Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 209 - 31. oktober 2002 Nr. 209 - 31. oktober 2002 21 Endiliga kom sigurin Teir føroysku telvar- arnir eru nú í góðum hýri, tí endiliga kom sigurin, sum teir høvdu bíða eftir. Teir høvdu helst ætlað sær hann í øðrum umfari, men vóru noyddir at bíða til 4. umfarð. Føroyar vunnu 2,5- 1,5 móti Jameika, styrkismett eitt sind- ur aftanfyri Føroyar sum nummar 98 TALV-OL Jákup Sørensen Bled: Byrjanin hjá føring- um var vánalig. Martin Poulsen, sum telvaði á fjórða borði var at kalla alt talvið í stórum trupulleik- um og kom enntá eisini í svára tíðarneyð, ein stóran part av talvinum var hann noyddur at kalla at spæla snartalv móti mótstøðu- manninum, sum enn hevði ovmikið av tíð. Tað gjørdist einki hjá Martini hóast hann stríddist manniliga og hann var noyddur at leggja kongin fyri Duane Rowe (2195). Fyrstur at fáa føroyingum stig, var Heini Olsen á triða borði, hann leikti javnt móti Jomo Pitterson (2248), sum hevur nett sama styrkital, sum Heini, so hetta var helst á eini leið. Sjálvur helt Heini at hann stóð betri, men støðan var sera fløkt, tí valdi hann at taka javnleikin, eisini tí hann skuldi koma fyri seg eftir tapið sunnudagin, tá ið hann var settur mát. Fremstu borð- ini drúgv John Arni Nilssen og ser- liga John Rødgaard hava verið drúgvir í hesi kapp- ingini og hava fingið før- ingum meiri enn helmingin av stigunum, sum komin eru. Skopuningurin á fyrsta borði telvaði móti FM Warren Elliott (2238). Teir leiktu eina byrjan, sum er ástøðiskend og har vísti tað seg skjótt, at John Arni var hin stinnari. Eftir dystin segði John Arni at hann alla tíðina kendi á sær, at hetta fór at ganga væl og tá ið 10 leikir vóru leiktir var lítið at ivast í at tað bar rætta veg- in. Warren Elliott royndi at bjóða John Arna javnleik, men hann havnaði upp- skotinum. Tá ið John Arni hevði leikt sín 26. leik legði hin kongin. Tað var ikki bara John Arni, sum helt talvið vera gott. Rani Nolsøe helt, at John Arni telvaði eitt brandtalv og liðskiparin og fleiri av leikarunum hjá Ja- meika róstu honum eisini. Teir siga seg vera sinnaðar at bjóða John Arna og øðr- um føroyskum telvarum til Jameika at luttaka í kapp- ingum - livst so spyrst. Bíðaðu eftir John Nú var bara eitt at gera og tað var at bíða eftir John Rødgaard, mundi hann klára at vinna á Shane Matthews (2239) ella end- aði tað við enn einum javn- leiki og tískil javnleiki fyri alt liði? Hjá tí, sum ikki er so talvkønur er frægast at hyggja eftir telvarunum, hvussu hábrøgd og annað eru. Jú har mundi standa væl til, tí eina løtu fór John upp at vála. Men sá John Arni ikki eitt sindur skept- iskur út og dekan fari um ikki eisini Rani var farin at rista eitt sindur við høvdi- num. Var tap í hendi? Nei so ringt var tað kortini ikki, men allir føroysku telvarnir og tey mongum sum fylgdu talvinum beinleiðis á heimasíðuni hjá talvsam- bandinum ætlaðu sær at her skuldi sigurin koma. Nú høvdu vit sett álitið á John, sum frægast mátti vera at eygleiða hann. Nú setti hann seg aftur – hugs- aði eina løtu og flutti so við fastari og avgjørdari hond. John mundi vita, at hetta tapti hann ikki. Ein løta gekk og Matthews flutti eisini nakað avgjørt, men kortini ikki so sanførandi sum John. Her mann væl standa til, tí nú flenna bæði John Arni og Rani. Jú rætt var, Matthews flutti bara tveir leikir afturat so legði hann kongin. John Rød- gaard