Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 209 - 31. oktober 2002 Nr. 209 - 31. oktober 2002 23 C M Y K 23 22 - Vit høvdu samband við menninar alla tíðina og á samrøð- unum við teir skips- brotnu, skiltist, at teir vóru í rættiligari neyð. Tað hoyrdist á røddini. Sum tíðin leið, gjørdist støðan alt meira álvarsom, men tíbetur eydn- aðist at bjarga monn- unum í øllum góðum, sigur Djóni Weihe á sjóbjargingarstøðini, MRCC Tórshavn BJARGING Vilmund Jacobsen Týskvøldið kl. 23.02 fekk Tórshavnar Radio neyðar- kall frá glastrevjabátinum, Lambanesi, sum er av slagnum, AWI. Báturin við tveimum monnum umborð hevði siglt á Mjóvanes og var um at søkka, har hann lá og slongdist inni í brim- inum. Mayday-relay, sum tað eitur á fakmáli, varð sent út. Tveir útróðrarbátar, Harda og Sjóberin, vóru nærhendis og sigldu á staðið, har Lambanes var farin á land. Men báturin lá so innarliga, at eingin møguleiki var at bjarga monnunum frá sjósíðuni. - Vit sendu beinanvegin boð eftir bjargingartyrluni í Vágunum, og hon varð á staðnum 40 minuttir seinni - ella kl. 23.42. Eftir um- støðunum gekk væl at bjarga monnunum uppí tyrluna, sum fleyg báðar á Landssúkrahúsið, har teir komu undir læknahond. Tyrlan lendi við Lands- sjúkrahúsið tveir minuttir yvir midnátt. Soleiðis greiðir Djóni Weihe á sjóbjargingar- støðini, MRCC Tórshavn, frá. Í svárari neyð - Tað er torført hjá okkum at siga, hvørja kenslu menninir umborð á Lamba- nesi høvdu og hvørji støðu, teir mettu seg at vera í. Vit høvdu samband við teir alla tíðina, eins og vit eisini høvdu samband við menn- inar umborð á Hardu og Sjóberanum. Men tað var greitt á samrøðunum við teir skipsbrotnu, at teir vóru í rættiligari neyð. Tað hoyrdist á røddini, og sum tíðin leið, gjørdist støðan hjá teimum alt meira álvarsom. Djóni sigur, at tá ið tyrlan kom á staðið, royndi annar maðurin at grulva sær uppá ein stein, meðan hin fekst við at sleppa sær í bjargingarbátin. - So, tað stóð ikki væl til hjá teimum, har teir lógu og stríddust inni í briminum, sigur hann. Tá ið tyrlan kom á staðið, og tað eydnaðist at bjarga báðum monnunum í øllum góðum, var annar maðurin verri fyri enn hin, men báðir vóru teir vátir og kaldir. - Vit kenna ikki so nógv til detaljurnar í málinum. Okkara uppgáva er í fyrsta lagi at bjarga monnunum úr vandanum, og tað eydn- aðist tíbetur í øllum góðum, sigur Djóni Weihe á sjó- bjargingarstøðini, MRCC Tórshavn. Tyrlan bjargaði monnum í dýrastu neyð Á land á Glyvursnesi Um trýtíðina týs- morgunin fór ein bátur á land á Glyv- ursnesi og sakk. Eingin mansskaði hendi Tveir mans, sum vóru á veg til útróðrar við einum seksæringin týsnáttina, sigldu á land á Glyvurs- nesi. Báturin sakk, men báðir menninir sluppu á land. Fyrrapartin mikudagin var fólk frá brandstøðini í Havn og tók bátin uppaftur og varð hann sleipaur til Havnar. ej