Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 1985síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Skattavaldið í hernað: Dómarasamsýningar skulu skattast! Ítróttafelog verða nú noydd at flyta dómara- samsýningar um afturhaldsskipanina, soleiðis at tær verða A-skattaðar áðrenn útgjalding Kelduskattur og A-skatta- skipanin hevur nú eisini rakt ítróttin Seinastu dagarnar hava vit hoyrt nógv um, hvussu hart tónleikarar meta seg vera skattaðar, og nú er túrurin so komin til ítrótt- in Talan eru um tað gjald, sum dómarar fáa fyri at dema ein dyst, ið Líkn- ingarráðið vil hava flutt sum A-innteka, t.v.s. at pengarnir skulu flytast um afturhaldsskipanina, og harvið skattast, áðrenn teir eru dómarunum í hendi Tað eru hondbóltsdóm- arar, sum fyrst hava kent sviðan av hesum, men allir dómarar innan aðrar ítróttagreinar skulu eisini rokna við, at túrurin kemur til teirra Tí setti Ítróttasamband Feroya seg í samband við Líkningarráðið fyri møgu- liga at loysa hesar trupul- leikar Men tað einasta Líkn- ingarráðið kundi siga ÍSF var, at teir hevdu skatta- lógina at ganga eftir, og eftir henni eru allar lenir og samsýningar skatt- skyldugar. So hvussu fegnir teir enn vildu, so kundu teir ikki gera und- antøk, sum stríða móti lógini. Men hinvegin lov- Hondbóltsdómarar: aðu teir at reisa spurn- ingin politiskt yvir fyri skattamálaráðharranum, Jóngerð Purkhús. Eisini Ítróttasambandið hevur reist spurningin politiskt Hedin Mort- ensen segði aftan á fundin við Líkningarráðið, at teir fóru at heita á Atla Dam, løgmann, verji ISF's, og Dur- huus, landsstýrismann í ítróttarmálum, um at virka ítrótturin sleppur meguligt burtur úr hesum Men hverjar eru so upp- hæddirnar, talan er um Hondbóltsdómarar fáa einar 75 kr. fyri at døma ein dyst. Harafturat skulu teir ofta koyra lang strekkir fyri at koma til plássið, har teir skulu dema. Fyri tað fær tann, sum eigur bilin, 1,50 kr pr. km. Hetta kann ikki sigast at vera nógv, tí ofta skal ein hondbóltsdómari av stað í vánaligum veðri á vetrartíð, og teir skulu eisini seta nógva tíð av síni fritid til at døma Onkrir meguleikar eru kanska at loysa spurn- ingin. T.d. koyripening- urin. Ítróttardómarar fáa 1,50 kr. pr. km. meðan tað almenna gjaldið fyri nýtslu av egnum bili er 1,85 kr. Hetta endurgjald sum er Jógvan fyri, at best fyri bil er ikki skatt- skyldugt, og tí kann ÍSF hækka tað upp til 1,85 uttan at skattur verður tikin av. Men hinvegin stendur eftir, at gjaldið fyri at døma, tær uml. 75 kr. pr. dyst, er skatt- skyldugt. Ein meguleiki at sleppa ítróttinum, sum fyri nógv tann stersta partin verður figgjadur vid ókeypis arbeiðsmegi, er at geva teimum, sum hava inn- teku frá ítróttafelogum ein frádrátt. Seta vit ein tílíkan frádrátt til nakrar túsund krónur, so verða allar tær smáu inntek- urnar, so sum dómarasam- sýningar, ungdómsvenj- arasamsýningar (teir, ið fáa einar 1000-1500 kr. fyri at taka sær av einum liði í yngru deildunum) o.t. skattafríar, meðan tær vanligu lenirnar til t.d. venjarar hjá teimum eldru deildunum — sum liggja á einum heilt eðrum steði, bera skatt. Onkir aðrir meguleikar eru, har dómarar skulu skattast av teimum neyð- ars 75 kr. teir fáa fyri ein dyst, ferir bert við sær, at dómararnir = nokta at dema, og tað kann fáa katastrofalar