Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. november 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 210 - 1. november 2002 Nr. 210 - 1. november 2002 3 Minningarhald teirra sjólátnu og pinku- barnadeyða í Klaksvík leygardagin og sunnu- dagin MINNINGARHALD Rúna Sivertsen Til minningarhald teirra sjólátnu við gamla kirkju- garð í Klaksvík, fer Hans Eiler Hammer, prestur at flyta fram røðu. Klaksvíkar Býráð skipar fyri minningarhaldinum, har sum sigur er, eisini kransar verða lagdir við minnisvarðan. Um kvøldið verður gud- stænasta í Christianskirkj- uni, har Nils Pauli Daniel- sen, prestur prædikar. Allahalganna sunndudag verður minningarguds- tænasta fyri pinku-barna- deyða í Christianskirkjuni, og tá verður tað Hans Eiler Hammer, prestur, ið fer at prædika. Í Christianskirkjuni hev- ur eisini verið sigur í mong ár, hvønn allahalganna sunnudag at nevna øll tey, sum eru deyð í presta- gjaldinum. Bæði til minningahald teirra sjólátnu við gamalk kirkjugarð, sum verður kl. 15, og til minningar-gud- stænasuna fyri pinku- barnadeyða, sunnudagin kl. 16, fer kvinnukórið, Suð úr Klaksvík at syngja. Fimm farnir á sjónum Tann 1. november er minningardagur teirra sjólátnu. Teir, sum eru farnir í sínum virki á sjónum síðan 1. november 2001 eru: Mikkjal Sjúrður Olsen, Hvannasund, doyði 6. november 2001 við »Havhesti«, 43 ára gamal. Jógvan Sonny Drangberg, Skopun, doyði 12. apríl av skaðatilburði umborð á »Jaspis«, 53 ára gamal. Karlo Joensen, Miðvágur, slerdi út av »Gaja 3« í Diskovíkini tann 14. apríl 2002, 56 ára gamal. Jógvan Jacobsen, Skáli, doyði umborð á »West Express« 1. august 2002, 59 ára gamal. Jógvan Olsen, Toftir, doyði umborð á »Western Pacific« 11. august, 52 ára gamal. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra kona mín, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Elisa Hammer f. Ellingsgaard av Eiði andaðist í heiminum 30. oktober 2002, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Mizpa leygardagin 2. november kl. 13.30. Familjunnar vegna Issa Tey, ið vilja minnast Elisu, kunnu lata Zarepta eina gávu, konto í peningastovnunum. Allahalgannadagur er minningardagur teirra sjólætnu, og ymsastaðni kring landið verða hildin minningarhald við minnisvarðar og í kirkjum MINNINGARHALD Minningarhald teirra sjólátnu verður í dag hildið ymsastaðni kring landið. Minningarguðs- tænastan í Havnar Kirkju verður send beinleiðis í Útvarpinum klokkan 20 í kvøld, har Hans Eiler Hammer, prestur, fer at prædika. Sum vanligt verður minningarhald á Sjó- mansheiminum í Havn klokkan tíggju fyrra- partin, har Sonja Klein Prestur fer at hava andakt. Aftan á verður farið niðan í viðarlund- ina, har Anfinn Kalls- berg, løgmaður, fer at leggja krans við minn- isvarðan. Eisini aðrastaðni í landinum verða hildin minningarhald. Í Søld- arfirði verður minning- arhald við minnis- varðan. Byrjað verður klokkan 14.00, og Meinhard Bjartalíð, prestur fer at tala. Eisini á Sandi fara tey at minnast teir sjólætnu klokkkan 14.00 seinna- partin. Haldið verður við minnisvarðan heima á Sandi, og har fer Jákup Reinert Han- sen, prestur, at tala. Vanliga eru minn- ingarhald nógvstaðni kring landið. Tað verið seg bæði við minnis- varðarnar, sum eru í nógvum bygdum, og summastaðni er eisini kirkjugongd. Eisini er vanligt á summum støðum at minnast ikki bara teir, farnir eru á sjónum, men øll, sum farin eru í sóknini síðan alla halgannadag sein- ast. Siðurin at halda minningardag teirra sjólátnu allahalganna- dag er serføroyskur. Tað var einaferð í fýrati- árunum, greiðir Óli Ja- cobsen, fomaður i Før- oya Fiskimannafelag, frá, at Fríðrikur Blá- hamar kom vi uppskot- inum í tinginum. Fyri tað hevði ikki skipað minningarhald, sum vit kenna tað í dag, verið. At allahalgannadagur varð valdur, er so eisini ávirkað av, at dagurin er minningardagur frá gamlari tíð. Óli Jacobsen sigur, at seint í oktober 1957 hendi tann stóra van- lukkan, tá