Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. oktober 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefor 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Torshavn Utgåvudagar: tysdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Mútler Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Ein utbygging i skundi! ARBEIÐI til allar hendur hevur verið eitt av aðalmálum javnaðar floksins, síðan hesin flokkur varð stovnaður. Tað hava verið tíðir við minni og tíðir við meiri arbeiði. Hesi seinastu árini hava bíðilistarnir til arbeiði bæði á landi og sjógvi verið langir og hverja ferð arbeiði eru lýst leys í blød- unum, so hava rættiliga nógv sekt. Í DAG tykist vend vera komin í Vit síggja dagliga lýsingar í blød unum, har sekt verður eftir fólki til nógv ymisk arbeiði. Vit hoyra fjølmidlarnar greiða frá, at skipum tørvar manning og at flakavirkjunum tervar fólk. Og nú í seinastuni hava vit hoyrt tíðindi um, at føroyskir arbeiðsgevarar hava verið í okkara granna- londum fyri at fáa fólk til Føroya at arbeiða. TAÐ er sjálvsagt at fegnast um, at nógv virksemi er í landinum, og at arbeiði er til allar hendur. Kortini ber til í gleðini um tað nógva arbeiðið eisini at síggja, at okkurt er, sum tað ikki átti. Spurningurin um vit ikki eru við at taka munnin ov fullan í einum, er rættiliga aktuellur, og halda vit, at tað er beint at nema við hann og fáa tjak um støðuna. TAÐ hevur víst seg, at hóast okk- ara politikarar hava ávarað ímóti at útbyggja sjálvan tænastu- og nýtslusektorin ov nógv út nú, tí nýtslan er í størra lagi í løtuni, í mun til hvat okkara framleiðandi oddagrein vinnulív leggur eftir seg, so hevur gongdin verið júst tann øvugta. Nærum ongantíð fyrr hevur so nógv byggiarbeiði verið í gongd sum nú. Og tað, sum eyðkennir hesi byggiarbeiði, er, at fá av teimum eru við til at vaksa um okkara útflutningsvirði heldur tvørturimåti. TAD tykist eisini løgid, at medan tíðindi ganga um, at okkara kreditvirði í útlondum er so sum so, so tykist tað nú vera lættari enn nakrantíð áður at læna pen- ing og tískil verður eisini so nógv bygt. TAÐ er ósunt, at so nógv bygging fer fram um somu tíð, at vit verða noydd at fara av landinum eftir arbeiðsorku. Hevði tað ikki verið betri, um ávís stýring hevði lagt part av hesi bygging í eina meira skilagóða legu, soleiðis at hon hevði kunnað verið framd yvir eitt stórri áramál enn nú, har alt skal vera liðugt sum skjótast! jamii Nr. 119 — 19. oktober 1985 Pura beirt at halda fólka- flokkin uttan fyri alla ávirkan Undir umreðuni av leg- mansreðuni komu fólka- floksmenn ein fyri og annar eftir uppá reðara pallin at grenja inn á javn aðarmenn, at teir vóru settir uttanfyri stýrissamstarv eftir sein Spurdu hver í sínum lagi, hvat javnaðarflokkurin bilti sær inn lands- asta løgtingsval Hevur nakar hoyrt slík an frekleika ella trúgva teir veruliga, at javnaðar flokkurin nakrantíð fer í samgongu við hetta harkalið, attur um annað skil ikki kemur í? Nei, tes meira beistakendur flokk urin gerst og tess sterr ávirkan ultra-hegra vongur QOlasar gers es tong teir verda frå landssty 1VIFKA Ell við eðrun ð KKki I t ( u tlot ins. verða teir verðandi har teir nú eru Sjálvsagt fer javnaðar- flokkurin ikki í hóslag við Ólamenninar, hesar sum til allar tíðir hava halgað alla sína skitnu politisku hesum tarnað orku til at basa flokki og harvið uppbyggingini av hesum landi Tað var tann tíð, tá okk ara flokkur var í sam gongu við hesar somu menn, men eitt svika bragdið fyri og annað eftir gjørdi eitthvert víðari ógjerligt mstarv samstarv beinleiðis mannminkandi Hetta vid ødrum bein inum innanfyri og hinun uttanfyri gongur ikki við ivnaðarflokkinun sun 4 POULIKK ( ø død 5 kre så Hetta mugu fólkafloks menn bara bíta á seg, eis ini fyrrverandi sambands og núverandi fólkafloks hevdingin úr Vágum, sun ongantíð hevur aftrað seg við at gingið frá polit iskum lyftum ella lagt eftir tí minni menta Javnaðarflokkurin har mast ikki egna vegna un hetta vána lag, men harm ast vegna Førova fólk slíkur flokkur hevur heimarætt á hesum klett um (F.fl. er t.d. avtikin Pakistan) og um tær synd arligu mannalagnur, hesi flokkur hevur abyrgd av Vón mín skal vera iðrir flokkar heldur ikk vilja hava nakað við henda flokk at gera vegari I id k KKÍ 1rø r Javnadarmadur i Vågi Jørgen Thomsen, framsøgumadur Javnadarfloksins: Rættvisari men ikki hægri skatt Mikudagin hevði Legtingið fyrstu viðgerð av uppskoti Lands- stýrisins til figgjarlog fyri 1986. Uppskotið javnvigar vid 1552,2 mió. krónum. Tað er minni enn fíggjarlógin í ár. Harumframt er nógv meira sett av í grunnar, segði Jørgen Thomsen, tá figgjar- lógaruppskotið var fyri í Legtinginum. — Vit eiga at takka lands- stýrinum fyri, at fíggjar- lógin nú ikki veksur so skjótt, sum hon gjerdi undir tí borgarliga stýr- inum, ið sat árini framman undan. Fíggjarlógin nærum tví- faldaðist eftir teimum fýra árunum, ella har á leið Tað var ein stórur vekstur fyri landskassan — ser- stakliga tá ið hugsað verð- ur um inntekusíðuna. Men útreiðslurnar ektust í líka stóran mun — og í mun til veksturin var ov lítið lagt til síðis í grunnar til at standa ímóti við. Sigast skal kortini, at tvey ár av seinasta sam- gonguskeiði var eitt lítið yvirskot á fíggjarlógini. Men seinasta árið, sum seinasta samgonga sat, høvdu vit eitt hall á figgj- arlógini, og eftir tí, ið upp- lýst er, var hetta hall umleið 100 mió. krónur. Tað vil siga, at í veru- leikanum vóru útreiðsl- urnar ikki 1270 men 1380 mió. krónur. Eitt hundrað milliónir í halli 1984/85, sum ongar inntekur eru fyri í fjør. Vandin er stórur í, at fíggjarlógin veksur so ógvisliga, sum hon hevur gjørt hesi seinastu árini Men nú verður roynt at halda aftur á fíggjarlógini, so tær almennu útreiðsl- urnar ikki skulu vaksa so nógv.