leygardagur 12. oktober 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefor 118 20
Postsmoga 76. 3800 Tórshavn
tíðindablaðið
Útgávudagar: týsdag. hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Reynsatindur
surimi
og Skåla
FIGGJARNEVNDIN avgjørdi i
gjår, at Reynsatindur eigur at um-
vælast å Skåla Skipasmidju, og
vil mæla landsstyrinum til hetta.
Mett verdur, at hetta er skila-
besta loysnin i hesum måli.
SKULU vit ganga eftir ti, sum
reidarin å Reynsatindi førir fram
her i blaðnum í dag, so er tað ikki
vist, at reiðarin á Reynsatindi vil
góðtaka at umbyggja á Skála. Nú
er so spurningurin, hverjar treytir
og hvat innihald annars er í tí av-
gerð, sum fíggjarnevndin hevur
tikið.
VERÐUR avleiðingin av hesi av-
gerð fíggjarnevndarinnar, at
Reynsatindur verður lagdur og
kanska ikki fer í drift aftur enn á
sinni, so er tað spurningurin, hvat
er vunnið við at trumfa igjøgnum
at umvæla skipið á Skála.
TAÐ skal ikki vera nakað duls-
mál, at vit meta tað vera rættan
politikk at umvæla og byggja
skip í Føroyum, har hetta letur
seg gera, og har hetta er rætt og
beint. Men hetta má og skal ikki
gerast fyri einhvønn pris.
ER prísurin í hesum førinum, at
Reynsatindur kanska gleppur
okkum av hondum, at vit her
missa ein møguleika av álvara at
fara at veiða og viðgera svartkjaft
til matna, at vit ikki sleppa at
royna ta føroysku pumpuút-
gerðina, sum skal kollvelta svart-
kjaftaveiðuna, og at øll ætlanin
um at fara í gongd við surimi-
framleiðslu í Føroyum dettur
niðurfyri, so var henda avgerð
figgjarnevndarinnar betri 6gjørd.
EITT er tad at hava sum stavn-
hald, at vit skulu umvæla og
byggja i Føroyum. Men vit vita, at
i hesum eina førinum vid Reynsa-
tindi stendur so nógv uppá spæl,
at tað er frægast at fremja
útbyggingina, har hon kann fáast
skjótast frá hondini.
NÚ er so spurningurin, hvat víðari
hendir við hesum skipi og øllum
teimum ætlanum sum skuldu
fremjast umborð! Hvat við
surimilinjuni, og hvat við Blue-
north, kunnu vit spyrja! Og um
nú skipið kemur á aðrar hendur,
hver sigur tå, at hesar eru kønar
at reka svartkjaftaveiðu.
HVAT vidvikur nyggja reidara-
num, so vita vit, at hann hevur
bæði skil og hegni fyri hesi veiðu.
jamú
Nr. 116 —
2. oktober 1985
Bæði konstruktivur og
destruktivur
Tað tykist ikki sum fólk
her um leiðir veit nakað
um ta ovurhonds posi-
tivu ávirkan, profeturin
Muhammed hevði á sína
samtíð og eftirtíð sera
víða í heiminum. Fólk sýn-
ist bara at hava kunnleika
um tað negativa við Íslam
— fanatismu og hatur,
pískað upp av leiðarum, ið
harðræðisliga hava sett
seg oman á vanliga fólkið í
rættvísissessin við átrún-
anum í hendi sum kúg-
anarmaskinaríi.
Fyri at skilja betur er
neyðugt at hugsa eitt
sindur um, hvussu steðan
var fyri stuttum 1400 ár-
um síðani, nar Muhamm-
ed steig fram í Hinaz oyði-
merkini á arabisku hálv-
oynni, har fólk høvdu siðir
og vanar hjá oyðimarkar-
búgvum og har tervurin á
útbúgving og vitan var
ógemeina stórur.
Tær arabisku stamm-
urnar livdu í grovasta
bargabii og av at ræna.
Luttóku tí í bardøgum og
kríggi í heilum, drupu
hvennannan, rændu og
herjaðu á ognir hjá
hverjum eðrum, tóku
kvinnur og bern til fangar
við selu til fremmand fyri
eyga, og mong vórðu so-
leiðis trælir. Hjá Bani-
Tamin stammuni var só
ógvisligt, at har var gamal
siður at seta gentubern út
ella enntá at jarða tey liv-
andi.
Muhammed, ið var vitni
til allan henda óhugnaliga
harðskap, flýddi eftir at
hava verið forfylgdur í 13
ár. Sjálvt tá tóku mót-
steðufólk seg saman til
tess at útrudda hann og
viðhaldsfólk hansara. Og
lærisveinarnir hjá honum
vórðu forfylgdir líka til tá-
verandi Abbessiniu.
