Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-10-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 209 - 31. oktober 2002 19 Men KÍ formaðurin roknar við, at teir flestu fara at halda fram í Klaksvík. Tað er tó greitt, at Allan Mørkøre ikki fer at spæla við KÍ, at Arnold Joensen verð- ur aftur at síggja í KÍ troyggjuni, og at Alexander Djordjevic fer at halda fram í Klaksvík FYRIREIKINGAR Jóannes Hansen Í gjár visti KÍ málverjin, Meinhardt Joensen, at siga, at onnur feløg eru áhugað í fleiri av spælarunum, sum í ár vóru við til at manna KÍ liðið, sum tóktist hava møguleika fyri uppaftur betri endastøðu komandi ár, enn teir rukku í 2002. Gestur Hovgaard er for- maður í KÍ, og hann á- sannar, at soleiðis er støð- an: – Fleiri av spælarunum hjá okkum hava vent sær til leiðsluna í felagnum og boðað frá, at teir hava fingið tilboð um at flyta til onnur feløg, sum eftir øllum at døma eru sinnað at rinda teimum upphæddir at spæla fyri, sum vit ikki halda, at tað er ráðiligt hjá okkum at gjalda. Men so kunnu tit rokna við at missa fleiri spælarar? – Higartil er bara greitt, at ein av spælarunum, sum var á liðnum í ár, ikki verð- ur á KÍ liðnum komandi ár. Tað er Allan Mørkøre, sum ikki fer at ferðast úr Havnini og norður til Klaksvíkar at venja og spæla. Tað hevur verið sett spurnartekin við, um Alex- ander Djordjevic, sum í løtuni er staddur í Dan- mark, fór at verða í Klaks- vík komandi ár, men tað verður. Tað eru vit sera fegnir um, tí jugoslavin hevur verið okkum hollur. Tað er eisini greitt, at Arnold Joensen, sum hevur spælt við B68 tvey seinastu árini, aftur fer at vera við í kappingini um plássini á KÍ liðnum. Avtala er gjørd millum Arnold og KÍ, sigur Gestur Hovgaard. KÍ formaðurin veit ikki enn, hvussu tað verður við øllum hinum spælarunum. KÍ leiðslan tosar í hesum døgum við spælararnar, og formaðurin vónar og heldur seg kunna rokna við, at tað í flestu og kanska í øllum førum fer at enda við, at spælararnir halda fram í KÍ. – At tað eru fleiri feløg, sum dyrgja her norðuri hjá okkum, kann væl hava við sær, at tað verður eitt sindur tyngri hjá okkum at reka fótbóltsliðið, enn tað ann- ars hevði verið. Tað kann væl hugsast, at prísirnir verða trýstir eitt sindur uppeftir. Men tit hava møguleikan at fara aðra staðni eftir spælarum? – Tað kenna vit ikki nakra serliga trongd til. Eitt er, at tað higartil hevur víst seg torført at fáa spælarar aðra staðni úr landinum at koma til Klaksvíkar at spæla og venja. Nú er ferðasambandið so mikið batnað, at praktisku møgu- leikarnir fyri hesum eru betri, enn teir áður hava verið. Men vit eru av tí áskoðan, at um nøkur meining skal vera í, at vit skulu úr býnum at yvir- bjóða og harvið fáa fremm- andar spælarar henda veg- in, so skal talan vera um einstakar spælarar, sum heilt víst lyfta liðnum nógv. Og vit halda ikki, at tað eru so nógvir sovornir spælarar, og at tað er so lætt at fáa fatur á teimum, sum møguliga kundu komið upp á tal, tí teir verða ivaleyst væl løntir har, sum teir nú eru. Dúva upp á sínar egnu Gestur Hovgaard veit væl, at klaksvíkingar vilja hava, at KÍ er millum tey fremstu og ofta vinnur meistara- skapin. Leiðslan í felagnum er sinnað at gera sítt til, at tað skal eydnast, men for- maðurin sigur seg vera sannførdan um, at tað fyrst og fremst verður við klaks- víkingum, at sigrarnir skulu vinnast. Tí heldur hann tað vera neyðugt at styrkja um arbeiðið við teimum yngru: – Í ár taldust tveir av teimum, sum eru niðanfyri tjúgu ár, millum stuðlarnar á liðnum. Komandi ár rokni eg avgjørt við, at minst tveir ungir afturat verða ímillum lyklaspælararnar. Uppgávan hjá okkum verð- ur m. a. at syrgja fyri, at tað eisini komandi árini vera tveir ella tríggir spælarar í hvørjum árgangi, sum kunnu koma upp á tal til besta liðið. Tað gera vit best við at gera ungdómsvenj- ingina uppaftur betri. Vit halda, at hon er vorðin munandi betri