Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-10-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 1985síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 40 — 29. oktober 1985 Enn ein Sigur Kyndil, 1. deild kvinnur, hevur vunnið allar dystir sínar í landskappingini kyndil VIF, 1. deild kvinnur: 24—0 9-3) Málskjúttar: Kyndil: Sólva Eystberg 14, Bodil Wardum 5. Ansy Heghamar 2 og Anna Fredriksen, Halgerð Midjord og Herborg Joensen hvør sitt Vif: Durita Zachariassen 5, Erla Olsen 3 og Peturbjørg Hansen Í Avaringar: VIF 1 Utvisingar: VIF 2x3 min Brotskøst: Kyndil 6 Dómarar: Kristian Johansen og Hjal mar Petersen Askoðarar: Uml. 80 Tá Kyndil og VÍF, 1. deild kvinnur, hittust í ítróttar- hellini á Hálsi sunnu- dagin, var eins og Kyndil hevði trupult við „at seta segg upp“ til dystin. Meguliga var tað harði og spennandi dysturin móti Neistanum miku- kveldið, ið framvegis lá fremst í huganum og í veruleikanum eisini gjørdi tað, at Kyndil undirmetti VIF. Tað var í hvussu er VIF, ið koma á odda bæði 1—0 og 2—1, og ikki fyrr enn tíggju min. vóru farnir, kom eitt sindur meira av álvara í hjá Kyndli, ið fekk javna og eisini lagt seg á odda 5—2. Spælið var annars ikki av tí besta. Ov tilvildar- ligt og »sløsugt«. Fleiri álop vórðu spilt burtur av tí at leikararnir ikki vóru nóg ansnir. Hóast mál- munurin sterra partin av fyrra hálvleiki ikki var tann stóri, so hevði ein alla tíðina varhugan av, at VIF Ikki megnaði at gera nakað móti Kyndli. Leikararnir vóru ov varn- ir, tóktust ikki at tora at skjóta og endaðu alt ov nógvir bóltar í verjugarð- inum hjá Kyndli. Tað var bert Durita Zachariassen, ið veruliga royndi seg við hampiliga góðum úr- sliti — meðan ein sá alt ov lítið til ein leikara sum Peturbjørg Hansen, ið annars tykist at hava góða skotmegi. Síðstu fimm min. av fyrra hálvleiki tók Kyndil dyk á seg og fekk økt munin frá 5—3 til hálv- leiksstøduna 9—3. Í seinna hálvleiki kom meira ferð á spælið hjá Kyndli — og samstundis vísti tað seg, at leikararnir hjá VÍF vóru alt ov seinir aftur at verja. Og tílíkt ger ein ikki óstraffað móti Kyndli. Sólva Eystberg prógvaði enn einaferð virði sítt. Ferð eftir ferð fór hon av stað í kvikum álopi og eydnaðist henni at skjóta níggju mál í seinna hálvleiki — 14 í ollum dystinum — og so- statt gera sítt til at Kyndil vann ein tryggan 24—9 sigur. Framhald av síðu 12 Hjalmar, at Líkningar- ráðið við kravi sínum áleggur Oløntu leiðarunum í feløgunum óneyðugar administratiónsbyrðar. Tað krevst meira og meira av nevndunum — ikki minst kassameistarunum — og sær út til at ítrótta- feløg, í dag hava serstaka bókhaldsskyldu, siga teir báðir. — Hondbóltssamband- ið, ella rættari Ítrótta- samband Feroya, tí hetta kemur óiva at raka allar ítróttagreinir, má taka upp álvarsligar samráð- ingar við Líkningarráðið, soleiðis at greiði fæst á spurninginum. Annars hendir sum sagt, megu- liga tað at fleiri dómarar gevast og meguliga eisini tað, at tað almenna í síðsta enda kemur at út- gjalda munandi størri upphæddir enn tað lítla, ið kemur inn, sum stuðul til almenn ungdómsenda- mål, ti ungdómurin miss- ur partar av møguleikum sinum fyri at luttaka i ítrótti, siga Kristian og Hjalmar at enda. Framhald av sidu 9 fyrsta dagin, og er ætlanin at byrja venjingina skjót- ast gjerligt, sigur Sofus Johannesen, formaður í Judosambandi Feroya, í samreðu við Ítróttarsos- ialin. Hann sigur at enda, at Sjovinnubanka-kappingin Vikuskiftid 16. og 17. november skipar flogbóltsfelagið Fleyr í Havn fyri steypakapping fyri tey vaksnu liðini. Kappingin, sum er undir heitinum Sjóvinnubanka-kapp- ingin 1985, fer fram í Gundadalshøllini og í Tórshavnar Ítróttar- og Samkomuholl. Kappast verður í 8 bólkum. 4 fyri menn og fýra fyri kvinnur. Bólkarnir eru: Meistarabólkurin, 1. deild, 2. deild og 3. deild. Seinasta freist at boða frá luttoku er 4. november 1985, og luttokugjaldið, sum er 150 kr. fyri hvort lið, skal í seinasta lagi 6. november verða goldið inn á konto nr. 152.628.8 í Sjó- vinnubankanum. Tilmeldingarseðil Navn felagsins: boðar hervið frá luttoku í Sjóvinnu- bankakappingini 1985 við hesum lið- um: nm Meistarad. menn ld menn. D2dmenn 093dmenn = Meistarad. kv. Tilmeldingarsedilin skal sendast til: Flogbóltsfelagið Fleyr, Postbox 1022, 3800 Tórshavn ella skal sigast frå hjå: Tummas Ola Mortensen, tlf. 1 5698 ella Ola Hansen, tlf. I 6542 otte rr ætlanin er eisini at skipa fyri démaraskeidi i vetur. Sunnudagin vóru dómar- arnir savnaðir í Havn, har tosað varð um dómara- spurningar í samband við kappingina, sum nú byrj- ar, og væl kom burtur úr hesum fundinum, sigur hann. 1985 … Lldkv. . 2dkv. Sdhkv. Lyngby skal spæla móti Aarau Orsakað av at motstødulidid hjá Lyngby í Europa-Cup, Reyða Stjórna Beograd, hevur nýtt ein ólógligan leikara í dysti í Jugoslavia, missir liðið víðari leikrætt sín í kappingini og hevur hetta við sær, at Lyngby, sum spældi 2—2 í fyrsta dystinum móti Ryðu Stjørnu, nú skal spæla tveir dystir móti Aarau úr Sveits í staðin. Aarau heuði annars tapt dystir sínar móti Reyðu Stjørnu og tí eisini mist leikrættin. Ein av leikarunum á Aarau er danski landsliðsleikarin Jens Jorn Berthelsen. Lyngby spælir á heimavelli 6. november, meðan dysturin í Sveits verður spældur 20. november.