Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. oktober 1985síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

v/ Johs. A. Næs „Eygað er ljós likamsins. Er ti eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst; men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Umtí ljósið í tær er myrkur, hvert stórt verður tá myrkr- ið!a (Matth. 6, 22—23). Hesum líknilsinum um eygað hevur Jesus sagt frá í sambandi við savnanina av gripum. Í hesum sum i øllum treingir hann inn til sinnalagið, sum er rótin í allari synd. Tíni syndigu viðurskifti við gripir her á fold koma av, at eygað títt er oyðilagt. Tú hevur fingið eina gandaflís í eygað og sært evugt. Tú sært stóran lut lítlan og lítlan stóran. Tí kann tín ranga steða til gripir her á fold ikki verða vend rætt, uttan at eyga títt verður lekt. Og tað kann bert Jesus lekja tær. Hann hevur eina undurfulla eygnasalvu. Jesus sjálvur kallar hana soleiðis. Vilt tú hava av hesi salvu? Tá kemur tú at síggja rætt. Tá fært tú fyrst av ellum synd tína at síggja, tína sjálvgóðsku at síggja. Øll tín savnan av gripum var jú einki uttan sjálvgóðska. Síðan fært tú frelsara tín at síggja. Og, fært tú í andans ljósi at síggja hann, sum leið deyðan fyri syndir tínar, tá hevur tú sæð gripin, sum ber av ellum gripum. Tá missa allir aðrir gripir teirra virði, og tú leggur einki í teir allar, men roynir at vinna henda eina gripin. Og tá dugir tú at døma um gripirnar her á fold. Tú sært, at tú hevur fingið teir allar frá Gudi, og tú fert at takka honum fyri teir, bæði pening og heim og jerð og kunnleika og dugileika og alt, sum gleðir teg og tíni. Og so fært tú at síggja, hvat ið Gud vil við at geva allar hesar gripir. Tú er bert upp- sitari hjá Gudi. Og alt, sum hann hevur latið tær upp í hendur, skalt tú nýta at gleða menniskju við og soleiðis veita honum æru. 13. oktober fingu Sir- ið og Jógvan í Dáva- stovu, Tórshavn, eina dóttur. 15. oktober fingu Katrin og Jógvan K. Merkere, Eiði, ein son. 18. oktober fingu 2 Óluva og Vagnur Vælkomið | Djurhuus, Vest- manna, ein son. 20. oktober fingu Ingimunda Guð- 26. september fingu Ruth Timm Sund- tíðindablaðið Gudstænastur 21. sunnudag eftir trinitatis Havnar kirkja: Hans J. Joensen, altargongd. Skriftar- mál kl. 10.40. Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre, altargongd Kollafjørdur: Martin R. Jacobsen ki. 12.00, altargongd Hvalvik: Jåkup Magnussen kl. 12.00. Talvan gongur fyri kirkjuna Nordskåla: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd Rituvik: Jåkup Kass kl. 11.00, altargongd Leirvik: Torkil Beder, altargongd Sjóvar kirkja: Petur Petersen kl. 12.00, altargongd Midvågur: David Johannesen kl. 11.00, altargongd Hestur: Høgni Poulsen, altargongd Sandur: Jåkup R. Hansen kl. 12.00, altargongd Hvalba: Ejvind Vilhelm kl. 12.00, altargongd Vágur: Bjarni Bæk kl. 11.00, altargongd Norea Radio Danmark Millumbylgja 1467 kHz kl. 19.30 — 19.45 Mánadagin: »Børnevennen Jesus Kristus«. Um eitt nytt barnaband vid Børge Bækgaard Ped- ersen og barnakóri. Norskar sendingar eru hvenn dag kl. 8.00 á stutt- bylgju, 31 metra-bandinum (9,6 MHz). Várgleði Fundur verður mánadagin kl. 16.00. Evangeliska Reddin Feroyska sendingin frá Trans World Radio, Monte Carlo hoyrist hvert mánakveld kl. 21.45 GMT á millum- bylgju 205 m. (1466 k Hz). Mánakveldið talar Olaf Olsen, Glyvrar Evni: >Harrin hoyrin bøn tina« Sangur: Ingálvur av Reyni og sangkórini í Betesda og Ebenezer. —————MWWMW. Lækna- ur Petersen, tlf. ; 56400. vaktirnar Vágar: Tlf. 32413 Tórshavn: Annika Suðuroy (norður): Tlf. Olsen, tlf. 17700, 71560 leygardag og Andor Suðuroy (suður): TIf. Ellefsen, tlf. 12233, 73030 sunnudag. Eysturoy: Pol Johs.