Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. oktober 1985síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, efla tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! ið 0 2 . Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Blómubindarin í Gongini: Bindur blómutyssi til triðja ættarlið Hann stovnaði fyrsta blómuhandil sín í Gong- ini, bert 12 ára gamal. Hann flutti inn plantur, sum ikki hevdu verið at fáa áður. Tá SMS varð latið upp, flutti Gongin Blómur hag- ar, har tilhaldsstaðið var í nekur ár. Nú er Gongin Blómur, blómuhandilin, aftur í Gongini, og hevur fingið innivist í Hotel Djurhuus, har handilin Knútsstova helt til fyri stuttum. Tað er Eivindur í Gong- ini, sum hevur stovnað blómuhandil fyri triðju ferð. Bílegði sær urtapott Byrjanin var, at pápin hevði frukt og grenmetis- handil í Gongini. Eivind- ur, sum hevði stóran áhuga fyri blómum, bi- legði sær onkrar plantur, tå pápin flutti inn handilsverurnar. Trupulleikin var bert, at minni enn eina ávísa mongd kundi ein ikki fáa. Ti noyddist Eivindur sjálvur at selja tann part- in, sum hann ikki hevði brúk fyri. Av tí at hann bert var 12 ára gamal, og tí skuldi ganga í skúla, var blómu- handilin bert opin seinna- part. Eftir stuttari tíð vóru fólk varug við, at út- lendskar plantur vóru at fáa í Gongini, og mamma Eivindur, Oluffa, noydd- ist at fara í handilin, meðan sonurin var í skúla. Tá SMS kom, helt Eiv- indur, at her var ein meguleiki at flyta, tí hann metti at Havnin var betur fyri, um tunga ferðslan fór útum miðbýin. Í miðbýn- um kundu so serhandlar verið, sum gjørdu, at fólk fingu ein friðarligan mið- bý, samstundis sum okkurt var at hyggja og fólk kundu gera síni er- indi, til teir stovnar, sum vóru í miðbýnum. »Suparmarknadar blåmur« Nú heldur Eivindur, at tað ikki var rætta loysnin, og at SMS ikki gjørdist miðdepil fyri handlum, soleiðis sum handilsfólk kendu hetta virksemi áður. Hann heldur ikki, at tað er serliga áhugavert at selja »Supermarkedplant- ur«, har bert verður hugs- að um at fáa sum mest í pengakassan. Ti hevur hann tikið av- gerðina at flyta oman aftur í Gongina. Hugsanin um at ser- handlar kundu verið í býnum, spekir enn, og tí fer Gongin Blómur at veita viðskiftafólkum ser- liga tænastu. Blómu- handilin skal rekast sum eitt slag av blómubindarí, har blómutilfar av ymsum slag verður arbeitt og sett saman til eina heild, sum ikki júst er ein vanligur urtapottur. Seinastu árini er komið serligt slag av blómu- prýði, har lutir og tilfar verður nýtt — sum eru at sammeta við aðrar prýðis- lutir, sum fólk ogna sær Eivindur í Gongini: — At selja blómur og fáast við blómuarbeiði, er serliga kensluborið, tí so nógv menniskjanslig fyribrigdi eru tengd at júst hesum. Tá fólk koma til mín, er tað antin í sorg ella í gleði. Tú skal nærum gráta og froast við viðskiftafólk- unum, og tá ein hevur selt blómur so leingi sum eg, so kennir ein fleiri ættarlið og hevur meguleika at fylgja við teimum gleðum og sorgum, sum einstøku familjurnar hava. Eivindur í Gongini, blómubindari, prátar við sonin Bartal, meðan arbeitt verður í hugna- liga handilsholinum í Gongini. — Herfyri kom ein ung genta til mín og segði: — Tú gjørdi brúðarbukettina hjá ommu og mammu míni. Nú vil eg eisini, at tú skal gera mína brúðar- bukett! Annað dømi er, at børn koma og bidja meg gera eitt heidursportur fyri for- eldrini, sum skulu hava silvurbrúdleyp, ti eg júst hevði gjørt brúðarbukett- ina í síni tíð. Tað er so ómetaliga hugagott, tá ein hevur so stóran áhuga fyri blómum sum eg havi. — Tí var tað ikki júst spennandi fyri meg, at hava supermarknaða í blómum, tå eg ongantíð slapp til at gera veruligt blómuarbeiði, sum eg her havi greitt frá, sigur Eivindur í Gongini. Blómubindarin Blómuhandilin Gongin Blómur er ikki stórhandil, men mest sum bert ein hugnalig stova, sum er serliga væl innrættað. Hóast umvæling er far- in fram innanhýsis, so er farið varisliga fram, og tú hómar upprunatilfarið í innrættingini. Her hava viðskiftafólk, sum ynskja serligar blómusamansetingar, meguleika at tosa við blómubindaran og fáa júst tað, sum viðkomandi ynskir. Dagny og nóg stórur áhugi er. ført saman Hann hevur hevur sent. í Kl-hellini í Klaksvík. Popp-vitjan Í dag koma kendu poptónleikararnir Hilda og Keld Heick til Feroya á konsertferð. Tey skulu framfera í Vági, Glyvrum, Klaksvík og í Havn. Tað er Farcon, sum skipar fyri konsertferðini, og er ætlanin at hava eykakonsert, um høli fæst Hilda og Keld Heick, hava nú í nekur ár fram Annars er Hilda Heick ikki upprunaliga popp sangari, men gjørdist tad av skemti spældu inn eina plátu, sum bleiv ógvuliga væl móttikin í Danmark Hilda Heick er kortini ikki »syngjandi hús- mamma“. Hon hevur útbúgving innan datavið- gerð og er merconom, tá hon ikki stendur á palli. Keld Heick hevur í mong ár verið tekstrit hevundi til óteljandi poppsangir, sum hava verið at hoyrt seinastu árini. Hann hevur eisini skrivað tekstir til sangarar, sum hava verið við í Grand Prix kappingini fyri Danmark. skrivað Tangó<, »Krøller eller ej« og »Der lige det“ Hilda og Keld Heick hava eisini verið við í undirhaldssendingum, sum danska sjónvarpið Framferslurnar verða í Feroyum Klubbanum í Havn, fríggjakveldið í VB-húsinum í Vági, leygarkveldið í Glyvra Bio og sunnudagin Tónleikabólkurin Bacon spælir til dans á ellum steðum, sum Hilda og Keld Heick framfera. Óli í Áarstovu Stríð verður helst um mótalitin í vetur. Hans Birgir Han- sen roknar við, at tá tað snýr seg um ulpur og gummistúvlar verður grent hevuðsliturin. #. Arnbjørn R. Thom- sen, við sínum kunn- leika til jólapynt, meinar, at reytt er best umtókt. + Oli Breckmann hevur fingið vissu fyri, at cigarir og meginpart- urin av tí sum fer í kloakkina verður brúnt. tilvild, tá hjúnini í tekst til m.a. >Disco Hóskveld í Dagny