vunnið sítt annað talv uppí slag og meiri umráð- andi Føroyar hava vunnið fyrsta sigurin Champagna á liðfundinum Gott lag var á øllum í før- oyska hópinum og helst mundi tað gerast betri, tá ið Rani skonkti champagnu á liðfundinum. Fløskan var keypt ein av fyrstu døgun- um í Bled og ætlað til fyrsta sigurin. At hann ikki kom fyrr enn í fjóðra umfari, var ikki eftir ætlanini hjá teim- um, men hon mundi gagn- ast líka væl kortini. Føroyar hava nú 7 1/2 stig av 16 møguligum og tað er næstan nógmikið at fáa tey 50% sum vónin er at fáa á olympiaduni. Fremst í kappinini eru Russland, Kuba og Armen- ia øll hava 13 stig. Svøríki er fremst av norðanlond- unum, teir hava 10,5 stig, Danmark hevur 10 stig. Noreg 9,5 stig, Finnland og Ísland hava 9 stig. Týsdagin telvaðu Føroy- ar móti Kosta Rika. Teir eru styrkismettir sum nummar 70 og flestu telvarnir hava omanfyri 2400 í rating. Helst verður dysturin tor- førur. Serliga Heini Olsen kann fáa seg royndan, tí á 3. borði hevur kosta Rika ein 14 ára gamlan altjóða meistara, sum hevur góð úrslit at vísa á. Í fyrsta um- fari telvaði hann javnt móti russiska stórmeistaranum Morozevich. Teir sum mannað liðið móti Kosta Rika eru. John Arni Nils- sen, John Rødgaard, Heini Olsen og Eyðun Nolsøe. B68 fjøruti ára stovningarveitslu Hóast navnið sigur ’68, so varð Tofta Ítróttarfelag stovnað í 62, og nú skal rundi dagurin haldast FØÐINGARDAGUR Tíðindaskriv Jú, tú hevur lisið rætt. Leygarkvøldið 2. november hevur ítróttarfelagið á Toft- um 40 ára ársveitslu. Men her er okkurt, ið ikki rímar saman, hugsar lesarin, tí tað eru bara 34 ár síðani vit skrivaðu 1968. Rætti samanhangurin er kortini ikki so torskildur. Tofta Ítóttarfelag, sum al- menna navnið framvegis er, varð stovnað í 1962. Tá var tað kappróður, ið stóð ovast á listanum. Nógv ár frammanundan høvdu toftamenn spælt fót- bólt móti fuglfirðingum, eiðismonnum, gøtumonn- um og øðrum, men tað var undir navninum Zig-Zag, eftir fyrsta bóltinum teir fingu hendur á. Í 1968 bleiv fótbólturin so ein und- irdeild í Tofta Ítróttarfelag, og hagani kemur navnið B68. Í gerðabókini hja felag- num sæst, at stovnandi fundurin var í Gamla skúla 21. desember 1962. Á skránni vóru: 1. Stovnan av ítróttarfelag 2. Byggjan av kappróðrar báti 3. Stjórn og nevnd Allir vóru samdir um, at navnið á felagnum skuldi verða Tofta Ítróttarfelag, stytt TÍ, og at felagið skuldi ikki bert umfata kappróður, men eisini fót- bólt, hondbólt og annan ítrótt. Ein tepur meiriluti var fyri, at byggja eitt 8- mannafar. Nøvnini Í fyrstu nevndina í Tofta Ítróttarfelag komu Betuel Hansen, formaður, Toftir, Frede Benjaminsen, kassa- meistari, Nes, Dánjal Eli Højgaard, Toftir, Hans J. Johannesen, Toftir og Kaj Højgaard, Toftir. Stutt eftir at felagið var stovnað, smíðjaði kendi bátasmiðurin Niclas í Koltri 8-mannafarið Tofta- bátin og seinni 5-manna- farið Ternuna. Tá fótbólt- urin veruliga tók dyk á seg á Toftum, datt kappróðurin niður fyri. Spell, halda helst mong. Men fótbólturin hevur har aftur ímóti klárað seg væl í kappingini. Fel- agið hevur verið í 1 deild síðani 1980 og hevur sum kunnugt vunnið fleiri meistaraheiti. Harafturat er leikvøllurin á Svangaskarði vorðin kendur um allan heimin sum ein sannur skansi hjá føroyska fótbóltslandslið- num Teir, ið manna nevndina í Tofta Ítróttarfelag, nú fel- agið fyllir 40 ár, eru Niclas Davidsen, formaður, Jógv- an Højgaard, næstformað- ur, Ólavur Jensen, skrivari, Eyðfinn Olsen, kassameist- ari og Martin Heinesen, nevndarlimur. Í fótbóltsnevndini eru Katrin Olsen, Katrin Jöns- son, Eldbjørn Joensen og Peter Alberg. 