í = Tannlæknavakt Horni, (tlf. 44038, Tórshavn leygardag og Sverri a. gf Bráðfeingishjálp fæst í dag og í morgin kl. 13.00-14.00. Tlf. 14544. 48016, sunnudag. Nor& iroyggjar: Jasp- 21. oktober fingu Jór- 22. un og Anskar Han- sen, Klaksvik, tvi- burdar — tveir dreingir. oktober fingu Hanna og Dánjal Andreasen, Leirvik, eina dóttur. 22. oktober fingu Kristianna og Martin Hansen, Sandavági, ein son. 21. oktober fingu Eydna og Regin And- reasen, Tórshavn, eina dóttur. 23. oktober fingu Bjert og Símun Júst Mellemgaard, Tórs- havn, eina dóttur. 22. oktober fingu Paulina Zachariasen, Servági og Hjalmar Gaardlykke, Mið- vági, ein son. 23. oktober fingu Oddver Joen-Jacob- stein og Per Timm Jensen, Holbæk, ein mundsdóttir og Sig- urður Karlsson, Hoy- vík, ein son. 22. oktober fingu Pál- in og Henry Olsen, Rituvík, eina dóttur. sen og Evert Gutte- sen, Tórshavn, eina dóttur. Nr. 122 — 26. oktober 1985 Skyld. Heiður. Ein maður tók soleiðis til ein dagin: >Mær fellur fyri bróstið at hoyra sagt, at ein felagsskapur hevur tikið ábyrgdina av, at fleiri fólk eru myrd. Tað ber ikki til at siga ábyrgd í slíkum føri.« Tá id okkurt verður fyrireikað og eisini gjørt, so hevur onkur ábyrgdina, ein ella fleiri. Teir skipa so fyri, at alt er, sum teir halda, at tað skal vera. Skiparin hevur ábyrgdina av skipi sínum. Arbeiðsmaðurin hevur ábyrgdina av sínum ar- beiði. Øll hava vit ábyrgdina av ti, okkum er litið upp í hendi, og ellum tí, vit gera. Ein maður segði, at hann og aðrir roknaðu prís- talið, og hann segði: >Eg hevði roknað prístalið í hevdinum, áðrenn maskinurnar hevdu roknað tað. Men so skjótt hevði eg ikki roknað, hevði eg einsamallur ábyrgdina. < . Tá verkið er lokið, og úrslitið er gott, so er altíð onkur, ið man halda, at hann eigur stersta heiður- in. Hvussu er og ikki, fleiri munnu hava heiðurin, øll tey, ið vóru uppii. Er onkur komin illa fyri í spæli, hann er dottin og hevur fingið ilt, so er ikki sjáldan, at rópað verður: >Tú hevur skyldina. Er okkurt miseydnast, so fær onkur skyldina. Er okkurt illavorðið gjørt, so hevur onkur skyld- ina. Hesir hevdu ábyrgdina av, at 20 milliónir hvurvu, soleiðis stóð skrivað. Teir høvdu skyldina, at 20 milliónir hvurvu, so- leiðis munnu fólk heldur siga. Tá ið herverk eru gjørd, so verður ofta sagt, at hesin brotsmannafelagsskapurir hevur tikið ábyrgdina av ti, ið gjørt er. Brotsmannafelagsskapurin hevur sagt, at hann hevði skyldina, nu id alt er av. Hann hevdi ábyrgdina, meðan alt var í gerð. Sv.T. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, id syndu sam- kenslu, tå kæri madur, påpi, abbi og verfadir okkara KARL SAMUELSEN doyði og varð jarðaður. Tøkk til oll tykkum sum fylgdu og sendu kransar og blómur til hansara síðsta hvíldar- stað. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Tvør- oyrar ellis- og røktarheim fyri góða røkt og umsorgan. heilsan Malla, Beinta, Elinborg og Sjúrður