seinnu árini, men vit eiga ongantíð at koma á mál, tá tað snýr seg um venjingina av teimum ungu. Hetta skal ikki skilj- ast soleiðis, at vit ikki eru áhugaðir í at fáa einstakar fremmandar menn at hjálpa til. Men so skulu teir vera rættuligir profilar, um teir so koma aðra staðni frá úr Føroyum ella úr útlandin- um, sum hevur verið tað mest vanliga hjá KÍ sein- astu árini. Sovornir spælar- ar kosta nógv, og tað krevur nógv at vera við í tí kapp- ingini. Venjarin bíðar KÍ hevur framvegis ikki gjørt av, hvør skal hava ábyrgdina av venjingini komandi kappingarár. – Vit arbeiða við fleiri møguligum loysnum. Men vit eru ikki heilt komin á mál enn. Vit kanna fram- vegis møguleikan fyri at fáa venjara aðra staðni frá enn úr Klaksvík, og vit um- hugsa eisini lokalu loysn- ina. Vit hava biðið brøð- urnar Jan og Allan Joensen umhugsað, um teir kunnu taka ábyrgdina á seg. Tað hugsa teir í løtuni um. Men enn hava vit ikki endaliga gjørt upp við okkum sjálv- ar, hvussu tað verður, sigur Gestur Hovgaard. Nr. 209 • hósdagur • 30. oktober 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo FIFA formaðurin fer ikki at stilla uppaftur, tá ið valskeiðið verður runnið í 2006 FÓTBÓLTS- POLITIKKUR Jóannes Hansen Um fýra ár skal altjóða fótbóltssamgongan FIFA hava nýggjan for- mann. Tað er greitt, eftir at nógv umrøddi og ikki altíð væl umtókti FIFA bossurin, Sepp Blatter, í samrøðu við eingilska tíðarritið Sport Busi- nesss International hev- ur sagt, at hann ikki ætl- ar sær at stilla uppaftur, tá annað formansskeiðið hjá honum verður lokið í 2006. – Tá verði eg 70 ára gamalur, og tí ætli eg mær ikki at halda fram, sigur Sepp Blatter, sum var aðalskrivari í FIFA, áðrenn hann gjørdist formansvalevni og vann á UEFA formanninum, svianum Lennart Jo- hansson. Nógvur turbolensur hevur verið kring Blatt- er, sum hevur verið ákærdur fyri vánaliga fíggjarliga stýring. Tað sigst hava havt við sær, at FIFA hevur mist fleiri milliardir. Á aðalfundinum, sum FIFA hevði í Japan í sambandi við HM endaspælið í summar, varð roynt at koppa for- mannin. FSF tók undir við royndini, sum UEFA skipaði fyri. Hon gekk út upp á at velja ein afrikanskan formann í staðin fyri Blatter, sum kortini varð afturvaldur. Nú tykist vera greitt, at ein nýggjur FIFA for- maður skal veljast í 2006. Blatter ætlar sær frá Gravgangur eftir KÍ spælarum Eftir útlegd í tvey ár í Klaksvík, verður Arnold Joensen nú aftur at síggja í bláa KÍ-búnanum komandi kappingarár Síðsta triathlonkappingin í ár Føroya Triathlon Fel- ag skipaði leygardag- in fyri FM í 1/4 triathlon, sokallaða OL-teininum. Eisini beyð FTF einstakling- um og feløgum við at kappast, og var møguligt at velja tríggjar teinar, um- framt sjálvan FM teinin TRIATHLON Tiðindaskriv Føroyameistari 2002 gjørd- ist Gunnar Dahl Olsen, tá hann í endaspurtinum rann fram um Eli Christiansen. Eli var Meistari í 2001, nakað aftan fyri teir kom so Beinir Rasmussen sum nummar trý. Hinir tríggir íðkararnir, Evald Rasmus- sen, Snorri Paturson og Kári Simonsen komu eisini á mál í hølunum hvør á øðr- um, men eitt fitt petti aftan fyri fremsta hópin. Tað er soleiðis í triathlon, at tá skift verður millum ítróttagreinirnar, mugu íðk- ararnir eisini skifta í klæðir, sum hóska til ítóttagrein- ina. Fyrsta skiftið er frá svimjingini til súkklingina, og skal íðkarin renna frá svimjihylinum til súkkluna, sum stendur uttanfyri, á vegnum skal so hann skifta í súkkluklæðir. Annað skiftið er frá súkkling til renning, og er tá ”bara” at fara úr súkklu- skónum og í renniskógvar- nar, og so avstað. Hesi skifti verða ofta rópt ”gloymda ítróttagreinin”, tí íðkararnir geva skiftunum ov lítlan ans, og missa nógva tíð óneyðugt. Ofta er munurin fleiru minuttir, og serliga ein dag sum hendan, tá tað regnaði og var kalt. Verður hugt eftir úrslita- talvunum, sæst ein stórur munur í tíðunum til skiftini, og er hetta tí at íðkararnir lótu seg væl í sunnudagin, tí ikki er tespuligt at fara út við vátum hári, stuttum ermum og stuttum brókum. 