fylgjur fyri ítróttin. Eingi tel eru fyri, Moguliga gevast fleiri hondbolts- dómarar — um skattamyndugleikarnir fara at krevja skatt av teimum pengum, ein fær fyri at doma ein hondbóltsdyst. Lønin stendur jú íkki mát við ómakin, men feløgini hava ikki ráð at gjalda meira. hvussu nógv ókeypis ung- dómsarbeiði verður gjørt í Føroyum. Men tel úr Danmark siga, at har verður tað ókeypis arbeiðið innan ítróttin mett til 1,7 mill- iardir um árið. Seta vit so hesi tel í mun til Feroyar, koma vit til eitt tal uppá umleið 17 milliónir. Hartil er at viðmerkja, at so at siga allir venjarar fáa — Um tað veruliga verður so, at skattamyndugleik- arnir gera álvara av at skatta pengarnar ein fær fyri at døma hondbólts- dyst, so hevur hetta meguliga við sær, at fleiri dómarar gevast. Hetta siga Hjalmar Petersen og Kristian Johansen, tveir av kend- astu ungu hondbóltsdóm- arunum í Feroyum sum viðmerking til tíðindini um, at Líkningarráð Feroya hevur álagt felog- unum at bera so í bandi, at útgoldnar dómarasam- sýningar verða skattaðar. — Fyri at døma dyst i vaksnamannadeildini fær ein dómari 75 kr., og er hetta í sjálvum sær ikki ein vánalig timaløn, men havast má í huga, at dóm- arar nýta bæði tíð og orku at útbúgva seg til dóm- aragerningin — og tað er Nr. 40 — 29. oktober 1985 meira ella minni len í Dan- mark. Í Føroyum er steð- an eðivíii. Her finnast 1Åpin iv venjarum, sum venja ér út og ár inn uttan at fáa « itt oyra fyri tað. So tað er kanska ikki langt av leið at meta, at ókeypis leiðar:.- og venjaraarbeiðið innan ítróttin í Feroyum man liggja um einar 25 milliónir kr. árliga. Staðgar alt hetta bert av áhuga og ólent — og nýta eisini væl meira av tíð enn tann tíman ein dystur varir. Um vit t.d. skulu dema í hellini á Skála, so mugu vit rokna við, at allur seinnapart- urin fer. Ferðingin til og úr Havn tekur langa tid og tú fær jú ikki len fyri hesa tíð. Roknast má við, at vit nýta 3-4 tímar uppá at dema ein dyst, sum verður leiktur á Skála. — Sum er hava vit einki ímóti at døma dystir uttan fyri Havnina — so langt í frá — tí dómaragerning- urin hevur jú áhuga okk- ara, men ivasamt er, hvussu hugurin verður, um ein skal missa helvtina av dómarasamsýningini. Nú eru vit báðir ungir og hava vónandi nógv góð ár sum dómarar, men rokn- ast kann ikki við, at eldri dómarar, ið hava virkað ítróttaarbeiði, so er lætt at hugsa sær, at vit fáa stór- ar sosialar trupulleikar at stríðast við, tí hvar skal tá allur = hesin ungdómur vera? Tí er at vóna, at lands- ins myndugleikar taka málið upp í álvara, og lýsa tað á ein slíkan hátt, at alli partar eru negdir. sum dómarar í nógv ár, og ognað ítróttinum stóran part av frítið teirra, vilja halda fram sum dómarar, nú ein kanska kemur at missa pening uppá hetta, siga Hjalmar og Kristian. — Ein meguleiki er sjálvsagt, at dómara- gjaldið verður hækkað til tað dupulta, men hetta vil so raka feløgini í staðin, og tey eru jú hart spent figgjarliga frammanund- an. Møguliga mugu tey skerja aktivitetirnar. Um so verður, so hava skatta- myndugleikarnir í veru leikanum tikið staðið und- an stórum parti av tí sjálvbodna ungdómsar- beiðnum, ið verður gjert í itrottafeløgunum í Føroy- um — og kann hetta i síðsta enda fáa langtrøkk- andi konsekvensir. Vidari siga Kristian og Framhald á síðu 14