Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 1985síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið Vågbingur t ala å landi Millum tær mongu um- sóknirnar um loyvi at byrja aling sum Aliráðið skal viðgera um stutta tíð, eru eisini fleiri umsóknir um loyvi at ala á landi —e Higartil hava feroying- ar berg alt laks og síl í byrgingum og ringum á sjónum. Aðrastaðni ala teir so eisini á landi. Sjógvur verður pumpaður — - — — nidan i kør å landi og eru' nógvir fyrimunir við slík- ari aling. Ein teirra, sum ætlar at fara undir aling á landi, er Sverre Magnussen í Vági 2“ DG I — | | Ge | | Hann hevur latið Tekno- con gera eitt uppskot til eina slíka alistød uppi á landi suðuri í Vági Roknað verður við at framleiða uml. 100 tons av laksi um árið. Til hetta krevjsat uml. 4000 m” av tangarúmd Brunnarnir verða stoyptir upp, og verða uml. 400 m* hver Sjógvur verður pump ður aður úti á fjerðinum gjøgnum rør til brunnar- nar, og rennur síðani aftur á sjógv Vanliga verður laksurin slaktaður, tá hann er uml 5 kg til støddar, og tekur veksturin uml. 24 mån- aðir. Við at ala í brunnum á landi, er meguleiki at hita ein part av árinum, í byrjanini av vakstrar- tidini, og sostatt vakstrartidina stytta nakrar serliga år, tå vedrinum, og månadir kalt er i vøksturin er i minna lagi Samlaðu iløgurnar til projektið eru uml. 4,7 mió. kr Alistoðin er ætlað til framleiðslu av 100 tonsum av laksi um árið, og eru møguleikar at økja um framleiðsluna. Av rakstr arætlanini sæst, at all stødin kann um sitt, um framleiðslan svara hverj fer niður á 80 tons um árið, og enntá geva yvir skot eftir nøkur ár Sune Petersen, sum starvast hjá Teknocon og sum hevur tikið sær av aliprojektering á landi sigur við Sosialin, at stórur áhugi er fyri at Nr. 118 — 17. oktober 1985 aling. Teir royna slíka hava gjørt ætlanir fyri 4 slíkar steðir, eina í Vági, eina á Toftum, eina 1 Fuglafirði og eina í Kolla- firði Annars arbeiða eisini aðrar fyritøkur við likn andi projekteringum eitt nú Landsbyggifelagið jan. mm Framhald av sidu 9 vid, um fiskurin etur alt tað, sum givið verður, og er harvið gjerligt at stýra fóðringini. Trivnaður — Sjúka — viðgerð Sum fyrr nevnt er einki sum bendir á, at laksur trívist verri í kerum á landi enn í vanligum netbúrum á sjónum Heldur tvertur ímóti. Sum ein av luttakarunum segði, tá vit vitjaðu á ali- Skotlandi, at ongantíð hevði hann sæð so lítið stressaðan laks Hetta var fiskur, sum gekk við einum tættleika upp til 40 kg/m Tíbetur hava vit í Fer- oyum ikki havt trupul- leikar av sjúku hjá alifiski, og vónandi sleppa vit eis- ini undan hesum í fram- tíðini. Men eitt, sum er við at vera ein stórur mein- steðini í bogi er lús, og tíverri sær út til, at hetta er ein ampi, sum er vaksandi. Tá vit spurdu um teir hevdu trupulleikar av lús á alisteðini í Otter Ferry í Skotlandi, segdu teir, at teir so gott sum ikki kendu til lús, hóast allar aðrar alisteðir nærhendis hevdu rættiliga stórar trupulleikar av lús Or-ekina til at teir ikki fingu lús, kendu teir ikki, men teir hildu, at tað meguliga var tí, at teir tóku vatnið rættiliga djúpt. Skuldi ein kortini fingið sjúkur ella lús, eru nógv betur meguleikar at við- gera fiskin á landi enn á sjónum. Hevur ein meguleika fyri at endurnýta nakað av vatninum og harvið ekja um uppihaldstíðina í kerunum kann sparast um negdina av heilivági, tí tá er fiskurin í samband við heilivágin í longri tíð. Fyri fiskin man tað eis- ini vera betri, at negdin av heilivági ikki er ov stór, men at viðgerðartíðin heldur verður longd Aling undir taki ella úti Ymiskar meiningar hava verið frammi, um eitt ali- brúk á landi skal vera undir taki ella úti. Um alisteðin skal vera undir taki, dýrkar tað ætl- anina munandi. A øllum teimum ali- stødunum, sum vit vitjadu, fór alt fram úti. Eftir hesum skuldi sostatt ikki verið neyðugt at byggja eina hell til brunn- arnar. Hetta ger, at kostn- aðurin av alisteðini verður væl lægri enn roknað hevur verið við. Niðursteða Orsekin til at avgjert var at fara av landinum at hyggja at alistødum uppi á landi var, at ymiskir spurningar vóru, sum ein ikki hevði vissu fyri. Um ein ella fleiri av hesum for- treytum ikki vóru upp- fyltar, kundi tað hent, at grundarlag fyri alistødåum á landi ikki var til staðar í Feroyum. Tað má sigast, at allir teir spurningar, sum eru avgerandi fyri um aling á landi kann gerast ein len- andi vinna í Feroyum fingu svar á túrinum, og er niðursteðan tann, at einki er at ivast í, at aling av laksi i kørum uppi å landi kann gerast ein løn- andi vinna i Føroyum. Hesum munnu allir luttakararnir á túrinum vera samdir um Steingrím Nielsen, stjó i Sjóvinnubankanum: | Kappingin lækkar neyvan rentuna Í Sjóvinnubankanum halda teir ikki, at fólk fáa nakran rentufyrimun, tá ein nýggjur banki kemur, sum vil kappast — At kappingin verður sterri, fær neyvan rentu- steðið at lækka, heldur tvertur ímóti, sigur Stein- grim Nielsen, annar stjór- in í Sjóvinnubankanum. Sum er hava verandi peningastovnar avtalu um innlánsrentu men ikki um útlánsrentu. — Verður steðið nú máað undan avtaluni um innlánsrentuna, fer inn- lånsrentan møguliga at hækka, ti tå fara peninga- stovnarnir fritt at kunna kappast um innlånsrent- una. Hetta er ikki ynski- ligt, ti tå verdur grundar- lagið møguliga eisini máað undan tí stabila rentu- steði, vit hava havt í nógv ár. Viðmerkjast skal, at rentumarginalurin, t.e. munurin millum innláns- og útlánsrentu, i Føroyum er nakað tann sami sum í Danmark, so í hesum verður neyvan tann stóra broytingin, sigur Stein- grim Nielsen, stjóri í Sjó- vinnubankanum. randi DYPPID I DYRUPS === MÅLING ABC Torshavn MÅLING Uppi á Hálsi - TLF. 16789 TIL ØLL ENDAMÁL