Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 1985síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 SE sosialurin N Ídnaðarnjósning i 1780årunum Nógvar orsakir kunnu vera til njosning. Peter Korsgaard greiðir í hesi grein frá, hvussu norskur-danskur embætismaður í 4 royndum sínum at fáa hægri starv fekst við njósning. Hendan tekning av kolagrevstri i Hvalba er gjørd í 1791 — longu 3 ár eftir at brennivirkið var stongt. Vit síggja námini og kola- og leirrúgv- urnar. Teir nýta bæði hjólberur og rossavognar. Samtíðar kort av Hvalba og Nesi. Brennivirkið sæst í gripinum vestan fyri Ranan í Nesi (pílur), sunnan fyri, har lendingin í Nesi er í dag. Víkin út fyri verður segd at vera 2—4 favna góður akkersbotnur, og teir hava mett hetta vera bestu utskipingarstød. Greinin stóð í sein- asta nummarinum av blaðnum mondli, sum Forn- minnissavnið gev- ur út. Feroya legmaður, tann mest týðandi embætis- maðurin her á landi síðan miðeld, hevði fyrst av øllum leiðslu løgtingsins um hendur. Løgmennionir vórðu kosnir millum feroyingar, vanliga úr nekrum fáum legmans- ættum. Støda løgmans viknaði í 1700-árunum, og frá 1769 setti Danske Kancelli ikki longur feroyingar í hetta starv. Teir nýggju fremm- andu legmenninir høvdu lítlan áhuga fyri embætin- um — sóu tað meira sum ein fyribils meguleika fyri betri embæti aðrastaðni í danska-norska ríkinum. Tann fyrsti legmaðurin, ið ikki var føroyingur — hann var íslendingur — kom ongantíð til Feroya í tríára legmansskeiði SE 3 1? Ceart - Se JESEAFYEPS: AT TALA . KUOÆRKEL. or að veste ————— r. 121 — 24. oktober 1985 = er af feyte nd hl AE rulbbe… Høst sk? on kh tn nr må Ja Meme sg Á har nr þr nor Hen + kniber Ye nn fade ond om Mykene dm købt Hd af an Ben að Amr VIGE af Astin bags: Kerra, nn Bond ey ve fon mon Hetta kort av Hvalbiarfirdi teknadi Urbanus Flor kapteynur eftir ynski Lunds. Nordur vendir nidur. Tjørubrennivirkid er avmerkt i Nesi. Kolanåmini eru vist vid 3 ringum ovast til høgru. Neydugt var vid slikum korti, um siglast skuldi higar i sambandi vid kolavinnu. Siglingarvegleidingin ljóðar: Hav tað nordasta av Stóru Dímun væl leyst av Mjóvanesi — tå fert tå suður um Flesjarnar. ; Vilt tå sigla norður um Flesjarnar, skulu 2/3 av Stóru Dímun koma inn á Mjóvanes. Nakrar av Flesjunum liggja í vatnskorpuni, so tær síggjast, er minsta run í sjónum. sínum. Næsti maður — norðmaður — var ikki meira enn komin til Feroya, fyrr enn hann skrivaði umsókn um at fáa eitt annað embæti. J.M. Lund løgmadur treydur Ødrvisi var ikki við triðja fremmanda løgmanninum, Johan Michael Lund úr Bergen. Hann fekk em- bætid 33 åra gamal i 1786, men tað fyrsta, hann gjørdi, var at søkja um loyvi til at verda verandi i Noreg til árið eftir. Bíði- tíðina nýtti hann væl. J.M. Lund var nógv ávirkaður av tíðarinnar tonkum um fíggjarligan og tøkniligan framburð. Beint hann var settur sum legmaður, fór hann at gera royndir við feroyskum koli, og kom fram á, at tað hevði í sær minni av sváv- uli og meira av nafta, enn enskt kol. Tí hevði tað hóskað væl at brent tjeru av. Kolagrevstur í Hvalba Í eldir hava hvalbingar høgt kol, serliga til egið brúk. Nekur ár, áðrenn Lund varð settur, hevði danska ríkið roynt at fáa meira gongd á kolagrevst- urin, men nú var steðgur við at koma í, tí tað lá so illa fyri at flyta kolið. Skipini, ið sigldu fyri kgl. einahandilin, kundu ferma kol, men tey skuldu nýta ta stuttu summarfrítíðina til føroyasigling. Av tí at drúgfert var at ferma eitt slíkt skip við koli í Hvalba, kom lítið burtur úr hesum flutningi. Tað hevði verið ólíka lættari og bíligari at flutt kolið sum góðskaða veru — sum koltjera. Hevði tað borið til at gjørt tjøru burtur úr Hvalbiarkol- inum, hevði kolagrevst- urin kunnað gjerst ein len- andi vinna, og so hevði Lund verið væl umtóktur maður í Rentukamarinum, ið stóð fyri kolagrevstr- inum. Roynt verður at fáa brennivirki í gongd Longu í 1786 sekti Lund, ið tá var farin til Keyp- mannahavnar, kong um fígging til at byggja tjerubrennivirki í Hvalba. Í umsóknini vísti hann til, at eitt tól var uppfunnið at brenna tjøru við úr koli. Uppfinningin var gjerd fá ár frammanundan í Skot- landi, og nú var kunn- leikin um hana komin til Danmarkar, har einfaldu royndirnar hjá Lund hevdu givið góð úrslit. Eftir metingum Lunds kundi brennivirkið setast saman av 10 smáum stoypijarnsovnum, sum við flutningi neyvan mundu kosta meira enn 280 ríkisdálar. Uttan at bíða eftir svari til umsóknina bílegði Lund tilfarið. Men hetta royndist nógv dýrari enn væntað — brátt vóru út- reiðslurnar komnar upp í knappliga 400 ríkisdálar, og tá var flutningurin til Føroya ikki íroknaður. Peningurin varð tó seinni játtaður úr einum grunni til serlig endamál: »ad usus puplicos<*), so Lund kundi fara aftur til Ber- gen. Idnadarnjosning neydug Í Bergen hitti Lund ein skotskan vinmann, sum hevði stórtýðindi at bera: bretska stjórnin hevði boðið uppfinnaranum nógvan pening fyri upp- finningina, men eigarin hevði ikki tikið av. Hetta mundi týða, hugs- aði Lund, at framleiðslan var torferari, enn hann fyrr hevði hildið. Tí var neyðugt, at hann fór sjálvur til Coalrose við Edinburgh, har brenni- virkið var, fyri at skoða tað gjelligari. Hann rokn- aði eisini við, at skotski vinmaðurin kundi hjálpa honum við tekningum og vitan. Um somu tíð visti tað seg, at brúk var fyri meira av útgerð, og av tí at ein ferð nú eisini skuldi gerast til Skotlands, bað Lund um 1200-1400 ríkis- dálar aftrat. Fyri at ætlanin skuldi ikki seinkast, loyvdi Lund sær at bíleggja ein part av útgerðini frammanundan. Í hesi eykaumsókn kemur undan kavi ein av orsekunum til tann stóra ómak, Lund hevði gjert 5 4 i