40 ára ársveitslan hjá Tofta Ítróttarfelag verður altso á Svangaskarði nú leygarkvøldið 2. november kl. 19.30. Nú felagið fyllir 40 ár, verður gjørt meira burtur úr veitsluni enn van- ligt. John Rødgaard var ísakaldur í seinasta og avgerandi talvi- num, og so mátti landsliðs- venjarin, Rani Nolsøe, finna champagnufløskuna, sum varð keypt á fyrsta degnum, fram Hetta er fyrsta liðið, sum spældi fyri B68. Standandi frá vinstru: Hanus Lómstein, Oddmar Færø, Jørleif Jacob- sen, Hans Jákup Stenberg og Hans William Stanner. Húk- andi frá vinstru: Mogens Nannestad, Eyðfinn Færø, Sverri Danielsen, Haldur Gaardbo, Harry Hansen og Janus Jensen Føroysku úrslitiini í 4. umfarinum: 1 FM - John Arni Nilssen (2385) – FM Warren Elliott (2238) 1-0 2 IM John Rødgaard – Shane Matthews (2239) 1-0 3 FM Heini Olsen (2248) – Jomo Pitterson (2248) 0,5-0,5 4 Martin Poulsen (2160) - Duane Rowe (2195 0-1 Gróðurin á Landgrunninum í 2002 og Hvussu royndust yvirlits- trolingarnar hjá Magnusi Heinasyni í 2002 Hesum greiða ávikavist Eilif Gaard og Jákup Reinert frá hóskvøldið 31. oktober kl. 19.30 á Fiskirannsóknarstovuni í Nóatúni 1. Eftir fyrilestrarnar verður lutakast um kr. 10.000 millum øll fiskamerki, ið eru komin inn á Fiski- rannsóknarstovuna seinasta árið. Fiskirannsóknarstovan Føroya Postfelag Søkt verður eftir skrivara Føroya Postfelag søkir eftir skrivara at byrja 1. november ella skjótast tilber. Arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna. Afturat vanliga skrivstovuarbeiðinum, skal skriv- arin taka sær av roknskapinum hjá felagnum og verða skrivari á felagsins fundum. Umsókn verður at senda skjótast tilber til: Føroya Postfelag Tinghúsvegur 15 100 Tórshavn Meira fæst at vita um starvið á tlf. 317231 ella 217231. Reingerðingsfólk Søkt verður eftir reingerðarfólkum til Føroya Sjó- mansskúla frá 1. januar 2002. Starvið er fast starv, lønt sambært sáttmálanum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag. Arbeiðstíðin er 4 tímar um dagin 5 dagar um vik- una. Umsóknir skulu sendast til: Føroya Sjómansskúla Postboks 104 FO-110 Tórshavn og vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 20. november 2002. Føroya Sjómansskúli Leikhúsið Gríma framførir Ginu-søgur eftir Eve Ensler leikstjórn Ria Tórgarð í Losjuni í Gøtu hóskvøldið 31.10. kl. 19.30 Atgongumerki á 100,- kr. eru at fáa á tlf. 441737 eftir kl. 13.00 hósdagin og við dyrnar ein tíma undan sýning. Leikhúsið Gríma framførir Ginu-søgur eftir Eve Ensler leikstjórn Ria Tórgarð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnudagin 3.11. kl. 16.00 (útselt) EYKASÝNING sunnudagin 3.11. kl. 19.30 Atgongumerki á 100,- kr. fáast á Kunningar- stovuni í Runavík og í Fuglafirði. Akranesgøta 5 • 100 Tórshavn • tel. 313874/ fax 311173 www.wenzel.fo NÝGGJAR OPNINGSTÍÐIR HJÁ P/F WENZEL Bilasølan hevur nú opið soleiðis: Mánadag - fríggjadag frá kl. 08.00 - 17.30 Leygardag frá kl. 10.00 - 16.00 Vit síggjas hjá: ER BILURIN UTTAN OG INNAN skitin mattur keðiligur Føroya Bilshine Bakkavegur 6 FO-625 Glyvrar Tlf. 448934 · 228934 Fá hann sum nýggjan Vit: *vaska *slípa *polera *forsegla Ring og hoyr nærri !! Vit viðgerða eisini stórar bilar og bussar Lýsið við brúktum bilum C M Y K 21 20