Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 1985síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 40 — 29. oktober 1985 Síða 11 Kurt Trangbæk, »fagkonsulentur« í ítrótti : Stóri voksturin í ítróttar- íðkanini er ikki innan fyri feløgini — Stórur vøkstur hevur verið innan ítróttin seinastu árini, men feløgini hava ikki fingið tann stóra vøksturin. Harafturímóti venja alt fleiri fólk uttan fyri felogini, vísir kanningin. M. a. hetta tosaði Kurt Trangbæk um í fyri- lestri sínum í Eysturskúlanum í farnu viku. Vit hava her fyrra part av fråsøguni frá fyri- lestrarkvoldinum; seinni partur kemur í komanid Ítróttarsosiali Týsdagin í farnu viku helt Kurt Trangbæk ein fyri- lestur í Eysturskúlanum í Havn um elituítrótt og ítrótt á breiðari grundar- lagi. Kurt Trangbæk er fyrrverandi elituítróttar- maður. Hann var millum fremstu fimleikararnar í Danmark fyri nekrum árum síðani. Í dag starv- ast hann sum »fakkonsul- entur« fyri studentaskúl- arnar í Danmark. Í sínum áhugaverda fyrilestri týskveldið tos- aði hann m.a. um eina kanning, sum er gjerd í Danmark um hver og hvussu nógv verður íðkað av ítrótti millum danir. Kanningin er frá 1964 og til í dag, og vísir hon, at talið á teimum, sum íðka ítrótt í Danmark er vaksið ómetaliga nógv hesi árini, kanningin umfatar. Í 1964 íðkaðu 15% av denum ítrótt, í 1982 var talið komið uppá 46%! Og hver er so orsekin til hesa stóru hækking? Sterstu orsekina helt Kurt Trangbæk vera, at vit hava eina aðra uppfatan av ítrótti í dag enn í 1964. — Tá ein fyri 20 árum síðani fór ein súkklutúr í sunnudagsklæðum, so varð tað ikki roknað fyri at íðka ítrótt. Í dag fer ein í venjingarklæðum á súkk- luna. Sama er við renn- ingini. Í dag er heilt van- ligt at síggja fólk renna (jogg. , tað var eisini gjert fyri 20 árum síðani, hóast ikki í so stóran mun sum nú. — Tað, at hetta ikki var uppfatað sum at íðka ítrótt, ger, at tølini fyri 1964 í veruleikanum vóru hægri enn 15%. — men tað kemst ikki uttan um, at tað íðka nógv fleiri ítrótt í dag enn fyri 20 árum síðani, segði Kurt Tranbæk. Hann legði eis- ini afturat, at telini fyri 1982 vóru ójevn fyri yms- ar partar av landinum. M.a. í Kebenhavns Amt luttóku 55% av borg- arunum í einumhverjum ítrótti. — Harafturat vísa telini frá hesi kanningini, at tað er ikki í ítróttarfelog- unum, stersta hækkingin er. Tað luttaka fleiri fólk í ítrótti i ítróttarfelog- unum, men stersta hækk- ingin er uttan fyri ítróttar- felegini. Fleiri kvinnur Í 1964 luttóku 10% av kvinnum og 20% menn í ítrótti. Telini fyri 1982 vóru 44% kvinnur og 46% menn. Sostatt eru vekst- urin nógv sterstur hjá kvinnunum, og tað eru mest kvinnurnar millum 30 og 40 ár, sum eru meira aktivar í ítrótti. Hetta kemur helst av, at kvinnur í sterri mun eru farnar út á arebiðsmarknaðin, og eru harvið meira frígivnar frá barnaansing enn fyrr. Stersti vøksturin í ítróttinum í Danmark er í kveldskúlunum, har fólk kunnu luttaka í m.a. yoga o.0. Her er vøksturin frá 1964 til 82 90%. Og eisini aðra staðni uttan fyri í- tróttarfelegini er veksturin stórur. Hvat kunnu so orsekir- nar vera til tað? Ein oresk er kanska tann, at feløgini hava ikki nóg breiðan »målsetning«. Feløgini kunnu ikki nøkta tann sos- iala tørvin hjá teimum nýggju bólkunum, sum íðka ítrótt. Hver luttekur? Tað eru fleiri ung, sum íðka ítrótt í mun til fyri 20 árum síðani. Men tað er í nógv sterri mun tey eldru, sum eru farin at íðka ítrótt. Eisini eru tað tey, ið hava tær hægru u útbúgv- ingarnar, og tey, ið hava gingið í skúla í nógv ár, sum íðka meira ítrótt. Millum tey, ið luttaka í kappingarítrótti eru tað fyri tað mesta ungir menn frá teimum hægru sosialu bólkunum. Innan fyri tær ymsu í- tróttargreinarnar eru tað tær, ið fyrr vóru kendar at hoyra »yvirklassanum« til, ið hava havt stersta veksturin. Tað er tennis, sigling, badmonton o.t. Fótbóltur og hondbóltur standa í stað, meðan skoyting og forðarenning eru farin aftur. Stersti vøksturin er kortini innan renning (jogging). 