týsdagur 22. oktober 1985síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Í seinasta nummarinum av Mondli, id er blað, sum Føroya Forn-
minnissavn gevur út, hevur Símun Arge, fornfreðingur, áhuga-
verda grein um útgrevsturin, sum gjerdur er í Sandavági. Vit
hava fingið loyvi at endurprenta hesa greinina.
Fornminnissavnið fekk
miðskeiðis í apríl mánaða
fráboðan um, at teir undir
útgrevstri fyri sethúsum í
nýggju útstykkingini
uppi í Heygagerði, teir
rópa, vóru komnir fram á
ymist, ið kundi bent á
fornar toftir. Komnir á
staðið varð tað skjótt
greitt, at so var. Har vóru
bæði grótlaðingar, øska,
stórar hellur umframt
hitasprongt malargrót at
síggja. Aftaná royndar-
kanning varð avgjert at
seta rannsókn í verk.
Rannsóknin vardi frá
fyrru helvt av mai mánaða
og til ólavseku, tá vit
góvust fyri í ár. Tá var
rannsøknarøkid um 100
m' til víddar. Farið verður
undir aftur rannsóknina
til várs. Tað er um fyribils-
úrslitini av hesi rannsókn
her í stuttum skal verða
sagt frá.
Bústaðaleivdirnar
liggja 35 m oman sjóvar-
målan, ovast í gomlum bø,
millum Mataránna og
Heygagerði. Tað vit vita,
eru ongar frásagnir um
forna búseting á staðnum,
og eingi tekin hava heldur
verið í lendinum. Skilligt
var, at eftir at bústaðurin
er frágingin, hevur verið
velt á staðnum heilt niður
í toftirnar — merkini av
veltingarhakanum stóðu
eftir í nógvum av laðing-
arsteinunum — og hevur
veltingin nervað toftirnar
í vissan mun.
Rannsóknin
Tað hevur við rannsóknini
til nú m.a. eydnast at stað-
festa leivdirnar av tveim-
um bygningum, umframt
aðrar bústaðaleivdir (sí 1.
mynd).
Hús Í
Bygningurin er 46 m
langur og 2,5 m breiður.
Hann vendir í ein útnyrð-
ing-landsynning. Veggir-
nir eru fyri tað mesta
grótífyllingarveggir. Har
teir eru best varðveittir,
eru teir 80-90 cm tjúkkir.
Av suðurvegginum eru
bert partar av innsíðuni
varðveittir. 70 cm breiður
durur hevur verið í land-
nyrðingshorninum.
Gólvið er steinsett við
sterri hellum. Í ovara
parti av bygninginum eru
gólvfláir av eskublandað-
ari mold/torvmold varð-
veittar omaná gólvhell-
unum. Í einum avmark-
aðum eki varð farið niður
gjøgnum gólvfláirnar. Her
eru tad eydnast at skilja
út tvær gólvfláir omanå
hellunum.
Enn er eingin vissa
fingin fyri eldstaði. Men í
landsynningshorninum er
nógv til av øsku og brend-
um malarsteinum. Hugs-
andi er, at eldstaður hevur
verið her í horninum.
Einki er funnið, ið gevur
upplýsingar um bygnings-
konstruktiónir, so sum
stólpahol.
Hús 2
Beint eystanfyri (oman-
fyri) Hús 1 eru leivdir
funnar av eðrum bygn-
ingi, nevndur Hus II.
Hesin er tó ikki so væl
varðveittur sum áður um-
reddi. Sum er síggjast
leivdir av einum norður-
veggi, 1,4 m tjúkkur, og
einum vesturveggi, Í m
tjúkkur. Báðir eru meiri at
kalla moldifyllingarvegg-
ir. Norðurveggurin
gongur niðan í helluna, ið
stingur seg oman undan
vegnum í útgrevstrargkið.
At norðurveggurin er
breiðari enn vesturvegg-
urin kemur helst av, at
hæddarmunurin har er
stórur millum inn- og út-
síðurnar. Bert uml. 3,5 m
av vesturvegginum er 60
em breiður durur. Í dur-
inum liggja tvær hellur,
sum munnu hava verið
trapputrin inn í bygning-
in. Gólvið er steinsett við
smærri gróti. Beinleiðis
gólvfláir omaná steinset-
ingini vóru ongar. Tó er
heldur nógv eska í tí varð-
veitta útnyrðingshorn-
inum. Eystureftir (niðan-
eftir) er gólvið og harvið
bygningurin — avmark-
aður av spreingin og
grevstri fyri nýggja
vegnum. Meguliga hevur
bygningurin hildið áfram
eystureftir, men hesin
partur er tó burtur nú. So-
statt ber ikki til at siga
nakað um steddina á
bygninginum.
Dururin leiðir beint
vestur (oman) í eitt stein-
sett tún, ið er millum
bygningarnar báðar. Her
hevur sostatt verið trongt
skot.
Aðrar
bústaðaleivdir
Norðan fyri umreddu
bygningarnar eru aðrar
bústaðaleivdir. Talan er
um ymiskar ivi- og einlað-
aðar grótlaðingar. Laðing-
arnar eru tó ikki kannaðar
neyvari, og tí ber ikki til at
siga, hvussu tær skulu
tulkast. Hetta fer vónandi
framhaldandi rannsóknin
at greiða.