Stella Argus gekk burtur, og fram- vegis varð leitað alla- halgannadag. Tá kom skipaða minningarhald- ið, sum vit í dag kenna á Sjómansheiminum, í lag. ej Minningarhald teirra sjólátnu Minningarhald í Klaksvík Minningardagur teirra sjólátnu Hans Eiler Hammer prædikar til minningarhald, bæði í Havnar kirkju og Christianskirkjuni Í dag kemur nýggja føroyska savnsfløgan Popp List út. Hetta er ein savnsfløga við bæði nýggjum og eldri føroyskum løgum, og eru tað 3´arin og Tutl, sum standa fyri útgávuni ÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein Nøvn sum Taxi, Clickhaze, Brandur Enni, Enekk, Frændur, Tangz og Týr mynda nýggju savnsfløg- una, sum í dag kemur út á marknaðin. Platform var í gjáramorg- unin karmur fyri móttøku. Her vóru útgevararnir og fleiri av tónleikarunum komnir saman um nýggju fløguna. – Hugskotið um at geva út eina savnsfløgu er gam- alt. Hetta er nakað, sum vit hava hugsað um í fleiri ár, men vit hava ongantíð verið klárir til tað, tí tað krevur nógv orku og tíð at gera eitt slíkt konsept, sigur Høgni Zachariasen, sum hevur lagt fløguna til rættis og samskipað hana. – Tá so einaferð varð farið undir at gera fløguna, tosaðu vit við Tutl, og so kom uppskotið fram um at geva fløguna út saman, og tað kundi ikki verið betri. Hetta er fyrsta fløgan, sum 3´arin og Tutl geva út saman, og heldur Høgni Zachariasen, at hetta sendir eitt sterkt signal út. – Tað, at plátufeløguni samstarva, skapar eisin møguleikar í framtíðini. Fyrsta av fleiri Høgni Zachariasen sigur, at nú er grundarsteinurin lagdur fyri at geva fleiri savnsfløgur út á henda hátt. – Vit hava lagt stóran dent á, at fáa grundarstein- in so góðan sum møguligt, tí soleiðis verður tað lættari at leggja meira á grundina, tá tann næsta fløgan skal út. Repro-Z hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiði. Popp List er tí fyrsta fløgan í eini røð av fløgum. Konseptið byggir eisini á tað, at tað ber til at geva aðrar Popp List fløgur. Tað verið seg Popp List rokk, Popp List Gospel og so framvegis. – Hetta er byrjanin til eitt samstarv, sum ikki hevur verið til fyrr. Og ein kann siga, at hetta er slóðbrót- andi. Vøran er góð, tí tað sæst, at hon er ikki gjørd bara fyri at gerast. Nógv tíð og orka er brúkt upp á hana, greiðir samskiparin frá. 18 skeringar eru á fløg- uni. Og ein kann siga, at hetta eru »toppnøvnini« í føroyskum tónleiki tey seinastu árini. Tað er eisini merkisvert, at bara fýra av teimum 18 løgunum eru á enskum. Restin er alt á før- oyskum. – Sangirnir eru valdir á tann hátt, at vit hava tikið væl umtókt løg. Bæði nýggj og eldri. Av tí at tað koma so fáar fløgur út í Føroyum, so hava vit eisini tikið eldri løg við. Vit hava valt løg, sum hava verið væl umtókt, tá tey komu út, og fleiri av teimum hava verið nummar eitt á 15 teimum bestu. Fyri at gera úrvalið so breitt sum møguligt, so eru bólkar sum Enekk og Stanley Samuelsen eisini við á fløguni. – Soleiðis røkkur fløgan fjøldini. Ikki bara teimum ungu, men eisini teimum eldru, og ikki bara teimum eldru, men eisini teimum ungu. – Tað ræður um at síggja listina í poppinum, og vísa á, at vit veruliga hava eina poppmentan í Føroyum. Poppurin verður settur í hásætið, sigur Høgni Zacha- riasen, sum leggur afturat, at hann er ótrúliga væl nøgdur við tað endaliga úrslitið. Eisini tónleikararnir eru glaðir fyri nýggju savns- fløguni. Fleiri av teimum, sum eru við á fløguni, vóru eisini í Platform í gjár. Ein av teimum var Mikkjal Hvannastein. – Man kann gott kalla hetta eina føroyska Abso- lute Music fløgu, sum er fjølbroyttari, sigur Mikkjal Hvannastein. – Har er nógv ymiskt á fløguni, og tað er lætt at fáa eitt fjølbroytt yvirlit innan- fyri føroyskan tónleik. Síggja listina í poppinum Kristian Blak og Høgni Zachariasen. Tutl og 3´arin hava í samstarvi givið út fløguna Popp List, sum eftir ætlan skal vera ein av fleiri savnsfløgum Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 3 2