15% — ella uml. 650.000 danir renna javnan. Nakað nýtt, sum hevur vundið nógv upp á seg í Danmark seinastu árini, eru hesi sonevndu heilsu- studiini, sum vit eisini kenna her í Feroyum (Nautilus, Form á Figur v.m.). 25.000 danir gjalda millum 3.000 og 5.000 kr. um árið fyri at lyfta nakr- ar »jarnklossar«. Tey lut- taka í sama venjingarpro- grammi umaftur og um- aftur. BMX-súkklur eru eisini væl umtóktar millum ung, og fleiri kommunur í Dan- mark hava gjert breytir til at súkkla á. Kurt Trangberg er fyrrverandi elituítróttarmai ur. Hann var millum fremstu fimleikararnar í Danmark fyri nokrum árum síðani Allar hesar nýggju meguleikarnar at íðka ítrótt uppá eru felegini ikk før fyri at taka sær av, m.a. tí at tað skiftir so skjótt. hví meira ítrótt? Spurningurin er so, hví íðka vit meira ítrótt. Er tað tí, at vit hava meira fritiå og at fleiri eru tvingin út í arbeiðsloysi? — Tað passar ikki, helt Kurt Trangbæk. — Tí í grundini hava vit minni frítíð, hóast niðursetta ar- beiðstíð. Seinastu tjúgu árini, sum kanningin um- fatar, eru lívsfyritreyt- irnar og familjumynstrið nógv broytt. Tað er meira vanligt at vera einlig mamma, og at bæði maður og kona arbeiða úti. Har- afturat verður tað strævn- ari og strævnari at klára seg fíggjarliga. Skatturin fer ikki niðureftir, heldur tverturímóti, og alt annað dýrkar. Hinvegin fylgir lenin ikki við útreiðsl- unum, so væl hugsandi er, at um arbeiðstíðin styttist og vit fáa meira frítíð, so verður meira og meira av frítíðini nýtt til at minka um útreiðslurnar. Í staðin fyri sum nú at fáa fakfólk at gera umvælingar, fara vit í sterri og sterri mun at gera ymsar umvæ ingar sjálvi, fyri at spara, og til tað fer sterri og sterri partur av okkara sunnu fritid. So at siga, at økt frí- tíð ekir um ítróttar- virksemi, fer neyvan at halda. — Harafturímóti meti eg, at ítrótturin er vaksin so nógv, tí hann er ein >kompensatión< fyri teir »manglar« ein hevur í ar- beiðslívinum, familjulív- inum v.m., sigur Kurt Trangbæk. — Stødan í heiminum bæði politiskt og á annan hátt er ikki at finna út av. Harafturímóti er ítrótt- urin meira einkul at finna út av. Tí fara fleiri í holt við ítróttin í staðin fyri t.d. finna út av fløktu steðuni í heiminum. — Eisini »heilsubylgj- an< ger sítt. Tað ræður í dag um at vera sunnur — »sporty-look« . Tað dregur mong út á vegirnar at renna. Men hví venja so nógv uttan fyri felegini? — Ein grundin er tann, at ungdómurin í dag hevur arbeiði í vinnulív- inum eftir skúlatíð og hevur ekt forbrúk. Tað ger, at trupult verður at fylgja teimum tíðum, felegini hava at venja í. Bestu liðini fáa ta bestu venjingartíðina, meðan hini verru, sum kanska íðka ítrótt fyri motién, verða sett til tær verru tíð- irnar, kanska kl. 10-11 um kveldið. — og hví skal ein gjalda 800 kr. fyri at spæla bad- minton ein vetur, tá ein sleppur at spæla seint á k: eidið uttan vegleiðara. Tá ein so veit, at komm- unan hevur goldið hellina, so er lætt at rokna út, at peningurin, ein letur fyri at sleppa at spæla, verður brúktur til elituítróttar- fólkini, segði Kurt Trang- bæk m.a. í fyrilestri sín- um. Seinni partur av frásegnini frá fyrilestr- inum kemur í Ítróttarsos- ialin komandi týsdag, og tá verður komið meira inn á spurningar viðv. elitu- ítrótti, oig hvat verður gjert fyri elituna í Dan- mark. O