
åra aldur til hetta »åvisa
eftirlit«.
5 Nuverandi
dagstovnaplåss vera
gjørd til hålvdagsplåss
6 Fritidaritrivs
barnaansingartiltøk i Bad
mintonhøllini og Veli-
unum fyri børn i 5—7 åra
aldur, ið ikki hava dag-
ansingarplåss, og hálvan
dag fyri tey bern sum í
dag hava pláss á dag-
stovni, men sum eftir
nýggja álitinum, bert fáa
hálvdagspláss. Á sama
hátt skal kjallarin í Mein
igheitshúsinum brúkast
Ongin verulig framtíðar-
ætlan um útbygging fyri-
liggur, men sum
meguligar framtíðar-
ætlanir = verða nevnd
»nærumhvørvishus«, ið
skulu virka sum barnaans-
ing, skúli og felagshús fyri
bern, ung og vaksin.
Itrottamenning
Stadionekið riggar av
segn heilt væl til tað
endamál, sum tað er gjert
til. tvs. at íðka ítróttir og
til ítróttarkappingar. Men
tá tað ræður um at geva
bernum eitt gott, trygt og
mennandi umhvervi, er
tað onnur krev ið vera
sett. Ein av teimum
fremstu uppgávunum hjá
dagstovnunum er at vera
eitt ískoyti til heimið, har
bernini kunna fáa trygg-
leika, ið er grundarlagið
undir einari fjelbroyttari
menning. Stadionekið
kann brúkast til ítrótt og
ítróttarmennandi tiltek,
men tað er b rt ein lítil
partur av heildarmenning
barnsins.
Býráðið upplýsir at or-
Framhald á síðu 8
halaferðina á mínum kæra
stjóra, har hann fór til ar-
beiðis so penur og nosligur
sum ein nýskift barna-
rumpa.
Konurnar, sum vóru á
veg oman at keypa døg-
verða, heilsaðu blíðar upp
á hann, og man sá hvat
tær hugsaðu: Altíð er
hasin maðurin so nosligur
og soigneradur. Og stjórin
lyfti hattin uppfrá og
heilsaði, áðrenn hann fór
inn í boxina eftir morgun-
postinum.
Men tað sum konurnar
ikki vistu, var, at heima
við hús hjá honum gekk
eg uppi á baðiverilsinum
og gjerdi reint. Hvenn
morgun. Ég setti meg
niður á krakkin, meðan eg
luftaði deymin út
gjegnum vindeygað, og so
í gongd:
Grensápa, skúribust,
klútur, tvega — alt kom í
sving, og einki hugsaði eg
um nakra terrorismu tá.
Eg gjerdi bara tað, sum
fleiri hundrað konur og ar-
beiðsgentur plagdu at
gera. Eg fekk baðiverilsið
aftur upp á rættkjøl — og
har var tað verandi til
næsta morgun. So — om
igen.
Tí er eitt tað fyrsta, eg
geri, tá mannfólk koma í
húsið hjá mær at biðja teir
fara at fáa sær bað.
Ongantíð ov skjótt. Eg vil
hava teir avdúkaðar
beinanvegin.
Men nú til nakað annað
Vit vita øll, at føroying-
ar eru so gladir fyri sang.
Føroyingar syngja nógv,
og teir syngja ikki bara
fyrsta erindi, nei, teir
halda á til úti er.
Vit kenna tað í kvæd-
unum fyrst og fremst.
Einki við at lumpa seg
igjøgnum eitt kvæði. Tað
er bara, tá fólk skula vísa
dansin at tey svika.
At feroyingum dáma
væl popp og country &
western, folk, rock, beat
og ikki at forgloyma Tey á
Kamarinum. Og so er tað
sjálvandi tann kristiligi
tónleikurin og tann klass-
iski. Bach, Beethoven,
Mozart og allegro
moderato, sum maðurin
Jú, feroyingar elska
musikk. Og tað veit út-
varpið. Ti er tað, teir
senda tónleik tíðliga og
seint.