Hesar umsteður, og t.d.
at sakleys bern og konu-
fólk vóru kúgað og gjørd
fangar, bóru í sær at Mu-
hammed og viðhaldsfólk
hansara tóku til vápna. At
tey ikki vildu geva seg
undir hesar villu stammur
er á ongan hátt at fílast á,
Men seinni
misskiljingar
tverturímóti.
eru stórar
fordar fram av fólki, ið
hevur sæð stersta
stórleika í dirvi og út-
helling av blóði. Og tó
hava hesi fólk fylgt teim-
um ymisku ytru islamsku
forskriftunum, sum eitt
nú 5 ferðir dagliga at
venda sær móti Mekka í
ben.
Í einum sovorðnum
landi millum fólk á so-
vorðnum steði, skapti
tann óskúlaði Muhammed
eina bók, Koranina, ið við
einum væltalandi og
góðum stíli gjerdist
grundarlagið undir eini
siðmenning, byggjandi á
hinum guddómligu lógum,
eginleikum og fullkomilig-
leikum.
Nógv eysturlendsk
fólkasleg eru vorðin upp-
ald undir skugganum av
Islam, og í miðeldini, ið
varð so dimm fyri Europu,
vóru tey arabisku fólka-
slegini fremri enn hini
heimsins londini í
lærdómi, list, steddfreði,
siðmenning, stjórnar-
formum og ødrum vísind-
um.
Hetta er dømi um kon-
struktivan átrúna. Í dag
er Iran av sonnum demi
um destruktivan. Soleiðis
kann eisini síggjast á
kristindómin. Tað eru
mong fyribrigdi við ótrú-
liga góðari ávirkan, ið á
ein hátt kunnu kallast
kristin. Nevnast kann
miskunnsemi, umsorgan
og blidni. Og ikki at
gloyma allir teir kristiliga
inspireraðu = humaniteru
stovnarnir.
Onkur hevur í bleð
unum lagt heldur stóra
herðslu á tað destruktiva í
kristindóminum, hevur
einki nevnt um nakað gott
við honum. Og onkur
annar hevur hinvegin av
ollum alvi naivt roynt at
vart henda átrúna og utt-
an at taka nakað ringt við,
hóast segan er full av
órættvísi framd í hansara
navni. Jesus hevur verið
gjørdur til syndabukk!
Hann, sum bad Pætur um
at koyra sverðið i slíðran
aftur, tá rómverjar komu
eftir honum. Kristus var
ímóti våpnanytslu, og
nakað annað er, hvat navn
hansara hevur verið nýtt
til seinni. Hansara meist-
arligu líknilsi koma í allar
ævir at standa sum
rimmarfastir andaligir
sannleikar og ótemandi
keldur til gátur á ófatiliga
hegum stigi, menniskj-
unum til stóra nyttu og
gleði. Nakað heilt annað er
so alt tað tvætlið, hansara
persónur seinni er vorðin
misnýttur til av fólki, ið
eftir ellum at dema púrt
einki hevur fatað av hans-
ara orði. — Átrúnin kann
vera bæði konstruktivur
og destruktivur.
Búi Tyril
Terror í ti smáa
Í Sosialinum nr. 113 skrivar ein lesari um
mikrofonterror og spyr, antin hann er
einsamallur um at kenna henda terror ella
ikki.
Tað er hann ikki. Vit hava fingið send-
andi eina grein úr Danmark frá Oddver
Johansen. Henda greinin varð skrivað
aftaná summarfrítíðina í Feroyum og er
hugleiðingar um sama evni. Hon varð
eisini lisin upp á eini kveldsetu í feroy-
ingafelagnum í Ballerup.
Vit prenta greinina:
Vit kenna øll til terror av
onkrum slagi. Í tí smáa, í
hjúnarlagnum ella á ar-
beiðsplássinum. Vit
kunnu eisini lata okkum
terrorisera av okkara egnu
børnum, av tingum, av
dálking beint við ella úti í
náttúruni. Vit kunnu lata
okkum terrorisera av
larmi.
Eg búði einaferð í húsi
við einum terrorist. Ja,
ikki einum sum legði
bumbur og sovorðið, nei,
lat meg kalla hann baði-
verilsisterrorist. Ég var
seytjan ár tá og var ar-
beiðskona hjá einum hjún-
um í Havn. Maðurin var
stjóri, og hann var bara
hampuligur og fittur,
góður við konuna, góður
við bernini og ikki smá-
ligur í pengum.
Men tað var hetta við
honum, at hann var tað eg
rópi baðiverilsisterr-
oristur. Hvussu tå?
Jú, hvenn morgun tá
hann var farin til arbeiðis
var tað eg, sum skuldi
gera reint aftaná honum á
baðiverilsinum. Tit skuldu
sæð. Alt var svansað út.
Vatn á gólvinum, sápu-
skúm á vegginum, hár í
vaskinum, tálg í baði-
karinum, barberskúm á
speglinum, skitin undir-
klæðir, våtir lappar og so
vidari og so vidari. Men tå
eg hugdi út gjøgnum vind-
eygad, så eg akkuråt i