1/8 triathlon fyri einstaklingar Her verður kappast í 750 m svimjing, 20 km súkkling og 5 km renning. Svimjarin Jón Absalon- sen úr Havn, hevði avgjørt at royna seg sum súkklara og rennara eisini, og gjørd- ist vinnari á sprint teininum, og er hetta fyrstu ferð hann er komin á mál á hesum teininum, og sum sæst, dug- ir hann annað enn at svimja. 1/8 triathlon fyri lið Her varð kappingin skipað soleiðis, at ein svimjari, ein súkklari og ein rennari sláa seg saman og umboða eitt felag/fyritøku í 750 m svimjing, 20 km súkkling, 5 km renning. Hjá liðunum vunnu teir tríggir: svimjarin Høgni Miné-Rasmussen, súkklar- in Geyr Gilsteinsson og svimjarin Janus Olsen, sum hesaferð royndi seg sum rennara.Teir máttu skipa liðið um stutt undan kapp- ingini, tí upprunaligi renn- arin fekk ein skaða, og so var 10 ára gamli Høgni Miné-Rasmussen til reiðar at taka plássið sum svimj- ari, 16 ára gamli Janus Ol- sen fór at renna, meðan 37 ára gamli Geyr Gilsteins- son helt plássið og súkkl- aði. Teir tríggir umboðaðu Eysturskúlan. 1/12 triathlon fyri einstaklingar Her eru teinarnir 350 m svimjing, 10 km súkkling og 2,5 km renning. Súkklarin Jens Sigurd Simonsen hevði eisini hug at royna annað enn súkk- ling, og vann hann stytsta teinin í eini tíð, sum er millum tær frægu. Grand Prix kappingin FM kappingin var sam- stundis seinasta kappingin í Coca Cola Grand Prix kappingini hjá Føroya Triathlon Felag. Úrslitini í einstaklingakappingini vóru hesi. Nr Navn Svimjing Skift 1. Súkkling Skift 2. Renning Samlað 1. Gunnar D Olsen 0:23:33 0:05:57 1:09:54 0:45:05 2:24:29 2. Eli Christiansen 0:22:22 0:04:38 1:13:09 0:44:21 2:24:30 3. Beinir Rasmussen 0:25:31 0:03:29 1:13:16 0:52:23 2:35:39 4. Evald Rasmussen 0:25:22 0:04:23 1:28:07 0:52:27 2:50:19 5. Snorri Paturson 0:35:45 0:05:30 1:27:53 0:43:09 2:52:17 6. Kári Simonsen 0:29:50 0:06:30 1:25:05 0:52:04 2:53:29 Samlaða støðan eftir tey fimm umførini gjørdist hendan: Menn: Nr navn Stig 1 Gunnar Dahl-Olsen 213 2 Eli Christiansen 196 3 Evald Rasmussen 122 4 Bogi Lenvig 114 5 Hallur Stakksund 110 6 Kári Simonsen 98 7 Beinir Rasmussen 82 8 Dia Jacobsen 30 9 Eyðtór Joensen 36 10 Robert Vilhelmsen 32 11 Aksal Norðfoss 26 12 Eyðun Berg 23 13 Snorri Paturson 23 14 Egil Gunnarson 18 Kvinnur: Nr navn Stig 1 Katrin Sørensen 80 2 Rannvá Jacobsen 74 3 Annika Jacobsen 30 3 Brynhild Klein 26 Gunnar Dahl Olsen vann FM-kappingina í Triathlon og hann gjørdist eisini vinnarin í Grand-Prix kappingini, sum nú eru liðug Billardárið er nú byrjað, og í aftur- vendandi Haldur Holm kappingini gjørdist ungi klaks- víkingurin, Ólavur Kjølbro, fremstur BILLARD Jákup Mørk Síðsta vikuskifti byrjaði billardárið við kappingini um Haldur Holm steypið í Klaksvíkar klubba Òlavur Kjølbro úr Klaks- víkar klubba gjørdist stóri vinnarin. Hann fekk ikki minni enn 27,7 eygu í miðal, tað má sigast at verða sera gott av Ólavi havandi í huga at hetta bert er anna árið hjá hon- um sum billardspælari. Nr. 2 gjørdist vinnarin frá í fjør Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar klubba, hann hevði góð 26 eygu í miðal. Síðani var nakað niður til triðja plássið, har Bjarni Skålum hevði 21,24 í miðal. Carsten Hansen úr Havnar Klubba, Sonhard Jo- hannesen úr Klaksvíkar Klubba og Njál R. Peter- sen úr Billardfelag Fugla- fjarðar vóru á plássunum 3-6. Tríggir teir fremstu leikararnir fingu steyp frá Føroya Bjór. Ólavur Kjølbro vann Haldur Holm cup Ólavur Kjølbro vann Haldur Holm kappingina í Klaksvík. Ólavur hevur bert leikt billard í tvey ár, men eftir avrikini - bæði í fjør og nú – er greitt, at hann verður ein av teimum, sum ansast skal eftir, tá liðkappingin byrjar í november Einki er at ivast í, at Triathlon telis millum mest krevjandi ítróttagreinarnar yvirhøvur, og hetta var eisini sjónligt til tíðir C M Y K 19 18