leygardagur 26. oktober 1985síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
tíðindablaðið
Pallborðsfundur um >Málrekt og fjølmidlar«
Tidindafolk eiga
at kenna ábyrgd
— tey fáa løn fyri at brúka málið, segði Heðin Klein |
stjóri og Svenning Tausen, limur í Målnevndini.
Tad var formadurin i Norrøna felagnum, Hedin
Klein, sum setti fundin og var orðstýrari. Hann
legði fyri við at vísa á, at tíðindafólkini i fjølmidl-
unum fáa len fyri at brúka málið. Hann helt tí, at
Stórur áhugi er millum fólk at tosa um steðuna og
viðgera steðuna hjá føroyska málinum. Hetta
sannaðu tey 120 fólkini, sum leitaðu sær niðan í
Norðurlandahúsið seinasta mikukveld at lurta og
luttaka í orðaskiftinum um evnið »Målrøkt og fjøl-
miðlar<.
Tað var Norrena felagið, sum skipaði fyri fund-
inum.
tíðindafólkini eiga at kenna eina stóra ábyrgd.
Sosialurin var eisini á fundinum og skulu vit
tríva í nakað av tí, sum fert varð fram har.
Við pallborðið sótu: Niels Juel Arge, útvarps-
stjóri, Høgni Djurhuus, formaður i Føroya Blað-
mannafelag, Jógvan Asbjørn Skaale, sjónvarps-
Niels Juel Arge, útvarpsstjóri:
Stovnid ordabanka
sum fjølmidlar og
skuli kunnu bruka
— til gagn fyri føroyska målid
Tad var ein rættiliga av-
gjørdur útvarpsstjóri,
sum tók orðið á pallborðs-
fundinum. Niels Juel Arge
segði, at tað er skyldan
hjá fjølmidlunum at fara
væl og virðiliga um málið.
Hann vísti annars á, at
uppgávan hjá fjelmiðl-
unum er at kommunikera,
at viðgera evni og fáa boð-
skapin út — sum hann
málbar seg.
— Tað nyttar ikki at
hava ug-dreingir, sum
duga at seta ð á rætta
stað, um teir ikki duga
tað, sum tað journalist-
iska yrkið annars krevur
av teimum, segði útvarps-
stjórin, sum tó metti, at
málið hevur sera stóran
týdning ikki minst í teim-
um talaðu fjølmidlunum.
Syndabukkarnir i
fjølmidlunum !
Tå talan er at finna tey,
sum hava skyldina av
vánaligum málbrúki, so
helt útvarpsstjórin, at vit
hava lyndi til at finna
syndabukkarnar í fjel-
miðlunum.
— Vit líða ell undir
neyðini við málinum, men
eg haldi kortini ikki, at vit
skulu gremja okkum so
illa um málið, tí tað stend-
ur ikki so illa til, segði
Niels Juel Arge og vísti á,
at hugurin til at beta um
málið svitast ongastaðni.
Hann vísti tó á ymsar
vandar, og hvat kann ger-
ast fyri at betra um steð-
una hjá málinum.
— Vit mugu ansa eftir,
at vit ikki detta í hverki
hesa ella hasa grevina. Vit
mugu ikki heilt ókritiskt
taka við tí fremmanda
málbrúkinum, sum eitt nú
kemur inn á okkum við
teirri teknologisku menn-
ingini, men vit skulu
heldur ikki detta í hina
grevina og smíða nýggj
orð fyri alt tað, sum
kemur uttanífrá.
Utvarpsstjórin vísti her
á »sluppterminologiina«,
sum er vorðin ein náttúr-
ligur partur av okkara
livandi máli.
Puristisk leið haft!
Víðari segði hann, at ein
strong puristisk leið í
longdini fer at vera eitt
haft um beinini á fjøl-
miðlunum. Journalistar
mugu royna at finna eina
millumleið, sum tænir
bæði yrkinum og málinum
sum frægast.
Eisini kom hann inná
nýggju Målnevndina og
segði, at útvarpið og sjón-
varpið vóru ikki umboðað
í hesi nevnd.
— Eg haldi hesir báðir
stovnar eiga at hava hver
sítt umboð. Annars kann
eg bert siga, at eg beri
ótta fyri, at henda mål-
nevnd verður ein
autorativur stovnur, sum
ikki fer at fáa undirtøku
millum manna.
— Sjálvur haldi eg ikki,
at tað finst nakar stovnur,
sum kann siga, at hetta er
besta málbrúkið og hatta
ikki. Tó skal eg viðganga,
at tað er gott at hava ráð-
geving.
Orðabanki !
Í hesum sambandi skjeyt
útvarpsstjórin upp at
settur verður á stovn ein
orðabanki.
— Eg haldi, at orðabek-
urnar hava havt stóran
týdning fyri málið, men
tíðirnar skifta og haldi eg,
at tíðin er komin, har vit
eiga at geva teimum, sum
arbeiða við málinum og
brúka tað í yrki sínum,
betri meguleika at fáa
slíka ráðgeving og veg-
leiðing.
Hann helt, at landið og
Føroyamålsdeild áttu at
tikið stig til ein orða-
banka við eini telduskip-
an.
Nekur fólk kunnu so
tasta tilfarið, ið m.a. er
tekt á seðlasavninum á
Feroyamálsdeildini inn á
eina telduskipan, sum so
fjølmidlarnir og skúlar og
onnur kunnu brúka gjøgn-
um on-line.
Niels Juel Arge segði, at
varð byrjað nú beinan-
vegin, so kundi slík skipan
vera klár um eitt ár og fór
hon at kosta einar 2 mill.
kr. Hann vísti á, at eitt nú
tíðindafólk á henda hátt
skjótt og lætt kunnu fáa
jan
F.K
hendur á orðum og vend-
ingum á føroyskum.
Video og útlendskt
sjónvarp
Hann vísti eisini á vandan
við video og komandi sjón-
varpsfylgisveinunum.
Kemur tú út á bygd
ein leygardag fyrrapart og
sólins kínur, so eru gard-
inurnar ofta fyri vindeyg-
uri, og tú sær eingi fólk
úti. Tey síggja video. Vit
eiga ikki at undirmeta
ágangin frá video, tá talan
er um feroyska málið.
Niels Juel Arge helt
somuleiðis, at nýggi fjøl-
miðilin, sjónvarpið, eigur
at vera sera varin, tá tað
snýr seg um útlendskar
filmar. — Sæð frá einum
føroyskum sjónarmiði, so
haldi eg tað er ógvuliga
vandamikið at senda
fremmandan tekst og
fremmant mál í sjónvarp-
inum.
Men stersta vandan
yvirhevur helt útvarps-
stjórin fór at koma frá
teimum mongu
Nr. 122 — 26. oktober 1985
fylgissveinum.
— Vit hava hoyrt tele-
fonverksstjóran hótta við,
at skjótt fara føroyingar
at kunna síggja hundrað-
tals sjónvarpssteðir — nú
ein rúgva av fylgissvein-
um sveima um knettin.
— Tann dagin, vit
kunnu síggja so nógvar
sjónvarpssteðir, eri eg
bangin fyri, at málið er í
vanda, segði Niels Juel
Arge at enda !
jan
20000000 000000000
… … ”
… ”
2000000 00000000
… s…
S BÓKHALDSVIRKI
Grannskodan . Edv-virki
Tlf. 61376
Hjålpir tykkum vid bók-
haldinum og ødrum
pappirsarbeidi