Laðingarnar ganga
eystur-vestur (oman-
niðan) og eru laðaðar
niðan í og fram við sjálv-
ari helluni, ið her stingur
seg oman í útgrevstrar-
ekið.
Í einum avmarkaðum
eki heilt niðan móti hell-
uni er nógv eska. Í eskuni
er sterri hella, ið er
sprongd av hita. Helst
hevur einhver eldstaður
verið her.
Gripatilfarið
Skrásettir eru 70 gripir.
Lutfallið millum gripir
funnir í veltu brúnmoldini
og teir, funnir í svartmold-
ini, t.e. kulturfláunum, ið
knýttar eru beinleiðis at
bústaðarleivdunum, er
sera javnt.
Av gripum, ið funnir eru
í veltu brúnmoldini, eru
flestir (10) av yngri upp-
runa, t.e. krússapottum og
steintoy. Næst teimum í
negd eru ílatabrot úr
føroyskum leiri (7), brot av
baksturhellum (6) og krit-
pípubrot (5). Talan er so-
statt um gripir bæði av
yngri og eldri uppruna.
Hetta er ikki at undrast
yvir, tí sum longu nevnt
hevur verið velt á staðn-
um í geldir. Velt hevur
verið niður í sjálvar toftir-
nar, og má hetta hava
havt við sær, at forngripir
— her verður serliga
hugsað um ílatabrotini úr
føroyskum leiri, bakstur-
Nr. 120 — 22. oktober 1985
500 oO
þara tl
500m
}
Bústaðir i Sandavågi. Yvirlitskort.
Í ferhyrningi teir seguliga og í klingru teir forseguligu bústaðirnir. Núverandi
kirkjustaðurin merktur við krossi. Fyri 1741 var kirkjustaðurin niðri á bakkanum
beint norðanfyri bústaðin á Sondum. Grovari puntar vísa gamla bein um ár 1800.
Brotastrikurnar vísa gomlu bygdageturnar seinast í somu eld. Lagt verður til
merkis, at umframt teir seguligu, liggja eisini teir forseguligu bústaðirnir við bygdar-
getur. Eingjartoftir tó undantikin. 1. á Sondum, 2. á Steig, 3. í Eingjartoftum, 4. Yviri
í Toftini, 5. á Straplinum, 6. Innanfyri Heygagerði. 20 m eru millum hæddarkurv-
arnar.
hellurnar og helst brýnini
við, sum hava ligið í toft-
unum — eru veltir upp úr
teimum saman við eðrum
tilfari. Í sambandi við
veltingina eru teð borin á
bein, og er lítið at ivast í,
at tey yngru ílatabrotini
og kritpípubrotini eru
komin á staðið vid tødum.
Verður hugt eftir, hverj-
ir gripir ið stava frá
kulturfláunum, er vert at
merkja sær negdina av
heimligu ílatabrotunum
(24), sum er nógv stersti
gripabólkurin. Talan er
um ílatabrot, ið eru dimt
brún á liti. Flestu eru
síðubrot, sum í miðal hava
verið 9,4 mm tjúkk. Tey
vísa, at íletuni hava havt
reystar síður. Tramarbrot-
ini vísa, at tromin hevur
verið sneidd beint av. Í
tveimum førum er sjálv
tromion heldur tjykkri
enn síðan. Bert í einum
feri er tromin eitt sindur
inná bend. Eittans botn-
brotið er funnið, og er tað
av ílati við slettum botni.
Líkt kundi sostatt verið
til, at tey ílet, sum vit her
hava funnið brot av, hava
verið spannskapað. Tó er
ov tíðliga at siga nakað
neyvari hesum viðvíkj-
andi (sí 2. mynd).
Harumframt vórðu
funnin brynisbrot úr
gliturfløgu. Giliturflega
finst ikki her á landi, og
má tí vera innflutt vera.
Hesin gripabólkur er van-
liga millum teir sterstu í
fornfreðiligum rannsókn-
um her á landi. Men í
hesum førinum eru óvan-
liga fá brýni funnin. Hin-
vegin er líkt til, at teir á
hesum staði hava nýtt ein
heimligan stein — tver-
' grýti — til brynisstein.
Tvergrýti er at finna í eini
gongd beint oman fyri
bygdina.
Tvergrýtissteim - er
funnin, ið uttan iva er
nýttur sum brýni. Á
einum staði í toftaleivd-
unum lá ein lítil dungi av
tvergrýtissteinum, ið er
borin til bústaðin, og sum
teir mugu hava havt
ætlanir um at nýta til eitt-
hvert. Hvert sum er —
væl ber til at nýta hann at
brýna á.
Eisini vórðu funnin
fleiri brot av baksturhell-
um. Hetta eru útvið 1 cm
tunnar plátur úr fitisteins-
fløgu. Á báðum síðunum
eru hegdar ella slípaðar
klænar, javnfjarðar foyrur
(rípur), ymiskar til longd-
ar, men ikki neyvari sam-
skipaðar (sí 3. mynd).
Baksturhellurnar hava
havt avrundað, ovalt
skap, og hava í Noregi
verið nýttar til at baka
flatbreyð á. Har vísa
nýggjari kanningar, at
allar tær norsku bakstur-
hellurnar eru hegdar úr
sama fjalli á Hardanger-
leiðini.
Brot av baksturhellum