Morguntónleik, fyrra-
partsløg, døgverdatonleik,
náttverðatónleik og fyri
ikki at tala um allan
stevnutónleikin, sum
verður spældur, meðan út-
varpsbåturin stimar út á
kappróðrarmálið, ella sum
verður spældur, tá einki
samband er, ella tá Niels
Juel er blivin burturi á
Varmakeldu.
Tónleikurin verður
brúktur sum ífylla til alt
meguligt. Vit komu flúgv-
andi til Feroya, lendu, og
so inn í ein buss. Og har
floymdi við tað sama
musikkur út úr fleiri há-
talarum. Um tað var beat,
punk ella dytt ella bátt er
mær eitt feitt. Tað drenaði
bæði aftan og framman,
og bilferarin sat og
nikkaði í takt allan -vegin
líki til Oyragjáar. Ja,
soleiðis er skilið.
Eg kom ein fyrrapart í
Sparikassan eitt erindi.
Har var Útvarpið beint vi
at enda morgunlesturin.
Eg fekk mínar pengar út-
flýggjaðar, og maðurin við
kassan segði: >Gerið so
væl, áttahundrað kronur«.
»Amen«, svaraði i útvarð-
inum, og næsta sekundi
dundi Kalle Katt út í rúm-
ið.
Allastaðni har tú
kemur, melur tónleikurin
ella babbið av speakarun-
um.
Vit komu inn í ta
nýggju deiligu svimjihøll-
ina ein dagin. Hegt til loft
og vítt til veggja, nosligir
flisar og sjóbláir hyljar.
Men í hátalarunum ljóð-
aði: >Góð elskaði maður.
Vælkomin so langt. Vit
leingjast.«
Sum tit hoyra, vóru tað
kveðuljómarnir til sjófólk-
ið.
Handlarnir hava eisini
fingið sær tónleik, og man
kann ikki longur keypa
sær eitt par av undir-
buksum í friði. Alt verður
innballað í popp, og tað
sama er við matarhandl-
unum. Ræstur fiskur og
garnatálg verða vavd
saman við Nicodemus
Sangbólkinum ella
Streingjakórinum á Argj-
um.
Ein dagin var eg úti á
hospitalinum og vitjaði
gubba mín, sum lá upp á
tað seinasta.
Undir aðrari liðini á
honum var norðmaðurin
við fiskarítíðindum, undir
hinari liðini sálmar og
sangir við Janusi Mohr.
Alt gott um feðilands-
sangirnar, men strævið er
tað hjá sjúkum fólki at
liggja og hoyra um Hest,
sum eftir Koltri rennur ...
Gubbi doyði eina viku
seinri. Kortini fingu
stovufelagar hansara
loyvi at liggja og sjengra
við kappróðrinum á Jóan-
søku og fótbólti á
Sevmýri, alt ímeðan
sumbingar kvóðu vum Óla
Hvass. Allastaðni metir
tú transistorapparatum. Í
plantaguni gongur ein
eldri maður og gevur
dunnunum, meðan hátal-
arin spælir electric boogie.
Í býarbussunum hava tey
morgunfimleik, og tá fólk
hyggja eftir fótbólti
sunnudagar, hava tey út-
varpið frá við meti úr
Ebenezer.
Vit tosaðu um terror í
áðni. Terrorisman hevur
so nógv anlit. Dálking
hevur eisini so nógv
andlit. Allir hesi hurrandi
hátalararnir allastaðni.
Eru teir ikki eitt slag av
dålking?
Og skulu vit finna
okkum í tí? Vilja vit hava
allan hendan gangin rund-
anum okkum, og verða
oyru okkara ikki eftir-
hondini so niðurdoyvd, at
vit ikki geva okkum far
um, nærvit lurta og nær
ikki?
Og hvussu við tí super-
teknologiska samfelag-
num, sum summi eru so
gramm eftir at fáa — við
heimateldum, video og
satelittsjónvarpi ? Skal alt
hetta eisini sleppa at
standa og hurra eirinda-
leyst fyri mær og tær, frá
tí vit verða fedd og til vit
geva upp ond?
Og — er tað nakar, sum
torir at tosa um ófriðarlig
bern nú á degum ?
Hvussu hevði tað verið
um vit trýstu á knappin
og slektu onkuntíð av og
á?